leygardagur 3. mai 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
HANUS ANDREASSEN
Norbert van Gennep (0.u
1082-1134) er ikki so kend-
ur sum Frans av Assisi ella
Bernard av Clairveaux
Kortini er hann ein týðandi
slóðbrótari í miðaldar
kleystursøgu Norbert
var av greivaætt, føddur i
tyska hertogadøminum
Cleves. Hann var prestvigd-
ur í 1115. Á ungum árum
skal hann hava verið kátur
og lívsglaður. Men hann
upplivdi okkurt slag av um-
vending og fór at „beta sín-
ar syndir“. Hann seldi sítt
góðs og gav sínar ognir
burtur.
Hetta var honum sum frá
leið ikki til ógagns. Fólk
fóru at virða henda fátæka
mannin. At tað eydnaðist
Norberti at fáa fólkið í Ant-
werpen at venda sær frá
trúnni á koll veltingarprofet-
in Talchelm ber prógv um
hetta. Eisini veråslig og
Janus skald. Myndin er tikin seinast i 1932, stutt eftir hansara Av erbode-ferð
Um ferðina hjá Janusi skaldi til Averbode á heysti í 1932
kirkjulig vald varnaðust
Norberts betur og góðgerð-
ir. Hann gjørdist ráðgevi hjá
tí týska keisaranum Lothar
III. I 1126 varð hann valdur
til biskup í Magdeburg
Teir hvítu munkarnir
Størri tydning hevur tað í
okkara sambandi, at Nor-
bert íbirti eina kórpresta-
skipan, sum eftir honum
verður rópt tann norberti-
anska. Tað fyrsta kleystrið
varð sett á stovn í 1120 í
dalinum Prémontré í Frak-
landi. Limirnir verða tí eis-
ini róptir premonstratens-
arar. Skipanin varð eyðkend
av eini roynd at fáa andaliga
djúphugsan - kontemplatión
- og eitt virkið lív at renna
saman.
Sum aðrar slíkar rørslur
tók tann norbertianska seg
skjótt fram og bleiv ein týð-
andi partur av tí andaligu
endurnýggjan, sum fór fram
í 12. øld, og sum eisini in-
vestiturstríðið og krossferð-
irnar eru dømir um. Mið-
skeiðis í 13. øld vóru,
spjadd um alt Europa, til-
samans eini 500 kleystur.
Premonstratensararnir
vóru um hetta mundið
kendir fyri teirra herbergi,
har fátæk og sjúk fingu
hjálp og pílagrímar mat og
innivist. Teir gingu í hvítum
kápum og vórðu tí vidhvørt
róptir „teir hvítu kórprest-
arnir“
Averbode
Tað norbertianska kleystrið
Averbode varð sett á stovn
í Flandria í 1134. Tað varð
bygt í einum skógarumráði
langt frá alfaravegi, millum
greivadsmið Loon og
landspartin Aarschot. Vit
eiga at minnast, at tátíðar
kleystur ikki bara vórðu
grundað av átrúnaðarligum
orsøkum, men eisini stillaðu
ein verðsligan og búskap-
arligan tørv. Tey stimbradu
handilin, tryggjaðu ferðandi
innivist og vóru miðdeplar
fyri undirvísing.
Averbode stóð í einum 6-
friðarligum parti av Europa.
Søgunnar hvirlur, serstak-
liga trúbótin og franska
kollveltingin, fóru illa við
tí lítla samfelagnum. Tað
merkisverda er, at eitt av
kleystursins glæsiligastu
tíðarskeiðum kom at vera
tíðin frá 1887 til 1942, tá
Monsignore Crets var abb-
ati
Um hetta mundið fór
kleystrið fyri fyrstu ferð
undir trúboðaravirksemi
uttanlands. Í 1903 settu teir
fyrstu premonstratensarar-
nir seg niður í Vejle í Dan-
mark. Ein teirra, Josef
Brems, var frá 1922 til 1938
katólskur biskupur í Dan-
mark
Hetta andaliga landnámið
í Danmark var ein av or-
søkunum til, at Janus Djur-
huus tann 14. september
1932 fór undir sina merki-
ligastu ferð. Yrkjarin, sum
var bangin fyri øllum mek-
anikki, steig klokkan níggju
henda morgunin upp í ein
av tátíðar flúgvarum.
Hugskotid hjá
Lehmann
Janus helt seinni ein fyri-
lestur um ferðina, sum er
varðveittur, og sum hann
rópti „Ferð min til Belgia“
Men fyrilesturin er - sum
ofta hjá Janusi - argandi
Lesarin fær einki at vita
hvørki um Belgía ella um
kleystrið Averbode.
Um orsøkina til ferðina
sigur Janus, at hann og Jo-
hannes Lehmann eina nátt-
ina sótu inni á Glaciscafeen
tætt við Østbanegården. Tá
ið Lehmann fekk at vita, at
Janus ongantíð hevði verið
í flogfari, helt hann, at hetta
líktist ongum
Hann skeyt tí upp, at hann
og Janus skuldu fara til tað
belgiska kleystrið Aberbod-
e, har teir kundu búgva ein
mánað. Tann fyrsta teinin
„oman til Hamburg“
skuldu teir ferðast í flogfari
Tann blíði
Josef Brems
Longu dagin eftir fóru Janus
og Lehmann út í Valby at
tosa við tann katólska bisk-
upin Josef Brems. „Biskup-
urin, ið var ein prúður, vak-
ur og fryntligur maður, var
bæði blíður og týður
Skemtingarsamur og náttúr-
ligur av flamskari ætt“. Frá
Josef Brems fingu teir báðir
viðmælisbræv til abbatan í
Averbode, Monsignore
Crets.
Tað er hugsandi, at Leh-
mann nú hevur vent sær
beinleiðis til kleystrið og
fingið játtan um, at Janus
og hann kundu sleppa at
gísta har ein mána. Tað
eydnaðist eisini, skrivar
Janus, at fáa „játtilsi frå Ing
emor Krebs, tí táverandi
formanni fyri Dansk Luft
fartsselskab, um ferðaloyvi
til mín fyri einki við flogfari
til Hamburg“. Afturfyri
skuldi Janus „virka fyri
flúgving millum íslendingar
og føroyingar i Keypmann
ahavn“
Hugtikin av messuni
Tað er ikki lætt at siga nak
að við vissu um tær djúparu
grundirnar til, at Janus
gjørdi hesa ferðina. Tað,
sum her verður ført fram,
er tí bara ábendingar og git-
ingar. Janus tykist at hava
verið millum teir fáu før-
oyingar, sum á onkran hátt
føldu seg drignar at kathol-
icismuni. Uttan at vita tað
vist havi eg varhugan av, at
tad er hesin atdråttur, sum
býr undir hansara Aver-
bode-ferð
Sambært einari keldu
hevði Janus fingið sær til
vana at ganga til morgun-
messu í eini katólskari kirju
ikki langt frá har hann búði
í Breidugøtu. Á henda hátt
fekk hann hevi til bæði at
njóta tann liturgiska vakur-
leikan og at hoyra tað latín-
ska málið, sum var honum
so kært