leygardagur 3. mai 1997síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 83 — 3. MAI 1997
Regin Vågadal leggur
til brots aftur i juni
Sterkir menn: Skal luttaka i ikki færri
enn fimm kappingum innan stutta tíð í
summar
Tað hevur nakað fridarligt
um Regin Vågadal seimastu
tidini, men hann hevur ikki
lagt seg afturå at hvila
Hann hevur vant sum van-
ligt. og fyri ikki so langari
tíð síðani setti hann
sett fleiri
føroysk met
Men í juni verður lagt til
brots aftur við kappingum
uttanlands,og Regin skal
taka lut f fimm kappingum
nan stutta tíð í summar
Fyrst kappingin verður
6 k Jar id iða Í
Glasgow í Skotlandi. Har
NS
| Gasskomtyrar
á goymslu
f
Føroya
Gasssøla
Akranesgøta 2
v/ Velbastaðvegin
Tórshavn
Tlf. 15544
Longd: 442849 m
Fåast eisini smærri
hóast fullur av vatni!
Aluminium er dup. so sterkt
sum glasfibur kg. fyri kg.
Ring og fá nærri at vita
á tif. 41964
— BGÍSINi UM ——
Br, "11084
skal Regin kappast í eini
aljtóða kapping. har fyri-
reikararnir meta hann sum
eina av favorittunum. Um-
framt Regin skal millum
annað sterkasti maður í
Bretlandi taka lut
Í kappingini eru seks
ymiskar kappingina, mill-
um annað at lyfta ein bil
Eftir hesa kapping verður
friður í meiri enn ein mán
aða, men 26. og 27 verður
Regin við í kapping í Call
ender í Skotlandi. Henda
kappingin rópast World
Muscle Power Champion
ship
Tveir dagar seinni, 29
juli, skal Regin verja sítt
heitið sum Føroya sterkasti
maður, tá árliga kappingin
verður í Havn
3. august liggur leiðin
aftur út í heim og aftur til
Skotlands. Tá skal Regin
vera við í kapping í Edin-
burgh, og 6. august er kapp-
ing í Killim. Báðar hesar
kappingar eru við luttakar
um úr ymsum londum
Kappinginar millum
sterkar menn krevja nógva
orku. men hóast tað hevur
Regin tíkið á seg fleiri
kappingar innan stutta tíð
- Eg royni at fara við alla
staðni har eg kann, tí eg má
fáa mær fleiri royndir. Í
kappingunum í summar eru
fleiri disiplinir, sum eg ong-
antíð áður havi roynt, sigur
Regin Vágadal við Sosialin
Regin Vágadal hevur
tveir góðar sponsorar, men
hann verður sjálvur noydd-
ur at gjalda fyri at fara utt-
anlands
— Tað er rættiliga kostn-
aðarmikið fyri meg, tí eg
skal sjálvur gjalda ferð og
uppihald, og afturat mær,
skal eg hava ein mann við,
sigur hann
ek
Regin Vágadal fer nú
aftur at kappast
uttanlands
Bíða eftir fyrstu stigu-
num í Gøtu og Klaksvík
Fótbóltur: KÍ og GÍ fara
eftir fyrsta
sigrinum í morgin. B68 skal verja sína
oddastødu í Havn, og HB hevur truplan
dyst í Vági
Næsta umfar í landskapp
ingini verður spælt kring
landið í morgin, og lagt er
aftur upp til storan spenn-
ing
Ikki minst eru tað Gl og
KI, sum nú skulu vísa, a tey
kunnu vera við oddinum
aftur í ár. Bæði liðini taptu í
fyrsta umfari, og hava lætt-
ari dystir hesaferð. HB fekk
bert javnt heima seinast, og
teir hava sera truplan dyst
hesaferð, teir skulu til Vágs,
har teir vanliga ikki vinna
GÍ skal til Fuglafirðar, har
teir standa seg væl. Í fjør
fingu teir tó bert javnleik,
men seinast ÍF vann á GI í
Fuglafirði var í 1988, ann-
ars hevur GÍ vunnið.
Fortreytirnar hjá GÍ und-
an hesum týdningarmikla
dysti eru ikki tær bestu.
Nógvir spælarar hava verið
burtur frá, og spurningurin
er, um allir verða klárir. Í
landsliðsferðalagnum vóru
Sámal Joensen, Henning
Jarnskor og Jens Martin
Knudsen, og umframt teir
hava Magni Jarnskor og
Poul Ennigarð stríðst við
skaðar, so Páll Guðlaugsson
hevur verið noyddir at vant
1. lið, uttan fleiri av týðandi
spælarunum alla vikuna.
Ikki fyrr enn í gjárkveldið
vóru landslidsspælararnir
heima, og ivasami er, um
Magni og Poul verða klárir
í morgin.
ÍF vann fyrsta dystin móti
B71, og teir seta nøsina upp
eftir góðum úrslitið í morg-
in. Ein javnleikur hevði
komið væl við hjá unga lf
hånum
Nogvir hava manglad
hjå HB og B36
Eins og i ( - hava Havna-
feløgini manglad fleiri
spælarar alla vikuna. 4
B36'arar og 5 HB arar hava
verið burtur frá venjing alla
vikuna, og tað merkist sum
vera man. Ikki fyrr enn í
gjárkveldið vóru liðini full-
mannað til venjingar
HB skal til Vágs at spæla
móti VB, sum vanliga royn-
ist HB beiskur bitið á
heimavelli. HB hevur ikki
vunnið í Vági síðani 1991,
meðan VB eigur tveir sigrar
síðani tá. Tað er týdningar-
mikið hjá HB at fáa stig frá
dystinum, eftir sum teir ikki
kláraðu at basa NSÍ seinast.
Hjá HB stríðist Andreas F.
Hansen við skaða, sum
gjørdi, at hann ikki spældi
landsdystin mikukvøldid.
B36 fekk frålikt úrslit í
Gøtu seinasta vikuskiftid,
og hesaferð taka teir ímóti
liðnum, sum stóð seg enn
betri í frysta umfari, B68.
Toftamenn fara til Havnar
við einum 5-1 sigri á FS
Vágum í skjáttuni, men
spurningurin er hvat hann
røkkur til, tá sterka B36-
liðið er mótstóðumaðurin
Hjá B36 manglaði Djóni
Joensen seinast, tí hann var
sjúkur. Hann er komin fyri
seg, men ivasamt er um
hann verður við á liðnum
hesaferð. Hjá B68 er allir
mans tøkir, og liðið verður
fullmannað
Í fjør vann B36 4-3 á BOR
men toftamenn hava góð úr
á móti B36 í
Havn. Í 1995 vunnu teir 4
0, árið fyri 3-2, og bæði í
1992 og 1993 endaði mál
slit at vísa
leyst
Ki vil hava
fyrsta sigurin
Í Klaksvík skal KÍ royna at
{áa fyrstu stigini til høldar í
år, og fortreytirnar skuldi
verið góðar fyri tí — vága-
liðini vinna nevniliga ikki í
Klaksvík. Seinastu 10 árini
hevur einki vágalið vunnið
í Klaksvík, og samanlagt
eru sigrarnir fáir og spjadd-
ir. Í fjør vann KI 4-0 móti
FS Vágum, meðan tað end-
aði javnt fyri tveimum árum
síðani.
KÍ tapti seinast móti VB,
men hesaferð leggja teir
nógv fyri, fyri at fáa fyrsta
sigurin til høldar. ;
Í Runavík fara NSI og
B71 at dystast, og har skulu
runavíkingar royna at vinna
á B71 í landskappingini fyri
fyrstu ferð. Síðani B71 kom
í fyrstu deild í 1989, hava
teir ikki tapt í Runavík. Í
1994 og 1995 vunnu teir,
1-0 og 2-0, og í 1992 endaði
javnt 2-2.
Men fortreytirnar fyri
góðum årsliti í Runavík
hesaferð eru íkki góðar. Alt
liðið frá í fjør manglar og
nýggja liðið er iki saman-
spælt enn. Tað er liðið hjá
NSÍ hinvegin, og við javn-
leikinum í Gundadali sein-
ast, vístu teir, at teir kunnu
fara at vera drúgvir í topp-
inum.
ek
| 4/5
| 4/5
i 4/5
| 3/5
Dystir og dómarar
1. deild, 2. umfar
4/5 KI-FS Vágar
VB-HB
NSÍ-B71
ÍF-GÍ
4/5 B36-B68
| 2. deild, 2. umfar
| 5 LIF-Sumba
3/5 EB/Streymur-HB
B68-KI
3/5 B36-FS Vágar
3/5 TB-Royn
3. deild, 2. umfar
4/5 KÍ-Fram
4/5 VB-HB
4/5 NSI-B71
4/5 ÍF-GÍ
4/5 Skåla-Gf
U , 3. umfar
5/5 KÍ-HB
5/5 EB/Streymur-NSÍ
5/5
Bergur Magnussen, Streymur
Petur Erhard Kjærbo, Sumba
Tummas Pauli Olsen, GÍ
Petur Erhard Kjærbo, Sumba
Stein;
Súni
Birgir Sondum, B36
Jóhan Carl Dam, HB
Suni ARSEN. SÍF
Petur Hans Joensen, KÍ
Regin Egholm, B36
Hans F. Hansen, B71
Streymur
Jógvan Næs, B36
m av Vollanum, ÍF
í Johannesen, NSÍ
Spennandi á Tvøroyri
Mest spennandi granna-
dysturin hetta vikuskiftid
verður í 2. deild, har TB og
Royn fara at spæla á Tver-
oyri
Royn hevur staðið seg
sera væl higartil í ár, og teir
vunnu eisini dystin í lands-
kappingini móti B36. TB
tapti hinvegin í Klaksvík,
og nú er umráðandi hjá
teimum at fáa stig til høldar
skulu teir hugsa um at
sleppa uppaftur. Hinvegin
kann Royn staðfesta, at teir
eru næstbesta Suðuroyarlið-
ið får, og at teir ætla sær
upp í bestu deildina. Dyst-
urin verður spældur leygar-
dagin. ek
————————————