Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-04-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 29. APRÍL 1997 tíðindablaðið Seta nú kós vestur í hav Teir triggir tvøratrolararnir stevna nú vestur í Irmingarhavid. Men hvar teir fara at avreiða er enn ein ósvaraður spurningur. Her er suðringur — Tey ringja bæði úr Kanada og úr Íslandi at biðja okkum landa har. Men úr Føroyum hoyrist einki, sig- ur Marner Lis- berg, reiðari, sum nú fer at senda tríggjar trolarar í Irmingarhavið. AK! BERTHOLDSEN leir triggir djåpvatnstrol ararnir á Tvøroyri, Phoenix Rankin og Suðuroyingur seta nu kósina vestureftir i Irmingarhav at fiska konga fisk Hetta er tidin, fiskiskap- urin eftir kongafiski tekur seg upp í Irmingarhavinum Men Marner Lisberg, reiðari á teimum trimum bátunum sigur, at teir fara at bíða eitt sindur til fiski- skapurin reiðiliga hevur tik- ið seg upp, áðrenn teir senda bátarnar yvir Hann sigur, at sum hann hevur frætt er einki serligt at fáa har yviri í løtuni Tað eru eini 30-40 skip í Irmingarhavinum nú. Men enn hevur bara eitt føroysk skip leitað sær yvir, tað er, Akraberg Marner Lisberg sigur, at mai og juni plagar at vera teir bestu mánirnar í Irming- arhavinum, men annars hava bátarnir fiskað út í august, og enntá út í sep- tember Gongst sum ætlað, fara teir tríggir tvøratrolararnir vestureftir nú um mánað arskiftid Góður fiskur Marner Lisberg sigur, at tær íráboðanir, hann higartil hevur fingið úr Irmingar- havinum, benda á. at fisk urin er bæði stórur og góður afturímóti tí, hann hevur verið Fyrsta vit royndu har yvir, var kongafiskurin smáur og illa fongdur við snúltarum Í fjør var hann væl stórri og ikki fongdur við snúlt arum og eftir hvat frættist um hann í ár, er hann enn betri, enn í fjør Ovist, hver keypir Marner Lisberg sigur, at teir vóna at kunna avreiða í Før oyum Men tað er heldur vist hvussu verður við tí Vit hava bíða eftir ein um greiðum svari úr Føroy um, um vit keypa fisk, ella ikki Tad svarið hava vit ikki fingið. og enn minni hava vit fingið nakra ábending um prís Hinvegin er tað hent, at bæði virki í Kanada og virki í Íslandi hava ringt til okk- ara at biðja okkum landa hjá teimum Kanadiarir vilja hava okkum at landa í Íslandi, og so skal fiskurin førast til Kanada í bingjum til virk- ingar Marner Lisberg sigur, at hetta tekur hann sum eitt greitt prógv fyri, at markn- aður er fyri fiskinum - Men úr Føroyum hoyr- ist ikki eitt kis Hann sigur, at hann fleiri ferðir hevur spurt í Føroy- um, um nakar er áhugaðir í lastunum úr Irmingarhav- inum Enn hevur hann einki svar fingið, uttan tað almenna svarið, at tey keypa fisk Men eingin ábending er um prís og tá verður tað so Óvíst Men skulu vit ganga eftir prísinum, sum nú er galdandi fyri kongafisk, har bátarnir fáa 4,50 fyri kong afisk undan Føroyum, er ikki nógv, sum bendir á, at líkindaprísur fæst í Føroy- um. Og vit mugu forsvara sølurnar fíggjarliga, annars ber ikki til Tað er nokk so undarligt at hugsa sær, at hóast vit eru næstu grannar eitt tað størst- a virki hjá fiskavirking, noyðast vit at ganga eina sanna kanossagongd í Før oyum at vita, um nakar er áhugaður í fiskinum, sigur Marner Lisberg Hann sigur at kongafisk urin úr Irmingarhavinum hevur givid heilt fitt av ar beiði í Føroyum seinastu år mi Hini árini eru hann virk aður á flakavirkinum Tvøroyri Endamálið at fara i Irm ingarhav varð at geva bát unum stórri grundarlag at hvíla á og at útvega arbeiði á landi. Og tað vísti seg at bera væl til Seplað burtur A sinni var Irmingarhavið einasta havleið her um leið- ir, har tað var frítt at fiska Har var nógv at fáa, og eitt endamál at fara hagar y ar eisini at:tryggja okkum søgulig rættindi - Tíverri skilti politiski myndugleikin ikki boð- skapin og gjørdi einki fyri at beina skip tnan vegin — Avleiðingin av, at vit ikki sóu møguleikan nóg tidliga, er, at nå eiga ikki meiri enn 4.500 tons av eini kvotu uppá ytilsamans 140.000 í Irmingarhavin- um. Tað er ein vanlukka, heldur Marner Lisberg Hann leggur afturat, at ein tann fyrsti at síggja møgu- leikan í Irmingarhavinum var Jákup Joensen í Lopra, sum sendi polarborgirnar yvir mitt í åttatiårunum Men tað gekk ikki fyrst- u ferð, og sum vant í før- oyskum vinnulívið, toldi hann ikki eitt so stórt bakk- ast so tað datt niðurfyri aft- ur og tað gekk ov long tíð, áðrenn onnur tóku eftir Vær fr Aki BERTHOLDSEN — Vit kunnu ikki forsvara at fara frá hampiligum fiskiskapi undir Føroyum til nakað so óvíst, sum Irmingarhavið er. Serliga nú tað er so óvist, hvussu verður við kvotuni eyst- anfyri. Bogi Mortensen, reiðari á — hvalbiartrolarunum Niels Paula og Steintór, hevur eina aðra stødu til Irmingarhavið enn lags- bróðurin, Marner Lisberg á Tvøroyri ber fram í hin- ari greinini her á síðuni. Steintór var ikki í Irm- ingarhavinum í fjør, men annars plagdu hvalbiar- trolararnir eisini royna seg har vesturi. Men fyribils er niður- stødan tann, at hvørgin báturin fer nakran veg í ár, sigur Bogi Mortensen. - Fiskiskapurin í Irm- ingarhavinum hevur ikki givið nakað serligt. — Men gularótin, sum vit fingu fyri at fara í Inningarhavid, var, at so skuldu vit eisini fáa kvotu eystanfyri, sigur Bogi Mortensen. — Nú eingin avtala er fingin í lag vid norðmenn, er tað ógvuliga ivasamt, hvussu verður við kvotuni eystanfyri. Bogi Mortensen sigur tí, at nú tann gularótin er burtur, fara hvalbiartrol- ararnir heldur ikki í Irm- ingarhavið í summar. Vit kunnu ikki forsvara at fara úr hjampiligum fiskiskapi undir Føroyum, í eitt ógvuliga óvissan fiskiskap í Irmingarhav- inum,sum ikki plagdi geva nakað serligt, sigur reið- arin á Steintór og Niels Paula. Annars hevði Niels Pauli gjørt seg út at fara í Rimingarhavið. . Bogi Mortensen sigur, at teir høvdu keypt eina nettrumlum sum gjørdi, at teir fingu havt størri trol við — Men nú eingin avtala er við norðmenn, kann ikki forsvarast at fara í Irmingarhavið, og eftir standa vit við eini fløgu, vit ikki kunnu brúka til nakað sum helst. Bogi Mortensen sigur, at í Føroyum verður ar- beitt so stuttskygd at tað er Omøguligt at leggja vinnulív skilagott til rætt- is. — Fortreytirnar broytast alla tíðina við so stuttum skotbråi, at tað er ómeg- uligt at leggja ein skila- góðan skipsrakstur til rættis, sigur hann. Ivast ikki Hinvegin væntar Marner Lisberg, reiðari á Phoen- ix, Rankanum og Suðr- ingi heilt avgjørt, at teir fáa kvotu eystanfyri. — Eg havi ikki hoyrt um nakað annað, so tað gangi eg út frá, sigur hann. HEIMASKIPARI SKIPARI SKIPSFØRARI so byrjar nytt skeið til heimaskipara á Føroya Sjómansskúla týsdagin 5. august. Eftir lokið heimaskiparaprógv, sum tekur 1 ár, er møguleiki at halda fram til skipara í '/> ár. Tá tú ert skipari, tekur tað einans 1. år at útbúgva teg til skipsførara. Umséknarblød og nærri upplýsingar fåast við at venda sær til Foroya Sjómansskúla, tlf. 11749 ella fax 18122. FØROYA SJÓMANSSKÚLI Postboks 104, 110 Tórshavn Tlf. 298+11749, Fax +298 18122