Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 14. oktober 2003 25 Um vikuskiftið skip- aði Flogbóltssamband Føroya fyri dómara- skeiði í Havn, har 13 nýggir dómarar fingu prógv - millum annað eftir at hava dømt dystir í FK-kapping- ini FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Í flogbólti er tað framvegis so, at spælararnir sjálvir døma aðrar dystir, enn teir sjálvir spæla, og tí verður eisini gjørt nakað fyri at fáa útvegað teimum neyðuga útbúgving og vitan. Frá fríggjadegnum til sunnudagin skipaði flog- bóltssambandið soleiðis fyri dómaraskeiði, sam- stundis sum stóra FK-kapp- ingini var, og skeiðið endaði við, at 13 nýggir dómarar fingu prógv sum B-dómarar. Upprunaliga høvdu 15 teknað seg til skeiðið, men tveimum barst frá. At skeiðið var lagt, sam- stundis sum FK-kappingin var, hevði tann síðuvinning við sær, at nýggju dómar- arnir í verki sluppu at royna seg, tí teir dømdu dystir í kappingini. Innsatsurin hjá hvørjum einstøkum var - sum partur av dómaraskeiðinum - eftirmettur væl og virðiliga, og tað skuldi givið nýggju dómarunum mangt og hvat at hugsa um, sum síðani kann verða brúkt í víðari dómaragerninginum. Tveir danskir dómarain- struktørar, Hans Ole Niel- sen og Torben Jensen, ið sjálvir hava dømt einar 7- 800 dystir hvør og hava drúgvar royndir á økinum, vóru komnir frá Dansk Volleyball Forbund at leggja teimum føroysku lag á. Nýtt fólk til Hetta samstarv hevur vund- ið rættiliga upp á seg í síðstuni, tí hetta var triðja ferðin innan fyri gott og væl eitt ár, at Hans Ole Nielsen og Torben Jensen eru í Føroyum í instruktør- ørindum. Av teimum 13 skeiðlut- takarunum var ein »vete- ranur« og 12 blaðung fólk, sum skuldu gjøgnumføra roynd í teoretiskari vitan og síðani eisini praktiskari døming, ið krevur í minsta lagi tveir dystir - ein sum fyrstidómari og ein sum annardómari. At fáa B-dómaraprógv er fyrsta stigið á leiðini, ið kann føra til A-dómara- prógv og seinni aftur enn hægri prógv, um dømingin hevur so stóran áhuga hjá tí einstaka, at vilji er til at satsa upp á tað. Øll stóðu royndina, og í flogbóltssambandinum fegnast tey um, at nýggjar kreftir eru á veg innan fyri eisini dømingina, ið sjálv- andi krevur at vera í lagi, nú liðini leggja alsamt størri orku í venjing og spæl. Hans Ole Nielsen og Torben Jensen vóru somu- leiðis dómaraeygleiðarar undir kvinnu- og mans- finalunum sunnudagin, sum Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen dømdu. Teir báðir skulu seinni í vetur til Danmarkar at taka divisiónsdómaraprógv, og tí fingu teir nøkur góð orð á vegnum frá donsku instruk- tørunum eftir finalurnar. Kvinnurnar hjá TB og menninir hjá SÍ vunnu finalurnar í FK-kappingini í flogbólti um viku- skiftið, og tí hava hesi bæði liðini longu tryggjað sær pláss í steypafinalunum í februar FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Skjøtil var settur á flog- bóltskappingina hjá teim- um vaksnu um vikuskiftið, tá árliga FK-kappingin var í Havn fyri bæði kvinnur og menn í meistaradeildini, 1. deild og 2. deild. Hetta er kapping, ið Fleyr í felag við Føroya Keypsamtøku hevur skipað fyri í áravís. Hóast hetta er fyrsta kapping í kappingarárinum, so hevur hon ikki minsta týdningin, tí hjá meistara- deildarliðunum standa finalupláss upp á spæl. Vinnararnir sleppa bein- leiðis í steypafinalurnar, sum verða spældar leygar- dagin 14. februar 2004. Samstundis kann tað sjálvandi vera ein uggi hjá teimum liðum, ið ikki høvdu eydnuna við sær hesa ferð, at ein kjansur verður aftrat at spæla um, tá Mjølnir-kappingin seinni í vetur verður í Klaksvík. SÍ gjørdi besta hálið í FK-kappingini við bæði at vinna meistaradeildina hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum, meðan TB vann meistardeildina hjá kvinn- um, Fleyr 1. deild hjá monnum, Nøvan 2. deild hjá kvinnum og Dráttur vann 2. deild hjá monnum. FK-finalurnar í meistara- deildini hjá kvinnum og monnum vórðu spældar í ítróttarhøllini á Hálsi, sum eisini verður karmur um steypafinalurnar um fýra mánaðir. Einki ivamál Hjá kvinnunum var tað steypavinnarin frá síðsta kappingarári, TB, sum streyk avstað við sigrinum og sostatt longu hevur tryggjað sær í minsta lagi silvur í komandi steypa- finaluni. TB vann 3-0 í finaluni á KÍF, sum heldur óvæntað megnaði at spæla seg allan vegin fram til síðsta dystin í kappingini. Í hálvfinaluni bastu kollfjarðarkvinnurnar føroyameistarunum og tap- andi steypafinalistunum síðsta kappingarár, ÍF, við einum 2-1 sigri. Í finaludystinum móti TB, sum í síni hálvfinalu hevði vunnið 2-1 á Fleyr, gjørdist bitin tó ov stórur at gloypa hjá KÍF, sum í roynd og veru ikki hevði nakran møguleika, sum dysturin lagaði seg. Her var TB-liðið ov sterkt og vælspælandi, og sigurin var eisini fult uppiborin. TB vann lættliga tvey tey fyrstu settini 25-10 og 25- 11, og hóast KÍF menti seg í triðja setti og fekk bitið eitt sindur meira frá sær, endaði tað 25-19 til TB. Serliga vóru tað skørpu servurnar frá TB-kvinnun- um, ið forðaðu KÍF at koma inn í dystin, tí serv-urnar gjørdu tað ofta trupult hjá KÍF at fáa tikið so mikið væl ímóti, at bólturin yvir- høvur kundi fáast fram til hevaran. Hóast finaluósigurin móti TB, so kunnu kvinn- urnar í KÍF fegnast um, at tær skrivaðu eitt sindur av lokalari søgu, tí hetta var besta flogbóltsúrslitið hjá KÍF nakrantíð! SÍ orkaði betur Tað, sum kanska ikki hevði verið av spenningi í kvinnufinaluni, fekst í staðin í mansfinaluni mill- um SÍ og ÍF - í øllum førum í fyrstu settunum. Hetta var samstundis ein endurtøka av steypafinal- uni í vár, men vinnarin gjørdist hesa ferð ikki tann sami. Ta ferðina vunnu fuglfirðingar, sum síðsta kappingarár eisini vunnu meistaraheitið og sostatt greipuna, men hesa ferð vóru sørvingar teir drúgv- aru og vunnu 3-1. Tey bæði fyrstu settini í mansfinaluni vóru jøvn og spennandi. ÍF vann tað fyrsta 25-23, men so svar- aði SÍ aftur í øðrum setti við at vinna 25-18, uttan at nakað kortini sá út til at vera avgjørt enn. Í triðja setti byrjaði tó at koma til sjóndar, at sør- vingar vóru betri fyri - ella kanska heldur, at fuglfirð- ingar ikki ordiliga tykjast vera komnir í rætta formin. Í øllum førum orkaði ÍF ikki at spæla upp móti SÍ, sum meira og meira sann- førandi vann 25-19 í triðja setti og síðani 25-17 í fjórða setti. Tað gjørdi tó eisini sítt, at Bartal Eliasen hjá ÍF í triðja setti fekk ein skaða, so hann ikki fekk fullført dyst- in. Hann spældi settið lið- ugt og byrjaði eisini fjórða sett, men mátti síðani gev- ast eftir nakrar fáar bóltar. Sum heild verður sagt eftir FK-kappingina hesa ferð, at hon boðar frá spennandi og javnari kapp- ing bæði hjá kvinnum og monnum. Flogbóltsdómarar fingu seg royndar TB og SÍ finaluklár Menninir hjá SÍ vunnu FK-kappingina Hjá kvinnunum var tað liðið hjá TB, sum var drúgvast 25 24 Nr. 194 - 14. oktober 2003 H71-VÍF 24-32 (13-14) VÍF legði bragdliga fyri Vestmenningar hava fyrireikað seg væl til kappingina, og tað sást ikki minst í seinna hálvleiki móti H71, tá VÍF helt fram at spæla sítt spæl, meðan hoyvíkingar at enda møddust og ikki megnaðu at fylgja við meira. MANSHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen At vestmenningar kunnu vera drúgvir, sóu vit í undanfarna kappingarári, tá teir vóru við í gullstríðnum til síðsta dyst. Og at teir ætla sær at verða drúgvir hetta kappingarárið, vístu teir leygardagin í Hoyvíks- høllini. Hinvegin fekst eisini sjón fyri søgn, at hoyvíkingar munnu fara at taka stig bæði her og har - tá teir orka… Hjá H71 var tað í øllum førum ein spurningur um orku, ið gjørdi sítt til, at liðið tapti móti VÍF. Vest- menningar orkaðu allan samlan dystin, meðan hoy- víkingar ikki orkaðu meiri enn fyrra hálvleik - og tað kemur tú ikki langt við móti einum vælspælandi VÍF-liði. Undan hesum kappingar- árinum hava vestmenningar fyrireikað seg væl, og tað sást eisini í teirra fyrsta dysti. Burtur sæð frá Dejan Lacok úr Jugoslavia, sum í fjør var málmaður hjá Tjaldri, var liðið hjá vestmenningum eitt sera roynt lið, ið tú kanst hava sæð á dómaraseðlinum fleiri ár aftur í tíðina. Sámal við aftur Men fyri tað var talan ikki um tungar gubbar, men eina væl upplagda eind, ið spældi sítt spæl allar 60 minuttirnar. Undangongu- menninir fyri tí vóru Ingi Olsen og Sámal Joensen, ið sá út til at vera sera væl fyri, eftir at hann misti stór- an part av undanfarna kappingarári orsakað av skaða. Ein partur av fyrireiking- ini til kappingina hesa ferð var ein venjingarlega í Spania, og tað kundi hent seg, at fleiri lið enn H71 fara at renna seg í »spanska maskinaríið« hjá vestmenn- ingum, sum jú eisini er ein motorur, ið hevur koyrt væl leingi. Hóast fyrrverandi danski landsliðsspælarin, Henrik Gerster, fyri fyrstu ferð spældi ein dyst við H71 í eini 15 ár og tí heldur ikki er nakar ársungi í hond- bólti, eitt nú við royndum frá bestu týsku deildini, so eru aldur og royndir ikki júst sereyðkennini hjá hoy- víkingum. Onkrir hava verið við í nokk so nógv ár, men sum heild er manningin ung og enn ikki til fulnar saman- spæld, og tá allir heldur ikki enn eru í fullum formi, gjørdist tað at enda til, at tað mesta hekk á Gerster og undangongumanninum á H71-liðnum seinnu árini, Halgir Dahl Olesen. Ávaring til hini Og tað var ikki nóg mikið. Í fyrra hálvleiki megnaðu hoyvíkingar at fylgja við, og teir kundu fyri tað eins væl verið á odda í hálvleik- inum sum at vestmenningar vóru tað. Men í seinna hálvleiki gjørdi VÍF beinanvegin eitt lop, so sjógvur kom ímill- um liðini, og so arbeiddu teir stútt og støðugt sigurin upp, til teir tað síðsta korterið sótu fullkomuliga á øllum. Í verjupartinum gekk væl hjá VÍF, sum hevði stór- mennini Sámal Joensen og Piti Negru mitt fyri, so eyka torført var hjá H71- bakkunum at sleppa í skot- støður. Í skjótálopunum fekk Agnar Joensen ofta væl burturúr, men annars vóru tað sum sagt Sámal og Ingi, ið stóðu fyri nógvum av tí, ið kann vera ein ávaring til hini liðini um, at VÍF ætlar sær ikki einki í vetur. Og so hava teir enn ikki fingið Áka Olsen við… Dysturin í tølum H71-VÍF 24-32 (13-14) Málskjúttar H71: Henrik Gerster 8 (4), Halgir Dahl Olesen 8, Heini Bentsen 4, Johnny Durhuus 2, Kristian Eli Zachariassen 2 VÍF: Agnar Joensen 8, Ingi Olsen 8 (4), Sámal Joensen 7 (1), Ólavur Brimnes 3, Harald Bjørgvin 2, John Zachariassen 2, Dejan Lacok 1, Piti Negru 1 Brotskøst: H71 5, VÍF 5 Ávaringar: H71 1, VÍF 1 Útvísingar: H71 4, VÍF 1 Dómarar: Kristian Johan- sen og Geir Wardum Hóast Kyndil var væl á veg at leggja sjógv millum seg og Neist- an, so eydnaðist teimum bláu við taktiskum snildi at steðga grønu framgongdini. Og at enda var eitt stig í part til havnarfel- øgini. MANSHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tað sá veruliga gott út hjá Kyndli í fyrra hálvleiki, tá grannauppgerð var á skránni móti Neistanum leygardagin. Silvurvinnararnir frá í fjør spældu væl og skiftu dúgliga frá einum systemi til annað, meðan Neistin í løtum minti um hini, ið høvdu latið ein 50-krónu- seðil fyri at koma inn í høllina á Hálsi. Serliga hevði Neistin trupulleikar í verjuni, sum tó blivu rættaðir eftir steðgin, og tá var tað, at Neistin fekk strítt seg inn í dystin og vent einum tapi til javnleik. Men í fyrra hálvleiki var veruliga tap í hendi. Eitt skifti var Kyndil á odda við sjey málum, og tað sá einki serligt út hjá Neistanum. Jacob Jónsson, ið stýrir nógvum av spælinum hjá Kyndli, byrjaði kanska ikki so væl, men hann spældi seg upp og var ein stór orsøk til, at Kyndil hevði hug at fara avstað. Taktiskt snildi Sum nevnt, vóru broytingar í verjuni fremsta orsøkin til, at Neistin fekk bjargað sær skinninum í fyrstu grannauppgerðini hetta kappingarárið. Eftir at hava vart við einum 6-0 uppstilling fyrsta hálva tíman, skiftu teir yvir til eina skeiva 5-1 uppstilling við nýggja jugoslavanum, Blagoje Buha, skotnum fram, so Kyndil stórt sæð einki fekk gjørt í síni vinstru síðu, tí illa bar til at spæla Jacob Jónsson á bakkinum og als ikki út vongin. So við og við riggaðu alsamt fleiri av system- unum hjá Kyndli ikki, og tí fekk Neistin í smáum rykk- um hálað seg inn á grann- arnar, ið tó tvær ferðir fingu bart seg leysar aftur upp á leiðslu við fýra ella fimm málum. Gott undirhald Men triðju ferð gekk ikki, og tá kundi Neistin enntá farið avstað við øllum, um uppaftur betur vildi til. Tó mundu teir bláu vera væl nøgdir við at fáa javnleik burturúr, tí í fyrra hálvleiki og stóran part av seinna stóð teimum tap í hendi. Fleiri av málunum hjá Neistanum komu eftir skjótálop, og her var kanska serliga Blagoje Buha skjótur at taka av, tá hann kom ímillum hjá Kyndli og slapp sær av stað fram eftir vøllinum. Tað, sum sá út til at fara at gerast ein tryggur sigur til Kyndil, gjørdist ein alsamt meira spennandi dystur við nógvum málum, ið gjarna eru tað sama sum gott undirhald, tá liðini fáa 32 av teimum í part! Dysturin í tølum Neistin-Kyndil 32-32 (13- 19) Neistin: Blagoje Buha 9 (4), Dragisa Stojovic 7, Áki Mørk 6 (2), Finnur Petersen 4, Ragnar Stakksund 3, Birgir Kass 1, Helgi Justin- ussen 1, Dann Thorleifsson 1 Kyndil: Jacob Jónsson 10 (1), Finnur Hansson 7 (2), Høgni Klein 5, Hans Áki Dahl-Christiansen 4 (1), Janus Einar Sørensen 4, Gunnar Wardum 1, Ken Zachariasen 1 Brotskøst: Neistin 7, Kyndil 8 Ávaringar: Neistin 3, Kyndil 3 Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 3 Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum Neistin-Kyndil 32-32 (13-19) Grannasemja VÍF hevur fingið góða byrjan í nýggja kappingarárinum C M Y K 24