Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ere Sum frá leið kom hann í samband við „katolíkkar nar", ivaleyst teir prestar sum starvaðust í kirkjuni Teir fingu at vita, at Janus var hugtikin av tignimi í messum, og at hann skilti latín. Endin var. at:teir bjóð aðu honum at:fara at vitja eitt kleystur. Tað er ikki gjørligt í dag at:vátta ella avsanna hesa meting i Viljorms fótasporum Umframt hetta kann ein hugsa sær, at ein so røkutur maður sum Janus viðhvert må have havt brúk fyri friði og kontemplatión, og at Av erbode sostatt hevur stillað sama tørv sum hansara til tiknu Bornholmsferðir NM! seinast kunnu vit nevna tann hug til ævintýr og sjålvpallseting, sum eyð kendi skaldið. Var tað ikki natúrligt, at tann maður sum „svam á land“ í Skagen í 1921, seinni fór „í flogfari høgt móti sky” at:vitja eitt kleystur í Flandria? Heyði ikki Viljorm Kornus., hetjan í einum av kvæðunum hjá langabba hansara. troyttur av lívsins harða stríði, við gránandi skalla, gjørt tað sama? Og er tað ikki hugs andi, at Viljorms gitnu orð onkuntíð hava runnið fram fyri Janus, nú skaldið fór sína pílagrímsferð Tung man vera sorgin tann, sum ofta hjartað bindur, eg gangi meg í klostrið inn at beta mínar syndir Janus fór tann 14. septemb er 1932 við einum gulum bussi frá Hotel d'Angleterre út í Kastrup. Flogfarið fleyg klokkan níggju. Tað var eitt Fokker F. VII-flogfar, bygt í Amsterdam. Maskinan var ein enskur 440 Bristol Jup- iter-motorur. Flogfarið, sum var millum tey mest fram- komnu tá á døgum, fleyg 160 km um tíman. Í tí rúmt- ust 8 ferðafólk Í Rathauskeller Klokkan trý korter til ellivu var flogfarið í Hamburg Janus fór við bili inn í býin og hevdi nú allan dagin fyrr sær. Hann vítjaði ymisk søvn og var eisini í tí tiltikna Hagenbeckdjóragarðinum Um 6-7 tíðina um kveldið fór hann inn í Rathauskeller har hann bað um Erbacher von Húhnerfeld - „drúvu drykk frá Mosel og Rín“ og seinni Hochheimer og Rúdesheimer Janus drakk sær eina stíva kenning og sá miklar yvir sjónir. Samstundis hoyrdi hann eitt orkestur spæla Schubert („Leise fliehen meine Lieder"). Beethoven (9. symfoni) og Schumann Die beiden Grenadiere“) Klokkan hálgum tólv koyrdi hann til Hamburger Hauptbahnhof. Á midnátt fór hann við náttartokinum fyrst til Køln og síðani til Bruxelles. Ferðin tók 14 tímar. Janus var sostatt í Bruxelles klokkan 2 seinn apartin dagin eftir Í Bruxelles steðgaði Janus eima tíð“. Hann hugdi har at listarverkum og søgulig um minnismerkjum og hefti seg m.a. við ein minnisvarð a yvir Edith Cavell, ta ensku sjúkrasystrina, sum arberddi í Reyða Krossi undir | heimsbardaga og varð dømd til deyða og avrættað í 1915 av týskinum Tær 12 Í fyrilestrinum „Ferð mín til Belgia“ fáa vit ein hóp at vita um, hvat Janus kann hava hugsað á ferðini. Sumt av hesum er skoytt upp í seinni og kann vera skald- skapur. Sum heild er hesin fyrilestur ein heldur enn ikki kreativ” ferdafråsøgn, vid einum hópi av speirek- andi viðmerkingum um før- oyskar politikarar og vinn- ulívsmenn, teirra millum Poul Juel Djurhuus, Poul Niclasen og Rikard Long Janusar fråsøgn bendir ikki á, at tað var ein eyð- mjúkur pílagrímur, fúsur at geva seg inn undir „ecclesia Vikuskiftið militans“, sum fleyg suður eftir móti tí gamla nor- bertska kleystrinum Mær er hyggjandi út gjøgn um vindeygað, og eg má undrast á, at eg als ikki kenni meg svimblast. Blátt og bjart liggur havid undir okkum, og aftur má eg undrast, eg síggi gjølla hav- botnin. Og eftir tí ljósagrana sandbotni síggi eg týðuliga 12 sandflundrur fara avstað í svínafylking. A odda tvær, so fýra, síðst seks Mangt legið fer gjøgnum mansins heila. Hvar ætla sær hesar sandflundrur? A veljarafund kanska? Ella í hernað? Ella at:lurta eftir onkrari yvirsandflundru, ið heldur seg hava skil á, hvussu tann skapningur, ið rópast menniskjan, hevur innrættað í einum veldigum landi. ið liggur høgt, høgt, ófatandi høgt yvir havs botninum, og hvar allar hes ar sandflundrur skulu liva teirra lív aftaná deyðan, í innarligum sambandi við, já sum partur av tí guddomm iliga menniskja. Soleiðis kanska prædika slíkar yvir sandflundrur í sandflundru verðini um lívið aftaná deydan, sum erkibispar, bispar, próstar, prestar, missionerar og frelst leik fólk prædika millum menn iskjuni um lívið aftaná deyðan Hesir tankar fáa Janus at bresta í ein dundrandi skell- ilåtur. „Janus, Janus, rópu eg innantanna á meg sjálv- an. Tað er sanniliga uppá tíðina, at tú fert í kloystur at betra tína sál“ Brævið til Mariu Í síni frágreiðing steðgar Janus - sær sjálvum líkur - tá hann kemur til tað mest áhugaverða, sjålvt kleystrið Averbode. Men í einum brævi til Mariu Mikkelsen, dagfest 28. sept. 1932, fáa vit eina mynd av kleystur- tilveruni, soleiðis sum Janus upplivdi hana bu, A A ss rr Gestahúsini í Averbode. Her búði Janus september-okt Dear Mary Ann! 14/9 1932 klokkan 9 fór ein flúgvumaskina frá Kastrup Lufthavn til Hamburg. Í hesi maskinu sat ein tyskari, ein danskari og sum der dritte im Bunde tín Janus Eg hoyri teg longu siga Halt kjaft Vit komu i øllum góðum til Hamburg 10.55 sama dag sjálvsagt, altso knappar 2 tímar aftaná. Eg skal ikki meða teg við inntrykkum frá luftferðini Tó eitt skal sigast: Vit flugu í 1700 metra hædd, og hað- ani sá jørðin út sum eitt landkort við smáum kort- húsum ið tyrptust um eitt sum var eitt lítið sindur stórri (ráðhus ella kirkja). Men vit flugu gjøgnum skýggjalond - sølverne org- ier - skýggjalond - rustreyð- ar oyður við myrkabláum gjáum. Motorarnir ýldu sum Leviathan og maskinan stundi og tveittist sum bátur í ringum sjógv. Ein stór stund. Frá Hamburg á nátt til Briissel (14 tímar). Nú dvøljist eg her í ti gamla gitna kloystrinum Averbode við teirri undur- føgru kloysturkirkju. Her gangi eg ul ottesang, from- essu og vespermessu hvønn dag og gledi meg yvir vak- urleikan í teirri kathólsku gudstænastuni og gregori- anska kirkjusangin. Lívið her er eftir einum snóri. Kl 9 í song. Kl 7 upp. Kosturin spartanskur, men reellur. Einki tubbak, einki alkohol. Kring kloystrið al- stórar furuskógir. Stilli, frið- ur, tranquillité. Málið: flamsk ella fransk. Ein gamalur franskur abbas ið dveldist her 4 dagar fyri at studera í Bibliotekinum her segði við meg tá hann segði farvæl: ober í 1932 Allar góðar gávur koma frá gudi, Horats helt tó tær komu frá Juppiter. Men Juppiter var tá tað sama sum gud. - Eg vil altíð vera tyg- um takksamur fyri tann vakurleika tygum lótu meg hoyra, tá ið tygum fluttu fram latínsk og gresk hexa- metur og ikki minnst tá tyg- um fluttu fram ørindi á tyg- ara fedranna máli, cette langage d'ocean et des montagnes. Ég vil altíð biðja fyri tygum. Ein slík stund, o Mary Ann, goymist so sum gim- steinsprýðir goymast. Nú skal endast, klokkur- nar ringja til vespermessu. Og eg sendi tær míni bestu ynskir um heilsu og ljóssýn. Vinsamligast Janus Sankta Maria av Averbode