fríggjadagur 9. mai 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Erling í Lia, sum restar
Stjóri er Magni Arge
lóhan Niðristovu suUmnar
Mynd Jens K. Vang
Atlantsflog góðar vónir um framtíðina:
Fer at økja kapasitetin
-Stendur vøksturin vid i ferðafólkatalinum klårar felagid ikki at fylgja vid eft-
irspurninginum við bert einum flogfari. Tí verður arbeitt við ætlanum um at
økja kapasitetin. Hetta fer eisini at veita felagnum betri møguleikar fyri at
knyta flogsamband vid onnur grannalond sigur stendur m.a. i nevndarfrå-
greiðini til adalfundin hjá Atlantsflog, sum vit prenta brot úr:
Virksemi
P/f Atlantic Airways hevur
til endamáls at reka flog
g vinnur, sum hava
samband við flogferðslu
Felagið eigur eitt flogfar av
slagnum British Aerospace
146-200. og hevur síðan
01.04.1994 rikið eina tyrlu
av slagnum Bell 212 fyri
Føroya Landsstýri
ferðslu
Fíggjarlig lýsing
Atlantic Airways P/F hevði
sítt besta ár higartil í 1996
Urslitid aftaná fullar av
skrivingar gjørdist
5.093.578 kr. í mun til
507.667 kr. árið fyri. Tá
vóru avskrivadar 9,7 milli
ir kr. í mun til 9,5 milli
m millionum úr
i stivliga 35 milli-
prosentum var
forrentað við
Felagið
hevur goldið
trífaldan avdrátt av lánum í
1996, og er samlaða skuldin
tí minkað vid 10 milliónum
úr 71 niður í 61 milliónir
kr.
Lønsemid var munandi
betri í 1996 enn árini
frammanundn, hóast stórar
príshækkingar á brennievni
Okt virksemi, vaksandi tal
av ferðafólki og hóskandi
javnvág millum útboð og
eftirspurning eiga stóran lut
í hesum
Umsetningurin hjá At-
lantsflog vaks í 1996 úr 76
milliónum upp í 92 milli-
ónir kr. Starvsfólkatalið
taldi 44 í mun til 42 árið
fyri og eiga tey sín stóra lut
í góða úrslitinum, sum fel-
agið fekk
Ferðafólk og flúgving
Ferðafólkatalið vaks við
20% úr 48.000 upp í
58.000. Stórt sæð øll ferða-
fólkini vórðu flutt millum
Føroya og onnur lond, men
nøkur vórðu eisini flutt
millum onnur lond - flest
millum Grønland og Island
Í mun til 1995 eydnaðist
Atlantsflog at fáa megin
partin av vaksandi ferða
fólkatalinum um flogvøllin
í Vágum í sín lut. Størsti
vøksturin var á Danmark
arrutuni, men Íslandsrutan
átti eisini sín lut, tí hetta var
fyrsta árið felagið røkti
rutuflúgving til Íslands alt
árið
Leigutúrarnir vóru um
hálvthundrað í tali
er væl meiri enn nakrantíð
fyrr. Økingin stavar millum
annað frá samstarvi við Ice-
landair og Grønlandsfly um
flúgving millum Ísland og
Grønland um summarið
Hetta samstarv heldur fram
í 1997
Flogfarið hjá Atlantsflog
var 350 tímar fleiri á flog! í
1996 enn í 1995. Rutan til
Íslands og munandi fleiri
leigutúrar áttu stóran lut í
vøkstrinum
Flågvingin var sum heild
regluligari í 1996 enn árið
fyri:Afturvendingarnar vóru
22 í tali í mun til 31 í 1995
Serliga er tað mjørkin, sum
er orsøk til óregluliga flúgv-
ing
Nýggj tiltøk
Føroyskir og danskir mynd-
ugleikar hava samráðst um
batar á flogvøllinum í Vág-
og hetta
um. Sum seinasta tlogtelag
við midstød í Føroyum
kunnu vit ikki annað enn
fegnast um, at framstig vera
gjørd, so flúgvingin gerst
regluligari
Marknaðar- og søludeild
vaðr sett á stovn í farna år
so sum felagið hevði sett
sær fyri
Higartil hevur felagið lagt
dent á at fyriskipa marknað
arføring og sølutænastu frå
høvudsskrivstovuni i Våg
um, men felagið roknar vid
at lata upp marknadarskriv
stovu í Keypmannahavn og
fáa í lag hóskandi umboðan
í Norðureuropa í 1997
Raksturin av tyrluni gav
hall í 1996, tí felagið átók
sær stórar skyldur við
nýggja sáttmálanum. ið var
gjørdur millum landstýrið
og Atlantsflog |. januar
1996
Utlitini eru kortini góð
fyri lønandi rakstri í 1997,
og felagið hevur lagt dent á
at menna tyrlutænastuna og
útbúgva fleiri føroyingar til
hesa flúgving. Felagið vón-
ar, at tyrlutænastan í sam-
band við komandi oljuvinnu
verður á føroyskum hond-
um, so til ber at menna flog-
vinnu og skapa fleiri var-
andi arbeidsplåss innan
hesa vinnugrein í Føroyum
Útlitini frameftir
Hóast vøksturin i ferða-
fólkatalinum seinastu tvey
árini hevur verið stórur, tyk-
ist stígur ikki vera komin í
enn. Fyrsta ársfjórðing í
1997 vaks ferðafólkatalið
aftur, og stendur hesin
vøkstur við, so klárar fel-
agið ikki at fylgja við eftir-
spurninginum við bert
einum flogfari
Ti verður arbeitt við ætl-
anum um at økja kapasitetin
f hvussu er å håsumri - tå
eftirspurningurin er størstur
Hetta fer eisini at veita fel-
agnum betri møguleikar fyri
at knyta flogsamband vid
onnur grannalond
Sambandið um Vest-
mannasund er ótíðar-
hóskandi og til stóran ampa
hjá ferðafólkum. sum skulu
til ella úr Vágum. Verður
einki gjørt við etta mál, so
verður ferðslan um Vest-
mannasund ein fløskuhåls
ur, ið vil darva bæði menn
ingiin í ferðavinnuni og
møguligari olju. Fast sam
band um Vestmannasund er
effektivasta og besta loysn
in uppá hendan trupulleika
og skal felagið heita á
myndugleikarnar um at
kanna møguleikarnar fyri
slíkari loysn
Atlantsflog hevur konso
liderað seg væl seinastu
árini, og roknar við at fáa
eini framhaldandi góða av-
talu í lag um fígging, tá ver
andi avtala gongur út við
árslok 1997, sigur neyndin
í ársfrágreiðingini
Nevndin
Nevndin varð annars aftur-
vald við undantaki av Reid-
ar Nónfjall. Í hansara stað
er valdur Erling í Líða. Hin-
ir nevndarlimirnir eru Eið-
finnur Jacobsen, formaður,
Jóhan í Niðristovu, Gunnar
Thorvaldsson og Maria á
Lofti
Nr. 86 — 9. MA! 1997
standa sam-
an um sitt
flogfelag
Jan MÚLLER
St n i Atlantsflog, Magn
Arge er væl nøgdur við árið
% f iða
sa Førovun
rað verður stor
14 rur
dentur lagdur å at styrkja
um støduna uttan fyri
Førovar. I hesum sambandi
hava teir latið upp
skrivstovu í Danmark. Hon
er í nýggju hølunum, har
Føroya Vidskiftastovan og
aðrar føroyskar fyritøkur
halda til
Fyribils taka fólk á Við
skiftastovuni sær av tæn
istur nen ætlanin ul
seta egið fólk seinn
Magni Arge fk {
i nø |
ør ki mbolð
Før Han
CIst ma
styrki ØroVvSK ik il
fl kunnu saman
Sum er halda eisini Ferða
ráðið. Feroya Banki og
Iryggingin til har
Hetta er so ein stórur
fyrimunur fyri føroyskar
fyritøkur. At tå kanst vera
felags um ymiskt ger so
eisini = raksturin nógv
bíligari. Somuleiðis koma
fyritøkurnar at standa sterk
ari saman úteftir
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog:
Eiga nú at
undirsjóvar
tunnilin
JAN MÚLLER
Tad er ikki lukkuligt at vera
tann. sum dittar sær at taka
undirsjóvartunnilin um
Vestmannasund aftur uppá
tungu, eftir at henda ætlan
varð jardløgd fyri nógvum
árum síðani
Undirsjóvartunnilin hev-
ur leingi verið tabuevni í
Føroyum, og tann, sum vág-
ar sær at draga hesa ætlan
framaftur, verður av mong-
um mettur sum óður í
høvdinum
Ein teirra, sum t6 ikki ber
ótta fyri at siga sína hugsan
um fast samband um Vest-
mannasund, er stjórin í At-
lantsflog, Magni Arge.
-Tað er so ómetaliga
umráðandi fyri okkum, at
tað er eitt gott samband
millum flogvøllin og mið-
staðargkið fyri at fáa tann
trafikkin at ganga væl og
lætt, soleiðis at ferðafólkini
hava minst møguligan ampa
av tí, og soleiðis at tú kanst
hava eitt stórri rásarúm at
arbeiða í
Magni Arge vísir á, at vit
hava eitt nútímans samband
millum Føroyar og um
heimin og vit hava eitt gott
samband nærum alla staðni
í Føroyum
Men stødan við sam
bandinum um Vestamanna
sund er nærmast at sam
anlíkna við støduna, tá
Oyggjarvegurin ikki varð
samanbundin fyrr í tíðini
Tú hevði tá ein góðan veg
nidan til eina gjøgv men
mátti so ganga yvir um til
enn eina góðan veg
Lítið at íslendingum
Magni Arge heldur, at tað
hevði verið rætt at fingið eitt
skipað fast samband um
Vestmannasund og í hesum
viðfangi at hugt at projekt-
inum hjá íslendingum, har
teir í løtuni leggja ein
undirsjóvartunni! = undir
Hvalfjørð fyri at stytta um
farleiðina millum Reykja-
vík og Akranes. Teir eru
komnir væl áleiðis við
hesum tunnili, sum verður
5 kilometrar langur. Hann
verður allur fíggjaður við
Framhalda síðu 25
|
|