hósdagur 16. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 196 - 16. oktober 2003
Nr. 196 - 16. oktober 2003
11
Fyrr í vikuni var eitt kjak í Sjónvarpi Føroya um
trupulleikan við, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av
landinum. Tað er gott at Sjónvarpið tekur aktuell mál
sum hetta upp til kjak, tí loftmiðlarnir hava við sínari
stóru gjøgnumslagskraft ein sera týdningarmiklan
leiklut í tí almenna kjakinum.
Luttakarnir í kjakinum bóru fram sjónarmið umboð-
andi ráfiskaseljarnar og ráfiskakeyparnar. Haruftarat
komu formaðurin í Búskaparráðnum og landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum eisini við sínum sjónar-
miðum.
Ráfiskaseljarnir í Føroyum vísa seg at hava tað
traditionella sjónarmiðið um, at teir hava veitt fiskin,
og tí eiga teir at sleppa at selja, har teir fáa best prís,
sama hvar tað er. Hetta sjónarmiðið var forsvarligt í
teimum døgum, har ein og hvør kundi útgera skip og
fara til fiskiskap. Nú er tað bara ikki so. Tað er ikki ein
og hvør, ið fær fiskiloyvi. Tey reiðarí, ið hava fiskiloyvi
í dag, hava fingið tað fyri einki frá landinum. Ein og
hvør kann ikki keypa nýtt skip og fara at fiska, men
noyðist at gjalda privatum fyri at fáa lut í verandi
loyvum. Tí er ikki talan um ein fría vinnu, men um eina
sterkt reguleraða vinnu. Fyriuttan at fáa tað frammi-
hjárættindi fyri einki, ið eitt fiskiloyvi er, so verða
reiðaríini stuðlað við einum skattlætta og einari
minstulønarskipan, ið tekur um endan, um tað gongur
illa. Ráfiskaseljarnir argumentera, sum um teir vóru í
fríari kapping uttan subsidiering. Tað eru teir ikki, og tí
er tað púra beint, sum Meinhard Jacobsen stjóri í
Føroya Fiskavirking sigur, at treytir eiga at fylgja við.
Tað líkist snøgt sagt ongum, um løtuvinningstráan og
manglandi samfelagssinni skal verða orsøk til, at skip
liggja og selja fisk niðri í Hanstholm, í summum førum
til undirprís enntá.
Tað er eisini rætt, tá stjórin á Fiskavirking sigur, at man
ikki má leypa framav, tá man alment skal gera reglar
fyri keyp og sølu av føroyskt veiddum ráfiski. Vit
kenna tað frá øðrum vinnum, at vørur skulu tvørturum
føroyskan keikant. Hví ikki krevja, at allur fiskur
veiddur við føroyskum fiskiloyvi skal um føroyskan
keikant? Endamálið má vera, at føroysk virkir fáa
møguleikan at bjóða uppá fiskin, uttan man nýtist at
gera reglar fyri, hvør vøra verður útflutt ella ikki.
Sjálvandi eru nógvir ivaspurningar, men ikki nýtist
loysnin at vera, at krevja fiskin á eina einstaka upp-
boðssølu. Hví ikki bara krevja keikantin? Hetta ger, at
føroysk virki við støð í Føroyum fáa fyrimun, óansæð
um útlendingar bjóða uppá fiskin.
Sjónarmiðið um, at eingin regulering skal verða á sølu
á ráfiski heldur ikki, tí fiskivinnan á sjógvi er ræðis-
avmarkað, og tí eiga treytir at fylgja við almenna
frammihjárættinum, ið tað er at fáa eitt fiskiloyvi fram
um onnur fyri einki við skattafyrimuni og minstulønar-
skipan afturat. Tíverri vísir tað seg, at um treytir ikki
fylgja við, so verður tað løtuvinningurin hjá einstaka
skipinum, ið avger, hvar fiskurin verður avreiddur.
Men skilligt eru tað fleiri meiningar um hetta, og tær
meiningarnar eiga so sanniliga eisini at verða hoyrdar
og viðgjørdar í tí almenna kjakinum um hetta so
týðandi málið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fiskivinnan og treytir
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Finnur Helmsdal
Um tað er Bill Justinussen,
landsstýrismaður,
sum
skýtur og Jenis av Rana,
løgtingsmaður og komm-
unulækni sum løðir, ella
um
leiklutabýtið
teirra
millum er blandað øðrvísi,
hevur ikki so stóran týdn-
ing. Tað, sum hevur týdn-
ing er, at tað umboðini fyri
Miðflokkin hava sagt sein-
astu tíðina um fosturtøkur
og tey, sum fremja slíkar,
ikki á nakran hátt hevur
skapt virðing fyri hvørki
kvinnuni ella sjálvum fost-
urtøkuspurninginum. Tí-
verri hevur tað, sum onnur
seinastu tíðina hava sagt
um somu viðurskifti, held-
ur ikki gagnað stórvegis.
Forkvinnur og landsstýris-
kvinnur úttala seg og vísa
til tøl og støðuna á ar-
beiðsmarknaðinum, sum er
fosurtøka bara okkurt ein
kann nýta til at fremja aðrar
sakir við. Ongin, ikki ein,
sum hevur verið frammi
seinastu tíðina og úttalað
seg um fosturtøku, hevur
roynt at leggja orðaskiftið
upp á tað støðið, sum spur-
ningurin um fosturtøku
hevur uppiborið. Eingin
hevur roynt at lýsa sjálva
avgerðina um at lata ein
lækna taka fostrið, sum
eina djúpt persónliga av-
gerð, ið er fongd við, ofta
sníkjandi, sálarligum trega
og avleiðingum annars. Av-
gerðin um at fremja fostur-
tøku kann vera løtt at taka,
og lívið kann eisini ganga
víðari, sum einki var hent,
eftir at tøkan er framd. Men
soleiðis er tíbetur ikki altíð.
Sum oftast er alt ein sálar-
ligur hurlivasi hjá teimum,
sum hugsa um at lata sítt
fostur taka. Og sum oftast
verður avgerðin tikin, tí
aktuella støðan hjá við-
komandi talaði fyri tøku.
Avgerðin varð langt frá
altíð tikin, tí viðkomandi
inniliga ynskti fosturtøku,
men heldur tí viðkomandi
ikki dugdi at síggja ella
hugsa nóg klárt júst ta
løtna. Avgerðin varð oftast
tikin, tí viðkomandi hvørki
fekk ráðgeving ella stuðul,
tá harðast stóð á.
Spurningurin um fostur-
tøku er og verður persón-
ligur, er og verður ein
spurningur um nógv innilig
og álvarslig viðurskifti.
Spurningurin um fostur-
tøku er ikki ein avlaða,
fundamentalistisk
og
demagogisk tulking av
skriftini. Fosturtøka kann
heldur ikki rættvísgerast
við tilvildarligari tilvísing
til tøl, sum eingin veruliga
kennir. Fosturtøka skal
heldur ikki nýtast sum jarn-
brot fyri at vinna kvinnuni
javnrættindi
á
arbeiðs-
marknaðinum. Sjálvandi
skal kvinnan hava javnrætt-
indi, men hetta má og kann
vinnast á aðrar mátar.
Bill skal fremja tingsins
vilja
Í viðtalu við Útvarpið í
samband við fosturtøku-
spurningin
segði
Bill
Justinussen, at hann ikki
bert er landsstýrismaður
fyri Miðflokkin, hann er
landsstýrismaður fyri sam-
gonguna. Bill er meira enn
so, hann er landsstýrismað-
ur fyri allar Føroyar. Før-
oya fólk hevur valt løg-
tingið, og tí má og skal Bill
fremja tingsins vilja. Før-
oya løgting hevur sagt sína
hugsan í hesum máli. Hetta
tá Jenis av Rana og tríggir
aðrir tingmenn í valskeið-
num undan hesum løgdu
fram uppskot um at broyta
og herða lógarásetingar um
møguleikar
og
manna-
gongdir í samband við fost-
urtøku. Málið endaði í
trivnaðarnevndini, og fekk
tað har eina neyva, og eftir
mínum
tykki,
rættiliga
kvalifiseraða
viðgerð.
Nevndin mælti tinginum til
ikki at taka undir við upp-
skotinum, men heitti síðan
á landsstýriskvinnuna um,
skjótast gjørligt, at seta á
stovn nakað sum minti
nógv um "mødrehjælpen".
Hetta fyri at tryggja kvinn-
um, sum koma illa fyri
vegna graviditet, stuðul og
ráðgeving, soleiðis at hon
verður betur før fyri at taka
avgerðina. Tað er umráð-
andi, at kvinnan ikki kennir
seg einsamalla undir slík-
um umstøðum, tað er eisini
umráðandi, at onkur hjálpir
kvinnuni at síggja heildar-
myndina, kanska í tíðar-
perspektivi eisini. Sjálv-
andi kann stuðul, ráðgeving
og leiðbeining frá Guds
fólki eisini vera viðkom-
andi í hesum sambandi.
Men tað er langt frá við-
komandi, at landsstýris-
menn standa og hótta og
vilja lóggeva í mun til
tulkingar av skriftini. Jenis
av Rana atkvøddi ikki móti
sínum egna uppskoti, men
tað gjørdi onkur uppskots-
stillari saman við so at siga
restini av tinginum. Tilmæli
um ein mødrehjælp varð
væl fagnað, men tíverri
gjørdi táverandi landsstýr-
iskvinna einki við málið.
Og hevur eingin lands-
stýrismaður síðan heldur
nomið tað við einum fingri.
Jenisi dámdi sjálvur stak
væl tankan um eina mødre-
hjælp, og segði hann eina
ferð seinni, at hann kundi
hugsað sær at sett upp-
skotið fram av nýggjum, tá
skiftandi landsstýrismenn
ikki góvu tí ans.
Tí fari eg at enda hetta
skriv við at mæla Bill
Justinussen,
landsstýris-
manni til at fremja vilja
tingsins. Og eg fari at mæla
honum til at gera tað, um
hann veruliga vil skapa
virðing um fosturtøku-
spurningin og tær kvinnur,
sum verða raktar í hesum
sambandi.
Avgerðina um fosturtøku
fer kvinnan altíð sjálv at
eiga.
Latið okkum skapa virðing um
fosturtøkuspurningin
- men sjálvsagt er tað kvinnan sjálv, sum tekur avgerðina
VIÐMERKINGAR
VIÐMERKINGAR
Jóhan Joensen
Hevði ikki ætlað mær í
nakað blaðkjak, men tá við-
merkingarnar hjá Grækaris
sáa iva, hvørt undirritaði
sigur sannleikan, føli eg
meg noyddan at koma við
enn eini viðmerking.
Meir hóskandi hevði ver-
ið at lagt kjakið á tað støði,
har tað hoyrir heima, og
viðgjørt kjarnuna í mál-
inum - hví søkir eitt reiðarí
um útflagging, og hvussu er
støðan hjá rækjuflotanum,
men sum eg
skilji, hevur hetta ikki
áhuga. Tú ynskir heldur at
fara í smálutir, og leggur
meg undir, bert at siga
hálvan sannleikan, og tað
vil eg ikki hava sitandi á
mær.
Hóast undirritaði í for-
hond er dømdur at tapa í
kjaki við drivnar og gølu-
søkjandi tíðindamenn, ditti
eg mær kortini at "skera tað
í smálutir":
Johnsigurd Johannessen
ringdi til mín seinnapartin
hósdagin 25. september at
fáa eina samrøðu til Dag og
Viku sama kvøldið. Skot-
bráðið var stutt, og undirrit-
aði bar seg undan. John-
sigurd bað meg umhugsa
hetta til dagin eftir.
Fríggjamorgunin 26. sep-
tember ringdi undirritaði til
Johnsigurd og játtaði at
gera eina samrøðu um mál-
ið sum heild, men at hetta
kundi ikki gerast fyrr enn
mánadagin, tí eg, eins og
nógv av bygdarfólkinum,
var lagstur við krími og
febri. (Vilt tú, Grækaris,
hava prógv fyri, at eg var
sjúkur, er tú vælkomin at
ringja til mín.)
Avtalað bleiv, at John-
sigurd skuldi ringja aftur
mánadaguin, so vit kundu
avtala eina tíð.
Týsdagin og gjøgnum
vikuna er tað so John Jo-
hannessen, ið vil hava meg
at gera viðmerkingar til
vinningsbýtið. Eg segði
honum, at eg dagin fyri
hevði játtað at koma í sjón-
varpið at viðgera støðuna,
men fekk ikki boð aftur, og
eg fór ikki bert at gera við-
merkingar til vinningsbýti.
Hann spurdi, hvønn eg
hevði tosað við, og um eg
nú var fornermaður. (Tað
undrar meg ikki sørt, at
hann ikki visti, hvønn eg
hevði tosað við, tí sum tú
sigur, verður hetta viðgjørt
á einum samlaðum redak-
tiónsfundi)
Nei, tað liggur mær
ógvuliga fjart at ganga for-
nermaður. So mikið havi eg
hóast alt lært mína tíð í
vinnulívinum, at tað kemur
tú ikki langt við.
Hóskvøldið 9. oktober
var "Breddin" á skránni.
Hetta var eftir mínum tykki
partvís ein hampuliga góð
sending, har vit fingu nak-
að av innliti í, hvussu okk-
ara lógarsmíð fer fram. Eis-
ini høvdu tit ein skilagóðan
og sakligan grannskoðara,
Jógvan Sundstein, at við-
gera okkara roknskapir,
vinningsbýti og framtíðar-
vánir.
Eg var ikki sørt spentur
og hevði satt at siga vænt-
að, at John Johannessen fór
at enda sendingina við at
ynskja okkum góða eydnu
við hesi royndini at varð-
veita skipið. Men nei, hann
spældi plátuna umaftur, at
vit takkaðu nei at selja
skipið og býta 16 mio. mill-
um eigararnar, eftir at hvør
hevði fingið sítt, eisini
landskassin: Landsbúskap-
arligur
hugsunarháttur
fyri víðarikomin á høgum
støði má sigast.
Tað var í lagi, at sendingin
vísti, hvørji skip høvdu
fingið umlagt veðhald til
rentu- og avdráttarfrí lán,
men sendingin hevði eftir
mínum tykki eina stóra
slagsíðu. Onki kom fram
um veruligu støðuna hjá
flotanum, og hvønn týdn-
ing hann hevur fyri sam-
felagið. Nei, sendingin
botnaði í at finna nakrar
persónligar syndarar.
Eg kann skoyta uppí, at
um Arctic Viking fær loyvi
at flagga til Litava, tilføra
vit samfelagnum partar av
virðum, ið eru tillutaði øðr-
um landi, samstundis sum
rúmsáttari er hjá øðrum
føroyskum skipum at fiska
føroyskar kvotur. Hevði í
míni
fávitsku
líkasum
vænta okkum eitt herða-
klapp frá John fyri tað.
Tú sigur, at uppgávan hjá
tykkum journalistum er at
vera fólksins varðhundur,
og alt gott um tað.
Eg hevði nú eisini mett,
at partur av tykkara upp-
gávu er at bera sakligan og
positivt gevandi tíðinda-
flutning, men her fari eg
kanska skeivur.
---------
Eftir stendur ósvikaliga
fast:
SVF-tíðindadeildin hev-
ur ikki við einum orði við-
gjørt kjarnuna í málinum.
SVF-tíðindadeildin hev-
ur sum einasti fjølmiðil
ikki við einum orði við-
gjørt veruligu støðuna hjá
rækjuflotanum, og hvønn
týdning hann hevur fyri
samfelagið.
Hetta hóast sera gott
høvi, nú fíggjarlógin hevur
verið til viðgerðar, sam-
stundis
sum
Zakaris
Hammer, sum altíð, við
síni mergjaðu og gevandi
sending lýsir søguna hjá
rækjuvinnuni og teir und-
angongumenn,
ið
fyri
hava slóðað og verið við til
at lagt lunnar undir væl-
ferðarsamfelagið Føroyar.
Arctic Viking
D. Petur Højgaard
kommunulækni
Takk fyri bræv títt í Dimmu
14. okt. Tú setur fram týð-
andi spurningar um viður-
skiftini hjá sjúklinginum í
einari
framtíðar
EDV-
læknaskipan.
Verður hann eitt nú at
"sveima" á netinum í eini
samskiftandi telduskipan til
øll við atgongd til skipan-
ina at hyggja at? Hvat við
upplýsingum
latnum
í
trúnaði? Tagnarskylduni?
Hvussu trygg er slík skipan
aðrar vegir? Hvør eigur og
kann geva loyvi til nýtslu
av data? Læknar? Aðrir
myndugleikar? Sjúkling-
urin ?
FELAGSSERVARIN
Av tí, at tú nevnir felags-
servarin sum eitt møguligt
vandamál, skal eg royna at
svara spurningum tínum.
Havi verið við at menna
íslendsku SAGA- skipan-
ina til føroysk viðurskifti.
Hendan skipanin byggir á
nevnda felagsservara og er
annars gjørd sum ein heild-
arloysn, tvs er ætlað at
fevna um heilsuverkið alt
kommunulæknar, heilsu-
systrar, heimasjúkrasystrar,
ljósmøður,
sjúkrahúsini,
apotek,
almannastovu,
sjúkrakassar.
Loyvi mær at nevna fyrst,
at skipanin hevur verið
roynd í kommunulækna-
høpi og riggar væl. Harum-
framt og ikki minni týdn-
ingarmikið lúkar hon tær
treytir, tú sum sjúklingur í
brævi tínum setur til slíka
skipan.
Skipanin er bygd upp so-
leiðis, at teir ymsu brúkar-
arnir hava atgongd til yms-
ar partar av skipanini.
Ímillum hesar partar eru
elektroniskar
forðingar,
skott, um tú vilt. Tí ber eitt
nú ikki til hjá teimum á
apotekinum at síggja anna
enn tað, sum viðvíkur teirra
arbeiði. Somuleiðis hava
ymsir læknar teirra "kass-
ar" at arbeiða í. Tað, tú t.d.
hevur í trúnaði við komm-
unulækna tín, síggja onnur
ikki. Heldur ikki aðrir
læknar. Hetta svarar til, at
onnur ikki hava atgongd til
tína bankakonto í EDV-
skráini hjá peningastovn-
unum.
SAMSKIFTI
Tú
kanst
samskifta
í
SAGA-skipanini, tvs senda
informatión. Eitt nú re-
ceptir, ávísingar, lækna-
váttanir ber til at senda
elektroniskt. Til ber somu-
leiðis at taka ímóti elek-
troniskum posti. Skipanin
syrgir fyri, at ymisk data
fara rættan veg og ikki
aðrastaðni.
Samskiftið hevur avger-
andi týdning fyri slíka skip-
an. SAGA-skipanin er ment
til at samskifta á tryggan
hátt, nevnliga á intranetin-
um hjá Heilsuverkinum.
Tá talan er um trygd, er
vert at nevna, at skipanin í
samskiftinum ímillum við-
talurnar og servaran eisini
er tryggjað forsvarliga.
Somuleiðis, at í viðtalunum
eru ongi data at stjala har
er bert útgerðin til sjálvt
samskiftið. Og at øll data
eru savnað á einum stað á
servaranum, sum stendur í
serligum rúmi, vardur ímóti
fysiskum og øðrum ágangi.
Tað er rímiligt at meta, at
ein skipan við nógvum
smáum eindum, eitt nú
tíggjutals smærri servarum
er verri at tryggja, verri at
verja og viðlíkahalda. At
ein slík loysn, um trygdin
skal vera á leið, gerst dýr-
ari. Tær donsku skipanir, ið
eru ínýtslu í Føroyum í dag,
hava tann vansa, at tær
samskifta ikki og lúka ikki
krøvini hjá dataeftirlitinum
um trygd. Tað ger SAGA-
skipanin.
Seinast í brævi tínum
spyrt tú, um tað kann bjarga
mannalívum, at journalin er
til sjals fyri øll viðgerðar-
støð í føroyum.
Hetta er, sum greitt er frá
omanfyri, ikki hugsanin.
Men í SAGA-skipanini er
møguleiki fyri at geva ávísa
informatión viðari. Dømi:
sjúklingur, ið ikki tolir
penicillin og tí kann koma í
lívsvanda, fær hann henda
heilivág. Tað er gott, at
sjúklingurin og lækni hans-
ara vita um hesi viðurskifti.
Uppaftur hentari hevði
tað verið, um eisini aðrir
læknar og kanska apotekið
við vistu um trupuleikan.
Ella at skipanin sjálv auto-
matiskt segði frá, um roynt
var at skriva út penicillin til
nevnda sjúkling. Onnur
dømi eru eisini.
Passandi kundu slíkar
informatiónir verið "givnar
víðari" í samráð ímillum
sjúkling
og
kommunu-
lækna hansara.
SJÚKLINGURIN
EIGUR DATA
Tað er skyldan hjá teimum,
sum í heilsuverkinum hava
við viðkvæmar EDVupp-
lýsingar at gera at fara væl
um. Men principielt átti tað
at verið tú, ið sum sjúklingu
hevur ræði á "tínum" EDV-
tilfari í einari elektroniskari
læknaskipan. At tað er er
tú, sum evt. í samráð við
lækna tín ert hann, sum
gevur loyvi til skilagóða
nýtslu av tí EDV-tilfari, ið
viðvíkur tær.
At tað við øðrum orðum
ert tú, sum avger, í hvønn
mun tú sveimar á netinum.
Ein servara, eina journal?
Telduskipan til kommunulæknar
– svar til havnarkonu
C
M
Y
K
11
10