Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 195 - 15. oktober 2003 Nr. 195 - 15. oktober 2003 9 Fosturtøkurnar skulu burtur. Samkynd skulu ikki fáa loyvi at fara í skrásett parlag. Televarpið hevur svartan skíggja, tá porno verður sent. Miðflokkurin hevur sett síni týðiligu spor, síðan hann kom upp í samgongusamstarvið í fjør. Vit fara aftur um flokkin, sum er fortreytin fyri, at sjálvstýrissamgongan helt fram BAKGRUND Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo 6. juni í fjør skrivaðu Fólkaflokkurin, Tjóðveldis- flokkurin, Sjálvstýrisflokk- urin og Miðflokkurin undir samgonguskjalið. Herróp- ini vóru sjálvstýri, sosial trygd og framburður. Valið var 30 apríl, men ikki fyrr enn 6. juni varð samgongu- skjal endaliga undirskrivað. Henda góða mánað vóru nógvir samgongumøgu- leikar havdir á lofti, men úrslitið var, at sjálvsstýris- samgongan frá 1998 samd- ist um at leggja Miðflokk- urin afturat sær, og harvið framhaldandi tryggja av- gerandi meirilutan í løg- tinginum Tað gjørdist tíðliga føroy- ingum greitt, at partin við sosialu trygdini hevði nýggi flokkurin í sam- gonguni fingið við í sam- gonguskjalið. Miðflokkurin kom alt fyri eitt í andglettinum við sterkum úttalilsum um fosturtøku og samkynd, sum vaktu mikla øsing millum stóran part av før- oyingar. Fjáltur kom á nógv fólk, tí stór óvissa varð um, hvat flokkurin við avgerandi atkvøðuni hjá samgonguni ætlaði at nýta sína ávirkan til. Miðflokk- urin dylir ikki fyri, at hann ætlar troyta teir møguleikar, sum flokkurin fær sum av- gerandi atkvøða í tinginum Miðflokkurin hevur, síð- an valið í fjør, rættiliga ver- ið í fokus. Við jøvnum mill- umbili hevur flokkurin sagt sína hugsan um samkynd, fosturtøku, rúsdrekka og pornografi. Hetta eru evnir, ið størsti parturin av føroy- ingum hevur eina støðu til, og áskoðanirnar hjá Mið- flokkinum fella ikki í góða jørð hjá nógvum føroying- um. Nýggjasta skotið hjá Miðflokkinum er aftur- vendandi kjakið um fostur- tøku. Bill Justinussen, landsstýrismaðurin í heilsumálum, sendi í farnu viku kommunulæknunum eitt skriv um at teir skulu fylga gjøllari ásetingunum um fosturtøku. Javnan, tá Miðflokkurin sigur sína hugsan um etisk mál sum fosturtøka og samkynd, reisa fólk, ið ikki taka undir við sjónarmiðjunum hjá flokkinum, spurningurin, um hetta er prísurin, før- oyingar skulu gjalda fyri at núverandi samgongu fram- haldandi skal sita við polit- iska valdinum. Fyri at koma nærri at skilja lítla flokkin við stóra valdinum, hava vit valt at fara afturum Miðflokkin. Sum politiskur flokkur, ið byggir á kristiligu lívsá- skoðanina, er Miðflokkurin heilt serligur í føroyskum høpi. Hjartamálini hjá flokkinum eru fyrst og fremst bygd á etisk mál, og tískil víkir Miðflokkurin heilt frá øðrum politiskum flokkum í Føroyum. Baldrut søga Søgan við kristiligum flokkum í Føroyum er rættiliga baldrut. Eitt eyðkenni við kristiligu flokkunum er, at teir eru klovnaðir fleiri ferðir. Kristiligi Fólka-Føroya- Framburðs og fiskivinnu- flokkurin (KrFFFF) kom fyri fyrstu ferð á ting í 1984. Flokkurin var ein samanrenning av Fram- burðs- og fiskivinnuflokk- inum hjá Kjartan Mohr og Adolf Hansen, og fólkum, ið vildu hava ein kristiligan flokk. Flokkurin fekk tí heldur langa navnið Kristiligi Fólka-Føroya-Framburðs og fiskivinnuflokkur. KrFFFF var fyrsti flokkurin í Føroyum, ið segði seg fyrst og fremst arbeiða fyri, at kristiliga lívsáskoðanin fekk størri rúmd í føroysk- um politikki. Fyrstu ferð flokkurin klovnaði var stutt eftir valið í 1984, tá Adolf Hansen tók seg úr flokkinum, og setti Framsóknarflokkin á stovn. Í 1991 var aftur galið. Stríð tók seg upp millum Niels Paula Danielsen og Tord Niclasen um, hvørja kós, KrFFFF skuldi hava. Endin var, at flokkurin klovnaði enn einaferð, og Tordur Niclasen valdi at seta Miðflokkin á stovn. Fyrst í nítíárunum vóru sostatt tveir flokkar í ting- inum, ið søgdu seg arbeiða eftir kristiligu lívsáskoð- anini. Fram til 1998 høvdu báðir flokkar umboðan í løgtinginum, men eftir løgtingsvalið í 1998, hevur bert Miðflokkurin verið umboðaður. KrFFFF er ikki virkin longur, og tískil er bert Miðflokkurin, ið hevur eina stevnuskrá, ið fyrst og fremst arbeiðir eftir kristnu lívsáskoðanini. Í stevnu- skránni er stórur dentur lagdur á familjupolitikk, har kjarnufamiljan verður mett at verða rætta sam- felagsmynstrið fyri borgar- arnar. Flokkurin arbeiðir mið- víst ímóti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, og er hart ímóti fosturtøku. Á skúlaøkinum skal kristni undirvísingin raðfestast høgt. Liggur í miðjuni í floksskipanini Í politisku skipanini verður Miðflokkurin vanliga flokkaður í miðjuni. Í stutt- um kann sigast, at Mið- flokkurin er konservativur og sosialur við stórum denti løgdum á tey kristiligu virðini. Vanliga bera flokk- ar í miðjuni í Føroyum orð fyri at hava stórt vald. Sjálvsstýrisflokkurin er eitt frálíkt dømi, tí hóast lítil í stødd, hevur flokkurin verið í flestum samgongum í Før- oyum gjøgnum tíðina. Um sama støða er gald- andi fyri Miðflokkin er tor- ført at siga nakað um, tí flokkurin er nýggjur, og hevur bert verið í einum samgongusamstarvi. Kort- ini skerst ikki burtur, at Miðflokkurin hetta val- skeiðið, sum avgerandi at- kvøða hjá sjálvstýrissam- gonguni, hevur fingið sett sítt merkið í samgongu- skjalið, har fleiri aðalmál hjá flokkinum er høgt rað- fest. Ætlar sær tingmann í Eysturoyar valdømi Miðflokkurin stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtings- valið í 1994. Øll løgtings- valini hevur flokkurin still- að upp í øllum sjey valdøm- unum. Flestu valevnini eru uppstillað í Suðurstreymi og Eysturoy, ið eru tey størstu valdømini. Flokk- urin stendur seg eisini best júst í teimum valdømunum. Jenis av Rana hevur havt sess í tinginum síðan 1994, og hann hevur øll árini verið meir enn nakar annar verið myndin hjá flokkin- um úteftir. Valið á Bill Justinussen sum landsstýrismann, og ikki Jenis av Rana, er óivað gjørt við tí fyri eyga, at flokkurin ætlar sær ein tingmann í Eysturoynni komandi løgtingsval. Sammett við aðrar flokk- ar, er ilt at síggja fleiri stríðandi vengir eru í Miðflokkinum. Óivað er tað tað andaliga og kristi- liga, ið knýtir limirnar sam- an í flokkinum. Kristiliga umhvørvið í Føroyum verður oftað sagt at vera spjatt, og í Mið- flokkinum eru limir úr fleiri ymiskum samkomum, men kortini er eingin innanhýsis ósemja at fáa eyga á. Eftir innanhýsis stríðið fyrst í níti árunum í KrFFFF, ið endaði við, at Miðflokkurin varð stovnað- ur, hevur ikki verið nógv rumbul í kristiligu flokkun- um í Føroyum. Hóast lim- irnir úr Miðflokkinum eru úr ymiskum kristiligum umhvørvi, tykjast teir samdir um yvirskipaðu málini hjá flokkinum. Kristiligt íslett í øðrum flokkum Kristiligu flokkarnir í Føroyum hava aldrin fingið stóra undirtøku millum før- oysku veljarar. Kjarnuvelj- ararnir hjá Miðflokkinum eru óivað at finna í fríkirkj- unum kring landið. Kortini stendur undir- tøkan hjá Miðflokkinum als ikki í mát við samlaðu undirtøkuna, ið fríkirkjur- nar hava í Føroyum. Or- søkin er helst, at limir í frí- kirkjum í Føroyum atkvøða fyri øðrum flokkum, enn Miðflokkinum, Hetta kann tykjast løgið hjá summum, tí hóast alt er Miðflokkurin einasti flokkur, ið sigur seg fyrst og fremst arbeiða fyri kristiligu lívsáskoðanini. Høvdu fríkirkjurnar stað- ið saman um Miðflokkin, hevði flokkurin staðið seg væl betur, enn hann ger í dag. Kortini er tað ein sann- roynd, at allir flokkar í løg- tinginum í dag hava kristi- ligt íslett í sær. Hetta sæst týðuliga, tá sonevnd etisk mál eru á skránni tinginum. Tingmenn við kristiligum tilknýti, ið umboða aðrar flokkar enn Miðflokkin, leggja ikki fingrarnar ímillum, og taka ofta undir við sjónarmiðjunum hjá Miðflokkinum. Í hesum bólki kunnu nevnast, Alfred Olsen, Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni, Gerhard Logn- berg, Jákup Mikkelsen og Rúni Hentze, ið allir hava tilknýti til kristiliga um- hvørvið, men umboða aðrar flokkar enn teir kristiligu. Hóast tað kundi verið ein ynskistøða hjá Miðflokkin- um, at fingið savna allar kristiligu kreftirnar í før- oyskum politikki í flokkin, so er siðvenjan við kristi- ligum ísletti í øllum flokk- um gomul, og verður ikki løtt at bróta niður. Minnir mest um kristiligu flokkarnir í Norðanlondum Hyggja vit út um landodd- arnar, so eru kristiligir flokkar at finna í flestum londum í Evropa. Tað er kortini rættiliga ójavnt, hvussu teir verða skipaðir og eru í stødd í teimum ymisku londunum. Størstu kristiligu flokkarnir eru í Italia og Týsklandi, ið fleiri ferðir hava sitið við stjórn- arvaldið. Kristiligu flokkarnir í Føroyum minna tó mest um teir norðurlendsku í stødd. Vit hava staðfest, at før- oyski Miðflokkurin vanliga verður bólkaður í miðjuni í føroysku floksskipanini. Í Noregi og Svøríki verða Kristeligt Folkeparti og Kristen demokraterna bólk- aðir sum mið-høgra flokk- ar. Í báðum londum hevur Javnaðarflokkurin verið einaráðandi eftir annan veraldarbardaga, meðan kristiligu flokkarnir í No- regi og Svøríki hava, saman við øðrum flokkum, roynt at skapa ein mótblokk til sterku Javnaðarflokkarnar. Í Danmark líkist støðan tí føroysku. Kristiligt Folke- parti er ein typiskur mið- flokkur, ið kann samstarva bæði við Sosialdemokratiet og teir borgarligu flokkar- nir, og hevur eisini gjørt tað. Kristuligu flokkarnir í Svøríki, Danmark og Før- oyum hava til felags, at teir eru rættiliga smáir. Tað hevur fleiri ferðir verið um reppið, at kristiligu flokkar- nir ikki hava fingið nóg stóra undirtøku til at fáa umboðan í tingið. Í Noregi er kortini støðan heilt øðrvísi. Kristiligi flokkurin er stórur, og stendur seg vanliga rætti- liga væl. Í dag situr kristi- ligi fólkaflokkurin í Noreg við Kjeld Magne Bondevik sum forsætisráðharra við stjórnarvaldinum. Ein or- søk til, at Noreg hevur ein sterkan kristiligan flokk er at finna í kristiliga arvin- um. Svøríki og Danmark eru uttan iva mest verðsligu samfeløgini í Norðanlond- um. Noreg hevur, saman við Føroyum, tvørturímóti ein sterkan kristiligan arv. Í Noregi og Føroyum hevur samfelag og kristiliga lívið gingið hond í hond, har kristindómur hevur verið mettur at vera ein náttúrlig- ur partur av gerandisdeg- num. Eitt eyðkenni við kristiliga umhvørvinum í londunum báðum er, at fólk eru skjót at standa saman ímóti eini verðsliggering av samfeløgum teirra. Hetta er ikki galdandi í Svøríki og Danmark, har samfelag og kristiliga lívið eru atskild. At Svøríki og Danmark verða mett at vera meira verðslig enn Noreg, hevur við sær, at tað er væl torførari hjá einum kristiligum flokki at fáa fótafesti í Danmark og Svøríki enn í Noregi. Danir sama trupul- leika sum Mið- flokkurin Eins og í Føroyum hava aðrir flokkar í danska fólkatinginum enn Kriste- ligt Folkeparti eitt kristeligt íslett í sær. Systkini Mar- grethe og Svend Auken, ið umboða SF og Sosial- demokratet, hava sterkt til- knýti til donsku fólkakirkj- una. Flokkurin Venstre hev- ur eisini gjøgnum tíðina havt nógvar kristiligar velj- arar. Fyrrverandi forsætis- ráðharrin hjá Venstre, Poul Hartling, var útbúgvin prestur, og tað varð sagt, at stórur partur av hansara veljaraskarða kom úr kristi- liga umhvørvinum So seint sum seinasta fólkatingsval, vórðu tveir prestar valdir í fólkatingið. Teir báðir Søren Krarup og Jesper Langballe vórðu valdir fyri Dansk Folke- parti, so siðvenjan við prestum í donskum poli- tikki heldur fram. At aðrir flokkar fara við sonevndum kristiligum veljarum ger tað ikki lættari hjá kristiligu flokkunum. Tað er avgjørt ein orsøk til, at flokkurin í Danmark eru so lítil-eins og Miðflokkurin. Serligur føroyskur retorikkur Eftir at hava samanborið Miðflokkin leystliga við flokkarnar í Norðanlond- um, fara vit at hyggja nærri at, hvussu føroyski Mið- flokkurin ber síni sjónar- mið fram í politiska kjakin- um. Javnan hoyrist millum manna, at retorikkurin hjá flokkinum er rættiliga hvassur, samanborið við aðrar kristiligar flokkar í eitt nú í Norðanlondum. Fólk hava sett spurning við, um politikkurin hjá Miðflokkinum ikki ofta hevur ein meira missiónsk- an dám enn politiskan dám, tá etisk mál eru á skránni. Hinir kristiligu flokkarnir tykjast lata nógv meira um seg ganga, enn okkara kristiligi flokkur í Føroy- um. Sjálvsagt skal hetta síggjast í ljósinum av, at Norðanlondini sum heild eru meira verðslig enn Før- oyar. Eitt annað eyðkenni við Miðflokkinum er, at hann hevur ilt við at virðurkenna onnur virðissett enn hans- ara egnu. Kjakið um sam- kynd, fosturtøku, rúsdrekka og pornografi tykjast ofta hava meira fólkaligan og sakligan dám í øðrum lond- um, meðan Miðflokkurin í Føroyum ikki viðurkennir aðrar áskoðanir, og vil ikki kjakast um málini á sama hátt, sum vit síggja aðrar kristiligar flokkar gera tað. Fyri at finna líknadi reto- rikk sum tann hjá Mið- flokkinum, eru vit noydd at leita okkum yvir til Amerika. Í bíbliubeltinum eru eitt ótal av kristiligum rørslum og bólkum. Bólk- arnir eru harðliga ímóti fosturtøku, samkyndum, pornografi og rúsdrekka. Kristiligu bólkarnar í bíbliubeltinum vilja endur- finna gomlu virðini og eru hart ímóti tí verðsligu humanismuni. Samkynd, fosturtøka, pornografi os.fr. verða sædd at oyði- leggja kjarnu familjuna, og tí mugu tey undir ongum umstøðum fáa fastartøkur í Amerika. Gomlu virðis- normarnir skulu innførast, og meinlíkt Miðflokkinum er virðisettið ókjakbart,og humanisman má fyri alt ikki fáa fótafestið. Lítil flokkur við stórum valdi Jenis av Rana hevur umboðað Miðflokkin á tingið síðan 1994. Hann hevur øll árini verið meir enn nakar annar myndin úteftir hjá flokkinum. Undir hansara leiðslu hevur Miðflokkurin hetta valskeiðið fingið fleiri aðalmál hjá flokkinum høgt raðfest í samgonguskjalið Mynd: Jens Kristian Vang Bill Justinussen er fyrsti landsstýrismaður hjá Miðflokkinum. At valið fall á Bill og ikki Jenis av Rana sum landsstýrismann í heilsumálum er óivað gjørt við tí fyri eyga, at Miðflokkurin ætlar at vinnar sær ein tingsess afturat komandi løgtingsval. Hesin skal helst eftir ætlan finnast í Eysturoyar valdømi. Mynd: Maria Olsen C M Y K 9 8