leygardagur 3. mai 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Vikuskiftið Vikuskiftið
Síða 21
Tað vrakaða málið
Tað eru tvær høvudsåskodanir at finna í orðaskiftinum um
málið: reinsiåskodanin og brúksáskoðanin
Síðan stríðið fyri málsins rættindum tók seg upp, hevur
ein partur av føroyingum hildið, við orðunum hjá J. C
Svabo (1782), at føroyskt var »fordervet«, te. tað var
komið for nógv »danskt« uppí. Ti mátti málið reinsast
Hini, tey við brúksáskoðanini, halda, at føroyskt hevur
hildið sær merkiliga >rent og ublandet som paa Sigmund
Brestissøns Dage« (Napoleon Nolsøe, 1846). Donsk og
onnur orð, sum eru komin inn, eru komin upp á ein nátúr-
ligan máta, og tey vika íkki málsins sterkastu súlur: bend-
ing, úttalu og fastar måliskur (idiom)
Vit kunnu eisini brúka orðini 'pyntiføroyskt' og 'er-
beidsføroyskt' um hesi bæði málini. Pyntiføroyskt er eyð-
kent av nógvum nýggjum og ókendum orðum, sum gera
tað torført at brúka. Tað kemur fyri, at næmingar bóna um
at sleppa at skriva krevjandi uppgávur á donskum — og fáa
nei frå skúlamyndugleikunum
Tey við brúksáskoðanini halda, at málið ikki skal vera
ein sýnislutur sum ein tufla á Forngripagoymsluni. Før-
oyskt er eitt a-m-b-o-ð, sum vit hava brúk fyri í gerandis-
degnum. Og sleppa vit ikki at brúka føroyskt, so er vandi
fyri, at vit fara at brúka okkurt annað málamboð. Øll duga
danskt, og tey flestu duga eingilskt. Kanska kann ein møgu-
lig oljuframtíð gerast ein vandi
Tað liggur ein grundtanki av misåliti og formyndaríi
undir málreinsingini. Hvat verður vunnið við at reinsa og
skrubba málið — og síðani pynta tað við íslendskum lánum
og heimagjørdum ordagåtum? Summi ting skulu slett ikki
skrubbast og pyntast. Rasmus Effersøe skal sleppa at hava
sína patinu í frið, har hanr stendur og heldur eitt kritiskt
eyga við Gamla Apoteki. Føroyskt verður ikki betri av, at
onkur sígur "tengja" í staðin fyri "knyta', 'kervi' í staðin
fyri 'system” ella eitthvert" í staðin fyri "okkurt". Upp á
hvønn máta er 'veglummi' betri enn 'vendiplåss'? Hví
skulu kenniorðini útruddast? Hví skulu hvørsfallslidini
vendast øvugt: Skal "Harrans ólukka' nú eita 'vanlukka
Harrans'?
Tá ið sjónvarpið snakkar um tað, sum er >handan lúk-
urnar<, so vita almindiligir føroyingar, at'kusturin stendur
aftan fyri hurdina'; men 'handan fjøllini blåu er Soria
Moria Slom'. Í dag er tað so ómakaleyst at blanda stíl, tí
tað kunstiga málið hevur innbygdan stílmiksara.
Tá ið útvarpsmenn brúka vikingaføroyskt og síga 'skamt"
í staðin fyri 'stutt«, so er tað synd í útvarpinum, men tað er
eisini eitt signal um, at gerandisføroyskt ikki verður hildið
at vera nóg fínt.
Hver hevur makt ella vísdóm til at síga, hvat er fínt ella
ófínt? Hví er "atstóðingur' fínari enn 'assistentur'? Kanska
er tað øvugt? 'Professari' er jú finari enn 'fróðskapar-
seturskennari'. Og hví er "løgreglumadur' fínari enn
"politistur", tá ið "advokatur' er fínari enn 'sakførari'?
»Men hvussu kunnu tær bådar målåskodanirnar sam-
einast?«, spyr kanska onkur. Hetta gerst best við, at tað
kemur at standa í tí nýggju fólkaskúlalógini, at lærarin má
fylgja millumlanda samtyktum og ikki gera mismun vegna
kyn, trúgv, húðarlit ella móðurmál. Í móðurmálsmálundir-
vísingini må hann ikki royna at fáa børnini at vraka tað,
sum mamman hevur lært tey.
Næsta ár verða 50 ár liðin, síðan Heimastýrislógin ásetti,
at føroyskt er høvudsmålid í Føroyum, og 60 ár verða
liðin, síðan danskir skúlamyndugleikar góðkendu føroyskt.
Er tað ikki upp á tíðina, at vit sjálvi góðtaka okkara mál?
C
= HØRMANN === |
£ Sterkar og álítandi
MALLCO .
— I——i
" — — á
2
3}
cr
Br
BEN:
i
þv
3
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: HILDARLEIKUR
2
OECSASIDE
LIR Jek
"nlælo|sjejm|
mjæ] |-|-
=
SSR
er áta í blaðnum. Drigið verður millum réttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hverja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dråttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan.
- 6
Vinnari: Laila Arge,
Reynsgøta 81
160 Argir
Loysunar-
OD: sssssssrsiisr ru LON
Navn: eee ra rr skran
BåstaØur: .„...rerrrrrerurrnnrsanarrr rr rare
Bygd/byur:. seere
Lesið føroyskt — hugsið føroyskt!
Frá
BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
O Ljósini slókna
Q Søgur úr Port Janua
Q Bíblian í orðum og myndum
Q Indiånararnir. Søgan pprunafólkið
í Norðuramerika ma
Q Mangt er millum himmal og jarð
Frá
| á) FØROYA
SKULABOKAGRUNNI:
O Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið
O Heimssøga 1
O Søgan um hini
O Liv og gróður
0 Orðaskyn. Min fyrsta orðabók
Bekur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.