hósdagur 16. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 196 - 16. oktober 2003
Nr. 196 - 16. oktober 2003
17
fekk Wolfsburg eitt nýtt
býarmerki. Talan er um
tvey stór glastorn saman
við teimum stóru glasbygn-
ingunum í Autostadt, sum
liggja inni á økinum hjá
Wolkswagen
bilaverk-
smiðjuni.
Autostadt eru nógvir
stórir glasbygningar við
framsýningarhølum
til
nýggjar bilar og ein stór
framsýning av ymiskum
gomlum VW-bilum
og
øðrum bilmerjum sum t.d.
Audi,
DKW,
Bentley,
Bugatti og aðrir sjaldsamir
og spennandi bilar. Hendan
framsýningin er serliga
gjørd fyri at vísa gongdina í
bilaframleiðsluni frá byrjan
og fram til okkara dagar.
Eitt av endamálunum við
Autostadt er at evropiskir
kundar, sum skulu hava
nýggjan VW bil, kunnu
bíleggja sær hann hjá sín-
um egna bilhandlara og
síðan gera avtalu um at
heinta bilin í Autostadt í
Wolfsburg. Har fáa tey
møguleika at síggja hvar
bilurin tey hava keypt
verður framleiddur. Nýggju
bilarnir standa í stórum
glastornum í fleiri hædd-
um, eins og leikutoysbilar í
stativum í leikutoyshandl-
um.
Síðan Autostadt varð
liðugt fyri fýra árum síðan
hava yvir sjey milliónir
vitjandi verið har. Saman
við Disneyland uttan fyri
Paris
verður Autostadt
roknað sum eitt av stóru
ferðafólkamálunum
í
Evropa.
Visti um Føroyar
Um kvøldið var tíðinda-
fundur á gamla Wolfsburg
slottinum.
Tíðinafólkini
vórðu koyrd til slottið í
stórum
VW
Phaeton
luksuslimousinum.
Har
kunnaði framleiðslustjórin
hjá Volkswagen um hug-
sjónina aftan fyri nýggja
VW Golf, og um hvussu
bilurin var uppbygdur. Alt
bleiv samstundis víst á
stórskíggja.
Til borðhaldið eftir tíð-
inafundin komu vit at sita
yvirav framleiðslustjóran-
um hjá Volkswagen. Hann
visti væl um Føroyar, og at
vit vóru líka við at spæla
javnt móti týska landslið-
num í summar. Hann segði
at tað var ein øgiligur
spenningur og ein stórur
lætti tá týskararnir at enda
skoraðu og fingu tvey mál.
Bilredaktiónin á
Sosialinum varð
boðin við, tá nýggi
VW Golf var sýndur
fram fyri motorjour-
nalistum í Wolfsburg
í Týsklandi seinasta
hósdag. Býurin verð-
ur í løtuni nevndur
Golfsburg
VW Í WOLFSBURG
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Wolfsburg:
Saman við
donskum motorjournalist-
um varð bilredaktiónin á
Sosialinum boðin við til
Týsklands at royndarkoyra
nýggja VW Golf, sum nú er
komin í fimtu generatión.
Bilurin kemur á danska og
føroyska marknaðin í no-
vember.
Túrurin gekk til úr Kast-
rup til Hannover, har spild-
urnýggir VW Golfar stóðu
klárir í floghavnini til at
royndarkoyra.
Bilarnir
skuldu í fyrsta umfari
koyrast til bygdina Goslar,
har ein framsýning av
undirvogni, upphangum,
róðurgreiðum, setrum, og
nógvum ymiskum smálut-
um í nýggja Golfinum var.
Høvið var at tosa við VW
serfrøðingar og seta teim-
um spurningar. Har komu
motorjournalistar úr nógv-
um ymiskum londum.
Síðan gekk leiðin til
Wolfsburg ella Golfsburg
sum býurin verður nevndur
í løtuni, í sambandi við
marknaðarføringina
av
nýggja VW Golf. Grundar-
steinurin til VW verksmiðj-
una varð lagdur í 1938
nærhendis gamla Wolfs-
burg slottinum, men eingin
verulig framleiðsla av VW
bilum byrjaði fyrr enn eftir
seinna heimsbardaga.
Í veruleikanum var eing-
in býur har, tá verksmiðjan
varð bygd, men Wolfsburg
vaks skjótt rundan um hesa
stóru bilverksmiðjuna, sum
kravdi nógva arbeiðsmegi.
Í dag eru 1,6 kvadrat-
metrar undir sama taki á
einum øki sum er átta
ferkilometrar til støddar. Á
økinum eru sjey kilometrar
av vegi, og har arbeiða
50.000 fólk, har umleið
helvtin er beinleiðis við í
framleiðsluni, og hin helvt-
in er fyrisiting, gransking
og menning. Volkswagen
bilverksmiðjan í Wolfsburg
er heimsins størsta. Um-
framt VW Golf verða eisini
aðrir VW bilar gjørdir á
hesi verkmiðjuni, sum t.d.
Touran. Hóast verksmiðjan
er nógv útbygd og umbygd
og nútímansgjørd, verða
VW Golf framleiddir á ein-
um sera framkomnum an-
leggi í upprunaligu bygn-
ingunum. Á verksmiðjuni
eru innstalleraðir 1100 ro-
bottar.
Hvønn týdning verk-
smiðjan hevur fyri býin,
sæst best nú býarstýrið hev-
ur givið loyvi til, at býurin
verður nevndur Golfsburg í
byrjanini av marknaðarfør-
ingini av nýggja Golfinum.
Autostadt
Fyri nøkrum árum síðan
Wolfsburg eitur í løtuni Golfsburg
Dúgliga skiftu motorjournalistarnir millum teir ymisku Golfarnar við ymiskum motorum og útgerð
Mynd: Magnus Gunnarsson
Her verður síðsta hond løgd á verkið, nýggir Golfarnir klárir til avleveringar. Á VW bilverksmiðjuni arbeiða 50.000 fólk og
11.000 robottar eru innstalleraðir
Mynd: Wolksvagen
Wolkswagen bilverksmiðjan í Wolfsburg í Týskalndi má hava stóran týdning fyri býin,
tá sjálvt býarskeltini eru skift út við navnið Golfsburg í sambandi við
marknaðarføringina av nýggja VW Golf
Mynd: Henrik Hagen
Autostadt eru nógvir stórir í glasbygningar inni á
økinum hjá Volkswagen bilverksmiðjuni í
Wolfsburg, har kunnu fólk úr øllum Evropa koma
at heinta sínar nýggju VW bilar. Stóru glastornini
er full innan av nýggjum bilum
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
17
16