mikudagur 15. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 195 - 15. oktober 2003
Nr. 195 - 15. oktober 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í sambandi við at
Bjarni Olsen, stjóri í
Føroya Sparikassa,
fylti 50 ár mánadagin
13. oktober, var
móttøka í Spari-
kassanum Yviri við
Strond hendan dagin
Nógv fólk vóru komin
saman mánadagin 13. okto-
ber til móttøkuna hjá
Føroya Sparikassa í sam-
bandi við at annar av stjór-
unum, Bjarni Olsen, fylti
50 ár hendan dagin.
Bjarni Olsen er útbúgvin
Cand. Scient.Oecon. Hann
var stjóri á Hagstovu
Føroya í 10 ár, áðrenn hann
kom til Føroya Sparikassa,
har hann gjørdist stjóri í
1999, samstundis sum Mar-
ner Jacobsen gjørdist for-
stjóri.
Bjarni er eisini kendur
sum fyrrverandi formaður í
Búskaparráðnum og sum
skrivari í Fíggingargrunn-
inum.
Teir sum hildu talur á
føðingardegnum hjá Bjarna
vóru: Tórmund Joensen,
næstformaður í nevndini í
Føroya Sparikassa, Marner
Jacobsen, forstjóri í Føroya
Sparikassa, og Klæmint
Olsen, beiggi Bjarna.
Tórmund Joensen segði
m.a. at úti í heimi verður
ofta tosað um, at nú er hetta
ella hatta rákið fyri, hvat
ein stjóri skal duga, og
hvussu hann eigur at bera
seg at, men í síðsta enda er
eitt tað mest avgerandi, at
ein stjóri er ein heilur
persónur, at hann dugir at
formidla og lurta. Og júst
hesa fyrimynd, um vit so
kunnu siga, halda vit í
nevndini, at tú Bjarni - við
tínum blíða og opna sinna-
lagi - livir sera væl upp til.
Marner Jacobsen segði
m.a. at tað sigst, at hvørt
ártíggju hevur sína charmu
- og nú hevur Bjarni rundað
tey fyrstu 5 ártíggjuni, og
fer nú inn í sítt 6. ártíggju.
Hyggja vit eftir, so er ikki
so lítið komið av skaftið.
Vit
í
Sparikassanum
kenna teg, Bjarni, sum
vinaligan og dugnaligan -
tú hongir teg ikki í detaljur,
og hevur altíð familjuna og
starvsfólkini fremst í hug-
anum. Yvirhøvur hevur tú
fyrst og fremst áhuga fyri
menniskjum.
Ættarbond
hava tín stóra áhuga, og
minnið hevur tú sum fáur.
Og tá tað kemur til at kenna
fólk, ert tú sum tikin úr
leikum. Hetta eru alt egin-
leikar, ið eru sera góðir í
tínum starvi og við tínum
ábyrgdarøkjum.
Beiggi Bjarna, Klæmint
Olsen, var tann sum kendi
hann best, og segði hann frá
barnaárunum, og øllum tí
teir høvdu havt saman.
Umleið tvey hundrað
fólk vóru til móttøkuna í
Sparikassanum.
Bjarni Olsen 50:
Móttøka í Føroya Sparikassa
Fyrrverandi og núverandi
sparikassastjórar,
f.v. Jóhan K. Joensen,
fyrrverandi sparikassastjóri,
føðingardagsbarnið, Bjarni
Olsen, sparikassastjóri, og
Marner Jacobsen, forstjóri í
Sparikassanum
Mynd: Maria Olsen
Per Aakjær, Kirstin Jacobsen og Bjarni Olsen
Mynd: Maria Olsen
Familjan var eisini við til móttøkuna, f.v. Bjarni Olsen, konan, Berit, og dóttirin, Doris Helena,
og synirnir Árni Karstin og Høgni Janus
Mynd: Maria Olsen
Bankastjórar tosa saman, f.v. Marner Jacobsen saman við Jørn Astrup Hansen og Janus Petersen,
stjórum í Føroya Banka
Mynd: Maria Olsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. oktober. Heiðveig, deyð í 1243. Hon var greivadóttir úr Bayern og giftist hertoganum Heinriki I í Slesiu. Bygdi
fleiri sjúkrahús og kleystur. Gav seg sjálv í nunnukleystur, har hon doyði. Varð skírd halgikvinna í 1267.
Heiðveig er føroyska navnið fyri Hedvig.
Upprunaliga týskt, samansett av tveimum orðum, sum merkja stríð og víggj.
Saknið tungan harmin vekur
at so dátt vit mistu teg,
Harrin gevur, Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist tann,
lívsinsgátu grunda kann;
Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
Hesi orð fingu vit av sonnun at sanna, tá
tú so bráðliga var tikin frá okkum. Eftir
sita vit spyrjandi við longsli og sorg í
hjarta. Hví skuldi Várharra taka teg frá
okkum nú, hví kundi tú ikki vera her hjá
okkum longur? Svarið uppá hendan
spurning fingu vit í kirkjuni, tá ið prestur
helt andakt yvir tær; "Hennara stríð er at
enda komið". Eftir sita vit við ugganum
av hesum orðum, tú mátti sleppa heim til
títt hvíldarstað, tí títt stríð var at enda
komið og nú hevur tú enduliga fingið
hvíld frá allari sjúku og sorg - og tað
hevur tú so sannuliga uppiborið.
Líkamikið hvussu sjúk tú enn var ella
hvussu stormar á teg leiktu, so hevði tú
altíð tíð til okkum, og vart tú eisini altíð
klár við eini hjálpandi hond. Altíð tókst
tú øll onnur fram um teg sjálva, og líka
mikið hvussu nógv varð lagt á tínar herð-
ar, so gavst tú aldrin upp, men tolin
stríddist tú ímóti øllum, sum var lagt á
herðar tínar. Fáur man tann vera, sum
hevur borið so nógv sum tú og hóast tað
megna at kempa og yvurvunnið so nógv
og samstundis haft yvirskot og orku til at
ugga og troysta okkum onnur.
Saknurin er stórur eftur teg, og eitt
tómrúm er nú eftir sum aldrin aftur verð-
ur fylt, tí eingin og einki kann taka títt
pláss. Eftir hava vit minnini og tey eru
mong og góð. Tú hevur sannuliga lært
okkum aldrin at geva upp, tí vit fáa ikki
meira at bera enn vit megna, tað er tó
lættari sagt enn gjørt, men betur læru-
meistara enn júst teg kundu vit aldrin
fingið. Títt pláss er tómt, men ikki kalt.
Vit vita at tú enduliga ert komin heim til
tín einglaflokk, og tú vekir yvur okkum,
eins og tú gjørdi her á fold.
Saknurin er eisini stórur hjá Niels og
Karl, nú teir hava mist ommu sína, og tað
er ikki lætt. Nógvir spurningar koma um
hvar Nain-omma er, og um hon kemur
aftur og hjá lítlum børnum er tað ikki lætt
at skilja, eins og vit vaksnu ikki heldur
skilja alt. Tú vart ein góð og kærleiksfull
omma, sum altíð hevði tíð til tínar lítlu
einglar - ofta gloymdi tú alt rundan um
teg, og tað sást hvussu tú lívgaðist upp, tá
ið Niels og Karl komu út til Sørvágs.
Altíð vart tú klár at vera dadda og gleddi
tú teg eisini nógv til at blíva omma aftur
í januar, at tú ikki skuldi vera her og
uppliva tað saman við okkum, droymdi
eingin av okkum um, men tú hyggur stolt
niður til okkara, tá tann dagur kemur.
Ja, ikki ert tú longur okkara millum,
men tú ert farin heim til Várharra og
heim til tey kæru, sum tú misti her á fold.
Men vit vita, at vit aftur ein dag skulu
hittast og tá vil hvørki sorg ella myrkur
okkum raka.
Vit vilja siga tær takk fyri alt tú vart
fyri okkum, takk fyri tín kærleika og takk
fyri alt tú hevur lært okkum. - Vit síggjast
aftur ein dag.
Kæra barnið, vit tær siga
várt farvæl á síðstu ferð,
uggast vit tó inniliga,
tú nú ein Guðs eingil er,
Sum til Guðs er komin heim
millum einglafjølda gleim,
har vit aftur skulu finnast
ævinliga har at ynnast.
Við hesum orðum lýsa vit frið yvir
minni um elskaðu konu, mammu, ver-
mammu og ommu okkara.
Kalle, Annika og John-Heri
v/ familju
Minningarorð um elskaðu konu, mammu,
vermammu og ommu okkara
Naina Soll
Sørvágur
f. 27. desember 1948 - d. 31. august 2003
Í dag eru liðin fimmti ár
síðani, at Sunnvá Christian-
sen í Havn byrjaði sum
krambakvinna í Gamla
Bókhandli í Havn – 14 ára
gomul og júst liðug við
skúlan.
Sunnvá er dóttir Edvard
og Biritu Lindenskov í
Havn. Hon var gift við
Terja
Dal-Christiansen,
sum doyði í november
2000, og áttu tey børnini:
Rosu Bergittu, Kára, Sofus
og Hans Áka.
Meginpartin av seksti-
árunum búðu Sunnvá og
Terje í Danmark, men so
skjótt tey fluttu heimaftur,
fór Sunnvá aftur í Bók-
handilin at arbeiða – og
hevur starvið í bókhandlin-
um verið hennara lívsstarv
– hon hevur ikki verið aðra-
staðni.
Sum barn var Sunnvá
von at koma í húsið hjá
Hans í Bókahandlinum og
Kate,
ommusystirin
í
Nýggjustovu var vermóðir
Hans, so tann kendskapurin
hevur kanska gjørt sítt til,
at hon á sinni kom í Bók-
handilin.
Og tey, sum eru von at
keypa í Gamla Bókhandli
kunnu eisini sanna, at
krambakvinnurnar har eru
týdningarmikil partur av
ímyndini av hesum gamla
handlinum
í
søguríka
gamla real- og læraraskúl-
anum.
Petur á Hvítanesi
90 ár
Leygardagin 11. oktober
fylti Petur Danielsen, van-
liga nevndur Petur á Hvíta-
nesi, í Havn 90 ár.
Petur er av Hvítanesi,
foreldrini vóru: Inga, f.
Joensen, ættað av Sundi, og
Dánial Danielsen, vanliga
nevndur Dánial á Hvíta-
nesi. Familjan flutti til
Havnar at búgva, tá Petur
var um 15 ára aldur.
Petur sigldi frá ungum av.
Hann er útbúgvin skipari
og førdi fleiri skip sum t.d.
Hvítanes, sum hann sjálvur
var partaeigari í. Hann
mátti gevast at sigla tá eyg-
uni fóru at bila, hann var tá
umleið 60 ára gamal.
Petur giftist við Signhild,
f. Rasmussen, av Skála,
dóttir Rakul, f. Joensen,
ættað av Skælingi, og Palla
Rasmussen, vanliga nevnd-
ur Skála Palli.
Signhild og Petur fingu
fýra børn: Dánial Paula,
sum doyði í 1994, 57 ára
gamal, Regin, Janu, og
Petur, sum doyði í 1995, 46
ára gamal.
Tey eiga 11 ommu- og
abbabørn og 26 langommu
og langabbabørn
Signhild og Petur hava
búð við Grønlandsvegin í
Havn, men fyri umleið
tveimum árum síðan fluttu
tey bæði inn á Sambýlið,
Oman Hoydalar 6 í Hoyvík,
at búgva.
Hóast høgan aldur er
Petur væl fyri og fylgir væl
við tí sum fyriferst rundan
um hann og í samfelagnum
sum heild.
Sunnvá Christiansen 50 ár
í Gamla Bókhandli
C
M
Y
K
13
12