Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið Ð Vikuskiftið Síða 15 bode, sum hevði styðjað uppreisturin, varð rænt, abbatin tíkin til fanga, og nógvar av kleystursins ognum seldar Trúbótin Nú kom ein hvirla fyri og onnur eftir. Í stríðnum mill um Eysturríki og Brabant (1488-89) var kleystrið aft ur fyri ráni og oyilegging Tann 24. oktober 1499 sló toran niður, so kleystur kirkjan brendi. Trúbótini á baki komu tær tiltíknu myndaknasingarnar. Tann 24. august 1578 herjaðu myndaknasarar Averbode rændu allar gripir, teir sóu og jagstraðu íbúgvarnar úr kleystrinum Undir Mathias Valentyn (abbata 1591-1635) varð farið undir at byggja kleyst rið uppaftur, sambært tí endurnýggjandi andanum í móttrúbótini. Serligur dent ir varð lagdur á gransking og undirvísing. Og aftur komu tvær øldir við friði og blóman. Í 1672 var tann nýggja kleysturkirkjan, bygd í barokkstíli, liðug Arkitekturin var Jean van den Eynde. Somuleiðis vórðu bygd nýggj kleystur og tænastuhús Tann franska Sítt ógvisligasta glappakast fekk Averbode orsakað av tí fronsku kollveltingini Eftir at kollveltingarherurin hevði vunnið á Eysturríki í stríðnum við Fleurus, varð Belgía í 1794 innlimað tí tað franska tjóðveldið. Tann 10. september 1796 beyð direktoriið at avtaka øll kleystur. Árið eftir varð Av- erbode ognartikid og aftur- latið, og kleysturins hús og ognir lýstar til sølu. Teir 92 kleysturbúgvarnir fóru í út- legd. Ikki fyrr enn kongaríkið Belgia í 1830 varð sett á stovn og fekk eina grund- lóg. sum tryggjaði øllum borgarum rætt til at taka seg saman í felag, bar til at byrja av nýggjum. Seks av teim- um tólv, sum tá livdu eftir av tí upprunaliga kleystur- samfelagnum, fóru í 1834 - 700 ár eftir kleystursins stovnseting - at byggja Av- erbode upp aftur á teimum gomlu toftunum. Ein 18. aldar Tá ið Gummarius Crets (1858-1943) í 1887 varð valdur til abbata í Averbode, byrjaði eitt nýtt kapittul í kleystursins søgu. Doktar- aritgerðin hjá Crets vísti, at hann hevði vísindaligar gávur og kundi avrikað stór- verk í gudfrødi. Men tå ið hann bleiv abbati, legði Crets alt vísindaligt arbeiði til viks og halgaði eftir tað kleystrinum hug og sál Hann fór undir eitt stórt og drúgt umbótararbeiði. Kleystursins málningar vórðu restaureraðir og bygningarnir umvældir. Tað var eisini undir leiðsl- uni hjá Crets, at kleystrið fór undir trúboðaravirki í Brasilia og Danmark. Crets var ein Ogvuliga hyggin og samvitskufullur abbati. Við síni tignarligu medferð var hann ein 18. aldar katólskur prelatur. Arini 1922-37 var Crets meginabbati fyri ti norbertiansku munkaregl uni. Eingin annar abbati i Averbode hevur havt hetta tignarliga starv Leysur frá ni Crets var ikki ein abbati sum krógvaði seg burtur Hann var dagliga at síggja uttanfyri á kleystursumráð inum. Tað er tí eingin ivi um, at Janus hevur kent henda mann og skift orð við hann. Tíverri er einki fest á blað um, hvat hesir báðir bæði lærdu og eitt sindur løgnu - stakmenn hava tos að um Men tað er týðiligt, at Janus hevði sera stóra virð- ing fyri hesum manni, sum sambært Janusi, var „klók ur, mildur og lærdur“. Bette Rasmussen fortaldi fyri mær, at Janus var so hug tíkin av Monsignore Crets, at tá ið Hansara Harradómur gekk fram fyri altarið, sýnt ist tað fyri Janusi, sum var hann „leysur frá jørdini"” Waterioo Janus fór úr Averbode tann 22. oktober 1932. Dagin fyri sendi hann Hans Andri- asi soljóðandi brævkort, skrivað á fronskum. Tað ljóðar soleiðis í føroyskari týðing: Í morgin fari eg hidani til Bruxelles. Í hesum kleystri havi eg havt nakrar púra 6- gloymandi dagar. Notið dámligan og mentaðan blíð- skap. Eg hugsi um at fara úr Bruxelles til Paris. Úr Waterloo fari eg at senda tær eitt postkort við orðu- num hjá garduni í sínum síðsta stríði. Ur Hamburg til Keypmannahavnar = vid flogfari. Heilsan J.H.O.D. Parísferðin hjá Janusi varð helst av ongum. Ur Brux- elles fór hann til Waterloo, har hann stóð undir leyvu- standmyndini á Waterloo- fløtuni. Hann var eisini inni á savninum, har hann hitti eina 70 ára gamla konu, sum hevði verið har og for- talt um bardagan við Wat- erloo „frá hon var 12 ára- gomul“. Úr Waterloo sendi hann Hans Andriasi eitt kort. Og í brævkorti til Mariu Mikk- elsen sendi hann, sitandi undir „ljónsins hala“, vin- konu síni „kvøðu Guds og mína“. A heimferðini steðgaði Janus eitt bil í Køln og var m.a. inni í tí stórfingna Kølner Dom. Sum tað skilst fór Janus við flogfari heim- aftur úr Hamburg til Keyp- mannahavnar. Gloymdi ongantíð Averbode Janus gloymdi ongantíð kórprestarnir í Averbode og tann frið og blíðskap, hann neyt í kleystrinum. Henda tíðin í Belgia á heysti 1932 varð standandi í huga hans ara sum ein av teimum fáu tryggu havnum, har hansara lívsskip eitt skifti hevði ver- ið í lívd Tann 11. november 1932 greiddi hann í Føroyinga- felag frá ferðini - kleyst- urkirkjuni, sum „var nakað av tí vakrasta hann nakran- tíð hevði sæð“, og lívi munkanna „í bøn og arbeið í kirkjuni og á markini og á bibliotekinum“. Eina tíð hevði hann brævaskifti við vinir sínar, Cornelius Ver hoef og Xavier Broes. Hann sendi teimum eisini gávur m.a. útklipp úr blødum Fiskurin frá Jens Klæminti Bæði flogferðin og steðg urin í kleystrinum tykjast at hava verið ókeypis. Og Jan us var ógvuliga takksamur móti øllum, sum høvdu gjørt hetta ævintýrið møg uligt. Hann skrivaði tí til Jens Klæmint Isaksen og bað hann senda sær nakað væl av fyrsta floks klipp- fiski. Fiskurin kom og varð goymdur í einum skúri úti í garðinum í Breidugøtu Um hetta mundið vóru Arnold Dahl-Christiansen og Alvur Johannesen komn- ir at búgva í Breiðugetu Hvønn leygardag fingu teir báðir ungu leigararnir til ar- beiðis at taka fiskin inn í køkin, pakka hann so noss- liga sum gjørligt, og súkla út í býin við pakkunum til Janusar ymisku vælgerðar- fólk. Meðan teir pakkaðu fiskin, skipaði Janus fyri, við sigar í aðrari hondini og portara í hinari Takkarbrævið til Crets Millum teir hepnu móttak- ararnar var stjórin fyri tí danska flogfelagnum. Tann størsta sendingin fór kortini til sjálvt kleystrið Averbode - 84 pund av klippfiski! Henda stórfingna gávan varð send tann 25. februar 1933. Sama dag skrivaði Janus eitt takkarbræv á lat- íni - epistola lingua latina scripta - til Monsignore Crets. Tíverri hevur íkki eydnast mær at fáa fatur á upprunabrævinum. Men til er eitt handrit, sum antin er ein kladda ella ein avskrift. Handritið ljóðar soleiðis í føroyskari týðing: Monsignore Crets Abbedij Averbode I dag havi eg undir heiti tygara sent år Keypmanna- havn til kleystrid Averbode 84 pund (42 kilo) av turk- aðum fiski sum eina lítla og eyðmjúka gávu, ið ber fram mína stóru tékk fyri tað gestablídni, mær varð víst í kleystrinum Averbode. Dagarnir í Averbode bóru mær, við tað at eg hevði samrødur við fedrarnar og lýddi á tann heilaga sangin í kirkjuni og skoðaði ta heil- agu kirkjutænastuna, frið og fara altíð at verða goymdir í mínum huga. Tað er mín vón at veita kleystrinum eina slíka gávu á hverjum ári. Ver heilsaður høgtlærdi og háttvirdi faðir. Livi tann stríðandi kirkj- an, tann líðandi og viðhvert sigrandi, tann heilaga, al- menna kirkjan. Hetta brævið skrivaði J. D. tann 25. februar í árinum 1933. Munkarnar vatnaðu fiskin frá Jens Klæminti út, og teimum tykist at hava dám- að hann væl. Hvussu teir gjørdu hann til - um teir eitt nú brúktu leyksmelt ella gjørdu okkurt slag av bac- alao ella bara ótu fiskin sum hann var, við ongum aftur- við - sigur søgan einki um. Barbaranna innreið Hjá einum nútíðarmenn- iskja er Ogjørligt at hugsa um Janusar Averbode-ferð uttan at seta hana inn í ein tíðarkarm. Um tað mundið Janus fleyg til Hamburg, æt kanslarin í Týsklandi Franz von Papen. Tá ið Janus eitt hálvt ár seinni sendi klipp- fiskin til Averbode, æt kanslarin Adolf Hitler. Eftir stuttari tíð var ein pol- itiskur leikur farin fram, sum ruddi slóð fyri 2. heimsbardaga. Nazistarnir herjaðu fram - við frælsis- týning, mentunarsorlan, bókabálum og jødajagstran. Nåtidin burturfjarað Tað er óhugsandi, at Janus - tann dúgligi og gløggi blaðlesarin - ikki hevði eyg- Monsignore Crets, klæddur í >la Cappa magna«. Málningur eftir L. Crepin 1932 uni eftir hesi barbaranna innreið. Men tað er íkki meir enn hann letst um vón. Tann einasta viðmerking um hesi vidurskiftir, ið er til skjals, er Janusar harmur um, at Die Freistådte - Hamburg, Lúbeck og Bremen - mistu síni aldar- gomlu „lunnindi og rætt- indi“. Onkursvegna hevur tú varhugan av, at Janus við- hvert ferðast á ov høgum tindum til at gáa um smá- hendingar í 20. eld, og at eitt nú myndin av Heindriki IV., standandi berføttum í kavanum undir borgini Canossa í árinum 1077, bíð- Averbode seinast í 18. eld andi eftir fyrigeving frá pávanum Gregor VII, var meira livandi í huga hansara enn 20. aldar totaliteru bøl- menni og gerðir teirra. Hóast alt var tað kanska longsulin eftir eini katólsk- ari eindarmentan, sum long- u tá fekk sínar fyrstu rivur, ið hevði drigið hann til Av- erbode.