hósdagur 1. mai 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið |
Nr. 81 — 1. MAI 1997
Virðing fyri Bretlandi
- Virðing fyri Føroyum!
JAN MULLER,
BLAÐBTJÓRI SKRIVAR
I dag skulu bretsku veljar
í gera av, um konserva
tvi flokkurin skal stýra
landinum í enn eitt fimm ára
skeið - ella um Labour
ibeiðaraflokkurin skal
taka við eftir at hava verið
kuldanum í 18 ár
Hevur tað nakran týdning
fyri okkum føroyingar, hver
fer at sita í Downing Street
nr. 10 og stýra Stórabretl
andi komandi árini kundi
hóskandi verið spurt!
Svarið er ja. Reyði tráð
urin í valstríðnum hjá ti
nýggja arbeiðaraflokkinum
hevur verið hesin: at Bretl
ind: tørvar eina broyting, at
Bretland hevur betur uppi
borið enn at verða stýrt av
teimum konservativu í enn
eitt skeið, at Bretland hevur
brúk fyri virðing í umheim
inum, og tað fær landið bert
undir eini Labourstjórn osfr
tóra málið fyri okkum
føroyingar, sum hevur bein-
leiðis samband við eina
komandi bretska stjórn. er
undirgrundarmarkið. Sum
so er fiskimarkið heldur ikki
komið heilt uppá pláss
Tad hevur ómetaliga stór-
in týdning fyri okkum sum
tjóð, hvussu endaliga fiski-
markið og endaliga undir
grundarmarkið verður við
Stórabretland
Tað hevur ikki borið til at
áseta hesi mark, meðan
Bretland hevur verið stýrt
av eini konservativari
stjórn. Tvørturiméti hava
teir konservativu sett føroy-
ingum so órímulig krøv í
marknaðarspurninginum, at
ein nýggj stjórn, sum ynskir
at reka ein annan politikk,
sum at økja um virðing
Bretlands úti í heimi, bert
kann slaka uppá hesi krøv-
mi
Labour ynskir annan
politikk
Brewtski arbeiðaraflokkur-
in, Labour, setir nevniliga í
stevnuskrá síni fram eitt
ynski um at
„Bretland verður virðis-
mett í umheiminum fyri sín
reiðiliga uttanlandapolit-
ikk«.
Hetta er eitt framhaldandi
evni av einum áður skriv-
litiskum skjali.
$ at Bretland undir
konservativu stjórnini hevur
mist alla ávirkan og virðing
í umheiminum
Tad má sanniliga sigast at
vera satt her herma hjå okk
um, at virðingin fyri Bretl
andi er nógv minkað. Í okk
ara føri er orsøkin einamest
tann framferð, sum Bretland
hevur víst á marknaðartræt
uni um undirgrundina
Hvorki tað »ågangandi
ekspansionistiska lyndi« av
kravi Bretlands, ei heldur
tey ófullfíggjaðu argument,
sum verða nýtt til at stuðla
tí, hava elvt til nakra virð
ing. Hesin framferðarháttur,
at ein stór tjóð við harðræði
roynir at kúga eina lítla
grannatjóð við teirri undan
førdslu at > vald gevur rætt«
(»migth is right«) er alt ann
að enn uppbyggjandi
Spurningurin er so, um
ein broyting til tað betra
kann væntast í bretskum
politikki undir einari arbeið
arastjórn, sum vit vóna
kemur til valdið eftir valið í
dag! Fara vit at síggja ein
nýggjan stødufastan fram
ferdarhått undir samråding
unum, sum i verki sýnir
teirra ynski um, at Bretland
verður virðismett í umheim
mum?
Lyftið um eina endur
skoðan av politikki Breti
ands, sum talskvinnan í utt
anríkismálum innan arbeið
araflokkin, Joyce Quinn
hevur latið Sosialin skilja er
politikkurin hjá »Nyggja
Labour«, tykist at geva ein
um vón um, at so verður
Fair play
Og utlit er eisini fyri, at tad
vanliga bretska eydkennid
»fair play« verður sett í há
„sæti av arbeiðaraflokkinum,
við tað at varaformaðurin í
bretska arbeiðaraflokkin
um, John Prescott, væntandi
verður settur í eitt av leið
andi størvunum í stjórnini
Hetta er sami John Prescott,
sum í 1970-unum, sum van-
ligur parlamentslimur, tók
eina virðiliga stóðu ímóti
síni egnu stjórn og stuðlaði
íslendska kravinum um
fiskirættindi undir >toska-
krignum«
Henda hending er eisini
eitt annað dømi um, at
Bretland við harðskapi
royndi at tvinga eina lítla
grannatjod at geva frå sær
rættin til havleidina innan
fyri egið sjómark. Hetta var
ikki bert ein grundreglu-
spurningur fyri Prescott,
men kravdi eisini stórt dirvi
Hann var tá, og er enn í dag
parlamentslimur fyri val-
dømid í Hull, sum tå var ein
av størstu middeplunum i
bretska fiskiidnadinum og
stóð soleiðis á odda i stríðs-
málinum. Tað, at Prescott
stuðlaði Íslandi, kundi so-
statt ikki sigast at vera ein
Joyce Quinn, komandi varauttanríkisráðharri við Europa sum
arbeiðseki og hari eisini Føroyar Sosialurin hevur roynt at fáa
eina viðmerking frá henni til marknatrætuna. Tað skilst á
henni, at ein Labourstjórn fer at vísa málinum vælvild
Robin Cook, komandi bretski uttanríkisráðharrin og
hann, sum fer at hava høvudsåbyrgdina av undirgrund-
arsamráðingunum við Føroyar
sjálvsagdur háttur at økja
um sín popularitet millum
egnu veljarar sínar
Men á hesum
mongum øØdrum
hevur hansara stødutakan
fyri ti, sum hann heldur
verða rætt, vunnið honum
stóra virðing, ikki bert í
hansara egna valdømi, (sum
framhaldandi og við stórum
meiriluta valdi hann inn aft
ur í Parlamentið), men hann
stendur eisni høgt í metum
um alt landið og yvir heila
polttiska »spektrummid«
sum á so
økjum
Rættvis loysn å
marknatrætu
Tad er at vóna, at ein ar
beiðarastjórn kemur at virka
við reinlyndi og í sama
anda, sum fyrimyndarliga
stødutakan John Prescotts í
70-unum, soleiðis at ein
rættvís loysn kann fáast á
marknaðtrætuna um undir
grundina við Feroyar. Tað
eyði sanniliga verið eitt stig
nærri móti endamáli Labo
urs at skapa eitt nýtt tíðar
skeið, hvar Bretland fær al
heims ávirkan og virðing
Sæð frá einum føroyskum
sjónarmiði, hevði onki verið
okkum til størri gleði enn
tað, at virðingin fyri Bretl
andi aftur kom uppá sama
staði, sum hon var áður. Og
út frá einum heimsumfat
andi sjónarmiði er ongin ivi
um, at orð Bretlands høvdu
havt nógv stórri åvirkan, um
landið vísti sín góða vilja at
koma til sættis um eina rætt
vísa avtalu við lítla granna
landið fyri norðan
Visdi Feroyum virðing!
Vit føroyingar hava so bert
orðini hjá nýggja Labour
um broytingar og ynski at
skapa sær virðing aftur eftir
eitt langt konservativt stýri
at halda okkum til, tá vit
møguliga í so góðtrúgvin
seta von okkara til. at tað
fæst ein virðiligur
marknaósemjunt. ein endi
har Bretland fyri at vinna
sær virðing í umheiminum
etisni sjálvt má vísa virðing
umheimi
endi á
fyri sama sum
Føroyar so avgjørt eru ein
partur av - ikki minst Før
oyar, tá hugsað verður, at
vit eru ein lítil tjóð og eisini
næsti granni Bretlands
Tað skal vera vón mín, at
Robin Cook, komandi
bretskur uttanríkisráðharri
og Joyce Quinn, varauttan
ríkisráðharri við ábyrgd fyri
europeiskum viðurskiftum
fara at liva upp til orðini um
at vinna Bretlandi virding
aftur í umheiminum, tá hesi
helst taka við valdinum í
Bretlandi eftir valið í dag
Hvat okkara egnu sek
viðvíkur og okkara sjónar
miðjum í hesi søk, so er bert
eitt at siga, og tað er at mæla
okkara monnum til at halda
fram á somu kós, sum er
miðlinja fyri bæði fisk og
olju
Hetta var tað, sum bretar
góðtóku í samráðingunum
við norðmenn, og hetta eig
ur at verða tað, sum somu
bretar í dag eiga at góðtaka
í samráðingunum við okk
um føroyingar
Brúka okkum, tá
tú brúkar teg!
Sosialurin - 5 ferðir um vikuna