hósdagur 16. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 196 - 16. oktober 2003
Nr. 196 - 16. oktober 2003
13
Føroyska Sissal er
vorðin høvuðs-
persónur í Big
Brother sendirødini
hjá TV Danmark. Í
hesi vikuni hevur hon
nálgast uppi í
Roberti, og tysdagin
vildi hon sleppa út úr
Big Brother-húsinum
BIG BROTHER
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Hetta er ikki fyrsta ferðin,
at ein føroyingur er við í
eini danskari reality-send-
ing. Men hetta er fyrsta
ferðin, at ein føroyingur
hevur gjørt so nógv um seg,
og er vorðin til ein av
høvuðspersónunum í eini
reality-sending.
20 ára gamla Sissal fór
fyri 26 døgum síðani inn í
Big Brother húsið, og frá
fyrsta degi fekk hon eyð-
merkt sítt økið. Millum
annað við at pissa á gólvið
ta fyrstu náttina.
Par ella ikki par
Seinastu dagarnar hevur
nógv tos verið um Sissal og
danan, Robert, sum er 21
ára gamal. Seinastu vikuna
hava tey bæði nálgast uppi í
hvørjum øðrum, og tað
hevur verið lagt upp til
meira enn bara eitt óskyld-
ugt fríggj.
Seinasta hósdag varð
húsið býtt upp í eina ríka og
eina fátæka síðu. Sissal
endaði á fátøku síðuni,
meðan Robert kom yvir á
ríku síðuna. Men mánadag-
in býttu Sissal og ein onnur
genta í húsunum um pláss,
so Sissal kom yvir á ríku
síðuna til Robert.
Síðani hevur verið lagt
upp til mangt og hvat í hús-
inum.
Føroyingurin hevur stað-
ið fyri fyrsta floks sjón
varpsundirhaldi, har tosað
hevur verið um mangt og
hvat. Afturvendandi evnið
vísir seg tó at vera sex.
Vildi út
Tyskvøldið gjørdist tað tó
ov nógv av tí góða hjá Siss-
al. Hon helt, at Big Brother
setti skeivt ljós á hana og
hennara ætlanir, og tí vildi
hon sleppa út.
Kuffertið varð pakkað,
og føroyingurin hevði gjørt
av, at tíðin inni í eygleidda
húsinum var yvirstaðin.
Men skjótt fekk Makiah,
tann elsta í húsinum, tosað
Sissal til rættis, og tí valdi
hon at enda, at Big Brother
skuldi fáa ein møguleika
afturat.
Fjølmiðlarnir við
Donsku bløðini fylgja eis-
ini væl vid gongdini í Big
Brother húsinum. Serliga
Sissal og Robert tykjast at
vera eitt væl umtókt evni.
Í Ekstra Blaðnum í gjár
var grein um hendingina, tá
ið Sissal og Robert hugn-
aðu sær í baðikarinum. Og
til ber eisini at velja millum
fleiri aðrar greinar við
sama evni, og eru tað føroy-
ingurin og tann tveir metrar
langi danin, ið vísa seg at
vera tað, bløðini halda vera
mest áhugavert.
Men hvussu er ella ikki,
so hevur Sissal við sínum
atburði megnað at seta seg
sjálva í brennidepilin.
Spurningurin er so bara,
um hetta bert er eitt spæl
fyri gallarínum fyri at fáa
hendur á milliónini, sum
stendur upp á spæl.
Hendan spurningin lata
vit standa ósvaraðan.
Sissal í brennideplinum
Tyskvøldið gjørdist tað tó ov nógv av tí góða hjá Sissal. Hon helt, at Big Brother setti skeivt ljós á hana og hennara ætlanir, og tí
vildi hon sleppa út úr eygleidda húsinum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Aftast, f.v.: Olaf Ludvig, Tórshavn, Eilert Mikkelsen, Tórshavn, Mortan Johannesen, Tórshavn, Ernst Pauli Jakobsen, Kollafjørður, John Müller, Porkeri Christian
Djurhuus, Hvítanes, Egil Djurhuus, Kollafjørður, Jógvan Hjarni, Morskranes, John Hansen, Nes, Eysturoy.
Í miðjuni, f.v.: Evald Simonsen, Sørvágur, Poul Johs. Johansen, lærari, Tórarin Evensen, lærari, Petur Christiansen, lærari, Sæbjørn Jakobsen, Skopun, Hans Pauli
Heinesen, Sandavágur, Jákup Lamhauge, Runavík, Hans Pauli Jacobsen, Klaksvík.
Fremst, f.v.: Hans Sundstein, lærari, Høgni Mohr, próvdómari, Dánjal Jákup Joensen, skúlastjóri. Teir báðir seinastu eru próvdómarar úr Danmark. Eskild
Hansen, ættaður av Toftum og búsitandi í Havn, vantar á myndini.
Myndaeigari: Mortan Johannesen
Dagurin
16. oktober. Gallus,
deyður í 640. Írskur
munkur,
sum
læt
kleystrið St. Gallen
við
Bodenvatnið
byggja. Doyði 95 ára
gamal.
40 ár síðan fyrstu skipsføraraprógvini
Bilsmiðir prógv
á Tekniska Skúla
Hesir átta hava fingið prógv sum bilmekanikarar á Tekniska Skúla í Havn.
Kristoffur Gaardlykke, Miðvágur, lærupláss, Sp/f Ivan Johansen Tórshavn, Martin Hansen,
Klaksvík, lærupláss, AutoShine Klaksvík, Hans Pauli F. Jacobsen, Kolbeinargjógv, lærupláss, P/f
Meinhardt Arge Tórshavn, Thomas Jensen, Hoyvík, lærupláss, Sp/f Eyðbjørn Hansen Tórshavn,
Ragnvald Joensen, Skálavík, læruppláss, P/f Wenzel Tórshavn, Tryggvi Joensen, Sandur,
lærupláss, Sp/f Steintór Fagradal Sandur, Eigil Olsen, Tórshavn, lærupláss, VR-Bilar Tórshavn,
Jákup Martin á Válinum, Vestmanna, lærupláss P/f D.B. Bilar Tórshavn
Mynd: Jens Kristian Vang
Hesir fýra hava fingið prógv sum bygningssnikkarar á Tekniska Skúla í Havn.
Mikkjal Holm, Nólsoy, lærupláss, Sp/f Snikkaravirkið hjá A.I.K. Tórshavn, Mortan Mols
Mortensen, Tvøroyri, lærupláss, P/f Bygningssnikkaravirkið BSV Tórshavn, Jens Kartin
Rasmussen, Fuglafjørður, lærupláss, P/f Bygningssnikkaravirkið BSV Tórshavn, Jógvan Petur E.
Thomsen, Skopun, P/f Bygningssnikkaravirkið BSV Tórshavn.
Mynd: Jens Kristian Vang
Bygningssnikkarar prógv
á Tekniska Skúla
21. mai 1963 var ein
søguligur dagur, tá
tók fyrsti skips-
føraraflokkurin
prógv í Føroyum
C
M
Y
K
13
12