hósdagur 16. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 196 - 16. oktober 2003
Nr. 196 - 16. oktober 2003
7
Fuglafjarðar Sjónleikarfelag:
63 limir krevja eykaaðalfund
Tey, sum eftir eru í
nevndini, hava onga
viðmerking til støð-
una, sum hevur tikið
seg upp
MENTANARHÚSIÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at formaðurin, næst-
formaðurin og annar eyka-
limurin í nevndini í Fugla-
fjarðar Sjónleikarfelag tóku
seg úr nevndini, hava tey,
sum eru eftir í nevndini,
avgjørt ikki at úttalað seg
alment um viðurskiftini í
felagnum.
Páll Larsen, sum situr í
nevndini, sigur við Sosi-
alin, at hetta er ein støða,
tey hava tikið, tí tey halda
ikki, tað tænir nøkrum
endamáli at fara í fjølmiðl-
arnar við hesum.
Í Sosialinum í gjár var
samrøða við fráfarna for-
mannin, Eyðun Hansen, og
síðan tá hevur onkur vent
sær til blaðið og sagt, at vit
bert lýstu málið frá teirri
eini síðuni.
Sosialurin vildi fegin lýst
viðurskiftini frá báðum
pørtum, men sum skilst á
Pálli, fer eingin av verandi
nevndarlimum at úttala seg.
Tey, ið eftir eru í nevnd-
ini, eru Sofus Gregersen,
Páll Larsen, Ingun N. Olsen
og Unn Petersen.
Eykaaðalfundur
Nú verður so eykaaðal-
fundur
í
Fuglafjarðar
Sjónleikarfelag, fríggjadag-
in, 24. oktober.
Tað eru 63 limir í felagn-
um, sum hava kravt, at að-
alfundur verður hildin.
Sambært brævinum, sum
limirnir hava skrivað undir,
er málið við fundinum at
fáa greiði á støðuni, sum
hevur tikið seg upp, nú
nevndin ikki er fullmannað.
Limirnir vilja eisini hava
svar uppá ymiskar spurn-
ingar, sum tey halda ikki
eru nóg væl lýstir.
Sum skilst, helt sitandi
nevnd í Sjónleikarfelagnum
tað ikki vera neyðugt við
eykaaðalfundi, tí regluligur
aðalfundur verður kortini
fyrst í komandi ári.
Men sambært lógum fel-
agsins kann eitt ávíst tal av
limum krevja eykaaðal-
fund, og tað er hetta, sum
gjørt er.
Fleiri mál
Í kravinum um eykaaðal-
fund, sum hesir 63 limirnir
hava skrivað undir, verður
dentur lagdur á, at nevndin
ikki longur er fullmannað,
og at samstarvið millum
nevndina og leiðsluna í
húsini er hildið uppat.
Tey, sum hava skrivað
undir kravið um eykaaðal-
fund, heita á sitandi nevnd
um at taka hesi mál upp:
1. Viðgerð av undrunar-
verdum
viðurskiftum
í
nevndini
2. Val á síðsta ársaðal-
fundi
3. Átalur sambært grein
4, stk. 2 í lógini
4. Nýval av nevnd
5. Viðgerð av uppsøgn av
samstarvinum við leiðaran
6. Ymiskt
Á eykaaðalfundinum í
Fuglafjarðar Sjónleikarfelag
verða eftir øllum at døma
fleiri mál á skránni
Í kvøld letur ein for-
vitnislig framsýning –
Orkis by night - upp í
kjallaranum í blómu-
handlinum á
Glyvrum
FRAMSÝNING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rannvá í Baiansstovu, sum
er
designari
og
eigur
Faroese Fashion, fer at sýna
fram ymiskar vørur, sum
hon evnar úr føroyskari ull.
Samstundis fer Orkis at
sýna fram nýggjar vørur,
sum júst eru heimkomnar.
Í Orkis siga tey, at tað ser-
liga eru ymiskar vørur úr
glasi, sum eru frammi í
dag, og talan er bæði um
klárt glas, jarðlitt, ráhvítt
og svart glas.
Rannvá ger bæði troyggj-
ur, jakkar, draktir og ym-
iskar aðrar vørur úr ull.
Hon evnar eisini vørur eftir
serstakari bílegging, og tá
er tað bert hugflogið sum
setir mørkini.
Orkis og Faroese Fashion
hava áður havt framsýning
saman í Ribarhúsi í Fugla-
firði.
Blómuhandilin á Glyvr-
um er ikki minst kendur
fyri sínar serstakliga vøkru
blómubindingar, og tað eru
ikki minst hesar, sum fara
at prýða framsýningarhølið
á Glyvrum, tá ið latið verð-
ur upp í kvøld kl. 19.
Í kvøld verður framsýn-
ingin opin til kl. 22, í morg-
in frá kl. 9.00-19.00 og
leygardagin frá kl. 9-15.
List og jól
Leggjast kann aftrat, at
málningaframsýning verð-
ur í Orkis í november, har
Jóannes S. Hansen og Sám-
al Toftanes fara at sýna
fram síni listaverk.
Eins og undanfarin ár, fer
blómuhandilin eisini í ár at
hava vælumtóktu jólastov-
una í kjallaranum á Glyvr-
um.
Orkis by night á Glyvrum
Í kvøld letur forvitnislig framsýning upp í Orkis Glyvrum – Orkis by night. Opið verður til kl.
22. Framsýningin verður opin restina av vikuni.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hugnakvøld
við eydnuhjóli
á Toftum
Á skránni verður eitt
nú felagssangur,
kórsangur og spurn-
arkapping um gaml-
ar lutir
HUGNAKVØLD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Toftir: Leygardagin, 25.
oktober, skipar Fornminn-
isfelagið í Nes kommunu
fyri almennum eydnuhjóli
og hugnaløtu á Svanga-
skarði. Lagt verður fyri
kl. 19.30.
Umframt "lykkehjul –
sum í gomlum døgum",
sum stigtakararnir siga,
verður mangt áhugavert
og skemtiligt á skránni
hetta kvøldið.
Har verður kaffi, køkur,
felagssangur, kórsangur
og spurnarkapping um
gamlar lutir.
Stuðul
Fornminnisfelagið sigur,
at tey, sum vilja stuðla fel-
agnum við at lata ein lut
til eydnuhjólið, kunnu
venda sær til ein av
nevndarlimunum í sein-
asta lagi mánadagin, 20.
oktober.
Nú um dagarnar selir
felagið eisini lutaseðlar til
frama fyri felagið.
Tey, sum sita í nevndini
í Fornminnisfelagnum í
Nes kommunu, eru Jógv-
an I. Olsen, Josefina Jac-
obsen, Karl Johannesen,
Beinta Dahl og Regin
Debess.
Gamli prestagarðurin á Nesi er karmur um virksemið hjá
Fornminnisfelagnum í Nes kommunu.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Andrias Petersen, løg-
tingslimur og komm-
unulækni, heldur, at
fosturtøkulóggávan
frá 1956 ikki fylgir
við tíðini. Hann met-
ir, at fosturtøkulóg-
gávan skal endur-
skoðast, so hon stend-
ur í mát við tíðar-
andan í dag.
FOSTURTØKA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Løgtingslimurin og komm-
unulæknin í Norðagøtu,
Andrias Petersen, heldur, at
tíðin nú er búgvin til nútím-
ansgera fosturtøkulóggáv-
uni frá 1956. Hann gongur
tí móti ætlanini hjá lands-
stýrismanninum í heilsu-
málum, Bill Justinussen, ið
hevur sent kommunulækn-
unum skriv um, at teir
skulu fylgja lógini meira
nágreiniliga. Galdandi lóg-
gáva í Føroyum er frá 1956,
og sambært Andriasi Peter-
sen, fylgir lógin ikki við
tíðini.
– Okkara lóggáva er frá
1956, og er ongantíð broytt
síðan. Hon er 50 ára gomul,
og hon trongist avgjørt til
eina revidering. Tíðarandin
er heilt øðrvísi í dag, og
orðingarnar í lógini eru
gamlar og standa ikki í mát
við tíðarandan í dag, sigur
Andrias Petersen.
Sjálvur tekur Andrias
Petersen ikki undir við
fríari fosturtøku, men sigur
seg vilja hava skipað viður-
skifti á økinum. Hann vísir
á, at tað er neyðugt at halda
seg veruleikan, at umstøð-
urnar eru øðrvísi í dag, enn
tá lóggávan varð smíðað.
– Persónliga kenni eg
hvørki nakran persón ella
flokk, sum tekur undir við
fríari fosturtøku. Vit liva í
einum fríum samfelag, har
vit eiga at hava virðing fyri
einstaklinginum. Vit skylda
kvinnunum ta virðing, at
vit hava eina lóggávu, sum
er tíðarhóskandi, og sum
tryggjar trygg og skipað
viðurskifti á økinum, greið-
ir Andrias Petersen frá.
Útalilsini hjá landsstýris-
manninum eru alt annað
enn heppin í samband við
fosturtøkuspurningin.
Andrias Petersen spyr seg
sjálvan í hesum døgum,
hvat tær kvinnur, ið hava
tikið truplu avgerðina um
fosturtøku, hugsa, nú tær
nærmast verða gjørdar til at
vera
kriminellar.
Hann
heldur, at úttalilsini er at
meta sum steinur oman á
byrðu hjá teimum.
Bróta ikki lógina
Kommunulæknin í Norða-
gøtu er ikki nógv fyri bræv-
inum, hann fekk sendandi
frá Bill Justinussen. Andri-
as heldur, at kommunu-
læknarnir í Føroyum halda
lógina, hóast landsstýris-
maðurin sipar til nakað
annað.
– Tað er eitt keðiligt tekin
at senda okkum, at vit ikki
halda lógina, og tað er taka
sum eitt misálit. Eftir mín-
um tykki hava vit øll árini
hildið lógina, og hevur Bill
Justinussen ella landsstýrið
ein trupulleika við manna-
gongdini, so kann Bill gera
tvey ting. Hann kann fáa
landslæknan upp í leikin, ið
hevur eftirlitsmyndugleikin
á økinum ella, at hann legg-
ur uppskot í tingið um at
broyta lógina, sigur Andrias
Petersen.
Javnaðartingmaðurin er
ikki samdur í tulkingini hjá
landsstýrismanninum
av
fosturtøkulógini.
Hann
metir, at lógin er avgjørt ein
tulkingarspurningur. Bill
Justinussen hevur alment
sagt, at fosturtøkur kunnu
bert fremjast um talan er
um neyðtøku ella heilsu-
vanda hjá kvinnuni, men
hesum sjónarmiðjum tekur
Andrias Petersen ikki undir
við.
– Í lóggávuni stendur eis-
ini um psykisku og fysisku
støðuna hjá kvinnuni, og tá
er støðan opin hjá komm-
unulæknanum, um hann
velur at játta fosturtøkuna.
Lógin er eftir mínum tykki
formulera sum ein tulking-
arspurningur, sigur komm-
unulæknin.
Onnur misunna
okkum
Í blaðnum mánadagin vístu
vit á, at sambært hagtølun-
um eru føroyingar langt
niðastir, tá talan er um fost-
urtøkur í Norðanlondum.
Andrias Petersen rør eisini
framundir hesi tøl, og sigur
at onnur lond misunna før-
oyingum fyri fáu fostur-
tøkurnar
– Føroyska lóggávan er
restriktiv,
men
umsitin
liberalt. Í samband við fost-
urtøkur eru kvinnurnar ofta
í viðtalu hjá kommunu-
læknunum
2-3
ferðir,
áðrenn endaliga støða verð-
ur tikin. Eg haldi, at lógin
er væl umsitin, og tí ger
Bill Justinussen fosturtøk-
urnar í Føroyum til ein
trupulleika, ið als ikki er til
staðar. Talan er um ein so-
nevndan falskan trupul-
leika, og hagtølini stuðla
eisini tí, sigur Andrias
Petersen.
Ikki av tilvild
Javnaðartingmaðurin held-
ur ikki tað verða av tilvild,
at fosturtøkuspurningurin
aftur er í hæddini
– Tað er ikki av tilvild, at
fosturtøkan verður tikin
fram júst nú. Hví skal
landsstýrismaðurin senda
bræv til okkum, nú tá
fíggjarlógin er til viðgerð-
ar? Tað er fyri at sløra fyri
allar trupulleikarnar við
fíggjarlógini, at málið er
tikið framm júst nú. Tað er
strategiskt frá samgonguni,
at týdningarmikil mál sum
fíggjarlógin fer í bakgrund-
ina í fjølmiðlunum, og fjøl-
miðlarnir hoppa eisini upp
á tað. Eg haldi bara tað er
stórt spell, at so álvarsamt
mál, sum fosturtøka verður
nýtt soleiðis, tí tað er tað alt
ov týdningarmikið til, sigur
Andrias Petersen at enda.
Neyðugt við nýggjari
lóggavu um fosturtøku
Evnis-
dagur
um
fostur-
tøku
Føroya Pro Vita fer
leygardagin at
skipa fyri evnisdegi
um fosturtøku.
Bente Holmgaard
úr Danmark skal
halda tríggjar fyri-
lestrar um ráðgev-
ing innan fostur-
tøkuspurningar.
EVNISDAGUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Kjakið um fosturtøku er
aftur í hæddini. Heita
evnið er javnan uppi og
vendur, og seinastu vik-
una hava serliga fjøl-
miðlarnir varpað ljós á
evni. Fosturtøka er eitt
evni, ið flestu føroying-
ar hava ein støðu til, og
tí er ein evnisdagur um
evnið rættiliga viðkom-
andi í hesum døgum.
Føroya Pro Vita er fel-
agið, ið virðir rættin hjá
ófødda barninum. Fel-
agið skipar leygardagin
fyri evnisdegi um ráð-
geving í fosturtøku-
spurningum. Evnisdag-
urin verður skipaður í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði.
Í samband við evnis-
dagin, kemur Bente
Holmgaard úr Danmark
at halda tríggjar fyri-
lestrar. Heitið á fyri-
lestrunum eru:
1) Hvussu meinigheitir
ella samkomur kunnu
gera mun í okkara
samfelag
2) Hvussu kenslur fáa
mál í ráðgevingini
3) Hvussu trívist ein
best sum ráðgevi
Bente Holmgaard er út-
búgvin lærari og er leið-
ari á fosturtøkutelefon-
ini hjá felagsskapinum
"Retten til liv" í Dan-
mark
Evnidagur er almennur
og byrjar kl. 10
Andrias Petersen er ikki nógv
fyri brævinum, hann hevur
fingið frá landsstýrismannin-
um í heilsumálum. Tað er
eitt stak óheppið tekin at
senda kommunulæknunum,
at teir ikki halda lógina, og
tað er at meta sum eitt mis-
álit, sigur kommunulæknin í
Norðagøtu.
Mynd: Savnsmynd
Andrias Petersen sigur, at Bill Justinussen ger fosturtøkurnar til ein trupulleika. Onnur lond
misunna okkum fyri fáu fosturtøkurnar í Føroyum, og tí eru fosturtøkurnar ein falskur
trupulleiki í Føroyum, sum ikki er til staðar, sigur hann
Kelda: Hagstova Føroya
C
M
Y
K
7
6