Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 196 - 16. oktober 2003 Nr. 196 - 16. oktober 2003 9 – Arbeiðsbólkur er settur at lýsa viður- skiftini í sjúkrahús- og heilsuverkinum sum heild at gera eina strategiætlan fyri, hvussu samstarv og annað kann skipast í framtíðini, soleiðis at vit fá so nógv sum møguligt fyri játtaða peningin og at vit gagnnýta høli, útgerð og annað optimalt segði Bill Justinussen, landsstýrismaður á pallborðsfundi í viku- skiftinum RÁÐSTEVNA Jan Müller Ikki færri enn trý lands- stýrisfólk vóru við til pallborðsfund, sum felagið hjá føroyskum sjúkrarøkt- arfrøðingum skipaði fyri í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin. Teir vóru Annita á Fríðriksmørk, landsstýris- kvinna í mentamálum, Bill Justinussen, landsstýris- maður í heilsumálum og Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í almannamál- um. Bill Justinuussen vísti í sínum innleggi á, at tað hevur eydnast at fáa eina útbúgvingarskipan á heilsuøkinum, sum eisini er eitt vegamót. Viðvíkjandi sjúkrarøktarsfrøðingum eru vit í øllum førum enn í tí hepnu støðu, at vit klára so nøkunlunda at fyljga við tá talan er um loypandi at útbúgva fólk til hesi størv. Enn eru við í øllum førum betur stillað á hesum øki enn nógv av grannalondum okkara men tøknilig menn- ing og øktir viðgerðar- møguleikar føra til øktan tørv á sjúkrarøktarfrøðing- um, læknum og heilsu- starvsfólkum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum gjørdi vart við, at útbúgvingar-poli- tikkurin má tó ikki bert miðja ímóti at útbúgva nýggj fólk, men eisini veita eftir- og víðari útbúgv- ingarmøguleikar. Nógv okkara hava tað soleiðis, at vit ræðast nýmótans tøkni í ávísan mun og oftani kann tað tykjast møtimikið at skula læra um slíka tøkni. Givið er tó, at eins og á øllum øðrum økjum, so er eisini neyðugt fyri sjúkra- røktarfakið at fylgja við gongdini og at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum nýggja tøknin setir. Hóast hesa gongd, so eiga vit kortini ongantíð at gloyma, at tað skulu vera vit, sum stýra tøknini og ikki umvent, og tøknin kann heldur ikki gera alt. Tann Menning setir krøv til nýggjan hugburð í heilsuverki umsorgan og tann menn- iskjaligi leikluturin, sum altíð hevur verið ein partur av sjúkrarøtkini kemur ongantíð at hvørva. Psykiatriøkið Bill Justinussen sannaði á fundinum, at psykiatriøkið er eitt av økjunum innan heilsuverkið, sum í stóran mun er forsømt. Karmarnir, sum sjúklingar hava fingið í boði á hesum øki hava langt frá verið nøktandi. Sjúklingarnir og teirra viðurskifti eiga sjálvandi at verða miðdepilin á einum hvørjum øki innan heilsu- verkið. Men hann sannaði eisini, at eins og fyri øll onnur arbeiðspláss, so er sjávlandi eisini fyri neyðini at skapa trivnað á hesum slagnum av arbeiðspláss- um. Hann segði seg væl skilja, at tær umstøður, sum verða bodnar á psykiatriska økinum sum arbeiðpláss ikki eru serliga lokkandi fyri starvsfólk og sannaði, at tað hevur verið trupult at varðveita nóg mikið av tí kvalifiseraðu arbeiðs- megini á økinum. Hann helt tað tí vera gleðiligt, at vit á hesum øki eru komin til eitt annað vegmót. Hann vísti víðari á, at tað fyri nøkrum árum síðani var gjørt eitt álit um framtíðar psykiatri, sum tað umsíðir er eydnast at fáa sett pening av til men ásannaði, at henda játtan loysir ikki allar trupulleikar frá einum degi til annan men hon er ein byrjan, sum letur upp fyri nøkrum møguleikum, sum vit hava biðið m.a. starvsfólk á økinum um at koma við hugskotum til. Tá talan er um sjálva økis- psykiatriina er tankin, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa ein avgerandi leiklut. Landssjúkrahúsið Landsstýrismaðurin nevndi eisini nýggja bygnaðin á Landssjúkrahúsinum, sum hann metti vera eitt stórt stig, ið verður til gagn og gleði fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. –Sjálvur trúgvi eg, at hetta fer at vísa seg at vera eitt sera týðandi vegamót fyri Landssjúkra- húsið. Ikki bert tað at fáa ein nýggjan bygning, men eg vóni og vænti eisini, at ringvirkningarnir av hesum eisini fara at vísa seg við uppaftur betri trivnaði á Landssjúkrahúsinum sum arbeiðspláss. Hann kundi staðfesta ein sera góðan trivnað og samanhald á t.d. Suðuroyar sjúkrahusi eftir at tað var nútímansgjørt og útbygt, og kendi hann seg sannførdan um, at hetta eisini var orsakað av at arbeiðsumstøðurnar eru góðar. Samstarv Bill Justinussen nam eisini við samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini og segði, at uttan mun til um vit vilja tað ella ikki, so er ávirkanin uttanífrá so sanniliga við til at mynda ta leið, sum heilsuverkið stýrir eftir inn í framtíðina. Landsstýris- maðurin vísti á, at tað var hansara politiski aðalsetn- ingur at royna at víðka um samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini. Tey høvdu í farnari tíð sínar høvuðs- uppgávur í nærumhvørvin- um og vóru við til at veita tryggleika fyri tey ymsu økini í landinum. – Men við árunum er nógv hent á bæði samferðsluøkinum, á samskiftisøkinum, á heilsu- tøkniliga økinum, sum ger, at møguleikarnir hjá sjúkrahúsunum at veita heilsutænastur røkk longur enn bert til nærumhvørvið. Um fá ár verða munandi batar framdir innan sam- ferðsluna til bæði Suður- oynna og Norðoyggjar, tá nýggja suðuroyarferjan kemur í sigling, og tá fast samband verður um Leir- víksfjørð. Harumframt eru samferðslumøguleikarnir til útlond eisini nógv ment- ir seinnu árini. Flogið verð- ur til bæði Noregs, Ong- lands, Íslands og Danmark. Landsstýrismaðurin metti tað vera avgerandi neyðugt, at tað støðugt verður arbeitt við at tillaga føroyska sjúkrahúsverkið og heilsuverkið annars, fyri framhaldandi at kunna tryggja føroyingum nøkt- andi heilsutænastur á so nógvum økjum sum møguligt. Talan er bæði um tillaging av viðurskiftum innanhýsis á teimum trim- um sjúkrahúsunum, millum sjúkrahúsini, millum sjúkrahúsini og primera heilsusektorin, og millum sjúkrahúsverkið og við- gerðarstøð uttanlands. Landsstýrismaðurin upp- lýsti, at hesar sannroyndir eru eisini orsøk til, at settur er ein arbeiðsbólkur at lýsa viðurskiftini og gera eina strategiætlan fyri hvussu samstarv og annað kann skipast í framtíðini, soleiðis at vit fá so nógv sum møgu- ligt fyri játtaða peningin og at vit gagnnýta høli, útgerð og annað optimalt. Tí tað vil í longdini verða til frama fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Mentamálaráðið fer í næstum fer at enduskoða lóggáv- una fyri Fróð- skaparsetrið og Læraraskúlan. Í hesum sambandi verður kannað, hvussu Fróðskapar- setrið, Lærara- skúlin og Sjúkra- røktarfrøðiskúlin á ein ella annan hátt kunnu samskipast í framtíðini sum partar av tilboð- num á einum før- oyskum universi- teti: Lærdi Háskúli Føroya. Hetta upp- lýsti landsstýris- kvinnan í útbúgv- ingar- og menta- málum, Annita á Fríðriksmørk á pallborðsfundi í vikuskiftinum. RÁÐSTEVNA Jan Müller Annita á Fríðriksmørk umrøddi í sínum inn- leggi á pallborðs-fund- inum á ráðstevnuni hjá sjúkrarøktarfrøðingum serstakliga allan út- búgvingarspurningin, sum hon helt vera ein týðandi part av tí vegamóti, sum varð um- røtt á ráðstevnuni. Tað var í 1999, at Undirvís- ingar- og Mentanar- stýrið tók við ábyrdini av sjúkrasystraútbúgv- ingini. Málsøkið "Skúla- mál" varð yvirtikið í juli 2002 og føroyska lógin um sjúkrarøktarfrøði- útbúgving varð sett í gildi í februar í ár. Í lógini er ásett, at sjúkra- røktarfrøðingaútbúgvin gin tekur fýra ár, og at føroysku sjúkrarøktar- frøðingarnir skulu fáa bachelor heitið. Annita á Fríðriksmørk segði, at Mentamála- ráðið í næstum fer at endurskoða lóggávuna fyri tveir aðrar læru- stovnar, nevniliga Fróð- skaparsetrið og Lærara- skúlan. Í hesum sam- bandi verður kannað, hvussu Fróðskaparsetr- ið, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin á ein ella annan hátt kunnu samskipast í framtíðini. Landsstýriskvinnan vísti á, at tann mynd, sum vit síggja fyri okk- um, er, at útbúgvingin av sjúkrarøktarfrøðing- um í framtíðini verður partur av tilboðnum á einum føroyskum uni- versiteti: Lærdi Háskúli Føroya. Á Lærda Há- skúlanum verða allar tær útbúgvingar, ið leiða til Bachelor, Master ella kandidat og Ph.d savn- aðar. - Í hesum høpi er sera umráðandi, at vit ikki gloyma tað, sum er aðal- endamálið við útbúgv- ingini, t.e. at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar við bæði praktiskum og teoretiskum førleikum. Hava vit støðugt hetta endamál fyri eyga, er eftir míni meting eingin vandi fyri, at sjálv røktin og røktarfrøðin fara at detta niður ímillum, hóast tann ástøðiliga ella akademiska síðan kemur at fylla nógv í fram- tíðini. Hon vísti so eisini á týðandi leiklutin sum bæði Familju- og heilsu- málaráðið og Almanna- ráðið hava fyri partar av útbúgvingini av sjúkra- røktarfrøðingum. Somu- leiðis hevur sjúkrarøkt- arfrøðiskúlin gjørt eitt megnar arbeiði. Landsstýriskvinnan vónaði, at nýggja út- búgvingin verður til gagns fyri øll. Hon takk- aði felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri gott og álitisfult samstarv. Felagið var við í arbeiðinum við nýggju lógini og er tað ikki minst felagnum fyri at takka, at úrslitið gjørdist so gott, sum tað gjørdist. – Vit fingu eina góða lóg. Sjúkrarøktar- frøðiskúli part- ur av føroysk- um universiteti – Í mínum huga- heimi kemur faklig dygd og doku- mentað ástøði fram um fakbólk og fakfelag. At veita sjúkrarøkt er ikki ein spurningur um trúgv, ella eitt kall, men ein spurningur um at vera pro- fessionellur tæn- astuveitari, sum fær fult uppiborna løn fyri sítt arbeiði, uttan mun til um tað er á granskingarstigi ella í gerandisrøkt segði Páll á Reyna- túgvu, landsstýris- maður á pallborðs- fundi leygardagin. RÁÐSTEVNA Jan Müller - Hvat er ein sjúkrarøktar- frøðingur, hvar er sjúkra- røkt, og hvussu prógva tit, at tit duga tað, sum tit eru, og vilja vera vóru spurn- ingar, sum landsstýris- maðurin í almanna-mál- um, Páll á Reynatúgvu, setti á pallborðsfundi við fullsettum Norðurlanda- húsi av sjúkrarøktarfrøð- ingum. Og hann helt fram, at svarini helst eru líka nógv, sum tað eru persónar í Norðurlanda- húsinum henda dag. Men próvbyrðan er tykkara líka frá leiðslum til les- andi legði landsstýris- maðurin aftrat. Hansara boð var annars, at tað gongur ikki long tíð, til vit hava fyrsta før- oyska professaran í sjúkrarøkt, og so ger tað einki, um hon ella hann, eisini rúmar tí kjarnu- sjúkrarøkt, sum brendi seg í minni hansara ein morgun á Landssjúkra- húsinum fyri 15 árum síðani. Við hesum sipaði landsstýrismaðurin til tann morgunin hann vaknaði upp á sjúkra- húsinum eftir at hava fingið tikið mandlurnar og har bert sá og møtti fittum, fyrikomandi og smílandi sjúkrasystrum. Páll á Reynatúgvu helt fyri, at hesi somu 15 árini hevur felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar ment seg til at vera eitt av sterkastu og mest virdu fakfeløgum í landinum og stendur sum ein viti fyri hini feløgini á heilsuliga landkortinum, ið flestu enn goyma seg í skjúrtu- faldinum á donskum mostrafeløgum. - Men tíðin stendur tíbetur ikki í stað. Viljin og vitanin fara altíð at leita sær fram á leið. Tráanin eftir at gera tað góða betur og at finna nýggjar leiðir er náttúrlig, og júst hesi viðurskifti gera, at sjúkrarøktin í dag stendur á einum vegamóti segði landsstýrismaðurin og vísti, at tað tá er týdn- ingarmikið at gera upp, hvar ein er staddur, hvar ein ætlar at fara, og um tað ber til at fara har ein ætlar sær. Hann vísti á, at tað kann vera stórur munur á leið- ini hjá fagfelagnum, og hjá fakligu serfrøðingun- um, ella ressourcupersón- unum í felagnum. Fak- felagspolitiska leiðin kann snúgva seg um at vinna land, at fevna víðari, fáa fatur á valdin- um og leiðslufunktión-un- um, meðan tað ikki er óhugsandi at fakligu ser- frøðingarnir velja fakligu granskingina, innova- tiónina og dokumenta- tiónina sum rætta vegin fram. Heilsuhúsið fyllist Páll á Reynatúgvu metti sjálvur, at veruleikin helst er, at hóast avbjóðingar- nar eru nógvar, so byrjar at fyllast í føroyska, og eisini altjóða, almanna- og heilsuhúsinum. Og møguleikarnir at flyta mørk, fyri ikki at siga flyta um mørk, fækkast. Albogarnir spískast, og fakmørkini verða kritað upp. - Á ovastu hædd ráða læknarnir, og hóast trol á vøruni, so verja teir manniliga borg. Í síðu- rúmunum búgva terapeut- arnir, og sálarfrøð-ingar- nir. Og undir væðingini socialráðgevararnir, peda- gogarnir og lærararnir. Í kjallaranum byrja heilsu- røktararnir og sálar- heilsurøktararnir at gera vart við seg. So hóast sjúkrarøktarfelagið ehvur eina sentrala søtðu, og virkið á miðhæddini, so kann tað tykjast sum tað at sleppa út og vinna land er ein møtimikil fak- felagslig uppgáva. Og tá havi eg ikki sagt eitt orð um øll tey alternativu til- boðini. Landsstýrismaðurin segði víðari, at venda vit øllum á høvdið og siga, at samstarvið um og nøgd- semi hjá brúkarunum, viðskiftafólkinum, sjúk- lingunum er málið, so koma fakligu serfrøðing- arnir til sín rætt, og hava møguleika at menna fakið og viðhvørt, røkka inn um mark, hjá fakligu grann- unum, sum liður í sam- laðu brúkaratænastuni. - Í mínum hugaheimi kemur faklig dygd og dokumentað ástøði fram um fakbólk og fakfelag. At veita sjúkrarøkt er ikki ein spurningur um trúgva, ella eitt kall, men ein spurningur um at vera professionellur tænastu- veitari, sum fær fult uppi- borna løn fyri sítt arbeiði, uttan mun til um tað er á granskingarstigi ella í gerandisrøkt. Ikki ein spurningur um trúgv ella kall: Men at vera professio- nellur tænastuveitari Millum pallborðsluttakararnar vóru trý landsstýrisfólk Mynd: Jonhard Hammer Fullsett var í Norðurlandahúsinum leygardagin Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 9 8