leygardagur 10. mai 1997síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið D Vikuskiftið Síða 19
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Hóast Marjun King Joensen
úr Leirvik, hevur arbeitt
víða um í londum í Europa,
so hevur hon ikki gloymt
sína barnalærdóm, eins og
hon heldur íkki hevur
gloymt fødilandid
Hon var tridelst av átta
systkjum, og henni dámdi
so ómetaliga væl at læra
mál. Tað var kortini ikki so
nógv mál tey lærdu í skúla-
num í Leirvík, men tá
barnaskúlin var av, fór hon
til Havnar at ganga á
handilsskúla
Tað var byrjanin til eina
langa ferð út í fremmand
lond, tó við styttri ella
longri steðgi í Føroyum
Hon hevur búð í Týska
landi, Spania, Ísrael, Frak
landi, Brussel og nú í Lond-
on
Allastaðni har hon kom
fram, leitaði hon til kristi
ligar samkomur, tí sum hon
sigur: - Eg eri kristiliga á
hugað og limur í Brødra
samkomuni. Tað hevur tí
verið fastur táttur at leita
upp evangeliskar samkom
ur, tá eg eri komin til ein bý
ella land at arbeiða, og tær
havi eg funnið allastaðni
Hitti mannin á meti í
London
Nógva ferðingin gjørdi
m.a., at Marjun Joensen
King var 43 ára gomul áðr
enn hon giftist. Hon hitti
eisini James King, børs
meklara, í kristiligari sam
komu í London. Tey giftust
fyri sjey árum síðan, og ar
beiða bæði í bretska høv
uðsstaðnum
Marjun og maður hennara
búgva í vesturbýnum, men
hava annars eini sethús utt-
an fyri býin, har tey búgva í
frítíðini
- Ætlanin var bert at eg
skuldi vera í London eina
tíð, men so hitti eg mannin
og vit giftust, sigur Marjun
- Í veruleikanum eigi eg
at flyta starvsstað oftari,
men leiðslan hevur verið
fleksibel. Nú vænti eg at
verða verandi í London
Marjun Joensen King er
útbúgvin korrespondentur í
enskum og spanskum máli,
og hevur eisini nomið sær
kunnleika í fronskum, sum
eru tey mál, ið verða mest
nýtt í ES
Hon arbeiðir fyri ES-
kommisjónina í Bretlandi,
og er skrivari hjá deildar-
leiðaranum á ES-kunning-
ardeildini í London
Uppgávur hennara eru
m.a. at hava samband við
nógvu kunningarstovurnar
og upplýsingarstovnarnar í
Bretlandi, sum hava til upp-
gávu at kunna um ES-við-
urskifti og annað arbeiði í
hesum sambandi
Onnur uppgåva er at
skipa fyri ráðstevnum, sum
ES-kommisi6nin heldur í
Bretlandi
Tá Marjun blaðung fór
til Havnar at ganga á
handilsskúla, vaks útlongs
ulin. Hon vildi so fegin læra
nýggj lond og onnur fólka
sløg at kenna. Hóast hon
ætlaði sær hægri útbúgving
Marjun Joensen King, skrivari í ES í London:
- Altíð gagnligt at
samstarva við grannar
- Teir, sum stovnaðu felagsskapin eftir seinna heimsbardaga hugsaðu, at ein
felagsskapur millum lond í Europa, kundi forða fyri at krígg brast á aftur,
sigur Marjun Joensen King, sum hevur arbeitt fyri ES kommisiónina í 18 ár
innan mál, so helt hon, at
tað fór at vera lættari, um
hon fór út í fremmand lond
at arbeiða og læra málið,
fyri síðani at fara heimaftur
at lesa víðari
Fyrsta ferðin uttanlands
gekk til Tyskaland, har hon
arbeiddi um dagin og gekk
í skúla um kveldið
- Eg fann útav, at tað fall
mær lætt at læra mál. Tá eg
hevði verið í Týskalandi í
nærum eitt ár, fór eg til Dan-
markar, síðani til Bretlands,
har eg var arbeiðsgenta hjá
eini familju
Passaði barnakonu í
Madrid
Familjan hevði vinfólk sum
bóðu meg kom við til Mad-
rid í Spania. Konan skuldi
júst hava næsta barnið, og
tey høvdu brúk fyri hús-
hjálp
Ég játtaði, og henda
ferðin gav mær møguleika
at arbeiða um dagin og læra
spanskt mál á kveldskúla
Har var eg í eitt ár. So fór
eg aftur til Danmarkar, har
eg søkti inn á Keypmans
skúlan, við mál sum ser
grein
Tá hesin skúlin var lið
ugur, fór Marjun Joensen
King til Fraklands at virka
sum trúboðari í eitt ár, og
síðani fór hon at:lesa til
korrespondent
- Nú hevur tú verið ES-
starvsfólk í 18 år Hvat held-
ur tú um ES sum heild?
- Eg eri bert ein lítil brikk-
ur í spælinum, so eg kann
bert sína mína persónligu
hugsan um hetta út frá mín-
um royndum. Ég eri fyri
samstarvi millum londini í
Europa, sigur Marjun Joen-
sen King, og vísir til orsøk-
ina fyri, at felagsskapurin í
sínari tíð varð stovnaður
- Teir, sum í síni tíð stovn-
aðu felagsskapin, stutt eftir
seinna heimsbardaga, gjør-
du tad vid ti fyri eyga, at
skapa frið millum tjóðirnar.
Tað er eisini altíð ein fyri-
munir, at kunna starva við
grannalond, sigur Marjun.
Ikki allar ES-segur
Hon veit væl, at nógvar
søgur verða smíðjaðar um
ES - og serliga í Bretlandi,
har fjølmiðlarnir liva av at
skapa stórtíðindi, hóast tað
oftast er meira villleiðandi
enn upplýsandi
Hon hevur eisini arbeitt
við at kunna bretska al
menningin um tað, sum vit
kalla mytur, eitt nú við at
veita fjølmiðlunum rættar
upplýsingar og gera rætt
ingar til tíðindi, sum ikki
hava hald í veruleikanum
- Við hvert hoyra vit ES
nevnt sum ein europeiskan
superstat, men tá eg hovri
okkara fólk tosa, so er tað
ikki um ein superstat. Tí er:
eg ikki bangin fyri, sigur
Marjun Joensen King
Ahugan fyri europeiska
felagsskapinum hevur hon
havt leingi.
Tá hon læs á Handilsskúl-
anum í Keypmannahavn, sá
hon lýsing í bløðunum, har
sekt var eftir korrespond-
entum í Brussel. Hon um-
hugsaði at søkja, men fór
fyrst heim til Føroyar at ar-
beiða, av tí at hon nú heyði
verið so leingi burtur.
- Utlongslunin kom kort
int aftur, og tá eg seinni fór
til Brussel at ferðast, hitti
eg eina danska kvinnu, sum
starvaðist í ES. Hon segði
mær, at tey júst skuldu hava
upptøkuroynd fyri fólki,
sum vóru áhugað at arbeiða
innan ES, og gav mær eitt
umsóknarblað heim við
Tá eg kom heimaftur
sendi eg umsóknina til
Brussel, og stutt eftir var eg
biðin um at koma til Dan
markar til samrødu og upp
tøkuroynd
Tók eitt år at verða
góðkendur í ES
Tad gekk væl, hóast ikki
var sloppið. Tað, at fáa star
innan ES kravdi nógvar og
nágreiniligar royndir. Eitt
nú fekk eg boð um at koma
til læknakanningar í Keyp-
mannahavn, og tå tær vóru
í lagi, vantaðu psykolog
isku kanningarnar, sum
vóru gjørdar i Viborg
Tad mesta av einum åri
gekk vid kanningum og
samrødum, áðrenn eg 15
april i 1979 fekk starv innan
ES
- Vit hava ógvuliga góðar
arbeidsumstødur. Tá vit
koma til eitt nýtt stað, er
ráðgeving tek at hjálpa okk-
um við at finna íbúð og ann-
ars at stuðla okkum. Sum
ES-starvsfólk gjalda vit bert
16 pst. í skatti
- Ein altjóða dámur er eis-
ini yvir øllum, tí har starvast
oll fólkasleg. Tað dámar
mær væl, og eg fall eisini
til beinanvegin í Brussel. Av
tí at starvsfólkið skiftir ofta,
eru nógvir felagsskapir, har
fólk hittast og læra onnur at
kenna.
- Eg meldaði meg inn í
tennisklubba og talvfelag, tå
eg komtil Brussel fyrstu
ferdina, og eg fekk eisini
vinir. Tad er so lætt at koma
í samband vid onnur, tí øll
eru í somu støðu.
Umleið 15.000 starvsfólk
arbeiða í teimum ymsu
deildunm innan ES, sum
hava til húsa í Luxemburg,
Brussel ella Strassburg.
Í Brussel arbeiddi Marjun
Joensen King í aðalstýri-
num fyri landbúnað í eitt ár
So flutti hon til aðslstýrið
fyri menning og seinastu
starvstíðina í Brussel í aðal-
stýrið fyri tilafturskomin
lond
Aftaná fýra ár í Brussel
varð Marjun útsend at:ar
beiða í Tel Aviv i Israel, har
hon var í fýra ár
Israel er ikki innlimað í
ES. men hevur - eins og
Føroyar - handilssáttmála