Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 194 - 14. oktober 2003 Nr. 194 - 14. oktober 2003 29 Toll- og Skattstova Føroya Avloysari fyri tollara Søkt verður eftir avloysara fyri tollara á Vága Øki at seta frá 17. november 2003 og 5 mánaðir fram. Talan er um fulla starvstíð. Arbeiðsuppgávur Talan er um tollarastarv, har arbeitt verður eftir vaktarplani. Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða sum tollari og annars fjølbroytt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur at hava skrivstovuútbúgving e.l., navigatørútbúgving e.l., hava kunnleika til EDV og enskt mál, annars at vera arbeiðssamur, fyrikomandi og duga væl at leggja arbeiðið til rættis. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi arbeiðir sjálvstøðugt, er vanur við telduarbeiði - kunnleika til EDV er ein treyt - og skal vera førur fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðnum.Tað er eisini ein fyrimunur við arbeiðsroyndum innan lóggávuna, sum Toll- og skattstovan umsitur. Vit bjóða - eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga - flextíð - sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi Setunarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið. Spurningar Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Elsu Brimvík, økisstjóra, á tlf. 357700. Umsóknir Umsókn við upplýsingum um útbúgving,arbeiðsroyndir og møgulig viðmæli skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Vága Øki, í hendi í seinasta lagi 26.oktober 2003. Toll- og Skattstova Føroya Vága Øki 380 Sørvágur Toll- og Skattstova Før- oya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Uppgávur stovnsins eru m.a. at fyrisita • skattalógina • tolllógina • mvg-lógina • kolvetnisskattalógina • avgjaldslógirnar, eins og alla skuldar- innkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum.Tær seks økis-skrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skop- un, Sørvági,Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Á Vága Øki, har viðkom- andi kemur at starvast, eru 11 starvsfólk. Lýsingin finst eisini á heimasíðu okkara: www.tollskatt.fo E-mail: vagoy@tollskatt.fo Gøtu Kvøldskúli veturin 2003/2004 Boðað verður frá luttøku á hesum støðum: Lærugrein og dagur Lærari Tlf. __________________________________________________________ Ættargransking Hansina Olsen 441056 (mánakvøld) __________________________________________________________ Hebraiskt Pnina Dam 311188/511188 (fríggjakvøld) __________________________________________________________ Tekning Jan Wøldike 508119 (mikukvøld) __________________________________________________________ Lær at svimja (tilkomin) Sørin S. Djurhuus 218712 mánakvøld _________________________________________________________ Lær at telva (ung) Reinhold Isaksen 441753/225412 mánakvøld/mikukvøld __________________________________________________________ Gittarspæl á byrjunarstøði Tórhallur Justinussen 443114/228671 (mikudag) __________________________________________________________ Klaverspæl Heðin Kambsdal 222421 (týsdag) __________________________________________________________ Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og myndugleikanna góðkenning. Byrjað verður í viku 43 eftir nærri avtalu við læraran. Gøtu Kvøldskúli Skrivstovufólk til Nes kommunu Søkt verður eftir skrivstovufólki at arbeiða á kommunuskrivstovuni 3/4 tíð. Starvið verður at seta frá 01.12.2003. Arbeiðsuppgávur: • Arbeiða við bókhaldi • Journalisering • Fólkayvirlit • Arbeiða við bókhaldi • Fyrireika fundir • Aðrar fyrifallandi uppgávur Vit hugsa okkum at tú hevur: • Skrivstovuútbúgving • Kunnleika til kommunala fyrisiting • Kunnleika til EDV • Góðar eginleikar at samskifta við onnur • Góð samstarvsevnir Løn: Sambært sáttmála ímillum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Marjun Gaardbo, borgarstjóra, tlf. 447586 - 217586. Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. oktober 2003, kl. 12.00. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsóknirnar ella onga at taka. Nes kommuna C M Y K 29 28