Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein av best umtóktu evropeisku bilunum, VW Golf, kemur nú í eini heilt nýggjari útgávu. Bilurin líkist sær sjálvum, og eingin ivi er um at talan er um ein Golf. Vit royndarkoyrdu bilin í Týsklandi seinasta hósdag VW Í WOLFSBURG Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Wolfsburg: Komandi ár eru 30 ár liðin síðan fyrsti VW Golf sá dagsins ljós í Wolfsburg í 1974. Síðan eru framleiddir yvir 22 milliónir Golfar. Tá Golf avloysti gomlu VW bobluna í 1974, varð framleiðslan av bobluni flutt til Mexico. Har hava teir so verið gjørdir fram til 31. juli 2003, tá framleiðsl- an helt uppat. Boblan varð gjørd í yvir 21 milliónum eindum, so talan er um nógv seldar og væl um- tóktar bilar. Hóast nýggi Golf, sum nú kemur í fimtu genera- tión, er ein heilt nýggjur bilur, er eingin ivi um at talan er um ein Golf. Hetta verður m.a. gjørt, fyri at tey sum eiga ein Golf ikki skulu merkja, at tey eru sett út á eitt síðuspor, og teirra bilur nú er minni verdur, tí eitt nýtt modell er komið á marknaðin. Tað vísir seg, at Golf kundarnir eru sera trúgvir, og bilarnir halda góðan prís sum brúktir. VW Golf hevur øll árini verið leiðarin í sínum klassa, sum verður nevndur Golf-klassin, og flestu av kappingarneytunum hava brúkt hann sum fyrimynd. Hóast kappingin hevur ver- ið ómetaliga hørð, og aðrir bilar sum eru komnir á marknaðin hava verið nevndir "Golf-killer", hev- ur Golfurin yvirlivað og er framvegis leiðari í sínum klassa. Í Wolfsburg verður sagt, at tá fyrsti Golf kom á marknaðin í 1974 hevði hann tíggju kappingar- neytar, nú hevur hann yvir hundrað. Trendline, Comfort- line og Sportline Nýggi Golfurin er vaksin við 5,5 cm í longd, 2,4 cm í breidd og 3,9 cm í hædd. Talan er sostatt um ein størri og rúmligari bil. Ser- liga aftan er betri beinpláss, og viðførisrúmið er vaksið við 20 litrum til 350 litrar. Á trygdarøkinum kunnu vit nevna at Golfurin nú hevur seks airbag, og allar fimm nakkapúturnar eru aktivar. Hann hevur t.d. ESP (Electronic Stabilisa- tion Program) og HBA (Hydraulic Brake Assist) og eitt nýtt "multi link" hjólupphang aftan. Nýtt upphang framman og elek- tromekaniskar róðurgreiðir (Servotronic). Eisini eru nýggir motorar við bein- leiðis FSI bensininnspræn- ing og nýggjum 5 og 6 trinsgirkassum. Golf verður gjørdur í út- gávunum Trendline, Com- fortline og Sportline. Síðu- speglini hava innbygd blunkljós. Motorskráin byrjar við 1,4 litur bensinmotorum við 75 hk, síðan er ein 1,6 litur FSI við beinleiðis inn- spræning og 115 hk, og tveir TDI turbodiesel motorar, annar við 1,9 litur við 105 hk og hin við 2,0 litur við 140 hk . 1,6 FSI og 2,0 TDI hava 6 trins gir- kassa. Allir motorarnir lúka tey strongu Euro-4 krøvini til umhvørvisvernd. Eftir at hava royndarkoyrt nýggja Golf´in undir ym- iskum umstøðum sum t.d. á krókutum og ósløttum bygdarvegi, í nógvu ferðsl- uni í býnunum og á týsku motorvegunum er niður- støðan tann, at talan er um ein sera væl koyrandi bil. Í forskriftunum til Golf 2,0 FSI við 150 hk stóð, at toppferðin á bilinum var 206 km/t. Bilurin fekk alt hann átti á motorvegnum, ferðin kom upp til nakað yvir 200 km/t í 6. giri. Bil- urin var púra tryggur á veg- num, lítið hoyrdist til motorin og hjólini. Elek- tromekaniska servostýring- in lagaði seg soleiðis, at stýringin merkist tyngri og stúttari, so hvørt sum ferðin vaks. Standardútgerðin í Trendline umfatar m.a. radio við fløguspælara og seks hátalarum, fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar, el- síðuspegl við hita, koyri- teldu, og rattið kann stillast í hædd og longd. Bilurin fæst eisini við ymiskari eykaútgerð sum t.d. 2 zone Climatic, har tey ferðandi í bilinum ikki nýtast at hava sama hita í høgru og í vinstru síðu. Í bíligastu útgávuni kemur nýggi VW Golf at kosta líka undir 200.000 krónur. Nr. 196 • hósdagur • 16. oktober 2003 • 77. árg. Nýggjur leiðari í Golf-klassanum Nú kemur VW Golf í fimtu generatión síðan 1974. Á myndini eru allir Golfarnir, næsti Golfurin kom í 1983, triði í 1991, fjórði í 1997 og fimti nú í 2003 Mynd: Volkswagen Hóast VW Golf 2003 líkist sær sjálvum, er talan um ein heilt nýggjan bil við koyrieginleikum í toppklassa Mynd: Volkswagen VW Golf innan. Her við navigatións- skipnan, automatgiri og 2 zone Climatic klimaanleggi Mynd: Volkswagen 15 14 Nr. 196 - 16. oktober 2003 Guðrið Hansen av Argjum eru í løtuni at síggja í íslendsku útgávuni av sangkappingini Idol IDOL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Hetta við at føroyingar lut- taka í tónleikakappingum uttanlands er vorðið alsamt meira vanligt. Tað hevur higartil mest verið leitað til Danmarkar, men 23 ára gamla Guðrið Hansen av Argjum roynir seg í hesum døgum í tónleikakappingini Idol í Íslandi. Heili 1.400 fólk møttu upp til fyrstu upptøku- royndina, og nú bert níti eru eftir, er føroyska Guðrið framvegis at finna millum luttakararnar. Fleiri kenna óivað Idols sendingar hjá TV3, og talan er sum sama fyribrigdið - bert á íslendskum. Hesar sendingar eru eisini í familju við eitt nú Popstars, sum danska TV2 hevur sent og sendir fyri fjórðu ferð í løtuni. Heitið á kappingini sipar til støðuna sum tónleika- stjørnur fáa sum fyrimyndir ella idol. Enn er Guðrið ikki vorðin fyrimynd fyri íslendingar, men tað kann hon gerast. Tagnarskylda - Eg kann einki siga. Hetta eru fyrstu orðini hjá Guðrið Hansen í tele- fonini úr Reykjavík. Eins og líknandi kappingar hava luttakararnir fullkomna tagnarskyldu. Tað einasta Guðrið kann hjálpa okkum við eru almennir upplýs- ingar um kappingina. - Upptøkurnar byrjaðu í august, og nú eru fimm partar sendir í sjónvarpin- um. Síðsti parturin, har vinnarin verður kunngjørd- ur, verður sendur í januar, sigur Guðrið. Sjálv hevur Guðrið ikki staðið so heilt nógv á palli í Føroyum. Hon hevur luttik- ið í Àrsins Songrødd og sungið í kórið, men vit hava ikki sæð nógv til hana sum frontfigur ella idol. Um sjálva kappingina fær Guðrið ikki sagt okkum stórt annað. Guðrið er forlovað við einum íslendingi. Hon er stutt síðani byrjað á peda- gogskúla í Reykjavík, og hon hevur eisini arbeitt seinasta árið í Íslandi. Foreldrini hjá Guðrið eru Hans Carl og Louisa Han- sen. Pápin, Hans Carl, telist millum stinnastu gittarleik- arnar í Føroyum og hevur verið við í nógvum bólk- um. Góð undirtøka Tað er íslendska sjónvarps- rásin Støð 2, sum sendir Idol í Íslandi. Konseptið eigur Fremantlemedia, sum hevur selt sendingarnar til nógv lond. Palmi Gudmundsson er PR-Manager hjá Støð 2, og hann sigur, at Idol hevur víst seg at vera ótrúliga væl umtókt í Íslandi. - Støð 2 er sjónvarpsrás, sum tú mást vera haldari fyri at síggja. Eitt sindur minni enn helvtin av øllum húsarhaldum í Íslandi síggja Støð 2, og ein máting vísti, at 83% av okkara hyggjarum og 53% av sam- laðu hyggjarunum í Íslandi fylgja við í sendingunum longu nú, sigur Palmi Gudmundsson. Hetta er størsta átakið hjá Støð 2 nakrantíð, og tey settu met við heili 1.400 til fyrstu upptøkuroyndina. - Vit finna eina nýggja íslendska poppstjørnu, sig- ur Palmi, sum leggur aftur- at at ongar ætlanir eru um at fara út um Ísland at marknaðarføra komandi stjørnuna. Sendingarnar verða send- ar hvørt fríggjakvøld, og tann átjandi og síðsti part- urin verður sendur 16. januar. Palmi Gudmundsson sig- ur, at teir hava ikki loyvi til at senda teirra útgávu av Idol í Føroyum. Royndir dómarar Vinnarin av kappingini fær ein plátusáttmála við stóra íslendska plátufelagnum Skífan. Til at gera av, hvør skal gerast næsta idolið í Ìslandi hevur Støð 2 funnið tríggjar dómarar. Mest kendi dómarin er Bubbi Morthens. Hann hevur verið ein høvuðsmonnun- um á íslendska tónleika- pallinum í meiri enn tríati ár, og hann bæði búð eitt stutt skifti í Klaksvík og spælt fleiri ferðir í Føroy- um. Hinir dómararnir eru Sigga Beinteinsdóttir og Þorvaldur Bjarni Þorvalds- son. Sigga er víðagitin sangari í Íslandi, og Þorvaldur Bjarni telist mill- um fremstu tónleikafram- leiðarar í Íslandi. Fríggjadagin verður sætti partur av Idol sendir, og tá fæst at vita, um Guðrið framhaldandi verður við, tá hópurin av møguligum idolum verður skorin niður í 32. Eisini ber til at fylgja við ymsum í sambandi við kappingina á www.stod2.is við at klikkja á idol. Guðrið íslendskt idol 23 ára gamla Guðrið Hansen telist ikki millum kendastu nøvnini á føroyska tónleikapallinum. Hendan myndin er tikin á Prix Føroyar finaluni í 2001, tá hon sang kór hjá bólkinum Tám. Nú roynir hon seg í íslendsku sangkappingini Idol. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 14