mikudagur 15. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
VARPIÐ
2
VARPIÐ
3
Aftur í framtí›ina
Tey komandi tr‡ leygarkvøldini fer Tv3 at vísa teir heimskendu Back
to The Future filmarnar. Høvu›sleiklutin í hesum sera undirhaldandi
framtí›arfilmi hevur Michael J. Fox, sum eisini dagliga hevur veri› at
sæ› á Tvdanmark2 rásini í skemtirø›ini Spin City.
Navn:
Michael Andrew Fox
Leiknavn:
Michael J. Fox
Føddur:
9. juni, 1961
Giftur:
17. july, 1988 vi› Tracy Pollan
Familja:
F‡ra børn
Leiklut í kendum filmum:
-Back to the Future I, II, III(´85, ´89, ´90)
-Casualties of War (´89)
-The Hard Way (´91)
-Doc Hollywood (´91)
-American President (´95)
-Mars Attacks! (´96)
-Atlantis, The Lost Empire (´01)
-Interstate 60 (´02)
Michael J. Fox
Filmarnir snúgva seg um ein ungan mann, Marty
McFly, sum fer›ast aftur og fram í tí›ini. Í “Aftur í
framtí›ina I” ver›ur hann í 1985, sendur sendur aftur í
tí›ina. Hann kemur aftur í 1955, til tann sama b‡in,
har hann er sjálvur er frá. Her møtir hann sínum
foreldrum, sum hann í 1955 er javngamal vi›. Ta› er
her at stóri trupulleikin í filminum stavar frá. Hann
kemur í vegin fyri tí›arinnar gongd og broytir
hendingarnar, i› hava avgerandi t‡dning fyri
framtí›ina. T.d. tá hann presenterar pápa sín, George
McFly, fyri mammu sínari, Lorraine Baines. Lorraine
forelskar seg í Marty, sostatt er vandi fyri, at George
og Lorraine ikki koma saman og ikki gerast foreldur at
Martin, sum so heldur ikki ver›ur føddur! Hetta má
hann so strí›ast fyri at fáa í rætt lag aftur, og ta› at
pápi hansara fyri ta› mesta er ein sera afturhaldin
tanáringur ger ta› ikki lættari
Besti vinurin hjá Marty McFly er tann hálvsvakliga
uppfinnarin Dr. Emmett Brown (Christopher Lloyd),
sum í 1985 júst hevur framleitt eina tí›armaskinu - ein
Delorean, i› koyrir á plutonium. Men, sum so ofta vi›
søgum um fer›ing í tí›, so er okkurt gali› vi›
tí›armaskinuni og hetta ger, at Marty er noyddur at
ste›ga longri í 1955, enn ney›ugt er. Filmurin sigur frá
lívinum í einum amerikanskum b‡i í 50´unum og
80´unum og er ein væl samansettur filmur, i›
skemtiliga spælir vi› mununum millum hesi
tí›arskei›ini.
Michael J. Fox
Michael J. Fox hevur høvu›sleiklutin, sum tanáringurin
Marty McFly. Undir upptøkunum til filmin hev›i hesin
úr at gera. Tá leikti hann samstundis vi› í
sjónvarpsrø›ini “Family Ties”, sum gekk á
amerikansku Fox-rásini. Hetta kravdi sera nógva tí› og
orka av tí einans 24 ára gamla sjónleikaranum. Herav
kom hendan ørliga arbei›stí›in: Frá klokkan tíggju á
morgni til klokkan 18.00, venjing og upptøka vi›
“Family Ties”, og frá 18.00 til 02.30 um náttina,
upptøkur vi› “Back to the Future”. Hetta stó› á í tveir
samfullar mána›ir.
Hetta var ein øgilig skrá, men mennirnir aftanfyri
filmin, Steven Spielberg og Robert Zemeckis, vóru vísir
í, at hetta var ein stórfilmur, i› var verdur strí›i›. Og
hyggjararnir vóru púra samdir í hesum. Tá filmurin
kom út, 4. juli í 1985 bleiv Michael J. Fox ein altjó›a
filmstjørna. Filmurin lá sum nummar eitt í fleiri vikur
og vann 300 milliónir dollarar, hetta var› tá mett at
vera ein stórfingin upphædd í filmsvinnuni.
Í 1998 almannakunngjørdi Michael J. Fox í tí›arritinum
“People”, at hann hev›i Parkinson sjúkuna. Í 2000 fór
hann frá væl dámdu skemtirø›ini “Spin City”, har
hann hev›i havt høvu›sleiklutin sí›an 1996, nú skuldi
hann vera meiri saman vi› familjuni og stu›la
arbei›inum fyri at finna heilivág fyri Parkinson sjúkuni.
Eftir hetta hevur hann tó nakrafer›ir veri› gestaleikari
á “Spin City”. Í mei 2000 stovnar hann “The Michael J.
Fox Foundation for Parkinson´s Research”
(www.michaeljfox.org), hetta er ein stu›ulsstovnur, i›
hevur til endamáls at virka fyri, at mann finnir heilivág
fyri Parkinson sjúkuni, á›renn 2010.
Back to the Future IV?
Hetta summari› hevur slaturi› gingi› um, at ein
nummar IV-filmur av “Back to the Future” skuldi koma
í sambandi› vi› eina serliga DVD útgávuna av
filmunum. Men ífylgi Steven Clark, i› skrivar á
www.BTTF.com, er ta› als ikki óvanligt vi› slíkum
leysasøgum. Steven Spielberg hava eisini avsanna›
nakran møguligan eftirfylgjara. Vi› tí›arriti› SCI FI
WIRE sigur Spielberg, at eftirfylgjarar eru einans
vi›komandi til “Indiana Jones” og “Jurassic Park”
rø›ina. Upptøkurnar av “Indiana Jones IV” ver›a ikki
fyrr enn í mei 2004, og filmurin kemur ikki út fyrr enn í
2005.