týsdagur 13. mai 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 88 — 13. MAI 1997
Å fyra månadar
rundferð við 35 ára
omlum báti
Sunnudagin kom Humphey Morris á Havnina úr Kirkwall. Umborð eru seks
mans, og teir fara víðari til Nordkapp um nakrar dagar
GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN
Hóast summarfrítíðin ikki
heilt er byrjað enn, so eru
kortini fyrstu „summargest-
irnir“ komnir til Føroya
Sunnudagin kom 35 ára
gamli enski báturin Hum-
phrey Morris á Havnina.
Manningin á enska bátinum
er upp á seks mans, teirra
millum ein dani
Skipari á Humphrey
Morris er enski ríkmaðurin
Rodny Hill. Rodny Hill
hevur í mong ár siglt sum
skipari á alheims høvum
Hann er reiðari, og eigur
fleiri skip. Haraftrat eigur
hann eisini skipasmiðju
Humphrey Morris varð
smíðaður í 1962. Í 1982, ella
fyri fimtan árum síðani,
keypti Rodny Hill bátin
Hann hevur verið nýttur
sum stuttleikabátur síðani
skilst
Burtur í fýra mánaðir
Tá Sosialurin vitjaði um-
borð á Humphrey Morris í
gjár, hugnaði manningin sær
við døgurdabordid. Roykt
sild var á matarlepanum
Rodny Hill, skipari,
greiddi frá, at teir seks
menninir umborð eru á eini
umleið fýra mánaðar ferð
— Júst nú eru vit komnir
úr Kirkwall, sigur skiparin
á Humphrey Morris
Konurnar hjá manningin!
skuldu koma til Føroya við
flogfari í gjár. Tær hættaðu
sær ikki við hendan túrin frá
Tá Sosialurin vitjaði umborð á Hamphrey Morris í gjár, sat manningin við døgurda-
borðið. Roykt sild var á matarlepanum
bretsku oyggjunum
Hetta er fyrsta ferðin,
enski ríkmaðurin vitjar í
Føroyum. Og manningin
sum heild er hugtikin av
oyggjunum
- Hvat eru hatta fyri
bygningar, spyr ein teirra,
og peikar yvir á Tinganes
— Og hasin kranin út á
nesinum, hann man vera
nakað gamal, heldur ein
annar
Vit siga teimum síðani, at
bygningarnir úti á Tinganesi
er føroyska „ráðharraborg-
in“. Har húsast millum
mong onnur Føroya løg-
maður
- Og kranin, nei, hann er
ikki gamal. Hevur í hvussu
er ikki staðið úti á nesinum
leingi. Hann varð settur upp
í sambandi við films upp-
tókurnar til filmin um Barbu
og Harra Pál, fáa teir at vita
Meðan manningin hugnar
sær við royktu sildini, takka
vit fyri okkum, og gera
okkum til at fara. Imeðan
skemta teir sær við, at
konurnar eru á veg til Før-
oya
— Tað skal vera gott at fáa
tær at rudda upp í órudd-
inum hjá okkum, heldur
skiparin fyri.
Veðrið var annars hampu-
ligt á túrinum úr Kirkwall
Og tá tey komu til Føroya
sunnudagin, skein sólin.
Mynd: Jens Kristian Vang
Skiparin á Humprey Morr-
is, Redny Hill, avmynd-
aður á brúnni
Mynd: Jens Kristian Vang
pm —
Sunnudagin kom hesin st rli;
K
úr Kirkwall. Ætlanin er at vera í Føroyum í fýra dagar
vi stuttleikabåturin á Havnina. Humphrie Morris, sum báturin eitur, er komin beinleiðis
Mynd: Jens Kristian Vang
w
so
Profa Murvernd
Er trygd fyri, at
húsaveggurin ikki
skallar
Profa Múrvernd er ein fullfiggjad
skipan av húsamáling. Nógvir litir og
nógvir møguleikar. Felags fyri alt er
tann góða haldgóðskan. Tú fært einki
betri, tá húsaveggurin eigur tørn. Og
tey góðu ráðini, ið tryggja eitt gott
úrslit, fært tú heilt ókeypis.
Vælkomin í Profa!
or
PROFA-REN
í PROFA
MURVERND
Veggjamåling, ið
gevur eina vakra
»kålkkåma« flatu
og verjir husa-
múrin í nógv år.
Vanl. prísur 659,-
Prísur nú 579,-
á Hálsi -
TRÆ- OG
MÚRREINS
Tekur lætt og
væl grena skón
burtur av múri
og flísum.
5 litrar fyri 62,"
0) Farvur
100 Tórshavn - Tlf. 19220
800 Tvøroyri - Tlf. 71081