týsdagur 14. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 14. oktober 2003
27
27
26
Nr. 194 - 14. oktober 2003
Fýra telvarar kundu
undan seinasta um-
farinum vinna 2nd
Klaksvík Internatio-
nal. IM Johan Eriks-
son dró longsta stráið
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í frálíkum umstøðum í
Skálanum
í
Klaksvík,
brynjaðu sekstan telvarar
seg út í døgunum 7-11.
oktobur. Fimm útlendskir
tittultelvarar og fimm før-
oyingar mannaðu IM-bólk-
in, meðan seks ungir telvar-
ar kappaðust í serligari
unglingakapping. Makk-
araparið Mogens Nielsen
og Rani Nolsøe høvdu enn
einaferð lagt lag á og skip-
að fyri.
Góð einkultavrik -
men óstøðugt
Teir fimm føroyingarnir,
Flóvin Tór Næs, Martin
Poulsen,
Heini
Olsen,
Ólavur Simonsen og Hans
Kristian Simonsen, vórðu
allir ov óstøðugir, og bland-
aðu seg ongantíð av álvara í
toppin. Tó kundi Hans
Kristian í teoriini, við at
vinna í seinasta umfarinum,
blanda seg í medaljurekk-
irnar, men hann mátti lúta
fyri dananum og altjóða
meistaranum Klaus Berg.
Heini Olsen legði annars
bestur út av føroyingunum,
hevði tvey stig eftir trimum
umførum, men steðgaði
síðani tíverri upp og fekk
eitt stig aftrat í seks teimum
seinastu talvunum. Talvið
hjá honum móti Ólavi er
eitt dømi um hvussu gott
Heini kann telva, tá hann er
í rætta telvingarlagnum.
Ólavur og Flóvin høvdu
truplar talvdagar í Klaks-
vík, hóast eisini teir høvdu
nøkur góð einkultavrik.
Serliga verður hugsað um
sigurin hjá Flóvini yvir
Klaus Berg. Báðir føroy-
ingarnir endaðu á 9-10.
plássi.
Martin og Hans
Kristian
Føroyameistarin
Martin
Poulsen fekk við einum
stigi av fýra møguligum
eina tunga kappingarbyrj-
an,
men
vendi
síðani
gongdina við framúr góðari
telving og fekk saman við
Hans Kristiani hálvtfimta
stig, 50% skoru. Tvey góð
avrik. Teir høvdu nakrar
perlur til felags; sigrarnar
hjá teimum á altjóða meist-
aranum Kim Pilgaard, eins
og sigurin hjá Martini yvir
Klaus Berg og sigurin hjá
Hans Kristiani yvir stór-
meistaranum úr Skottlandi
Colin McNab.
Tveir lovandi telvarar,
sum í løtuni tykjast at verða
teir einastu sum kunna
hótta John Arna Nilssen,
sum nú hevur umleið 150
ratingstig fleiri enn næsti
føroyingur á listanum! Eftir
Klaksvík, hevur Martin
yvirtikið plássið frá Flóvin
sum næstovasti føroyingur.
Útlendingarnir og
toppurin
IM-norm kravið var seks
stig av níggju møguligum,
og hevði Hans K. vunnið
seinasta talvið, varð hann
bert hálvt stig frá málinum.
Men so varð ikki, og endaði
hann og Martin á einum
deildum fimta plássi.
Vinnarin í fjør á Viðar-
eiði Kim Pilgaard, hevði
eina miseydnaða kapping
við bert hálvum fjórða stigi
og einum sjeynda plássi.
Hví tað gekk so illa er ringt
at siga. Hann hevur annars
hildið sína rating støðugt
omanfyri 2450 seinastu
tvey árini, hevur enntá
vunnið sær ein stórmeist-
aranorm. Men í Klaksvík
telvaði hann sera óstøðugt.
Tríggir telvarar býttu
annað plássið; Klaus Berg,
Sævar Bjarnason og Colin
McNab við seks stigum.
Serliga
yvirraskaði
ís-
lendski altjóða meistarin
við frískari, álopskendari
og skjótari telving. Við sín-
um ratingtali 2284 í huga,
er úrslitið hjá Sævari rætti-
liga flott. Klaus og McNab
eiga at vera hampiliga
nøgdir við síni avrik.
Johan
Eriksson
varð
framanundan styrkismettur
triðovastur. Eriksson tapti
einans eitt talv, ímóti Sæv-
ari, og varð í roynd og veru
tann mest støðugi av lut-
takarum og harvið rætti
vinnarin. Við heim til Svø-
ríkis fær hann 6.000 krónur
í virðisløn.
Rani Baldursson
suverenur
Tað bleiv ongantíð tann
stóri spenningurin millum
unglingarnar. Klassamunur
varð millum klaksvíkingin
Rana Baldursson og hini í
bólkinum. Tey seks leiktu
dupultumfør, tíggju umfør
tilsamans, og endaði Rani
trygt fremstur við átta
stigum (vann seks talv og
leikti fýra javnleikir). Hon-
um næstir komu havnar-
dreingirnir Rógvi Morten-
sen og Helgi Dam Ziska
við hálvum sætta stigum
hvør.
Suðringurin
Sjúrður
Thorsteinsson, sum bleiv
nr. 2 í unglingabólkinum í
FM á páskum, blandaði seg
ongantíð av álvara í toppin.
Hansara mongu javnleikir
forðaði hesum.
Klaksvíksdrongurin
Rógvi Dragaberg hevði
eina fína kapping við fýra
stigum, meðan unga gentan
Herborg Hansen úr Klaks-
vík endaði aftast við heið-
urligum tveimum stigum.
Hon vann eitt nú á Rógva
og leikti javnt móti Sjúrði,
og tað eru tvey góð prógv
um hennara talent.
Rani vinnur sær nógv
góð ratingstig, umframt
1500 krónur í virðisløn.
Talvið hesa vikuna
Hans Kr. Simonsen (2240) - IM Kim Pilgaard
(2459)
2nd Klaksvík International
1.Rif3 Rif6 2.g3 d5 3.Bg2 Bf5 4.0-0 e6 5.d3 h6
6.Ribd2 Be7 7.c4 c6 8.b3 0-0 9.Bb2 (Hans Kristian
dámar væl hesa uppstilling, telvar sum oftast á hend-
an hátt) 9...a5 10.Re1 Bh7 11.a3 Ria6 12.Fc1 Rc8
13.Rie5 Fb6 14.Fc3 Rfd8 15.e3 Bf8 16.Rac1 Ric5
17.Ba1 Fa6 18.b4 b5 19.Red1 Ria4 20.Fb3 axb4
21.axb4 Rib6 (21...c5! er ein góður gjøgnum-
brotsleikur hjá svørtum) 22.Bd4 bxc4 23.dxc4 Ribd7
24.b5! (Hans K. skapar sær eina frífinnu og økir
harvið trýstið) 24...cxb5 25.cxb5 Fb7 26.Ric6 Re8
27.Fb2 Ra8 28.Ric4! (Næsti riddarin kemur við í
leikin) 28...Reb8? (Helst ikki tann besti leikurin,
Ric5 sær betri út. 28...dxc4 bleiv svarað við Rie7+ og
síðani Bxb7) 29.Rixb8 Fxb8 30.Rie5 Ba3 31.Rixd7
Rixd7 32.Fc3 Bxc1 33.Rxc1 e5 34.Fc6! exd4
35.Fxd7 dxe3 36.Bxd5 exf2+ 37.Kxf2 Fb6+ 38.Kg2
Rf8
Støðmynd eftir 38...Rf8
39.Fxf7+!! Flott endastøða. Mát verður eftir Rxf7
Rc8+ 1-0
Svii vann í Klaksvík
Sviin Johan Eriksson vann altjóða talvkappingina í Klaksvík
Mynd: Solby Eliasen
Rani Baldusson var tryggur vinnari í kappingini hjá unglingum
Mynd: Solby Eliasen
C
M
Y
K
26
Havnar
Telvingarfelag
Barnatelving er hvønn mikudag í talvhúsinum.
Børn upp til 4. flokk frá kl. 16-18.
Børn í 5. flokki og upp til 10. flokk frá kl. 18-20.
Havnar Telvingarfelag
Fundur um
Vága Floghavn
Almennur fundur um flogvallarviðurskifti
verður í bygdaskúlanum í Miðvági
mikudagin 15. oktober kl. 19.30
Umboð fyri Vága Floghavn og
stóru politisku flokkarnar luttaka.
Øll eru vælkomin.
Vága Sambandsfelag
Til sølu
CATEPILLAR 3512 DITA 1200 Omdr. 1300 HK
Koyrt ca 21.000 tímar (4 ár).
Plátukølari, saltvatnspumpa á motori.
Gear: Pay Brinck PB-454 + frantgear
útveksling 5,4:1
Seriu nr. 401.0
Árgang 1987
Propeanlæg:
Hundested: CP 11.
3 bløð skrúva
Diametur: 2400 m/m
Dysa: 2400 m/m
Árgang 1988
Bossrør við stævnrør (totalrenoveraður 2002)
Motorurin og tilhoyr er sum nýtt og bleiv útskift-
ur vegna ísetan av størri motori. Motorurin er
klárur at avheinta í Thyberøn.
Prísur alt samlað uttan MVG 1.000.000 kr
vinarligast ring
0045 20963450 ella 532386 332386
Frítíðarheimið í
Skrivaragøtu søkir
avloysara fyri
pedagog
í farloyvi frá 1. november 2003
til 31. oktober 2004
at arbeiða 40 um vikuna frá 1.nov.,ella eftir nærri
avtalu. Talan er um skiftandi arbeiðstíðir og í
vikuskiftum.
Setunar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagog-
felag.
Frítíðarheimið er ein samdøgusstovnur,har børn,
ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til
umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er
um bæði skipaða umlætting, har teir ávísu
bólkarnir eru til umlætting hvør sær og um van-
liga umlætting, har fleiri aldursbólkar eru um-
boðaðir samstundis. Pláss er fyri 5 fólkum í senn.
Endamálið við arbeiðinum er m.a. at skapa
tryggar karmar hjá brúkarnum og at seta í gongd
og skipa fyri virksemi, sum hevur áhuga fyri teir
einstøku bólkarnar/brúkarnar.
Umráðandi er, at tann sum verður settur kann
arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvs-
evni.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran ella varaleiðaran, tlf. 313353/213353,
millum kl. 8 og 16.
Umsóknarfreistin er 28. okt 2003 og skulu um-
sóknir við prógvi, viðmælum v.m., stílast til:
Stýrið fyri
Frítíðarheimið Skrivaragøtu 5
100 Tórshavn
LEYST STARV
Kassafólk
Føroya Keypssamtøku
188 Hoyvík
Boks 349
Søkt verður eftir kassafólki til keypssamtøkuna
í Hoyvík at byrja beinanvegin. Arbeiðstíðin er
27 tímar um vikuna (seinnapartar).
Áhugað kunnu senda umsókn til
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 18.
oktober 2003. Nærri fæst at vita á tel 314149.
Spyr eftir Bent ella Róa
Grót fæst
við at koma eftir tí.
Tlf. 216600 ella 215609