hósdagur 16. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 196 - 16. oktober 2003
Nr. 196 - 16. oktober 2003
3
Teir fara at rokast aftur
Komandi tíðina fer
bólkurin Rok at spæla
til dans kring landið.
Teir leggja fyri í Havn
hóskvøldið, og síðani
gongur leiðin til
Miðvágs og Tvøroyri
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Bólkurin Rok hevur spælt
til onkur dansitiltøk sein-
asta árið, og nú fara teir aft-
ur út at rokast.
Bólkurin fer at spæla í
Kagganum í Havn hós-
kvøldið, og leygarkvøldið
spæla teir í bygdahúsinum í
Miðvági. Seinni gongur
leiðin til Tvøroyi og onnur
støð í landinum.
Síðani bólkurin spældi
seinast er nýggjur gittar-
spælari komin við í bólkin.
Tað er Johan Ziskason, sum
er kendur úr millum annað
Mark No Limits. Hann
hevur ikki spælt nakað ser-
ligt í nøkur ár, men nú fer
hann aftur á pallin.
Signar í Homrum, sum
var ein av høvuðsmonnun-
um í bólkinum Kjølar í níti-
árunum, er sangari í Rok.
Hinir, sum spæla í bólk-
inum, eru Albin Ísaksson,
trummur og sang, John Jo-
hannesen, bass og sang og
Tummas
Gudmundson,
ljómborð.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Thorstein Arge
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til,
bæði áðrenn og eftir jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og øll tykkum,
sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna,
Marin
Í hesum árinum verður
Odd Fellow felagsskap-
urin í Danmark 125 ár, og
í Havn kann Odd Fellow-
losjan nr. 1, Ambolturin,
halda 17 ára føðingardag.
Í hesum sambandi letur
nakrar peningagávur.
Sjálvhjálparbólkurin
fyri børn og ung, sum
hevur til endamáls at
stuðla børnum, ið hava
mist foreldur síni við
deyða, fær 10.000 krónur.
Kvinnuhúsið fær 5.000
krónur til at stuðla børn-
um, sum koma í Kvinnu-
húsið at búgva eitt skifti.
Sama upphædd verður
latin Javna til týðing og
útgávu av bókini »Hul i
hovedet«, ið viðger evnið
at vera mongol.
Peningagávur
vóru
lætnar á móttøku í Losj-
uni á Grønlandsvegnum
seinnapartin í gjár.
Odd Fellow
letur gávur
Kvinnurnar eru
vakrasta landslagið
Fríggjadagin letur
Jógvan Asbjørn
Skaale upp fram-
sýning í Smiðjuni í
Lítluvík. Kvinnan er
tema í teimum 40
málningunum
LIST
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú koma kvinnurnar hjá
JAS til Havnar.
Eftir at listamálarin Jógv-
an Asbjørn Skaale hevur
havt framsýningar í Fugla-
firði og á Tvøroyri, fer
hann nú at hava framsýning
í høvuðsstaðnum.
Fríggjadagin
klokkan
14.00 letur framsýningin
upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Okkurt um 40 málningar
verða við, og kvinnan er
miðdepilin á øllum mynd-
unum.
– Allir føroyskir lista-
menn mála landsløg, og eg
haldi, at kvinnan er tað
vakrasta landslagið, sum
vit eiga, sigur Jógvan As-
bjørn Skaale.
Góðar umstøður
Hann hevur málað nógv
seinastu tíðina, og arbeiðs-
umstøðurnar hjá honum
eru góðar.
Fyri hálvumøðrum ári
síðani keypti hann Fjals-
garð í Oyndarfirði, og har
hevur hann góðar umstøður
til listarligt arbeiðið.
– Eg havi eina høll upp á
100 fermetrar, og so gott
pláss havi eg ongantíð áður
havt. Eg eri nógv í Oynda-
firði og máli, sigur Jógvan
Asbjørn Skaale.
Og tað, sum kemur
burtur úr hesum arbeiði,
kunnu fólk síggja í Smiðj-
uni í Lítluvík.
Framsýningin hevur opið
fríggjadagin, leygardagin
og sunnudagin.
Kvinnan er í miðdeplinum á myndunum hjá Jógvani Asbjørn Skaale
Mynd: Eyðun Klakstein
Sjónvarps-
læknin til
Føroya
Fyrst í komandi ári
kemur ein av best
kendu læknunum í
Danmark til Føroya
at hava fyrilestrar
LÆKNIN
Eyðun Klakkstein
eydun@sosialurin.fo
Síðst í januar mánaði fer
læknin at hava orðið í
Føroyum.
Og tað er ikki ein og
hvørt lækni.
Tað er »læknin« sjálvur.
Peter Qvortrup Geisling.
Nógv
kenna
ivaleyst
navnið, men tey, sum ikki
kenna navnið, vita hóast
alt, hvør maðurin er, tá ið
tað verður lagt afturat, at
hann er vertur í sjónvarps-
sendingini »Læknin hevur
orðið«, sum Danmarks
Radio framleiðir.
Hendan væl umtókta
sending verður eisini sýnd í
føroyskum sjónvarpi.
Norðoyggjar og Havn
Peter Qvortrup Geisling er
tungusnjallur, og hann er
nógv biðin til fyrilestrar og
sum orðstýrari til fundir
um heilsuviðurskifti.
Og tað er sum fyrilestra-
haldari, at Peter Qvortrup
kemur til Føroya síðst í
január mánaði næsta ár.
Peter Qvortrup kemur til
Føroya 29. januar, og hann
verður her í landinum fram
til 2. februar.
Læknin fer at hava fyri-
lestur í Norðoyggjum og í
Havn, og møguliga verða
tað fleiri enn tveir fyrilestr-
ar á skránni. Endaliga skrá-
in fyri vitjanina er ikki løgd
enn.
Tað er felagið IRIS í
Klaksvík, sum stendur fyri
vitjanini í Føroyum.
Peter Qvortrup Geisling er
kanska kendasti læknin í
Danmark, og tað er hann
orsaka av sjónvarpssending-
ini »Læknin hevur orðið«
Hæmodialysan á B7 á
Landssjúkrahúsinum
hevur nú 10 ár á baki, og
í tí sambandi verða fyri-
lestrar í veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum 21.
oktober frá kl. 9.15.
Fyrrapartin eru øll fak-
fólk í føroyska heilsu-
verkinum vælkomin, og
seinnapartin sleppur al-
menningurin framat.
Sjálvur 10 ára dagurin
er beint fyri jól, tann 20
desember, men í sam-
band við serliga vitjan í
oktober mánaði verður
dagurin hildin nú.
Tey, sum fara at hava
fyrilestrar, eru Heðin
Thomsen,
yvirlækni,
Odny Thomsen,
for-
kvinna í Nýrafelagnum,
Elsebeth
Hildebrand,
dialysu-sjúkrarøktar-
frøðingur, Henrik Ær-
enlund Jensen, nefrolog-
ur og Ulla Finne, kost-
ráðgevi.
Fyrilestrar um
hæmodialysu
C
M
Y
K
3
2
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Komið við á sera hugnaliga JÓLA FERÐ
við Norrönu og haldið
Jóla borðhald umborð.
Umframt stórt jólaborðhald, verð ur
ørt kvøld undirhald við føroysk um
lkum og einstak lingum.
20. – 24. Nov:
Undirhald: Robert McBirnie
Orkestur: Jóan Magnus Band
27. Nov.– 01.Des:
Undirhald: Hilmar Jan Hansen
Orkestur: Havkallar v/m.ø. Ronnie Nielsen
04. – 08. Des:
Undirhald: Robert Mc.Birnie
Orkestur: Vestmenn
11. – 15. Des:
Undirhald: Hilmar Jan Hansen
estur: Terje Rasmussen Band
20.–24. nov.
27. nov. –1. des.
4.–8. des.
11.–15. des.
Keypið jólagávurnar á ferðini
Meðan Norröna liggur í
Hanstholm verður skipað
fyri innkeypstúri til Thisted.
Úr havinum
Stórt sildaborð
Royktur og urtaviðgjørdur laksur
Rækjur og skeljadjór
Alskyns steikir so sum:
Stokt dunna við súreplum og sviskum
Fleskasteik við reyðkáli
Roastbeef við remuladu og stoktum leyki
Heilstokt lambstjógv
Heilstoktur oksaháryggur
Flógvir rættir so sum:
Tartelettir við góðari fyllu
Fiskaflak við remuladu
víndrúvum o.l.
Heimagjørt rís à la’ mande við kirsiberjasós
Fruktsalat við rákremi
og alskyns køkur
Prísur fyri hvønn
úr kr. 600,-
Matur & drekka ikki íroknað