Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 195 - 15. oktober 2003 Nr. 195 - 15. oktober 2003 3 Nú fara Trølla Pætur og omma hansara at tosa bæði danskt, íslendskt, svenskt og enskt. Framleiðarar- nir av filminum fara at gera eina roynd at marknaðarføra før- oysku trøllini uttan- lands FILMUR Eyðun Klakstein Í hesum døgum verða sein- astu upptøkur gjørdar til nýggja filmin um Trølla Pætur og øru ommu hans- ara. Talan er um fjórða filmin í røðini, og ætlanin er, at hann skal koma út síðst í november mánaði. – Eg eri fullkomiliga sannførdur um, at hetta er nógv tann besti filmurin um Trølla Pætur, vit hava gjørt, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er ein av framleiðarunum av filmin- um. – Vit hava ongantíð áður gjørt so nógv burtur úr leik- ritinum og upptøkunum. Her er meira action enn nakrantíð áður, og í stóru søguni eru nógvar smáar søgur. Filmurin kostar okkurt um eina hálva millión at framleiða, og tað er felagið IRIS í Klaksvík, sum stend- ur fyri útgávuni. Sprongdu bil í luftina Í hesum fjórða filminum um Trølla Pætur kemur sisilianska mafian upp í leikin. Mafian sendir tveir av sínum bestu monnum til Føroya at stjala allar leikur og pengar, teir koma fram á. Trølla-Omman, sum hev- ur verið nakað bundralig áður, hevur fyri fyrstu ferð fingið sær eitt veruligt ar- beiði, men tá ið hon fer í bankan fyri at heinta løn fyrstu ferð, kemur eitt kuffert hjá henni í bland við tað hjá mafiuni, og so er galið. Omman endar aftur í fongslinum, men hon vil reinsa seg sjálva, og tað verður byrjanin til eina jagstran eftir røttu brots- monnunum bæði heima og úti. Nógv action er í film- inum, og farna vikuskiftið sprongdi upptøkuliðið ein bil í luftina á Oyggjarveg- num. Trølla Pætur á enskum Trølla Pætur hevur 9 høvd, og tað er líka við, at hann fær brúka fyri øllum hesum høvdum, nú hann skal tosa fleiri mál. Nýggi filmurin verður týddur til danskt, svenskt, íslendskt og enskt, og tá ið hann kemur út á dvd fer tað at bera til at skifta ímillum málini. – Vit gera hetta fyri at kunna marknaðarføra film- in uttanlands. Vit vilja ikki sita um nøkur ár og hugsa, at tað var spell, at vit ong- antíð royndu at koma út um landoddarnar við trøllun- um. Nú gera vit eina roynd, og so fáa vit at síggja, um nakar fer at býta á uttan- lands, sigur Niklas Heri Jákupsson. Seinastu upptøkurnar til filmin verða gjørdar hesa vikuna, og so byrjar enda- liga klippingin av filmin- um. Trølla Pætur á fimm málum Erling politistur og politiovastin fegnast, tá ið teir koma aftur til Føroya eftir at hava jagstra leikamafiuna Ein ørgrynnu av børnum tóku ímóti trøllunum leygardagin Mánadagin fekk Gallarí Jinx í Havn loyvi at skeinkja rúsdrekka. Eisini hevur gallaríið fingið eina bót áljóðandi 10.000 kr. fyri at skeinkja uttan loyvi á ólavsøku SKEINKILOYVI Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Við eini bót fyri at skeinkja uttan skeinkiloyvi á ólav- søku á samvitskuni, kunnu kundarnir hjá Gallarí Jinx á Áarvegnum nú njóta rús- andi løgir. Við postinum mánadagin til Gallarí Jinx var eitt skeinkiloyvi. Formaðurin fyri loyvis- nevndina, Eyðbjørn Lar- sen, váttar hetta fyri Sosial- inum. Hann sigur, at loyvið er fyribils eitt ár. - Sambært rúsdrekkalóg- ini verða skeinkiloyvi givin fyri 4 ár í senn, men loyvi kann av Loyvisnevndini av- markast og treytast. At loyvið eftir umstøðun- um er tíðaravmarkað merk- ir tí, at umsøkjarin til ta tíð má venda sær til Loyvis- nevndina við dagførdum upplýsingum. Nevndin tek- ur síðani málið til viðgerðar aftur fyri at meta, um loyv- ið sambært lógini kann verða longt í trý áftrat, sigur Eyðbjørn Larsen. Loyvið verður latið við heimild í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 - vanliga rópt rúsdrekkalógin. Sektaruppskot Á ólavsøku, stutt eftir at Gallarí var latið upp, møtti løgreglan upp í fyrrverandi blómahandlinum. Orsøkin var, at rúsdrekka, sum krev- ur skeinkiloyvi fyri at selja, varð selt og skonkt fyri gestum. Hetta vakti ans í fjølmiðlunum, og málið varð viðgjørt sum politi- mál, og øll søla av rús- drekka hjá Gallarí Jinx steðgaði alt fyri eitt. Hetta málið endaði við, at Gallarí Jinx tók við ein- um sektaruppskoti frá fút- anum. Hendan bótin gjør- dist 10.000 krónur. Eyðbjørn Larsen sigur, at loyvisnevndin hevur havt hetta málið við í viðgerðini av umsóknini um skeinki- loyvi hjá Gallarí Jinx, men hildið verður ikki at talan er um eina nóg góða orsøk til at nokta loyvið, men heldur at geva eitt fyribils loyvi. Hóast drúgvar royndir, fingu vit ikki orðið á eigar- in og leiðarin fyri Gallarí Jinx, Florentze á Skipa- gøtu. Skeinkja í gallarínum Fyrrverandi blómahandilin á Àarvegnum kann nú eisini hýsa sterkaru løgum av rúsdrekka lógliga. Mynd: Maria Olsen C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Fráferðir úr Hanstholm 13. og 20. desember Fráferðir úr Tórshavn 01. og 08. januar Fráferð úr Bergen: 17. desember Fráferðir úr Tórshavn: 29. des., 05. og 12. jan. NÚ ER SKJÓTT AFTUR TÍÐ TIL AT HUGSA UM JÓLAFRÍTÍÐINA – EISINI HER HEVUR SMYRIL LINE NØKUR Ferðist 2 og gjaldið fyri 1 fram og aftur í innv. 2-koyggju- kam ari við wc/bað, íroknað bil: Úr Danmark: Úr Noregi: