Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, vari, uppseting og prent: Telefon: 11820 SME úller | Randi fora | Grækaris D. Magnussen | Sp/f Sosialurin Telefax. 14720 Fyritaksstjóri: | | Eyðun Klakkstein, Bústaður: Krisjan Dahl | Blaðfólk: | Argjavegur 26, Argjum e-mail: Lysingar og søla: Áki Bertholdsen, Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosíalur 8 olivant.fo Internet: httpJwww.cybernet.dk/faroe-news | | Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, = | Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Hví venda Bretlandi bakið? Oddagrein FØROYA løgmadur er í hesum døgum á vitjan í Fin- landi. Har skal hann m.a. kunna seg við tær royndir, sum finlendingar hava gjørt á oljuøkinum. Stóra finska fyritokan Nesté hevur specialiserað seg til at veita tænastur ol. til oljuvinnuna kring allan heimin. iøg- maður er eisini boðin at vitja Noreg. Henda vitjanin verður seinni í summar, og eisini í hesum førinum verður dentur lagdur á at síggja, hvussu oljuvinnan er uppbygt VIT halda tað vera skilagott av løgmanni, sum jú um- situr undirgrundarmál og alt tað, sum er tengt at tí, at vitja í norrenu grannalondum okkara og har kunna seg við hesa nýggju vinnu, sum eftir ollum at doma eisini er við at koma henda vegin. TÁ hetta er sagt, so er rætt at minna á, at løgmadur eisini er boðin at vitja Bretland og somuleiðis Het- land. Hesar innbjóðingar hevur løgmadur - soleiðis hava vit í hvussu so er skilt tað - lagt í eina skuffu Orsøkin er helst tann, at løgmadur ynskir ikki at vísa bretum áhuga ella ans, soleingi marknatrætan millum londini er óloyst. Hann metir eftir ollum at doma, at hetta at taka av eini innbjóðing frá bretsku stjórnini at vitja Bretland er at vísa veikleika í málinum um markið NÚ kunnu tað vera fleiri meiningar um tann spurning- in. Men nú løgmadur er farin til Finlands og skjótt eisini fer at vitja Noreg tekur spurningurin seg upp, um tað nú er rætt av Føroya hægsta manni at venda Bretlandi bakið! VIT skilja væl løgmann, at hann er ónegdur við fram- ferð og stødu breta í marknamálinum. Vit taka fult undir við honum og einum annars samdum løgtingi, at tað er burturvið av bretum at krevja stóran part av foroyska landgrunninum skal vera bretskt oki. Men eitt er ein stødutakan - eitt annað er diplomati VIT loyva okkum at reisa spurningin, um ikki løgmadur ger stødu okkara verri viðframhaldandi at venda eini bretskari innbjóðing bakið! Hvat nú um júst løgmadur brúkti eitt slíkt høvi sum eina almenna innbjóðing at vitja Bretland til at gera bretar greiðar yvir stoðu okkara og harvið kanska fáa teir at skilja okkum betur og kanska slaka! Spurningurin er, um ikki løgmadur við at tvihalda um ikki at taka av innbjóðing harvið hevur forkomið einum møguleika at koma tættari inn at bretum og harvið á meira persónligan og inniligan hátt kunna gera bretum greitt, hví tað er so umráðand fyri okkum sum tjóð at fáa eitt miðlinjumark. TAÐ er ikki rætt at gera nakað rumbul burtur úr hesum máli, men hinvegin er rætt at reisa spurningin, nú løgmadur hevur lagt til brots og er farin at vitja Finland og seinni eisini Noreg. Logmaður skal umsita foroysk áhugamál mótvegis umheiminum, og spurningur okk- ara er, um tað er rætti máti at umsita hesi mál ikki at taka av eini innbjóðing at vitja Bretland! VIT halda tað vera rætt av logmanni at umhugsa hesa stødu av nýggjum og møguliga taka av innbjóðingini og fara til Bretlands - við sær skal hann hava oll tey góðu argument fyri eini miðlinjuloysn í marknatræt- uni. At tað so eisini er ein nýggj stjórn, sum hann kemur at hitta, er kanska eisini ein fyrimunur, tí henda stjórnin hevur møguleika at vísa eitt annað og meira positivt andlit mótvegis føroyingum. At hesin flokkur áður hevur verið ein av fortalarunum fyri miðlinju- princippinum er heldur ikki at forakta. Tað er slíkt, sum logmaður kundi gjørt vart við. Við hesum halda vit tó ikki, at leikluturin hjá samrådingarnevndini er útspældur, hóast tað av og á kundi bent á tað. Men løgmadur hevur so møguleikan at stuðla føroysku sam- rådingarnevndini við at visa seg og lata seg koma til kennar. Tað er komið hartil, at vit eiga at seta spurn- ingin: um ikki tað hevdi tænt søk Føroya og samstarv inum millum Foroyar og Bretland best, um logmaður tók av innbjóðingini og fór til Bretlands í heyst! Við sær kundi hann havt parlamentarikarar - ella kundu hesir komið í kjalarvørri løgmans. Sosialurin Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur: Bankin eigur at vera å føroyskum hondum Tað er ikki rætt at lata danir fáa bankan nú. Tad er heldur ikki rætt at privatisera bankan. Allir før- oyingar hava goldið fyri at bjarga bankanum, og tí eiga vit øll at fáa ágóðan, nú bankin gevur avlop! Um Fíggingargrunnin er landskassin einasti parta- eigarin í Føroya Banka Hetta merkir, at alt vinn- ingsbýtið, sum verður gold- ið burtur av avlopinum hjá bankanum, fer í landskass an. Í 1996 gav hetta lands kassanum 36 milliónir og í 1997 nærum 100 milliónir krónur Sambandsmenn og fólka floksmenn siga, at vit hava ein monopolbanka, og tí er tað rætt at mæla til privati- sering av bankanum. Men hetta er tað reina tvætl Nýggja banka- og spari- kassalógin tryggjar javn- stóðu millum bankar og sparikassar. Teir kunnu virka á jøvnum feti. T.v.s at vit hava fría kapping á økinum. Talan er als ikki um nakran monopolbanka Teir síggja trøll á alljósum degi Tað er onki dulsmál, at sambandsflokkurin við Ed- mundi Joensen á odda, vil avreiða bankan til danir fyri 2,7 milliardir krónur, so- leiðis at danskir myndug- leikar kunnu privatisera bankan til donsk áhugamál, ið síðan kunnu skúma flatan av bankarakstri í Føroyum, sum uttan iva kemur at geva nógvan pening av sær tey komandi árini. Tá gongd kemur á oljuvinnuna verða hesar upphæddir heilt ótrú- ligar. Tað er heldur onki duls- mál, at fólkafloksmenn liggja í svøvnloysi hverja einastu nátt, so leingi ter vita, at bankin gevur avlop og at avlopið fer í lands kassan. Teir tola ikki at allir føroyingar skulu hava á Sambært hug myndafrødini hjá fólka- flokkinum eigur slíkt bert at falla nekrum fáum út valdum í lut. Og tí er tann stóri dreymurin hjá flokkin um at bankin verður privat seraður sum skjótast Í seinastu viku varð ein fyrispurningur frá fólka- flokstingmanninum Óla Breckmann um privatiser- ing av bankanum umrødd- ur í løgtinginum. Orðaskift- ið um fyrispurningin gav týðuliga ábending um, hvat teir báðir stóru borgarligu flokkarnir ætla við bankan- um. Men teir eru ikki samd- ir um hvussu hann skal pri- vatiserast. Sambandsflokk- urin vil privatisera bankan til danskar kapitalistar Fólkaflokkurin vil privati- sera bankan til føroyskar kapitalistar. Tað er munur- in Men javnadarflokkurin tekur hvørki undir vid sam- bandsflokkinum ella fólka- flokkinum. Flokkurin er ímóti at danir fara avstað við bankanum nú, eftir at føroyingar hava bjargað honum, og nú útlit eru fyri at bankin fer at geva stórt avlop. Vit eru eisini ímóti på Jan BRUKTIR BILAR í sera góðum standi Vit útvega Persón-, sports-, vøru- og lítlar lastvognar beinleiðis úr Týsklandi. Benzin ella diesel. SIGMUND S. OLSEN * HERMAN S. OLSEN Tlf. 030 59 34 02 Tlf. 030 58 34 03 Tlf./Fax. 75192 at nøkur få útvald hjá fólka- flokkinum skulu fara avstað við ágóðanum. Ognarvið- urskiftini til bankan eiga at verða sum tey eru. Tað merkir at féroyski almenn- ingurin framhaldandi skal eiga bankan og fáa ágóðan Um bankakanningar- neyndin kemur til ta úrslit, at vit við bankasamanlegg- ingini hava goldið meira fyri gamla Føroya Banka, enn tað virði, sum bankin veruliga hevði, so skulu vit hava endurgjald fyri hesa upphædd. Í okkara sál er ongin ivi um tað. Hver so skal gjalda fyri ta skeivu metingina, er ein annar spurningur, men úr Dan- mark skal peningurin koma Frá Den Danske Bank, Figgjareftirlitinum ella úr ríkiskassanum sjálvum, tað er fyri so vítt líka mikið fyri okkum Sostatt er staðan hjá javn- aðarflokkinum púra greið Vit góðtaka ikki at løgmad- ur avreiðir bankan til danir Vit góðtaka heldur ikki, at fólkaflokkurin nú skal av- reiða bankan til nakrar før- oyskar kapitailstar. Og hava vit keypt gamla Føroya Banka ov dýran, so skulu vit hava endurgjald fyri ta upphædd, sum talan er um Hetta er stutt og greitt javn- aðarfloksins stóða í banka- málinum. Og hetta er ein greið før- oysk loysn á bankamálin- Viðmerking Vilhelm Johannesen skrivar um. Ein førøysk loysn. Ein loysn sum gagnar føroyska samfelagnum og harvið før- oyska almenninginum nógv meira enn stødan hjá åvika- vist sambandsflokkinum og fólkaflokkinum. Teir renna tey vanligu privatu, sneisa- ørindini. Annar tekur sær av teimum privatu donsku áhugamálunum. Hin tekur sær av teimum føroysku privatu áhugamálunum Felags fyri báðar flokkar- nar er, at fjøldin av føroy- ingum må ikki eiga ein banka, men tad heldur javn- aðarflokkurin er í lagi. Just tað er munurin! Tann 20. mai 1997 Vilhelm Johannesen =E HORMANN === GARAGU- | HURDAR / Dygd fyri hverja krónu / Sterkar og álítandi MALLCO Stutt sagt — illa ber til at velja aðra hurð enn HØRMANN Klaksvík Tlf. 57977 - 94738 —.... |