mikudagur 15. oktober 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 195 - 15. oktober 2003
Nr. 195 - 15. oktober 2003
19
Framtíðin
Hvat er so til ráða at taka
spurdi forkvinnan í Sjúkra-
røktarfelagnum! Og hon
hevði sjálv eitt boð.
- Størri dentur eigur at
verða lagdur á at arbeiða
við fyribyrging og heilsu-
fremjan.
Stóra avbjóðingin er at
møta "informeraða sjúk-
linginum har hann er".
Arbeiðið
sum
sjúkra-
røktarfrøðingur í dag snýr
seg um at veita eina nú-
tíðarliga,
dygdargóða
sjúkrarøkt og at menna
yrkið. Til hetta krevst ein
dagførd vitan, meiri út-
búgving og gransking!
Initiativið má fyrst og
fremst koma frá okkum
sjálvum, hóast arbeiðs-
gevarin hevur skyldu til at
skúla okkum til broyttar
uppgávur.
Og Jana Dalsgaard helt
fram: - Vit sum bólkur
mugu arbeiða saman, virða
hvønn annan og hjálpa
hvørjum øðrum! Vit mugu
halda á at arbeiða fyri
betraðum korum so vit
varðveita og fáa fleiri at
støðast í røktini. Vit mugu
sameina gamalt og nýtt.
Víðari útbúgving má vera
vegurin fram fyri sjúkra-
røktina. Skulu vit hava
nakran møguleika at hækka
støðið í okkara faki, mugu
vit sjálvar vísa hvat vit
duga til. Vit mugu lyfta í
felag, ongin ger tað fyri
okkum segði forkvinnan í
Sjúkrarøktarafelagnum og
lýsti ta 4. Heilsu- og
Sjúkrarøktarráðstevnuna at
verða settað. (Meira um
ráðstevnuna í komandi
blað)
– Vit sum bólkur
mugu arbeiða saman,
virða hvønn annan og
hjálpa hvørjum øðr-
um! Vit mugu halda á
at arbeiða fyri betrað-
um korum so vit
varðveita og fáa fleiri
at støðast í røktini.
Vit mugu sameina
gamalt og nýtt. Víðari
útbúgving má vera
vegurin fram fyri
sjúkrarøktina. Skulu
vit hava nakran
møguleika at hækka
støðið í okkara faki,
mugu vit sjálvar vísa
hvat vit duga til. Vit
mugu lyfta í felag,
ongin ger tað fyri
okkum segði Jana H.
Dalsgaard, forkvinna
í felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðing-
ar á ráðstevnu í Norð-
urlandahúsinum um
vikuskiftið
RÁÐSTEVNA
Jan Müller
Fíggjadagin og leygardagin
varð skipað fyri stórari ráð-
stevnu í Norðurlandahúsin-
um í sambandi við, at tað 1.
okt. í ár vóru liðin 15 ár
síðan Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar varð
stovnað, og vit fingu sjálv-
støðugt føroyskt fakfelag á
fyrsta sinni, stívliga 40 ár
eftir at føroyskar sjúkra-
systrar á fyrsta sinni gjørd-
ust partur av Dansk Syge-
plejeråd. Í setanarrøðu síni
vísti Jana H. Dalsgaard á, at
nevndin helt hetta vera
hóskandi høvið, til enn
einaferð, at skipa fyri eini
sjúkrarøktarráðstevnu og á
henda hátt seta okkum
øllum, ið varða av sjúkra-
røktini stevnu, og at varpa
ljós á sjúkrarøktina.
Hon vísti á, at endamálið
við Ráðstevnuni var at
lýsa, hvar sjúkrarøktin er í
samfelagsligum høpi um
okkara leiðir, og hvørjar
framtíðarvónir eru fakinum
viðvíkjandi, harav kemur
so heitið "sjúkrarøktin á
vegamóti". Forkvinnan í
felagnum leit í fyrilestri
sínum fyrst aftur um bak,
og treiv í ein part av søguni
hjá Felagnum, áðrenn hon
nam við samtíðina og fram-
tíðina.
Stóran týdning
Eftir at hava tosað um
áhugaverdu søguna hjá
føroyskum sjúkrasystrum
og nú sjúkrarøktarfrøð-
ingum helt Jana Dalsgaard
fyri, at hesi 15 árini við
sjálvstøðugum felag, hava
havt alstóran týðning bæði
fyri sjúkrarøktaryrkið og
sjúkrarøktina. Umframt ar-
beiði at betra korini hjá
sjúkrarøktarfrøðingum,
hevur felagið, øll hesi árini,
miðvíst virkað fyri menn-
ing, bæði av fakligum og
organisatoriskum slag.
Hon vísti á, at eitt av
aðalmálunum seinastu árini
hevur verið nýggja útbúgv-
ingin, har felagið eisini
aktivt hevur verið við, frá
byrjan. - Tað er ongin
loyna, at vit eru stolt av, at
tað eyðnaðist at røkka
málinum, ið vit settu, at
sjúkrarøktarfrøðingar eftir
lokið prógv á føroyska
skúlanum fáa bachelorheiti
í sjúkrarøktarfrøði " Bache-
lor og Science in Nursing".
Tó kann sigast, at enn er
langt á mál. Lógin um
nýggju útbúgvingina heim-
iðlar
eftirútbúgving
av
sjúkrarøktarfrøðingum út-
búnar eftir eldri lógum
Sjúkrarøktin í dag
Og síðani nam hon við
samtíðina og spurdi, hvar
sjúkrarøktin er í dag?
- Jú, 55 ára langa felags-
søgan eigur sín part av
æruni fyri, at vit hóast alt,
eru har vit eru í dag.Og
tøkk fái tær, ið undan hava
slóðað! Yrkissøga okkara
byrjaði tó, longu væl
áðrenn hetta, tá byrjað var
at útbúgva í Føroyum. Tosa
vit um sjúkrarøkt, tosa vit
um eina prosess, sum krev-
ur eitt framhaldandi sam-
skifti
við
sjúklingin.
Sjúkrarøkt snýr seg um,
hvussu sjúkrarøktarfrøð-
ingar og sjúklingar lýsa
støðuna, sjúklingar eru í,
hvønn tørv sjúklingar hava
fyri røkt, felags mál fyri
røktina, hvørji tiltøk sjúkra-
røktarfrøðingar og sjúk-
lingar taka til, hvørja vitan
sjúkrarøktarfrøðingar hava
fyri at ganga tørvinum fyri
røkt á møti, og ikki at
gloyma, at tey gera sær
metingar um, um røktin ger
sjúklinginum mun. Og for-
kvinnan í Sjúkrarøktara-
felagnum sannaði orðini: -
uttan sjúkrarøktardiagnos-
ur, eingin sjúkrarøktar-
mentan.
Jana Dalsgaard vísti síð-
ani á, at sjúkrarøktin ikki
hevur best ynskiligu kor
her hjá okkum og heldur
ikki í grannalondunum er
stórt frægari og undraðist
hon samtíðis á politisku
raðfestingina!
Annar trupulleiki er, at
tørvurin á sjúkrarøktarfrøð-
ingum alsamt økist! Sam-
stundis sum krøvini til
sjúkrarøktarfrøðingin
og
tørvurin á røkt økjast mun-
andi.
Forkvinnan viðgekk tó, at
viljin til at veita tilboð tyk-
ist tó, á ein hátt, at verða til
staðar politiskt, sambýli til
eldri og sálarliga veik verða
útvegað,
samdøgursrøkt
verður sett á stovn, men
politiskt hevur man ikki
gjørt sær heilt greitt, hvat
hetta inniber og hvat tað
kostar.
Jana Dalsgaard vísit á, at
sjúkrarøktarfrøðingar fyrr
fyri stóran part vóru út-
búnar til at vera hjálparfólk
hjá læknunum. Men í
50.unum broyttist hetta og
fóru serliga enskir og
amerikanskir sjúkrarøktar-
frøðingar at lesa á hægri
lærustovnum,
og
hetta
gjørdi teir førar fyri at fara
undir eitt miðvíst arbeiði, at
menna sjúkrarøktarvísund,
gera teoriir, skriva bøkur
um sjúkrarøkt, so sjúkra-
røktin kundi gerast eitt
sjálvstøðugt fak. Sjúkra-
røktin, sum fyrr bygdi mest
á náttúruvísund, gjørdist tá
ástøðiliga grundað. Út-
búgving her hjá okkum er
nú eisini komin á hægri
støði, men enn er stórur
tørvur á víðari útbúgving
og eftirútbúgvingum.
Víðari útbúgving vegurin fram fyri sjúkrarøktina
Ikki minni enn ein triðingur av øllum
landsstýrisfólkunum var til
ráðstevnuna hjá felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar í
Norðurlandahúsinum leygardagin.
Her eru tey trý landsstýrisfólkini Páll
á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk
og Bill Justinussen saman við
forkvinnuni í felagnum Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, Jana H.
Dalsgaard
Mynd Jan Müller
Jana Dalsgaard, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar: -Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í dag
snýr seg um at veita eina nútíðarliga, dygdargóða sjúkrarøkt
og at menna yrkið. Til hetta krevst ein dagførd vitan, meiri
útbúgving og gransking! Initiativið má fyrst og fremst koma
frá okkum sjálvum, hóast arbeiðsgevarin hevur skyldu til at
skúla okkum til broyttar uppgávur
Mynd Jan Müller
Nevndin í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar savnað í Norðurlandahúsinum
Mynd Jan Müller
Hesar stóðu fyri tilrættaleggingini av tí stóru ráðstevnuni
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
19
18