Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samfelagsfundir í Klaksvík verða - um Gud vil - á hvítusunnu: friggjakvøld 16. mai kl. 20 bønarmøti (i Betesda). Sangløta fyri ung aftanå leygardag 17. mai kl. 10 uppbyggingarmøti (i Betesda). (Flutt verður í KÍ-hollina) kl. 19 evangeliskt moti 22 sangløta fyri ung vítusunnudag 18. maí kl. 10 breyðbróting kl. 12 barnabøti kl. 16 evangeliskt møti kl. 19 evangeliskt moti kl. 22 sangløta fyri ung . hvitusunnudag 19. mai 10 uppbyggingarmøti 18 evangeliskt meti xxN Ymiskar talarar ymsa staðni frá - sangkór syngja Øll eru hjartaliga vælkomin! | Samkoman í Betesda Vinnuøki á Hjalla Vegna upprudding á vinnuøkinum á Hjalla verða oll tey, sum eiga nakað liggjandi á teimum økjum, sum Tórs- havnar býráð er ánari av, biðin um at taka tað burtur áðrenn hósdagin 29. maí 1997 annars verður tað koyrt burtur uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning. Tórshavnar býráð KUNNGERÐ Øll tey, sum hava lutir av ymiskum slag á kommunalum øki, verða biðin um at beina hesar burtur áðrenn 23. maí 1997. Verður hetta ikki gjørt, verða lutirnir uttan aðra ávaring beindir burtur fyri eigarans rokning VESTMANNA KOMMUNA tíðindablaðið Nr. 88 — 13. MAI 1997 Livslong læring (3) - frå hugmynd til veruleika Broytt arbeidsplåss I okkara grannalondum (og ikki minst i Japan og Fjar- eystri!) eru nú á døgum víð fevndar bygnaðarbroytingar í vinnulívinum. Nýggj há- tøknifrødi ávirkar og broytir frá degi til dags vinnulívið og alt samfelagið og sostatt kor og lív borgaranna Henda umbroytingartil- gongdin fer at volda mong- um menniskjum stórar trup- ulleikar. Tey fara at ásanna, at teirra áður so tryggu og alkendu viðurskifti verða nú brádliga broytt, og nýggj krøv, ið vera torfør at síggja frammanundan, og sum í sjálvum sær vera trupul at lúka, rísa úr kavi. Vit verða noydd bæði at ásanna og góðkenna - um enn treyð ugt, at tað ongantíð verður aftur, sum tað hevur verið! I Norðurlondum hevur ídnaðurin sum kunnugt stóran búskaparligan týdn ing. Har eru broytingarnar longu sjónskar at síggja Arbeiðið í tí vanabundna ídnaðinum minkar, og tey arbeiði, ið vera gjørd av handahógvi, hvørva. Tílíkur ídnaður verður ikki so týdningarmikil í framtíðini - Hugsi í hesum viðfangi eisini um vanabundna fiski vinnuídnað okkara! Hildið verður, at bert tann ídnaður er og verður lív førur, sum byggir sína til veru á nýggjar fortreytir Hesar fortreytir eru: ný framkomin tøkni, nýtsla av livfrødiligum tilgongdum og kundastyring, størri før leikakrøv, smidleiki og menningarevni. Ein lykla- førleiki verður: at duga at átaka sær óvæntaðar upp gávur. Tað verður ikki hildið, at Norðurlond kunnu kappast í longdini við lágum lønar lagi og vánaligum arbeiðs viðurskiftum. Heldur skal vera miðað eftir førlerka og dygd; men til tess krevst avvitandi politiskur vilji, ið fegin vil lætta um og stimbra førleikamenning og útbreiðslu av framkomnari tøknifrødi. Spurt kann verða, um vit nú á døgum hóma hetta miðvísa po- litiska tilvitið nakrastaðni í Føroyum?! Sjålvt hugtakið "førleiki” er eitt nógv umrøtt evni nú á døgum í okkara granna- londum. Tosað verður um fakligan t.e. formligan før- leika, sum tann einstaki hevur vunnið sær gjøgnum útbúgving. og persónligan/ veruligan førleika sum t.d samstarvsevni, evni og dirvi ul fyritaksemi, duga at skapa, samskifta, ganga nýggjar leiðir o.s.fr Tað er sjálvsagt best, um hollur formligur og persón- ligur førleiki býr í sama fólki; men nógv munnu dømini vera um, at so er ikki altíð. Í summum lond- um verður tí nú líka stórur dentur lagdur á bæði fak ligan (formligan) og per sónligan (veruligan) før- leika og tískil tey dagligu avrikini hjá tí einstaka starvsfólkinum Aftan fyri orðaskiftið um førleikaspurningin er so sjálvsagt eisini lønarspurn ingurin - og lønin, ið helst fer at laga seg meir og meir eftir persónligum avrikum í framtíðini. hverjar menn iskjuligar avleiðingar tað so annars fer at bera við sær fyri tað einstaka menniskj að Fyrr í tíðini var nóg mikið at hava lísið, at hava fingið formliga útbúgving. fyri at fáa eitt gott starv. Í dag verður ásannað, at hetta als ikki er nóg mikið, tí form ligur kunnleiki eldist við rúkandi ferð, og mangt av tí, sum lært verður í skúl anum, kann ikk: brúkast aðrastaðni enn í skúlanum Umráðandi er tí, at tann kunnleiki, tå ognar tær stødugt kann verda dagførd ur og nýttur í samstarvi við onnur. Hetta er og verður tann stóra avbjóðingin til alt útbúgvingarkervið. Tí verð ur skúlans arbeiði eisini tor førani í framtíðini. og meira verður kravt bæði av lærar um og næmingum Arbeiðið á arbeiðspláss unum eigur at verða skipað soleiðis, at:tað ikki bert skal verða loyvt fólki regluliga at útbúgva seg; men tey skulu bæði verða stuðlað og stimbrad í so máta. Ja, í summum londum er hetta longu vorðið skylda Útbúgving er neyðug men hon er ikki nóg mikið í sjálvum sær. Skulu vit fáa betri virkisføri, framleiðslu BRÚKTIR BILAR í sera góðum standi Vit útvega Person-, sports-, vøru- og lítlar lastvognar beinleiðis úr Týsklandi. Benzin ella diesel. SIGMUND S. OLSEN * HERMAN S. OLSEN Tlf. 030 59 34 02 Tlf. 030 59 34 03 Tlf /Fax. 75192 megi og dygd å arbeids- plåssinum, er umrådandi, at tøkninytsla, arbeidsskipan og førleiki eru grundad å eitt heildarsjónarmið Neyðugt verður sam- stundis at fáa nýggjar leiðslur, * ið bæði hava evni og dirvi at taka skilagóðar avgerðir, * ið eru lættar at koma á tal við, * ið hava álit á evnum og førleikum starvsfólksins, og + sum eru førar fyri at hava ábyrgd Broytt Hesar broytingar verða ikki bert í arbeiðs- og vinnulív inum men í øllum samfel agnum, tí kunnleika- og tøknimenningin fara at ávirka gerandisdagin hjá øllum menniskjum Tað eru tó nakrir menn- iskjaligir eginleikar, ið altíð eru og verða tydningarmikl- ir. Teir eru t.d.: evni at gera vandnar metingar, siða- og umdemiskensla, samstarvs vilji, innvortis tryggleiki og samanhald í stuttum menniskjaleiki. Hollur. við- komandi kunnleiki og eitt haldgott stødi av góðum menniskjaligum eginleikum er hentur førningur at hava hjá menniskjum i einum broyttum samfelagi Tad eru tó ikki bert åstød ihgar útbúgvingar við atliti at arbeiðs- og vinnulívi, sum tørvur verður á í fram- tíðini. Sjálvandi er megin kunnleiki altíð góður og neyðugur at byggja á hjá ti, sum skal fara undir fram haldslestur, tað veri seg at duga at lesa og skriva sítt móðurmál, at rokna, eins og málkunnleiki annars eisini verður tydningarmikil. Men lika so umráðandi sum at betra sin kunnleika er at menna sinar eginleikar Framtíðarinnar førlerka krøv tykjast ikki bert at snúgva seg um, hvat tú dugir/kanst, men eisini hvar tú ert. Tað tykist, sum verða evni tíni at samskifta, at fata onnur menniskju. at hava framtaksevni, samstarvs dirvi og at finna nýggjar loysnir líka so virðismikil á arbeiðsplássinum sum í frí tíðini Í dag síga øll við ein munn, at sjálvandi er og verður tøknilig og yrkislig vitan og onnur servitan neyðug í framtíðini. Men fyrst og fremst verður kravt av fólki, at tey hava um skiftisevni og sýna smid leika, kunnu sleppa gomi um vanum, hava skapan argávur, duga at nema sær nýggjan lærdóm, hava heildarskoðan og heildar umsorgan, hava yvirlit og umhvørvistilvit, duga at fyrisita tilfeingi, sýna stund vísi og dygdarmedvit, hava samskiftis- og samstarvs evni, sínámillum fatan í stórum og smáum, duga at skilja ímillum smálutir og tydningarmikil mål, at gera seg kunnugan við eitt mál og hava hegni at loysa tað saman við ødrum, at hava vilja og evni at taka avgerðir og ábyrgdina av avleiðingunum Øl hesi krav ljóða í sambandi við leiðsluásteði. virkisætlanir, sosialar skráir og á túsundtals skeiðum um persónsmensku o.a Nútíðarmenniskju eru sjálvsagt medvitandi um, at nú og í framtíðini er um ráðandi at hava ognað sær kunnleika í tøknifrødi. Tó er eingin ivi um, at hugvís indaligur kunnleiki og mentanarupplivingar verða líka so týdningarmikil, tí tað er hesin førleiki, sum er neyðugur til tess at fata tað broytta samfelagið, sjálvan seg og teir lívsspurningar sum stinga seg upp í kjalar vørrinum. Henda fatanin og hetta medvitið eru neyðug um vit verða før fyri at skapa citt gott samfelag, eitt gott arbeiðs- og vinnulív sum eru grundað á manna virði og -tørv (Framhald ) Petur Jacob Sigvardsen (limur í FOVU) / Dygd fyri hverja krónu / Sterkar og álítandi = HORMANN == GARAGU- HURÐAR = Stutt sagt — illa ber til at velja aðra hurð enn HØRMANN MALLCO . 57077-8423