Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A — Nr. 89 — 14. MAI 1997 tidindabladid 17 ITROTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kØolivant.fo Kappast verður i triathlon ferð! Alt tað feskasta Hvenn leygardag hava vit upptakt til fót- bóltsdystirnar um vikuskiftid, og aftur komandi leygardag ber til at lesa alt tað feskasta um 1. deildarfeløgini. Við Sos- ialinum veitst tú hvat tú fært — hverja- fyri lið í Havn leygardagin Trialthlon: Tríggjar ymiskar ítróttargreinar verða umboðaðar í triathlon kappingini fyri lið, sum verður leygardagin Súkklumenninir, sum júst hava verið gjøgnum eina 6 metaliga strævna súkklu kapping, Statoil kring Før oyar, sleppa ikki at hvíla seg komandi vikuskiftid Tá verður nevniliga tri athlon kapping fyri lið, og her er súkklingin ein av trimum itróttargreinum sum eru umboðaðar, hinar eru svimjing og renning Hetta er á ødrum sinni, at skipað verður fyri slíkari kapping, og tað eru ikki minst góðu royndirnar frá kappingin í fjør, sum geva lyrtreikarunum hlóð á nna Í fjør vóru he 5 lið við í kappingini, 13 manslið og tvey kvinnulið, og kapping in eydnaðist væl í allar mát ar Leygardagin kl 12.00 verður lagt til brots í nýggj ari tnathlon kapping fyri lið g enn einaferð sleppa súkklumenn, svimjarar og rennårar at royna seg moti hverjum ødrum í spennandi liðkapping Kappingin er skipað á tann hátt, at tríggir mans eru á einum liði. Teir skulu so í einari stafett kappast í svimjing, súkkling og renn- ing. Svimjarin leggur fyri og síðani koma súkklarin og rennarin Fyrsti partur av kapping ini verður í svimjihellini í Havn, og har skulu 950 metrar svimjast Ta svimjarin er liðugur við sín part, skal hann handa súkklaranum eitt elastik, sum hann so skal bera teir 44 kilometrarnar, hann skal súkkla, og síðani handa rennaranum, sum tekur sær av teimum seinastu I] kilo- metrunum Tíðin verður sett í gongd, tá svimjarin fer í hylin, og so gongur hon líka til renn- arin kemur um málið. Frá svimjuhøllini verður súkklað eftir Ringvegnum, niðan eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum langa, Hvíta- nesvegnum og aftur eftir Ringvegnum. Hesin teinur verður súkklaður átta ferðir. Rennarin skal renna á júst sama teini, men bara øvugt- an veg. Hann skal renna teinin tvær ferðir Í fjør vunnu Bogi Krist- iansen, lan S. Hansen og Bogi Lenvig. Í ár er eitt av favorittliðunum Kristian Martin Joensen (svimjing), Rógvi Johansen (súkkling) og Bogi Lenvig (renning). ek Bogi Kristiansen ovast á sigurspallinum eftir Statoil kring Føroyar. Rógvi Johansen var nummar 2 og Gunnar Dahl-Oksen nummar 3. Allir hesir vera við í triathlon kappingini fyri lið, sum verður leygardagin. Mynd: Jens Kr. Vang