Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 196 - 16. oktober 2003 Nr. 196 - 16. oktober 2003 5 Telefonin hjá Hans Eileri gløðir Síðani Sosialurin kom á gøtuna mánakvøld- ið hevur telefonin í prestagarðinum á Prestvegnum í Klaks- vík gingið heit. Hóast tøgnina í kirkjuni, so hava fólk í hópatali allastaðni frá í Før- oyum ringt til prest og róst honum fyri at traðka fram á henda hátt SLATUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Greinin í Sosialinum týs- dagin, har Hans Eiler Hammer, prestur, greiðir frá tí syndarligu støðu, sum hann heldur, at familja hansara er komin í, hevur av álvara fingið fólk at seta seg í samband við prestin í Klaksvík. Fólk í hópatali allastaðni frá í landinum hava ringt til prest fyri at tosa við hann um støðuna. Tey allarflestu hava verið positiv og sagt honum, at tað er djarvt ella flott av honum at taka støðuna upp á hendan hátt. Onkur ein- stakur hevur spurt, hvørjum endamáli, hann heldur, at hetta tænir, men ongin hev- ur sagt, at prestur átti held- ur at hava taklað hetta á ein øðrvísi hátt. – Telefonin kimaði allan týsdagin á tamb, sigur Hans Eiler, sum er sera ovfarin av øllum stuðlinum, sum hann og familja hansara fáa, kring landið. Prestur sigur, at tað hava so at siga bert verið positiv- ar heilsanir til teirra í telefonini. Fólk hava ringt og sagt, at tað verður hugs- að um tey og biðið fyri teimum. Talurør – Enntá hava fleiri ringt og takkað mær fyri, at eg eisini havi talað fyri tey. Og tað var jú eisini endamálið við hasum. So tað hevur av- bera stóran týdning fyri meg, sigur prestur. Hann greiðir frá, at týs- kvøldið sótu báðar famil- jurnar, sum raktar eru av hesum í prestagarðinum, tá tað bankaði upp á dyrnar. – Eg má siga frá hesum, tí hetta hevur stóran týdn- ing fyri okkum. Við dyrnar stóð ein frá Brøðrasam- komuni, og hann spurdi, um hann ikki kundi biðja saman við okkum og fyri okkum. So vit sótu øll har rundan um køksborðið hjá okkum og bóðu saman. Og tað haldi eg er eitt sterkt upplivilsi, sigur Hans Eiler Hammer. Hetta heldur hann so avgjørt vera eitt tekin um, at tá tað gongur ímóti, so kunnu øll standa saman. Hann sigur, at fólk kring alt landið hava ringt. Bæði fólk, sum tey kenna og eisini fólk, sum tey slettis ikki kenna. Prestur sigur, at tað fløvir at vita, at tað eru so mong, sum hugsa um tey. Hans Eiler Hammer og familja hansara eru sera ovfarin, men avbera takksom fyri allan stuðulin, sum tey fáa kring landið í hesum døgum Mynd: Bárður Lydersen Fólk í hópatali hava ringt til prestin í Klaksvík, síðani greinin stóð í Sosialinum týsdagin Thala Ann Venned, krambakvinna: – Eg veit ikki rættuliga, hvat eg skal siga til hatta. Men tað er ongin loyna, at í Klaksvík verður alt yvir- drivið. Sum heild er onki at ivast í, at klaksvíkingum dámar væl, tá okkurt er at tosa um. Men tað er heilt óluksáliga synd í teimum øllum, um hatta ikki passar. Tað er púra vist. Eg dugi ikki at siga, um tað er rætt av honum at traðka soleiðis fram, men ein má ganga útfrá, at tað ikki passar, og tað er tí, at hann er komin fram við hesum. Amanda Hansen: – Tað er gott, at hann er komin fram við hesum, tí tað hevur verðið slatrað rættuliga nógv um hann. Eg veit ikki, hvat hetta er fyri nakað, men tað er sera synd í honum og hansara familju. Eg meini so við, her er hann komin til Klaksvíkar, ein ungur maður ella prestur við familju. Vit áttu heldur at roynt at vart um hann enn at leggja eftir honum. Tað verður nógv slatrað um alt møguligt í Klaksvík, og tað letur til, at tey eru mong, sum ofta hava nógv at siga frá. Leif Waag Høgnesen, krambamaður: – Hatta er torført at taka støðu til. Men í grundini er hatta helst í lagi. Hann er jú ein prestur, og fólk síggja upp til hann sum prest. Fólk hava álit á honum, og tað er ongin ivi um, at slíkt brýtur álitið niður. Tað eru tveir bólkar í hesum málinum, og tað kann uttan iva fara at verða ringt í eina tíð nú, men maðurin er ákærdur, so hann ger tað, sum hann er noyddur til. Hann roynir at reinsa luftina, og tað er somuleiðis gott, at hann tekur ein tílíkan trupulleika upp, tí her er jú í grundini talan um eitt starvspláss, og hevði tað verið mítt starvspláss, so hevði eg eisini gjørt tað, eg kundi fyri at koma hesum til lívs. Hinvegin so búgva vit í Føroya størsta dunnuhyli, har slaturin livir væl. Hetta er eitt eymt mál, so tað er torført at siga, júst hvat er tað rætta Karl Nielsen, bókhaldari: – Hans Eiler torir væl at gera soleiðis. Púra sikkurt, og eg haldi, at tað er flott av honum at taka hendan trupulleikan upp. Eg havi onki hoyrt um hann, men eg ivist ikki í, at tað verður slatrað fyri tað. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at ein hoyrir um slíkt. Ein kann næstan kalla hetta eina slaturkampanju. Tað er ræðuligt, at tað skal vera so í Klaksvík. Eg dugi ikki at siga, um tað verður slatrað verri her enn aðrastaðni. Eg veit ikki eingongd, um ein kann kalla hetta fyri slatur. Her er heldur talan um bryggj – ein kampanja, sum er farin ígongd. Fólk á gøtuni: Hans Eiler gjørdi tað rætta Vit hava spurt nøkur fólk á gøtuni, hvat tey halda um støðuna hjá Hans Eileri Hammer, presti, og hvat tey halda um tað, at hann hev- ur valt at taka støðuna upp í fjølmiðlunum Skipanin við kommunulæknum hevði leitað sær í javnvág, um læknar gjørdust privat praktiserandi, heldur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sum er ein av arbeiðs- gevarunum hjá læknunum LÆKNALOYSNIR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Eg dugi ikki at síggja nakra stórvegis forðing fyri, at kommunulækar vera pri- vatir vinnurekandi. Vit síggja tað við góðum úr- slitum aðrastaðni, og tað hevði loyst ein stóran trupulleika hjá okkum sum kommunu, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. Borgarstjórin leggur stór- an dent á, at hann ikki hevur kannað málið gjølla, men at hansara politisku sjónarmið byggja á eina grundleggjandi fatan av, at sum mest skal privatiserast, tí arbeiði gerast betri, tá tú sjálvur hevur ábyrgdina. Kommunurnar eru ein av arbeiðsgevarunum hjá læknum. Kommunan skaff- ar læknum høli, útgerð, telduútgerð og annað. Landið er eisini arbeiðs- gevari, og sjúkrakassarnir rinda sín part. Jan Christ- iansen heldur, at skipanin hevði verið nógv einfaldari, um læknarnir vóru sínir egnu arbeiðsgevarar, ið vóru løntir gjøgnum sjúkra- kassan, sum eru sjúkling- arnir sjálvir. – Sjálvandi skuldu teir hava eitt blátt stempul, út- búgving og verið serlæknar í almennum medisini. Men annars er tað í grundini sum við einari frisørdamu. Dugir hon væl og eru kund- arnir nøgdir, so fær hon nógvar kundar. Var ein privat praktiserandi lækni dugnaligur og fryntligur, so fekk hann nógvar sjúk- lingar. Um hann hinvegin fekk ov nógvar sjúklingar, so fór at minka burturav aftur, tí fólk tíma ikki at bíða ov leingi. Soleiðis hevði skipanin sjálv funnið eina javnvág, sum hevði tænt sjúklingunum best, sigur Jan Christiansen. Hendan skipanin hevði loyst trupulleikan hjá Havnini, tí tað er her, at flestu læknarnir vilja vera, heldur Jan Christiansen. Hann undirstrikar í somu vending, at sjálvandi er problematikkurin ikki so einfaldur, tí trot er á komm- unulæknum, og hóast Havnin helst hevði fingið sín tørv nøktaðan, so hevði tað framvegis verið lækna- trot á smærri plássum. Tí kundi skipanin við privat praktiserandi eitt nú verið samkoyrd við færri og størri læknaøkjum, har tyngjandi vaktirnar vóru býttar út á fleiri herðir. Hann leggur dent á, at hetta eru hansara persón- ligu sjónarmið, sum komm- unan onki fer at gera við. Kommunulæknar eru og skulu vera ein landsupp- gáva, ið fylgja felags lóg- um. Hinvegin hevði tað lætt um hjá Tórshavnar komm- unu. – Vit eru troytt av at vera ein bremsa hjá læknunum, tí vit ikki finna neyðugu hølini og so framvegis. Ráddu læknarnir sjálvir, so kundu teir fingið tey hølini, teir vildu hava, tí teir sjálvir skuldu rinda fyri tey – eins og tannlæknar og læknar aðrastaðni gera, sigur Jan Christiansen Skipanin við føroysk- um kommunulækn- um er tung. Teir hava í grundini tríggjar arbeiðsgevarar. Í Danmark er øðrvísi. Læknarnir eru sín egni arbeiðsgevari og kunnu sjálvir seta seg niður. Vit eru væl nøgd við skipanina, sigur Svend Erik Tensing, løgfrøðingur hjá Praktiserende Lægers Organisation LÆKNALOYSNIR Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Læknarnir eru strongdir. Sjúklingarnir eru ónøgdir. Bíðirøðirnar eru langar. Og viðgerðin er ónøktandi. Sjúkueyðkennini eru greið. Kommunulæknaskipanin í Føroyum er ikki nøktandi. Trotið á læknum er stórt, og nú tríggir kommunulæknar hava sagt upp, tí teir ikki orka meira, er alneyðugt at finna aðrar loysnir. Dánjal Petur Højgaard, kommunulækni, er ein teirra, ið hevur sagt upp í Havn og er fluttur til Sands í staðin. Hann heldur trupulleikan vera saman- settan og loysnirnar fleir- streingjaðar. Læknarnir í Havn til dømis kundu ar- beitt betur sínámillum, heldur hann, tí tað skerst ikki burtur, at summir hava meira at gera enn aðrir. Læknar kundu eisini bøtt aðrar umstøður við eitt nú avspáking, frítíð og endur- útbúgving. Kommunan tekur sær av ytru umstøðunum, og skal syrgja fyri hølum, edv og útgerð. Landsmyndugleik- arnir hava síðan uppgávuna at seta fleiri kommunu- læknar. Ein nýggj vaktar- skipan kundi bøtt um, so vaktarbyrðan ikki var so stór, men yvirhøvur eigur eitt yvirskipað kjak at verið tikið um, hvat kann gerast sigur Dánjal Petur Høj- gaard. Tung skipan Loysnirnar, sum Dánjal Petur Højgaard peikar á, vísa, at talan er um eina tunga skipan, tí læknarnir hava í roynd og veru tríggir ymiskir arbeiðsgevarar. Kommunan útvegar høli, sjúkrakassin rindar fyri viðgerðina, og landið setir læknar og lønar teimum partvíst. – Hetta er ein umfatandi skipan, sum elvir til eitt tungt samskifti, og kanska eiga vit at hyggja at, um vit kundu skipað alt økið øðrvísi. Um vit skulu gera sum eitt nú í Danmark, har læknar eru privatprakti- serandi, sigur Dánjal Petur Højgaard. Sjálvur sigur hann seg ikki hava nakra støðu til, um læknar skulu vera pri- vatir, men hann reisir eitt áhugavert kjak. Eitt nú var stórt trot á tannlæknum í Føroyum fyri nøkrum árum síðan, men tann trupul- leikin er loystur, tí tann- læknar sjálvir seta seg nið- ur. Privatir vinnurekandi Í Danmark er skipanin við læknum grundleggjandi øðrvísi. Kommunulæknar, ella praktiserandi læknar, sum tað eitur í Danmark, eru í roynd og veru privatir vinnurekandi. – Vit hava eina góða skipan, sum vit eru glað fyri. Hon er bílig sæð í mun til ta tænastu, vit fáa aftur- fyri, og samanborið við onnur lond rinda vit eisini minni fyri hvønn sjúkling. Vit eru ógvuliga glað og errin fyri okkara skipan, og vit vilja ikki býta hana um ella kollvelta hana grund- leggjandi, sigur Svend Erik Tensing, løgfrøðingur hjá Praktiserende Lægers Organisation. Læknastarvið í Danmark er skipað eftir samráðing- um við amtini, sum gera eina avtalu fyri alt landið. Í løtuni sigur avtalan, at ein lækni skal vera fyri hvørji 1600 fólk undir vanligum umstøðum. Sambært hes- um kunnu læknar seta seg niður sum praktiserandi læknar, tá pláss er fyri tí. Teir skulu sjálvir rinda lønir til starvsfólk, rinda fyri húsaleigu og keypa útgerð til læknahøli. Teir fáa lønina rindaða av danska sjúkrakassanum, sum bæði rindar eina grundupphædd fyri hvønn sjúklling, sum læknin hev- ur, og eina upphædd fyri hvørja læknaviðtalu. Tá teir fara frá, kunnu teir selja sína praksis, og onkur annar tekur við. Har føroysku læknarnir sostatt hava tríggjar ar- beiðsgevarar – landið, kommuna og sjúkrakassan – eru donsku læknarnir sín egni arbeiðsgevari, ið verður løntur av sjúkra- tryggingini. – Skipanin er ikki dýr, og hon virkar væl. Hon kostar umleið 1000 krónur fyri hvønn sjúkling um árið, ella 5 milliardir krónur árliga, og tað er væl bíligari enn í grannalondunum, upplýsir Svend Erik Tensing frá PLO. Hann ivast kortini í, um hetta einsamalt hevði loyst føroyska læknatørvin, men saman við øðrum átøkum kundi tað hjálpt, um læknar við neyðugu útbúgvingini sjálvir kundu sett seg niður uttan at skula verið valdur út av tí almenna. Borgarstjórin í Havn: Privatiserið læknarnar Læknar sum vinnurekandi Føroyska læknaskipanin er tung at dansa við. Í Danmark eru læknarnir væl nøgdir við, at teir eru privat praktiserandi Mynd. Jens K. Vang C M Y K 5 4