Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 195 - 15. oktober 2003 Nr. 195 - 15. oktober 2003 7 Alarar, sum sigla livandi alifiski til slaktingar við opnum ventili, bróta lógina. Tað sigur Peter Øster- gaard, fiskadjóra- lækni. Hann ávarar samstundis ímóti, at skilt verður ímillum frískan og sjúkan fisk, tá roynt verður at basa sjúkuni ILA, tí tað sæst ikki altíð, um fiskurin er sjúkur. Neyðugt er at viðgera allan fisk, sum var hann smittaður, sigur hann ILALING Ingi Rasmussin ingi@sosialurin.fo Tað er als ikki loyvt brunn- bátum at sigla við opnum ventilum. Tað ger Peter Østergaard, fiskadjóralækni, púra greitt í einari viðmerking til greinina í Sosialinum sein- asta fríggjadag. Í greinini søgdu alarar seg óttast kunngerðir, sum eru ávegis í eini roynd at basa ILA. Sambært einum alara skuldi trupulleikin vera, at kunngerðin fer at krevja ventilarnar afturlætnar, tá fiskur verður fluttur frá ali- brúki til slaktingar. Tað merkir, at sjógvur má ikki renna ígjøgnum, og sama vatnið er í lastini alla tíðina. Tað er ein misskiljing, sigur Petur S. Østergaard, fiskadjóralækni á Heilsu- frøðiligu starsstovu. – Fyrst skal eg leggja dent á, at nýggju kunngerð- irnar als ikki snúgva seg um afturlætnar ventilar ella ei. Uppaftur týdningar- miklari er tað at gera vart við, at tað als ikki er loyvt at sigla við afturlætnum ventilum við slaktifiski umborð, sigur Peter S. Østergaard, fiskadjóra- lækni. Sostatt ger hann púra greitt, at teir alarar, sum sigla laks til slaktingar við opnum ventilum í dag, bróta lógina. Krøvini til flyting av livandi alifiski eru ásett í kunngerð nr. 72 frá 2002 og kunngerð nr. 98 frá 2003. Afturlætnir ven- tilar gjørdust eitt avgjørt krav longu í 2002 og eru síðan staðfestir aftur í kunngerðini frá 2003. Fiskadjóralæknin á Heilsufrøðiligu starvsstvou herðir nú tiltøkini á hesum øki. Strangari krøv til brunnbátarnar og meiri eftirlit við teimum eru á veg. Eitt nú verða sett krøv til datalogging av ventil- status á øllum brunnbátum. Frískur sum sjúkur Nýggjar kunngerðir eru á veg frá Vinnumálaráðnum, sum verða sendar til hoyr- ingar hjá vinnuni, og tað slepst neyvan undan, at alarar mugu gjalda fyri, at myndugleikar og alarar í felag seta alt inn fyri at basa ILA. Ein ónevndur alari, sum Sosialurin tosaði við í síðstu viku, segði tað vera í lagi, at krøvini vóru herd, tá talan var um at flyta sjúkan laks. Men hann helt tað vera í so hart, at somu krøv skuldu galda fyri flutning av frískum fiski, tí nøgdin var so stór. Tann hugburðin ávarar fiskadjóralæknin harðliga ímóti. Ein avgerandi og áhugaverdur spurningur í hesum samanhangi er, hvør definitiónin av einum frísk- um fiski verður. Er tað ein fiskur, sum ikki vísir sjúku- tekin? Ella er tað ein fiskur, sum ikki er smittaður við ella berari av einari sjúku- elvandi lívveru sum ILA- virus?, spyr hann. Næsti spurningurin verð- ur so, hvussu tað skal mát- ast. Er tað út frá lágum deyðatali ella meting av, um fiskurin sær sjúkur út? Ella er tað við støði í gjøll- um rannsóknum á kanning- arstovum, at fiskurin verð- ur lýstur? Hvussu nógvur fiskur skal kannast, og hvussu leingi úrslitið skal vera galdandi, eru eisini spurningar, sum fiskadjóra- læknin heldur sáa iva um hendan hugsanarhát. Fisk- urin í alibrúkinum kann jú gerast sjúkur eina løtu eftir, at ein roynd er tikin. Felags ætlan Peter Østergaard sigur, at tað er avgerandi, at allur fiskur verður viðfarin, sum var hann ein møgulig smittukelda. Nú er farið undir eina miðvísa ætlan at basa ILA, og tað eru ikki bara myndugleikarnir, men eisini vinnan sjálv, sum leggur til brots. – Alararnir hava sjálvir verið við til at gera eitt upp- skot til eina miðvísa ætlan at niðurberja ILA, har tað er avgerandi, at allur fiskur skal síggjast, sum hann møguliga er smittaður við ILA-virus. Hagani kemur kravið til afturlætnar ventil- ar og tangar fyri allan flutn- ing av fiski til slaktingar, sigur Peter Østergaard. Gjaldskipan í leysari luft Gjaldskipanin hjá Elektron og pen- ingastovnunum livir framvegis í óvissuni. Eitt hoyringsskriv kann tulkast báð- ar vegir, og tí fæst ikki greiða á mál- inum, fyrr enn Dátueftirlitið ger sína niðurstøðu GJALDSKIPAN Ingi Rasmussen Eingin veit við vissu, hvør lagnan verður hjá Gjaldskipanini hjá Elektron og peninga- stovnunum, sum so nógv rok hevur verið um. Í vikuni frættist í Útvarpi Føroya, at Elektron hevur fingið eitt hoyringsskriv frá Dátueftirlitinum, sum hevur viðgjørt nýggju støðuna, eftir at Høgni Hoydal gjørdi nýggja kunngerð fyri viðgerð av persónsupplýsing- um. Í fyrstu atløgu tulk- aði Elektron skrivið soleiðis, at loyvið, sum varð givið í 2002, ikki verður tikið aftur. Men nú vísir tað seg, at skrivið eisini kann tulkast øðrvísi. Sam- bært Útvarpinum sten- dur eisini í hoyrings- skrivinum, at Elektron og peningastovnarnir ikki kunnu senda aðrar upplýsingar enn tær, sum longu verða send- ar. Sostatt er líkt til, at loyvið ikki verður tik- ið aftur, men at skip- anin ikki kann fevna um annað, enn hon longu ger, og sostatt kunnu fleiri upplýs- ingar ikki koma upp í skipanina. Gjaldskipanin av- greiðir sjálvvirkandi flytingar fyri fólk, men av tí at talan er um samstarv við PBS í Danmark fara upplýs- ingar til Danmarkar at venda, og tað loyvir lógin ikki sambært herdu kunngerðini. Spurningurin er so, hvat hetta merkir fyri Gjaldskipanina. Um hon kann halda fram, sum einki var hent, ella um fleiri fólk og flytingar ikki sleppa upp í hana. Svarið fæst, tá Dátueftirlitið hevur gjørt sína niður- støðu. Avgerðin fellur 28. oktober. Allur laksur verður viðfarin sum sjúkur Fiskadjóralæknin herðir krøvini til aling í Føroyum í royndini at basa ILA. Strangari krøv til brunnbátarnar og meiri eftirlit við teimum verður ásett í kunngerð, sum er á veg Mynd: Jens K. Vang Tøgn í kirkjuni Tað er ógjørligt at fáa nakran innan kirkj- una at gera nakra viðmerking til støð- una, sum Hans Eiler Hammer, prestur í Klaksvík, er komin í SLATUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Hvørki formaðurin í kirkju- ráðnum í Klaksvík, Jógvan Lützen, hin presturin í Klaksvík, Niels Pauli Dani- elsen ella bispur, Hans Jac- ob Joensen, hava nakra við- merking til samrøðuna við Hans Eiler Hammer, prest, sum stóð í Sosialinum týs- dagin. Í greinini sigur Hans Eiler, at hann og familja hansara kenna seg sum offur fyri slatri og hava gjørt tað í eitt longri tíðar- skeið nú. Undir gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnu- morgunin heitti Hans Eiler á sítt kirkjulið um at verða honum og familju hansara til hjálpar í bardaganum í móti slatrinum, sum gongur um tey. – Um allar søgurnar høvdu passað, so høvdu konan og eg verið skild tríggjar ferðir, segði Hans Eiler millum annað við Sosialin í gjár. Harmast Jógvan Lützen, sum er for- maður í Kirkjuráðnum í Klaksvík, sigur seg ikki hava nakra viðmerking til støðuna hjá Hans Eileri. Niels Pauli Danielsen, sum er hin presturin í Klaksvík, er skelkaður av greinini, tí hann visti ikki av hesum frammanundan. Men hann valdi eisini at tiga, tí hann dugdi ikki at síggja, hvat hann kundi siga í hesum sambandinum. – Tað ganga altíð so nógvar søgur, men eg eri sjálvandi harmur um, at starvsfelagi mín og familja hansara skulu líða undir hesum, sigur Niels Pauli Danielsen. Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at hann ikki hevði hoyrt um hetta frammanundan, og av tí at hann ikki hevur tosað við Hans Eiler sjálvan, so hevði hann heldur onga viðmerk- ing til greinina. Tað var í Sosialinum í gjár, at Hans Eiler Hammer, prestur í Klaksvík, kendi seg noyddan at siga søguna um, hvussu hann og familja hansara líða undir slatri Í gjár kom ein nýggj føroysk tiltaksorða- bók út. Í bókini ber til at sláa upp orðafelli, orðatøk og vanligar máliskur, og bæði gamlar og nýggjari máliskur eru tiknar við ORÐABÓK Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nógv fólk duga væl at taka til, men hevur tú trupul- leikar við at finna røttu orðini í røttu løtuni, so verður nýggja tiltaksorða- bókin kanska ein hjálp hjá tær. »Steinur brestur fyri mannatungu« kallast bók- in, sum kom út í gjár. Høvundarnir eru Hjalmar P. Petersen, ið hevur rit- stjórnað bókini, og Páll Isholm, sum umframt at skriva inngangin hevur greitt bókina til prentingar. – Ætlanin við hesi fók er at lýsa og varðveita ein sera týdningarmiklan part av máli okkara, ið ikki rætti- liga kemur til sín rætt í vanligum orðabókum, siga høvundarnir. Har gott fólk er... Bókin er skipað sum upp- slagsverk, og tað ber til at leita eftir høvuðsorðinum í einumhvørjum orðafelli. Og tað eru bæði nýggjar og gamlar vendingar við. – Har gott fólk er, kemur gott fólk til, verður ofta havt á munni, men tað eru ikki bara slíkar klassiskar vendingar, sum hava fingið innivist í bókini. – Ert tú føddur í SMS? er ein spurningur, og tað verð- ur sagt við fólk, sum ikki lata hurðarnar eftir sær. Bókin er á tremur við líknandi orðafellum og máliskum. Lurta fegnir Høvundarnir hava savnað tilfarið til bókina í orða- bókum, sum longdu finnast á føroyskum, og uttan hesar bøkur hevði tað verið vón- leyst at gjørt nýggju orða- bókina, siga høvundarnir. – Tiltøk verða søgd í ser- ligum samanhangum. Tí- skil er torført at fáa fatur á øllum, eisini tí tey kunnu broytast í formi og inni- haldi. Eitt slíkt verk verður ongantíð fullkomið, sigur høvundarnir, sum fegnir taka ímóti viðmerkingum, rættingum ella ískoytum til bókina. Hetta kann verða brúkt í eini møguligari nýggjari útgávu av bókini. Bókin, sum er 240 síður til longdar, kostar 215 krónur og fæst nú í bóka- búðunum kring landið. Ert tú føddur í SMS? Páll Isholm hevur saman við Hjalmari Petersen gjørt nýggju tiltaksorðabókina C M Y K 7 6