fríggjadagur 2. mai 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 Á
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: | Dagny Joensen,
Jan Múller | Randi Jacobsen | Grækaris D. Magnussen | Sp/t Sosialurin Telefax. 14720
Fyritaksstjóri: | Eydun Klakkstein, Bústaður: |
Krisjan Dahl Blaðfólk: } | Argjavegur 26, Argjum | e-mail: i
, Lysingar og søla: Aki Bertholdsen, | Ljósmyndari: | Postadr: Postsmoga 76, sosialur & olivant.fo
Internet: httpwww.cybernet.dk/faroe-news | Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, — | Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
RK ——
Gjørt foroyingum
til skammar
Oddagrein
AT hava eina hugsan um flest oll lívsins viðurskifti
er ein ærlig søk og eisini ein skylda í einum demokr-
atiskum samfelag. Men nær henda verður søgd og
hvussu er nakað annað.
VIT hava einki ímóti, at Óli Jacobsen, fyrrverandi
landsstýrismaður og annars formaður í einum av
landsins storstu fakfelogum, úttalar seg um hetta
og hatta. Tað er hann so eisini vanur við. Men í
spurninginum um danska kongshúsið hevur hann
vaðað ov langt út. Her átti hann sum »dannadur«
politikari og fakfelagsmaður at dugað sær hógv -
ella takt og tone, sum danir plaga at taka til. Uttalilsi
hansara i Fiskimannablaðnum eru ársins brølari
fyri ikki at siga ársins ulka ella neyðrakett. hvat hesi
heitini nú eita í sambandi við størsta brølaran gjørdur
er í einum ári.
FOROYAR eru partur av einum ríkisfelagsskapi
Kongshúsið fevnir tí eisini um Foroyar. Tað er eingin
loyna, at flest allir danir og uttan iva nógvir føroyingar
og grønlendingar eisini eru fegnir um kongshúsið.
Men tað er greitt, at tað eru tey, sum helst síggja
kongshúsið har piparið grør, og millum teirra telist
also eisini Oli Jacobsen
MEN tá hann úttalar seg so negativt um kongshús-
ið og komandi vitjanina hjá drotningini í Føroyum,
so er Óli Jacobsen ikki bara ein vanligur foroyingur,
ein vanlig meining í Føroyum. Sum fyrrverandi
landsstýrismaður, sum tungan á vágskálini í lands-
stýrinum og sum formaður í einum av landsins
størstu fakfelogum umboðar Oli Jacobsen - í hvussu
er sæð við donskum eygum - meira enn bara seg
sjálvan og sína egnu meining. Hann umboðar sum
so eisini landsstýrið, sum skal vera vertur hjá somu
drotning, sum Oli Jacobsen nú nidurger
IKKI ti at vit eru serliga kongatrúgvir, men ein polit-
ikari og almennur persónur sum Oli Jacobsen átti
at dugað sær hógv. Hvat líkist tað stutta tíð áðrenn
drotningin kemur á almenna vitjan í Feroyum at
spotta hana og brúka orð sum sirkus um vitjan
hennara í Føroyum - og so at siga seg vilja stuðla
teimum, sum vilja sleppa av við kongshúsið og seta
republikk ístaðin. Hvat bagir manninum!
VIT síggja nú eisini, hvussu orð hansara longu hava
skatt føroysku ferdavinnuna. Og hvussu við ollum
teimum føroyingum, ið búgva í Danmark. Teir eru
ikki væl lýddir alla staðni sum er, eitt nú orsaka av
úttalilsunum hjá navnanum Ola Breckmann um -
ikki kongshúsið - men um danskar politikarar og
vanliga danan sum heild - sum kunnu sigast at
vera eins niðurgerandi sum tey hjá Óla Jacobsen
móti kongshúsinum. Tað sær ikki mætari út enn at
báðir Ólarnir hava funnið sær eina felags rók -
fígginda - danska kongshúsið og danska samfelagið
annars
ORÐIN! hjá Óla Jacobsen gagna so avgjørt ikki
teimum mongu útisetum, sum frammanundan eru
illa lýddir orsaka av afturvendandi niðrsetandi orð-
unum hjá Óla Breckmans um Danmark og danir
generelt.
TAÐ er eingin loyna, 2t nógvir føroyingar eru 6nøgdir
við mangar av teimum avgeråum, sum tiknar eru í
Danmark um føroysk viðurskifti seinastu árini. Hetta
er so eitt. Men herfrá og so til at niðurgera kongs-
húsið og samanbera tað við eitt cirkus fáar mánaðir
áðrenn drotningin vitjar, er Otilgeviligt. Eru vit órætt-
víst viðfarnir av donskum politikarum og donskum
stovmum og peningastovnum, so er hetta ikki måtin
at koma á tal við danir fyri at tala sek okkara. Oli
Jacobsen átti at skammað seg. Líka mikið um tað
hann sigur er rætt ella ikki, so eru orð hansara illa
vald og í eini óhepnari tíð. Hann skal ikki gloyma,
at fyri mangar danir, sum eru góðir við kongshúsið,
verða orð Olasar (eins og hjá hinum Ola) general-
íserað - danir halda, at hetta er áskoðanin hjá FOR-
OYINGUM
Sosialurin
Hvat nú, Harra
løgmadur?
Lágt ålop á danska Kongshúsið
„Hvad nu Hr. Statsminis-
ter«. Soleiðis var heitið á
einari sera skemtiligari
sending, men sum tó hevði
eitt sera álvarsligt mål uppti,
sum so sanniliga viðkemur
okkum og er sera aktuelt
júst í dag. Sendingin við-
víkti einum statsministara,
sum í flestu fórum lat seg
leiða og villeiða av sínum
embætismonnum. »Hvat
nú, harra løgmadur« eg
loyvi mær at seta henda
spurningin til okkara stjórn-
arleiðara
Hvussu fer løgmadur at
viðgera ta grein og tað per
sónliga álopið. sum sam-
gongulimur hansara Oli Ja-
cobsen umboðandi Verka-
mannafylkingina í donskum
bløðum hevur vent ímóti
danska kongshúsinum og
persónliga ímóti donsku
drotningini
Á forsíðuni í Ekstra-
blaðnum nr. 72 er mynd av
drotningini í føroyskum
búna, og undir myndini
stendur: »Bliv borte Mar-
grete - kendt færing i vildt
royalt angreb<
Og greinskrivarin heldur
fram inni í blaðnum, har
hann førir fram soleiðis: Det
danske kongehus med Dr.
Margrete og prins Hendrik
i spidsen er førtidslevn, et
sirkus af kongelige perso-
ner, der opfører sig som
overmennesker, og som gør
mer skade end gavn
Dronningen og Prinsen
har aldrig nogensinde løftet
en finger for færingernes
interesser.
Og blaðið heldur fram, og
nú er tað blaðið, sum skriv-
ar:
Denne bombastiske udta-
lelse ejer ingen mindre end
den magtfulde formand for
Fiskeriforeningen (Føroya
Fiskimannafelag), og hetta
er so tann studul sum sam-
gongan hevur vid sam-
bandsflokkinum å odda
Kann tú, Harra Løgmad-
ur, hava ein samgongulim,
ja meirlutan í samgonguni
aftaná eitt álop á so lágum
staði sum hetta er. Henda
greinin er á einum sera lág-
um stødi, tí drotningin kann
ikki svara aftur
Få so Oli Jacobsen vísir
til tann felagsskap, sum
prinsurin er verji fyri vid-
víkjandi djórum, so umfatar
hesin felagsskapur ikki djór
í havinum, men vill djór á
landi
Hvussu við tínari stóðu.
harra løgmaður? Eg havi
ikki sæð nakað mótmæli, so
helst eru tit á somu kós ella
hvat? Tú var meira avgjørd-
ur, tá vit í samgongu høvdu
hug at taka undir við upp-
skoti tjóðveldisfloksins um
kannan av lógini um heima-
stýri, ein lóg sum er 48 ára
gomul
Få gekk løgmaður við
uppsegn í lummanum av
okkum og segði eisini, at
um vit ikki fóru, so vildu
vit verða koyrdir úr sam-
gonguni.
Sagt var beinleiðis um
formann javnadarfloksins,
at um vit ikki fóru, so vildu
vit verða koyrdir.
At kanna eina 48 ára
gamla lóg fekk løgmann at
seta knyklar í brýr. Hvat ger
løgmadur nú, nú samgongu-
felagi hansara, Óli Jacobsen
ger sníðálop á danska
Kongshúsið. sum sambært
reglunum ikki kann svara
fatur?
Tekur tú harra løgmaður
nú tarvin við hornunum,
ella lata tú og sambands-
flokkurin hetta fara aftur við
bordinum, og lata tit tykk-
um eisini hesaferð draga
eftir nøsini?
Alopid á danska konga-
húsið er á lágum stødi og
lýsir muruna í skrivaranum
og samstundis lýsir ensni
hetta málið máttloysi hjá
verandi samgongu, og vísir
eisini, at her ber alt til
Hvat nú harra legmað-
ur.
Sverre Midjord
fyribilsloysn
Viðvíkjandi siglingini um Vestmanna-
sund
Undirritadu tingmenn fyri
Vága valdømi eru sera væl
nøgdir við svarið, vit fingu
frá Sámal Peturi í Grund,
landsstýrismanni viðvíkj-
andi siglingini um Vest-
mannasund. Nú er gongd
komin á málið. Ternan kem
ur at sigla um sundið longu
í næstu viku og landsstýris-
maðurin hevur í dag sett seg
í samband við Landsverk
frødingin um at fáa gongd
á arbeiðið at gera nýggjan
rampa
Vit skilja tó ikki, hvat
Sámal Petur í Grund meimar
vid, tá hann sigur, at sam-
gongan bara skal blíva
samd um at játta pening. um
stórri skip skal verða sigl
andi alt árið. Landsstýris
maðurin hevur higartil fing-
ið hvert oyra hann hevur
biðið um til farleiðina um
Vestmannasund
Honum nýtist íkki at
keypa nýtt skip. tí sambært
frágreiðingini frá nýggja
stjóranum á Strandferðsl-
uni. er ætlanin at brúka
Ternuna alt árið og at brúka
Sam sum avloysaraskip í
vánaligum líkindum. Hetta
meta vit verða eina nóg
góða fyribilsloysn
30. apríl 1997
Sune Jacobsen
og Jorgen Niclasen
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil. so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð
Vit hava serkont fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu
— Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum.
Í