Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 195 - 15. oktober 2003 Nr. 195 - 15. oktober 2003 5 Tíggju ár við ferðavinnu Tíggju ár eru liðin, síðan felagið Ferða- vinnan í Vágum varð stovnað. Menningin hevur verið heilt stór síðan tá, sigur for- maðurin í felagnum, sum í dag rekur Kunningarstovuna í Vágum FERÐAVINNA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Ferðavinnan í Vágum hevur 10 ár á baki sum skipað fel- ag. Broytingarnar eru so stórar, at tað ber ikki til at samanbera viðurskiftini tá og nú yvirhøvur, sigur Niels Olgar Joensen, for- maður í Felagnum Vágar, sum í dag rekur Kunningar- stovuna í Vágum. Einaferð fyrst í nítiárun- um vendi Ferðaráðið sær til táverandi kunningardiskin á flogvøllinum, við eini áheitan um at seta á stovn eina kunningarstovu í Vág- um og fáa ferðavinnuna í oynni meira skipaða. Kalle Soll var tá leiðari á kunningarstovuni, og hann legðist ikki á boðini. Sam- an við Egini Simonsen, Finnboga Niclasen og Niels Olgari Joensen varð farið undir fyrireikingarnar til at skipa ferðavinnuna í Vág- um. Tann 11. oktober 1993 varð so felagið við navnin- um Ferðavinnan í Vágum skipað, greiðir Niels Olgar Joensen frá. Tá høvdu tey fyrireikað felagið í umleið eitt ár, sigur hann. Umstøðunar vóru ikki nakað soleiðis at skriva um, minnist Niels Olgar Joen- sen. Eingin fyrisiting var. Tað var ikki hugsandi um. Nevndin, sum sat, mátti taka sær av tí, sum gerast skuldi. Og tað vóru tey mest óhugsandi støðini, ein kundi vera staddur, tá ringt varð til kunningarstovuna. Eitt nú veit hann seg hava staðið niðri í einum súr- hoyggjabrunni og tikið í móti boðum í samband við ferðavinnu, greiðir hann frá. Seinni varð so eitt fólk sett nakrar tímar um vikuna at taka sær av uppgávunum hjá feðravinnuni. Men pen- ingur var ikki til nakað full- tíðarstarv, sum avgjørt er neyðugt, um nakað muna- gott skal fáast burturúr. Í dag eru treytirnar heilt aðrar, vísir hann á. Nú er Kunningarstova í Miðvági og kunningardiskur á flog- vøllinum við hálvumtriðja starvi. Opið er allan dagin, og umstøðurnar annars eru góðar. – Annað lagið var, tá vit byrjaðu. Fyrsti faldarin, vit lótu frá okkum, var ein kopieraður A4 faldari, minnist Niels Olgar Joen- sen. Í dag liggja litfaldarar við blonkum pappíri í rúgvuvís á Kunningar- stovuni. Og nevndin kann nú bara seta út í kortið og so lata starvsfólkini um restina. Jú, ásannar Nirls Olgar Joen- sen, broytingin tykist full- komin. Tó kundi hann hugsað sær, at vágafólk brúktu Kunninarstovuna í fullan mun. Eitt nú við at siga Kunn- ingarstovuni frá tiltøkum, sum verða í oynni, soleiðis, at hon kann boða frá hesum í lýsingum og hvussu tað nú kann falla. Eisini er skilagott at samskipa tey tiltøk, sum eru í oynni á einum stað, soleiðis, at tey ikki falla saman og á tann hátt vera til ampa hvørt fyir annað. Eisini tiltøkum aðrastaðni kann Kunn- ingarstovan hjálpa Vága- fólki við. Eitt nú at fáa atgongumerki til eitthvørt tiltak, sum hildið verður aðrastaðni í landinum land- inum, sigur Niels Olgar Joensen. Niels Olgar Joensen er í dag formaður í Felagnum Vágar, sum er ein saman- legging av Ferðavinnuni í Vágum og Vága Vinnu- felag. Tað er Felagið Vágar, sum rekur Kunnignar- stovuna í dag. Kunningarstovan í Vágum fer seinni í hesum mánaðinum at skipa fyri stórum móta- og undirhalds- tiltaki í bíðihøllini á flogvøllinum UNDIRHALD Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Stórt undirhaldstiltak við mati, mótsýningum, sjón- leiki og spurnarkapping verður í bíðihøllini á flog- vøllinum mikukvøldið 29. oktober. Tað er Kunningarstovan í Vágum, sum skipar fyri tiltakinum, sigur Terji Nielsen, kunningarleiðari í Vágum. Tiltakið fer at byrja klokkan 18.30 hetta kvøld- ið, og ætlanin er at halda fram til einaferð umleið klokkan ellivu, greiðir hann frá. Ætlandi verða einir tíggju handlar í Vágum við á sjálvari mótasýningini, sum verður í tveimum hetta kvøldið. Byrjað verður við, at cafeteria á flogvøllinum ger eitt stórt sjálvtøkuborð, sum gestirnir fara at fáa sær av. Hesin parturin av tiltakinum fer væntandi at taka ein tíma ella so, halda fyrireikararnir. Síðan verður fyrri partur av mótasýningini, og í steðginum millum sýning- arnar, verður sjónleikafram- førsla og spurnarkapping. At enda verður so seinni patur av mótasýningini, sig- ur Terji Nielsen. Atgongumerkini verða eisini lutaseðlar, og vinn- ingarnir verða drignir undir tiltakinum hetta kvøldið, sigur hann. Til at halda skil á øllum og til undirhald annars, hevur Kunningarstovan fingið Hilmar Jan Hansen vestur á flogvøllin. Spennandi tiltak á flogvøllinum Nels Olgar Joensen er for- maður í Felagnum Vágar, sum rekur Kunningarstovuna í Miðvági. Tað eru 10 ár síðan Ferðavinnan í Vágum varð stovnað, men ikki fyrr enn í ár er hevur vinnan fingið so mikið av peningi, at til ber at hava Kunningar- stovuna opna fulla tíð Mynd: Edvard Joensen Vága Sambandsfelag skipar mikukvøldið fyir almennum fundi um útbygging av flogvøllinum. Fundurin verður í Miðvági Mikukvøldið klokkan 19.30 skipar Sambands- flokkurin í Vágum fyri al- mennum fundi um flog- vallarútbygging í bygdar- skúlanum í Miðvági. Fundurin verður skip- aður sum pallborðsfund- ur, har formenninir í teim- um fýra stóru flokkunum á tingi fara at luttaka, sig- ur Marjus Dam, tingmað- ur Sambandsfloksins í Vágum. Eisini er ætlanin at fáa Finnboga Niclasen, flogvallarstjóra, at luttaka, sigur hann. Ætlkanin við fundinum er at fáa ferð á aftur kjak- ið um flogvøllin og fáa fólk at siga sína hugsan um málið, sum mett verð- ur at vera sovnað burtur í seinastuni, sigur Marjus Dam. Almennur fundur um flogvøll Kunningarstovan í Vágum ætlar at fylla bíðihøllina á flogvøllinum tiltiltakið, sum verður tann 29. oktober Um vikuskiftið koma eggj- arar hjá fótbóltsfelagnum FC Keypmannahavn til Føroya á vitjan. Kvinnurn- ar fara at dansa á Platform fríggjakvøldið og leygar- kvøldið, og sunnudagin fara tær til hondbólt í Klaksvík Uttanlands er tað vanligt, at ítróttarfeløg hava bólkar av kvinnum, sum royna at fáa lív í áskoðararnar við dansi. Cheerleaders eru ikki bara kendar í USA, men eisini alla aðrastaðni. Eisini í Føroyum hava onkur ítróttarfeløg havt kvinnur at undirhalda. Hetta vikuskiftið koma nakrir av teimum bestu um- tóktu dansarunum av hes- um slagi í Danmark til Før- oya á vitjan. Tað er eru tær, sum ganga undir navinum FCK Cheerleaders, og tær plaga at fáa lív í áskoðararnar hjá Toda og teimum. Havn og Klaksvík FCK Cheerleaders fara at dansa á Platform í Havn fríggjakvøldið og leygar- kvøldið. Fríggjakvøldið verður karoke-kapping millum 1. deildarspælarar hjá HB og B36, og tá fara eggjararnir úr Keypmannahavn at seta lív. Tað er James Olsen, sum fer at standa fyri kapp- ingini, og Tummas Gud- mundssen verður dj. Leygarkvøldið fer Heðin Arge at venda plátum, og tá fara CK Cheerleaders aftur at hava framførslur. Sunnudagin fara FCK- kvinnurnar til Klaksvíkar, har tær fara at dansa í hálvleikinum av hondbólts- dystinum millum Stjørnuna og VÍF. FCK Cheerleaders til Føroya Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hava fingið hvør síni trý fólk í nevndina, sum skal orða eitt uppskot til løgtingslóg um arbeiðsósemjur ARBEIÐSRÆTTUR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Nú er nevndin sett, sum skal gera uppskot til løg- tingslóg um arbeiðsósemj- ur. Bjarni Djurholm lands- stýrismaður við vinnumál- um, hevði longu valt Kára á Rógvi, løgfrøðing til for- mann, og mánadagin komu restina av nøvnunum upp á pláss. Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hava hvør síni trý umboð í nevndini. Páll Nielsen umboðar Føroya arbeiðarafelag, Óli Jacobsen umboðar Føroya fiskimannafelag og Heini Joensen umboðar Starvs- mannafelagið. Arbeiðsgev- ararnir hava valt Jógvan Norðbú fyri Føroyar reið- arafelag, Bjørgfrið Ludvig fyri Føroya arbeiðsgevara- felag og Thomas Magnuss- en fyri Fíggjarmálaráðið. Nevndin skal gera upp- skot til eina skipan, sum kann viðgera trætumál og spurningar um sáttmála- brot. Málið er ein skjótari viðgerð, og at samfelagslig áhugamál verða havd í huga. Serliga soleiðis at ósemjur og sáttmálabrot verða loyst í einari rættar- skipan. Sambært arbeiðs- setninginum skal skipanin hjálpa tí partinum, sum líður undir sáttmálabroti, at fáa sín rætt og uppreisn, so skjótt sum til ber. Bólkurin skal eisini gera uppskot til broytingar í semingslógini, sum er frá 1928. Nevndin skal endur- skoða og dagføra lógina í síni heild. Hon skal gera uppskotið soleiðis, at lógin fatar um bæði privata og almenna arbeiðs- marknaðinum, og soleiðis at hon hóskar til nútíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og siðvenju. Nevnd vald at greiða arbeiðsósemjur Hesar kvinnurnar skulu dansa í Havn og í Klaksvík í vikuskiftinum C M Y K 5 4