Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Lise Lyck, danskur biskaparfrødingur: Nr. 91 — 16. MAI 1997 Bankakanning eigur at Tað hevur alstór- an týdning fyri Førovar, at al- menna skuldin verður minkað. Hetta kann ger- ast, um nevndin, ið kannar banka- málið, áleggur danska statinum at rinda Fóroyum 1,5 mia. kr. fyri yvirtøkuna av bankanum. Og tað vónar danski búskaparfróðingurin Lise Lyck fer at henda. Urslitið kann verða, at fóroyskt vinnulív fær nógv stórri rásarúm, og at viðurskiftini mill- um Danmark og Fóroyar gerast betri Jan MULLER Nógv er broytt til tað betra í føroyska samfelagnum, síðani myrk skýggj í 1992 løgdu seg yvir allar Føroyar. Arbeiðsloysið er minkað, og fólkaflytingin steðgað. Men hvussu sær so fram- tíðin út fyri føroyska bú- skapin! Ein av teimum, sum við jøvnum millumbili hevur åttalad seg um føroysk vid- urskifti og annars um vidur- skiftini millum Føroyar og Danmark er danski búskap- arfrødingurin Lise Lyck. Hon er i Føroyum í hes- um døgum saman vid sam- felagsgranskarum úr fleiri ødrum londum. Tom Lyck vi on sg eydnan gongur, at tað eru viðurskifti, sum eru við at broytast til tað betra í føroyska samfelagnum. Hon heldur eydnan hevur lutvíst verið við okkum, tí toskurin er komin aftur. - “Gudskelov for det“ leggur Lise Lyck, danskur búskaparfróðingur: Ein fyri Føroyar positiv avgerð í bankanningini kann betra munandi um stóðu Føroya í framtíðini og hon kann eisini vera við til at betra viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Mynd jan hon brosandi aftrat. Men hon er eisini sann- førd um, at hugburðurin hjá føroyingum er broyttur - at føroyingar í dag betur skilja, at tað skulu gerast broyt- ingar. Aftrat hesum kemur oljan sum ein nýggjur møguleiki. -Men ein må gera sær greitt, at broytingar taka tíð. Tað er tí so ómetaliga týdn- ingarmikið nú at hyggja at teimum møguleikum, sum eru fyri at menna og byggja upp vinnugreinir umframt fiskivinnuna. Vit mugu vidganga í dag, at tad finst ikki i øllum heiminum ein búskapur, sum kann bera eitt vælferð- arsam.felag, og sum byggir á fiskivinnu einsamalla. Lise Lyck váttar, at áðr- enn kreppan tók seg upp, vóru tað einans Føroyar í øllum heiminum, sum kundu koma undir tað kate- goriina. Hetta bar til, tí før- oyingar høvdu specialiserað seg so nógv - at tað bar til at hava eitt vælferðarsam- felag einans bygt á fiski- vinnu. -Men eftir at tað búskap- arliga rásarúmið er vorðið so nógv skert, er tað ikki møguligt longur. Tí er tað altavgerandi fyri Føroyar at fáa annað virksemi í gongd. Læra av hverjum ødrum Lise Lyck heldur tað tå vera skilagott at hyggja eftir, hvussu onnur lítil samfeløg klára seg og samanbera seg hesi. Tað er so eisini nettup í hesum sambandi, at sam- felagsgranskarar úr fleiri smáum oyggjasamfeløgum halda fund í Norðurlanda- húsinum í hesum døgum. Hetta eru so eisini spurn- ingar, sum verða vidgjørdir á eini norðurlendskari ráð- stevnu í Føroyum 26. og 27. juni, sum snýr seg um før- oyska búskapin í „strategisk perspektiv”. Lise Lyck hevur f hesum sambandi lagt til rættis eina bók um hesi viðurskifti. Fleiri føroyingar hava skrivað í bókina, sum skal vera partur av grundarlagn- um undir orðaskiftinum um, hvussu ein kann útvíkla føroyska búskapin á skila- besta hátt. Bankamálið Vit spurdu Lise Lyck, um føroyingar hava taklað kreppuna å rættan hått! -Tað liggja stórir trupul- leikar í øllum hesum. Bankamálrð spøkir fram- vegis. Tað, sum hendi í febr- uar lagnuárið í 92, átti ikki at verið hent. Men tað er meira týdningarmikið nú at hyggja frameftir, hóast for- tíðin framvegis leggur bond á føroyingin. Lise Lyck vísir á, at með- an privata skuldin er mink- að nógv, so er almenna skuldin hjá Føroyum fram- vegis sera stór. Tí hevur av- gerðin í bankasakini fram- vegis ein sera týðandi leik- lut í fóroyskum vidurskift- um og fyri framtíðina hjá føroyingum og ikki minst føroyskum vinnulívi Danski buskaparfrøding- urin metir tað véra av al- stórum týdningi, at tað spyrst eitt fyri føroyingar positivt úrslit burtur úr bankamálinum, soleiðis at tað ikki vera føroyingar *einsamallir, sum koma at bera alla ta almennu skuld- ina. sum stóðst av banka- bjargingini. Politisk loysn má koma -Hvat heldur tú heyði verið besta úrslitið av bankakanningini? -Tað hevði verið, at tað varð staðfest, at tað hava verið viðurskifti í viðgerðini av málinum, bæði frá danskari stjórnarsíðu og frá bankanna síðu, sum íkki hava verið so heppin - og at hetta kann hava við sær, at tað fer at koma ein ella onnur politisk loysn av mål- inum í kjalarvørrinum á bankamálinum -Men hvat skuldi ein slík loysn ítókiliga sæð snúð seg um? -Ein kann altíð tosa um upphæddina. Ein banki er so yvirtikin, sum ikki hevði tey aktiv, sum áttu at verið har. Tá var talan um einar tríggjar milliardir. Í dag hevur ein so ein banka, har tað finnast nøkur aktiv, so talan er um okkurt um hálvaaðru milliard, sum danski staturin eigur at gjalda føroyingum fyri yvir- tøkuna av bankanum. -Men hvat nú um neynd- in ikki kemur til hesa nið- urstødu? -Lat okkum nú síggja, hvussu viðurskiftini fara at blíva. Ég trúgvi har eru møguleikar. Men vit noyð- ast nú at bíða eftir avgerðini hjá bankanevndini og eftir tað tí politiska eftirspæl- inum. Men harfyri mugu føroyingar ikki bara seta seg aftur á at bíða. Ein má spyrja, hvat kann gerast fyri at betra búskapin. Lise Lyck heldur, at tað kann fáa stóran týdning fyri føroyskan búskap sum t | | |