hósdagur 16. oktober 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 196 - 16. oktober 2003
Nr. 196 - 16. oktober 2003
21
Póland roynir at
menna seg til vestur-
lendskt demokrati
eftir tíðina undir
kommunistiskum
stýri. Men tað tekur
sína tíð at leggja hálva
øld frá sær soleiðis
uttan at nakað sæst
eftir
FERÐAFRÁSØGN
1. PARTUR
Orð og myndir
Edvard Joensen
Wroclaw:
Landið hevur ríkar møgu-
leikar. Tað er stórt og
fruktagott. Og tað tykist,
sum fólk fegin vilja nærk-
ast
vesturheiminum
í
skundi. Men tað tekur sína
tíð at byggja eitt nútíðar
samfelag upp.
Í stóran mun heldur tú teg
vera staddan í Vestur-
europa, tá tú ferðast í størru
polsku býunum. Men tá
komið verður út á bygd,
sæst skilliga, at her hevur
tann endurbygging, sum
býunum hevur verið fyri,
ikki rokkið. Og serliga eru
tað tekjurnar, sum tykjast
hava verið fyri vanbýti. Eitt
heldur løgið fyribrigdi,
men soleiðis háttað, at
ferðamaðurin leggur merki
til tað.
Bilurin stendur í túnin-
um. Og tað er ikki bara ein-
hvør tilvildarligur Trabant
ella Lada, uttan ein rímiliga
nýggjur vesturlendskur bil-
ur. Nógvir týskir, sum vera
man. Men eisin japanar
hava verið her og selt.
Sum tað hækkar upp frá
túninum tykist støðið at
lækka nakað. Vindeyguni
eru ikki øll nýggj, og takið
er í rættiliga nógvum førum
vánaligt.
Men inni í býunum kenn-
ir tú teg eins og heima. Her
er alt, tú kanst koma í tank-
ar um. Gøtur og bygningar
kundu fyri tað verið í Århus
Drúgva leiðin vesturum
ella Hannover. Í grundini
kennist tað eins og at ganga
í eysturríksku alpudølunum
at ferðast her polsku megin
Kekkiska markið.
Gróðrarlíkindini her eru
ófør. Dalurin vendir suður-
eftir, greiðir vertur okkara
frá, so tann kaldi norðan-
vindurin fær ongantíð veru-
liga høvdið fyri seg her. Og
tað sæst eisini afur á urta-
gørðum og parkum alla-
staðni. Rættiliga vakurt og
hugnaligt.
Skundislig fráferð
Komi
rennandi
út
til
»gate'na« í Kastrup, har
ferðaleiðarin stendur við
einum feðaseðli til Wroc-
law. Skulu flúgva við Cim-
ber Air, og eg var ov seinur
til Kastrup. Kom úr Marie-
hamn á Álandi umvegis
Stockholm, og allan vegin
var flogfarið seinkað. Tað
byrjaði í Mariehamn. So
úrslitið gørdist, at eg fór úr
Kastrup uttan annað viðføri
enn teldu og myndatól, sum
var
í
hondviðførinum.
Ferðaleiðarin hevði skrivað
meg inn í Kastrup, uttan at
eg var til staðar.
Ája, vit lenda á flogvøll-
inum uttan fyr Wroclaw
suðuri í Pólandi, har bussur
frá hotellinum, vit skulu
vitja, stendur fyri okkum.
Vit fara ein túr inn í mið-
býin í Wroclaw, áðrenn vit
koyra teir umleið 100 kilo-
metrarnar til Polanica Zrój,
sum eingin okkara í ferða-
lagnum, uttan ferðaleiðar-
in, sum er polakkur búsit-
andi í Danmark, hevur
hoyrt um áður.
Lufthavnin í Wroclaw er
lítil. Ikki stórvegis meira
enn í Vágum, og har vóru
heldur eingi størri flogfør at
síggja soleiðis. Propelflog-
før, ið flugu innanlands fyri
tað mesta. Og so ruta til
München og Kastrup. Onk-
rir hissini handlar við slík-
um, sum vanliga fæst í eini
floghavn. Men prísirnir
vóru eisini hareftir, varð
lagt merki til. Einki soleiðis
at fara eftir beinanveg.
Nýggjur hamur
Vit koyra inn í miðbýin í
Wroclaw og verða sett av á
»Vaglinum«, um vit kunnu
siga so. Á stóra torginum
við Ráðhúsi. Og har er sum
í einumhvørjum vestur-
europeiskum miðaldarbýi.
Hesi gomlu húsini í sera
góðum standi. Nýmálað og
ístandgjørd allan vegin frá
kjallara til kvist.
Onkur helst seg síggja
beinaveg, at byggihátturin
nógvastaðni minti um tað,
ein sær eitt nú í Hollandi.
Smalir, høgir bygningar við
spískum skjøldri.
– Jú, visti ferðaleiðarin at
siga. Hesin hátturin var
nógv brúktur her, tí her er
tað soleiðis, at tú rindar
ognarskatt eftir hvussu stór
fasadan á bygninginum er.
So tað ræður um at fáa fáar
fermetrar út móti gøtuni.
Tískil verða bygningarnir
soleiðis vorðnir. Men at teir
eru »charmerandi«, kann
ikki takast frá teimum.
Býurin er universitets-
býur, greiðir ferðaleiðarin
frá. Og tað hevði hann í
grundini ikki havt fyri
neyðini at sagt, tí at kalla
helvtin ella so av tí fólki,
vit møta, eru ungfólk, og
tað er lætt at rokna út, at
hetta er fólk undir útbúgv-
ing.
Onkur teirra hevur fingið
sær kjans sum avísseljari.
Skal vitiligt vinna sær
nøkur oyru við síðuna av
lestrinum. Men hvussu
gongst við søluni, man vera
so sum so. Hendan unga
frúgvin hevur sett seg á ein
stabba, og har situr hon so
púra friðalig og bíðar, til
onkur kemur framvið og vil
frætta
tíðindi.
Eingin
ágangandi seljari, má sann-
ast.
Mitt í hesum prýðiliga
nýístandsetta býnum, har
gamlir bygningar myndaðu
býarmyndina saman við
gøtumarknaði, har fólk í
stóran mun seldu blómur
og grønmeti, var kortini
einhvør skilaleysur byggi-
myndugleiki, sum hevði
givið loyvi til at byggja ein
fýrakantaðan klossa av
betongi beint upp í luftina.
Oyðilegði
fullkomiliga
myndina. Og so var sjálv-
andi talan um ein banka,
løgdu tey flestu merki til.
Men vit frætta eisini, at
av teimum londunum, sum
nú standa fyri at sleppa upp
í ES, er Póland á klárum
fyrstaplássi, tá um mutur
verður talað.
Ein stutt vitjan í eini
lokalari ølstovu, niðri í ein-
um kjallara vísti, at prísirn-
ir, her vanligt fólk búleik-
ast, kortini eru væl lægri
enn tað, vit kenna norðantil
í Europa. Og væntandi
kann so vera, ugga fólk seg
við, at longri vit koma
burtur frá stórbýnum, lægri
gerast prísirnir.
Men hvussu so við úrval-
inum? er næsti spurning-
urin. Jú, tað fingu vit at
sanna var ikki nakar »trup-
ulleiki« hjá tí, sum hug
hevði at leggja inn undir
seg.
Dagurin líður og farast
skal víðari. Vit finna bussin
aftur og koyra so suður
gjøgnum landið. Eftir fyrst
at hava otað okkum metur
fyri metur gjøgnum tøttu
ferðsluna í Wroclaw, sum
einki stendur aftan fyri
Keypmannahavn í so máta.
Og landi broytist. Við-
hvørt skógur. So víðar fløt-
ur, har velt er. Síðan er
fjallaryggur at síggja har
burturi, og so aftur dyrkað-
ar fløtur.
Húsini lækka, sum vit
leggja býin afturum. Í út-
jaðaranum fóru vit fram við
teimum eyðkendu sovjet-
blokkunum, sum avgjørt
einki prýði eru fyri lands-
lagið. Og her úti liggja
bóndagarðarnir, sum ikki
eru nógv broyttir í fleiri ár.
Við tekjum, sum tú undr-
ast á, at tey líta á. Tí at
síggja til tykjast tær at
skula svíkja, hvørja ferð
brúk er fyri at hava tekju
liggjandi á húsunum.
Hugnaligu marknaðirnir
gjørdu saman við gomlu,
sjáldsomu bygningunum,
býin bara heilt fittan
Hon hevur bara sett seg at
bíða, til onkur hevur hug at
keypa eina avís frá henni
Var tað ikki fyri slíkar betongklossar sum hendan, var Wroclaw ein vakur býur
Kostreglur sum áleggja fólki
at liva sunt, leggja ikki øll so
nógv í. Øl og breyð við
tjúkum feitti smurdum uppá,
hevði ikki dámt øllum
norðaneftir. Kaloriurnar
verða ikki vigaðar, áðrenn
tær fara niðurum
C
M
Y
K
21
20