Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 196 - 16. oktober 2003 Nr. 196 - 16. oktober 2003 19 Mazda3 Årets Bil Danskir motorjour- nalistar hava kosið nýggja Mazda3, sum enn ikki er komin út til bilhandlararnar, til "Årets Bil i Danmark 2004". Nakrar av grundgevingunum vóru at hann hevur smart design, umfat- andi trygdarútgerð, rúmligur innan, og prísurin í ordan Kelda: Mazda Motor Danmark Fimm stjørnur til Scénic Nýggi Renault Scénic II hevur fingið fimm stjørnur í EuroNCAP c h r a s h t e s t u n u m . Scénic II er tann fimti Renault, sum fær allar fimm stjørnurnar í hús í hesum testunum Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S Nýggjur Opel Movano Á bilaframsýningini í Herning, sum byrjar 23. oktober, verður nýggi Opel Movano, sum nú kemur við tveimum nýggjum common rail diesel- motorum, einum 2,5 litur CDTI við 100 hk og einum 3,0 litur CDTI við 136 hk Kelda: General Motors Danmark Við nýggjari og fram- komnari navigatións- skipan er lætt at koyra í londum, ein ikki er kendur og hóast alt finna fram til rætta býin, røttu gøtuna og røttu adressuna. Vit roynd- arkoyrdu nýggjar VW Golfar við navigatiónsskipan í Týsklandi NAVIGATIÓN Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Wolfsburg: Golfarnir sum vórðu royndarkoyrdir í Týsklandi høvdu allir fylgi- sveinastýrda navigatións- skipan. Ruturnar sum skuldu koyrast, vóru tast- aðar inn og lagdar soleiðis til rættis, at bilarnir komu at koyra undir so nógvum ymiskum umstøðum sum gjørligt. Skipanin virkar soleiðis at framman fyri bilføraran, á instrumentborðinum, er eitt display har bilførarin verður orienteraður um tað, sum er fyri framman. Ein rødd sigur t.d. at um 500 metrar skal bilurin snara til høgru, síðan kemur ein pílur sum vísir at snarast skal til høgru. Á displaynum sær bilførarin, hvussu hann nærkast tí staðnum, har hann skal snara. Um rætt verður atborið, kemur bilurin altíð fram til røttu gøtuna og til røttu adressuna. Miðskeiðis í instrumentborðinum er ein skíggi, sum alla tíðina vísir, hvar bilurin er staddur Navigatiónsskipanin er sera einføld at brúka, tá bil- førarin hevur vant seg við brúka hana. Her hjá okkum er ikki neyðugt við slíkari skipan, men hjá teimum sum koyra nógv uttanlands kann tað vera sera hent. Royndarkoyrdu Golfar við navigatiónsskipan VW Golf við navigatiónsskipan. Skipanin virkar væl, og lætt er at finna runt, har ein annars er ókendur Mynd:Volkswagen UTTAN ÚR HEIMI Gro tók ikki av Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, fekk tilboð um at gerast varaaðalskrivari í ST, men tók ikki av. Tað skrivar maður hennara, Arne Olav Brundtland, í einari nýggjari bók, sum kom út í gjár. Í bókini skrivar hann, at Kofi Annan, aðalskrivari vildi hava Gro til varaaðalskrivara, men hon valdi heldur formansstarvið í Heimsheilsustovninum WHO. Við norska útvarpið sigur hon, at hon ráðførdi seg við táverandi bretska uttanríkisráðharran, David Owen, um tilboðið, og at hann ráddi henni til at taka við starvinum í WHO. Her kann verða skoytt uppí, at bæði Gro Harlem Brundtland og David Owen hava læknaútbúgving. Í bókini avdúkar Arne Olav Brundtland, at kona hansara fekk staðfest krabbamein fyri einum lítlum ári síðani. Hon varð løgd undir skurð í Oslo alt fyri eitt og er staðfest frísk, skrivar hann. . Russar í Bodø Fyri fyrstu ferð í níggju ár lendu russisk hernaðar- flogfør í floghavnini í Bodø týsdagin. Talan var um fýra jagaraflogfør av slagnum SU-27, sum vórðu móttikin av nøkrum norskum F-16 jagaraflogførum á markinum millum tey bæði londini. Ovastin fyri russisku loftverjuni, Vladimir Mikhai- lov, generalur, kom eisini til Bodø týsdagin saman við 60 umboðum fyri loftverjuna. Hann segði við tíðindafólk, at endamálið við ferðini er at vísa, at tann gamla tíðin er farin, og at nú er tíð til samstarv. Tað sama segði ovastin í floghavnini í Bodø, Stein Erik Nodeland. Hann vísti á, at ein tílík vitjan hevði verið fullkomiliga óhugsandi fyri bert fáum árum síðani. Undir kalda krígnum plagdu norsk jagaraflogfør at steðga russiskum flogførum fleiri hundrað ferðir um árið, so tey ikki komu inn um norska markið. Tað hendir eisini í dag, men als ikki á sama hátt, sigur Svein Erik Nodeland við Aftenposten. Sonurin tekur við Amerikanska blaðið Washington Post vil vera við, at sonur yvirgangsleiðaran Osama bin Laden fær alt størri og størri ræði á al-Qaeda, og at hann í veruleik- anum stýrir virkseminum hjá felagsskapinum í dag. Saad bin Laden, sum verður hildin at vera 24 ára gamal og ein av elstu synum bin Ladens, sigst halda til í Iran saman við fleiri øðrum leiðarum í al-Qaeda. Washington Post skrivar frá amerikonskum, evrope- iskum og arabiskum keldum, at menninir hava einki at stúra fyri, tí deildir hjá iranska prestastýrinum verja teir. Amerikanararnir hava illgruna um, at Saad bin Laden var við til at fyrireika sjálvmorðsatsóknina í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh í mai, tá 35 fólk doyðu, og hann verður eisini hildið at hava havt samband við bumbuspreingingarnar í marokkanska býnum Casablanca, sum kravdu 45 mannalív. Fleiri norskir millióningar Eitt yvirlit, sum norska felagið CreditInform hevur gjørt, vísir, at ikki færri enn 164.962 norðmenn eru millióningar. Av teimum búgva meiri enn 24.000 í høvuðsstaðnum Oslo, meðan tað er langt ímillum millióningarnar í útjaðaraøkjunum. Støðan er tann sama, um hugt verður at lønarlag- num. Har vísir yvirlitið, at 98 fólk í Oslo tjentu meiri enn 100 milliónir krónur í fjør. CreditInform sigur, at talið á norðmonnum, sum forvinna meiri enn eina millión um árið, er vaksið nógv tey seinastu árini. Fyri tveimum árum síðani tjentu 20.168 norðmenn meiri enn eina millión krónur um árið, men í fjør vóru teir 26.695 í tali. Samstundis er talið á norðmonnum, sum eiga meiri enn eina milliard krónur, minkandi. Á virðisbræva- marknaðinum í Oslo halda tey, at hetta kemst av afturgongdini á partabrævamarknaðinum. Í dag eru 25 ár, síðani Jóhannes Páll pávi Annar setti seg í Pætursstólin í Rom. Søgukøn meta hann vera tann týdningar- mesta pávan í nýggj- ari tíð PÁVIN Árni Joensen fartekst@mail.dk Í dag eru 25 ár liðin, síðani polski kardinalurin Karol Jozef Wojtyla varð valdur til páva og fekk heitið Jóhannes Páll pávi Annar. Hann tók við eftir Jóhannes Páll páva Fyrsta, sum doyði brádliga seinast í septemb- er í 1978 eftir at havs verið pávi í 33 dagar. At pávin er pólendingur, hevur týðiliga merkt ar- beiði hansara sum kirkju- leiðari. Longu í byrjanini legði hann dent á rættindini hjá tí einstaka, og at tann einstaki átti at fáa rætt til at laga sítt lív uttan politiskar ella aðrar bindingar frá myndugleikunum. At hann fekk sviðan av seinna heimsbardaga at kenna, hevur eisini merkt hansara arbeiði. Hann hevur líka síðani tann fyrsta dagin í pávastólinum talað ímóti krígsførslu, tí hansara áskoðan er, at eitt og hvørt kríggj er ein ósigur fyri mannaætina. Søgukøn siga, at Jóhann- es Páll pávi Annar er tann týdningarmesti pávin í nýggjari tíð. Sagt verður, at hansara ávirkan var í stóran mun medvirkandi til, at tey kommunistisku einaræðini í Eysturevropa fullu. Pávin hevur í mong ár liðið av Parkinsins sjúkuni og liðagikt, og í seinastuni hevur hann havt ilt við at tosa. Men úr Vatikaninum verður sagt, at hann kortini er til arbeiðis hvønn dag. Meiri enn 40 ár eftir at russararnir og amerikanararnir gjørdu tað, hevur Kina sent eitt mannað rúmdarfar í ringrás um Jørðina RÚMDARFERÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Dagurin í gjár verður skriv- aður inn í kinesisku søguna og altjóða rúmdarsøguna. Tá varð tann 38 ára gamli kinesiski heryvirmaðurin Yang Liwei skotin út í rúmdina. Farið, Shenzhou, fleyg 14 ferðir runt um Jørðina og lendi 21 tímar, eftir at tað varð sent avstað. Frammanundan hava kinesarar skotið fýra ó- mannað rúmdarfør út, men longu í 1996 fóru teir undir at fyrireika seg til mann- aðar rúmdarferðir. Síaðni hava fjúrtan kinesarar verið á venjingarlegu í russisku venjingarstøðini Star City beint uttan fyri Moskva, og nú hann fyrsta ferðin skuldi gerast, høvdu tríggir teirra lokið ta neyðugu útbúgv- ingina. Kinesiska rúmdar- farið hevur pláss fyri trim- um rúmdarmonnum, men hesaferð var bara ein um- borð. Fyrsti kinesarin í rúmdini Pávin sitið í 25 ár Her fer tann 38 ára gamli Yang Liwei fer inn í rúmdarfarið beint undan útskjótingini gjáranáttina Mynd: Reuters C M Y K 19 18 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag FORD FOCUS STATIONCAR 1.8 TURBO DIESEL Árg 16.maj 2002, Km 41.000. Sera vælhildin - Centrallás- El.Rútar-Hita í forrúti - Hita í Forsetrum - Radio v.bandsp. V.m. Bert 1.ár og 5. mán- aðir. Seldur vegna keyp av 7.pers. bili. Kr. 180.000. KIA SEPHIA 1.5 GTX Árg Apr-97, Km 62.600. Fjarstýrt centrallás-El.rútar-El-spegl. Spoylara aftan v.m. Sera vælhildin. Kr. 66.000. KIA SEPHIA 1.5 GTX Árg Mar-97, Km 150.000. Fjarstýrt centrallás-El.rútar-El-spegl-Spoylara aftan- Alufelgur- v.m. Tilboð uttan bil í býti kr. 56.000. Kr. 66.000. ROVER 620 SI Árg Jun-99, Km 81.000. Sera vælhildin Aircondition-Alufelgur- Fjarstýrt centrallás- El Rútar-El Spegl v.hita. C.D.Anlegg v.m. Kr. 160.000. TOYOTA LANDCRUISER DIESEL Árg Maj 1986, Km 136.000. Inn- registreraður sum persónvognur. Kr. 28.000. HONDA CIVIC Árg Sept .2001, Km 20.700. Air- condition - El.rútar - El.spegl v.hita - Radio - Fjarstýrt centrallás v.m. Sum nýggjur. Kr. 145.000. FORD ESCORT 1.8 DIESEL SEDAN Árg Okt. 95, Tilboð uttan bil í býti kr. 48.000,- Nýsýnaður. Kr. 60.000. KIA K 2700 LASTVOGNUR KING CAB 2700 DIESEL 3.200 KG Árg 21. Juni 2001, Km 42.500. Aircondition - Centrallás - C.D.Anlegg - Sleipikrók- Differentiale sperru - eyka tectylviðgjørdur - Klæddur við plátum innv. í lastini. v.m. Nýprísur: 190.300,- . Kr. 120.000. Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650