mikudagur 14. mai 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UT A —e—
Nr. 89 — 14. MAI 1997
tíðindablaðið —-- |
BP útsetir framleiðslu á Foinaven-oljufeltinum skamt frá fóroyska markinum.
Greenpeace kann
gerast hóttan móti
foroyskari oljuvinnu
Bretska oljufelagið BP hevur gjórt av at útseta framleiðsluna á Foinaven-
oljufeltinum vestan fyri Hetland í eina tíð. Felagið vil vera fullvissað um, at
eingin vandi er fyri umhvørvisdålking, og hevur ti avgjørt at taka upp part av
útgerðini á havbotninum til kanningar. Keldur vilja vera við, at BP ger hetta,
tí tað ynskir ikki eina nýggja Brent Spar herferð í Atlantshavi, sum kann gera
at felagið má steðga við sínum ætlanum í hesum nýggja oljulandslutinum.
Ger Greenpeace álvara av at stegða útviklinginum á Atlantsmótinum kann
hetta eisini skaða royndirnar hjá fóroyingum at finna olju her.
JAN MULLER
Stóra bretska oljufelagið BP
hevur avgjørt at útseta
fyrstu framleiðsluna frá
Foinaven oljukelduni vest
an fyri Hetland. Orsøkin er
tann, at felagið vil vissa seg
um, at:alt er sum tað skal
vera í sambandi við trygd
og umhvervi, áðrenn skrúv-
að verður frá tí fyrstu oljuni
frá hesum nýggja oljulands-
lutinum.
Avgerðin hjá BP kemur í
kjalarvørrrinum á mótmæl-
um frá umhvervisfelags-
skapinum Greenpeace, sum
heldur tað er alt ov vágiligt
at taka olju upp á Atlants
mótinum vegna vandan fyri
dálking av umhvervinum
Oljuverksmidja takast
upp frá havbotninum
Í tíðindaskrivi frå BP verður
sagt frá, at eftir at hava gjørt
nágreiniligar kanningar av
útbúnaðinum, sum stendur
á havbotninum á Foina
venfeltinum, hevur felagið
gjørt av at taka „manifold-
ið“ frá borigki I upp til
víðari kanningar. Talan er
um eina heilautomatiska
oljuverksmiðju á sjálvum
havbotninum
Ein umboðsmaður hjá BP
sigur, at felagið tekur spurn-
ingin um ábyrgd fyri um-
hvervinum vestan fyri
Hetland í fullum álvara
Avgjørt er at taka upp eina
av oljuverksmiðjunum fyri
at kanna hana til lítar og fyri
at vissa seg um, at einki er
galið. Øll stig, sum eru
neyðug ul tess at hava fult
álit á skipanini, verða tíkin.
Eisini annar partur av út-
búnaðinem, nøkur av teim-
um sokålladu ,jolatrødu-
num“ verða tíkin upp til
kanningar. Sagt verður, at
tað fer at taka nakað av tíð
at gera hesar kanningar
Men hóast tað er óheppið
at skula útseta framleiðsl-
una nú, so leggur BP al-
stóran dent á, at hetta kemur
í aðru rød, tá talan er um
trygdina og umhvørvisliga
at bera seg rætt at.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at framleiðslan frá Foinaven
verður útsett. Hetta varð
eisini gjørt í fjør. Tá vóru
teir varugir við rivur í út-
búnaðinum, sum varð tíkin
upp til kanningar og um-
væling.
Ætlanin var so at byrja
framleiðsluna í mars mánað
í ár, men nú er so avgjørt at
útseta framleiðsluna í eina
tíð. Sosialurin hevur skilt á
keldum, at vil illa til, so
kann talan vera um at åtseta
framleiðsluna til í næsta ár
Hetta hava vit tó ikki fingið
váttað.
Hóast BP einki nevnir um
Greenpeace í tíðindaskrivi-
num, so er greitt, at tað helst
eru ávaringarnar og hóttan-
inar frá Greenpeace, sum
hava fingið BP til at vera
meira varið og útseta
framleiðsluna - til felagið
hevur fulla vissu fyri, at øll
tann nýggja skipanin á hav-
botninum virkar sum hon
skal.
Greenpeace mótmælti
Herfyri mótmæltu fólk frá
Greenpeace á hevuðs-
stóðini hjá BP í Aberdeen.
Tey vildu hava BP heilt at
gevast við ætlanunum at
fara undir oljuframleiðslu
vestan fyri Hetland. Green-
peace heldur, at tað er alt
ov vágiligt at fara undir
framleiðlsu í einum slíkum
nýggjum øki, har tað er
djúpt og veðurlíkindini
mangan ring. At royna
nýggja útgerð og skipanir
her er alt ov vandamikið.
Greenpeace søkti annars
um at fáa tilluttað allar
blokkarnar í 17. umfarinum
í bretskum øki, sum varð
lýst herfyri. Ætlanin var at
gera umhvørviskanningar í
økinum. Bretska stjórnin
gekk ikki Greenpeace á
meti.
Tað er greitt, at feløg sum
BP, ið hava brúkt milliardir
av pundum til at leggja til
rættis oljuframleiðslu á At-
lantsmótinum ynskja ikki at
leggja seg út í stríð við
Greenpeace. Minnini frá
Brent Spar eru so fesk, at
einki oljufelag ynskir, at ein
líknandi stóða skal taka seg
upp
Kann fáa avleiðing
fyri Feroyar eisini
Regin Hammer, sum júst
hevur tikið útbúgving á Ro
bert Gordon universitetin
um í Aberdeen við olju
vinnu á Atlantsmótinum
sum sergrein, vitjaði herfyri
vegna Sosialin Foinaven
oljufeluð. Saman vid um
boðum fyri bretska pressu
fór hann við tyrlu til Petro
jarl Foinaven skal
standa fyri oljuframleidsl
uni á Foinaven feltinum
(Fråsøgn frá hesum á
hugaverda túrinum kemur í
blaðið seinni í mánaðinum)
Regin Hammer sigur við
Sosialin, at tíðindini um, at
BP nú útsetir framleiðsluna.
helst hava nakað við Green
peace at gera
Hann heldur, at atgerðir
frá Greenpeace kunnu eisini
fáa álvarsligar avleiðingar
fyri oljuleiting og fram-
leiðslu á føroysku øki
sum
13
eee —"——————h
Spennadi verður at
síggja, hvussu Greenpeace
fer at fara fram viðvíkjandi
oljuframleiðslu vestan fyri
Hetland. Greitt er, at um ein
slík herferð fær fótin fyri
seg og gerst ein onnur Brent
Spar herferð, so kann tað
fáa ålvarsligar avleiðingar
á eina møguliga føroyska
oljuvinnu
Víðari Regin
Hammer, at um so er at olju
feløg noyðast at boyggja
seg fyri trýsti frá um
hvørvisfelagsskapum og
gevast við oljuleiting á
Atlantsmotinum, so verður
einki leitað í føroyskum
sjógvi heldur. Umhvørvis
felagsskapir kundu tískil
eisini funnið uppá at tvinna
eitt slíkt mótmæli saman við
eitt mótmæli móti grinda-
drápi
-Førøysku myndugleik-
arnir eiga tí at hava eitt
vakið eygað við umhvørv-
isfelagsskapum í hesum
døgum sigur Regin Hamm-
er úr Aberdeen, har tey geva
ætlanini hjá BP at útseta
framleiðsluna frá Foinaven,
stóran ans
sigur
TUTL byrjar summar-
konsertirnar
Plátufelagið TUTL er farið
undir summarkonsertir í
Fútastovu. Byrjað verður nú
í maí, og hildið verður fram
til september. Konsertir eru
gerandisdagar kl. 17.00 til
18.00, hósdagar tó 18.30 til
19.30 og leygardagar 13.00
til 14.00. Sunnudagar er
stongt
Seinastu árini hevur
TUTL skipað fyri tílíkum
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr.
P/f 2418, Sp/f Fløgan,
900 Vågur
Nevnd:
Farin frå sum formaður:
Rannvá Samuelsen, 900
Vágur
Innkomin sum formaður:
Jóannis Hallbjørn Absa-
lonson Østerø, 900 Vág-
ur
Farin úr nevndini. Leif
Jacob Lisberg, 900 Vág-
ur
Innkomin í nevndina: Heri
Danielsen, 950 Porkeri
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Eyð-
un Zacharias Bech Leo,
900 Vágur
Innkomin sum stjóri: Bogi
Magnussen, 900 Vágur
Skráseting Føroya
tann 09. maí 1997
Kristin Balle
húsinum,
hósdag kl. 14—16. Tif.
Spastikarafelagið
I pa: tkararog borniraksla Við líknandi
t.d. veddasvinn. Felagið
10 C. Skrivstovutíð hvønn
19027, Fax 10813 (MBF).
titøkum, sum hava fingið
góða undirtøku — serliga hjá
ferðafólki. Tó hevur íkki
verið so nógv virksemi sum
í ár. Ætlanin er at hava um!
100 konsertir við vísusangi,
spælimanstónleiki, jazzi og
klassiskum tónleiki. Serliga
verða tónleikarar og tóna-
skeld, sum TUTL hevur til-
knýti til, at hoyra.
Skráseting Foroya
hevur í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr.
P/t 2273, PÆ Steintór,
850 Hvalba
Vidtøkur broyttar:
04.03.1997
Kapitalur:
Hækking vid
kr. 400.000,00 til
kr. 800.000,00
Inngjaldingarhåttur:
Kr. 400.000,00 vid gruns-
hækking
Tekningarreglur:
Felagið vð teknað av
felagsins stjóra, tveimum
nevndarlimum í felag ella
av allari nevndini
Skråseting Føroya
tann 09. mai 1997
Kristin Balle
heldur til í MBF-