hósdagur 22. mai 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: http:/'www.cybernet dk/faroe-news
p ——
— Vit gjalda skatt
við gleði, men...
Oddagrein
DANIR vóru herfyri m.a. spurðir, um teir rindaðu
skatt við gleði. Meiriluti segði ja. Onnur hildu seg
fáa ov lítið fyri peningin til almenna húsarhaldið,
hóast tænastustigið i Danmark er høgt.
UM føroyingar fingu henda spurning settan, hevði
svarið helst eisini verið misjavnt. Orsekirnar er
helst fleiri. Tað skerst fyri tað fyrsta ikki burtur, at
nógv er farið millum skins og hold: avskrivingar
(vegna vitleysar iløgur), skipaupphøgging (ístaðin
fyri at lata skip fara á heysin), ómetaligar rentu-
útreiðslur 0.s.fr
HARAFTURAT avgera nógvir føroyingar, hvat teir
rinda í skatti. Hugsað verður um teir nógvu B-
skattgjaldararnar, sum kunnu tilláta sær nógv, hava
nógvar frådråttarmøguleikar, men gjalda ofta lut-
falsliga lítið til felagsskapin
MEN grundleggjandi spurningurin er, um vit fáa
eina nóg góða tænastu fyri tann pening, vit gjalda
Og her er svarið yvirhovur NEI. Alt ov nógvir
stovnar virka slettis ikki, og nógvir virka ikki nóg
væl. Tænastustigið er lágt, og ofta kennir foroyski
>brúkarin< á sær, at tað nærmast er av náði, at
fyrispurningurin, umsóknin ella klagan verður svar-
að
SJALVANDI kann bøtast um hesa stødu frá einum
stovni til annan, men harafturat kemur byrokratiska
mannagongdin, sum eyðkennir stóran part av
fyrisitingini. Avgerðarrættur er ikki lagdur ur, og alt
ov nógv bíðar eftir sama persóni.
HER er hugtakið >betongbyrokrati< brúkt áður,
og tað kann verða endurtíkið. Ert tú fyrst komin
skeivt fyri og endaður í mylnuni — vegna tvørrandi
tænastu — tekur tað langa tíð at greiða flokjuna,
um viðkomandi ikki gevur upp ávegis.
HINVEGIN skal føroyski skattgjaldarin »makka«
rætt. Tá er eingin góða mamma. Hevur tú goldið
ov lítið í skatti, ja, so skalt tú »punga« út ávísan
dag. Og enntá skalt tú gjalda seks prosent eyka,
ti skattgjaldarin kanska ikki dugir at rokna út, um
hann skal gjalda restskatt ella fær avlopsskatt
Og eingin pardón: hetta skal gjaldast í tríggjar
mánaðir!
ALVARATOS, hevði ikki borið til at fingið eina laga-
ligari skipan, so gjaldið kundi verið goldið yvir t.d
eitt hálvt ella eitt heilt skattaár? Og uttan eyka-
gjaldið
TAÐ eru ikki nógvir vanligir løntakarar, sum kunnu
gjalda eftir tímum mánaðum!
HETTA er eitt domi um minni gott tænastustig, og
sum er medvirkandi til, at oll gjalda íkki skattin við
gleð
NU verður so nógv ruddað upp, men lat okkur
eisini kanna, um fyrisitingin kann rekast betur og
Sosialurin
Marjun Dalsgaard
Abyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl Blaðfólk:
Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen
Eirikur Lindenskov,
Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Sáa split í
felagsskapin
Tad vóru stórtíðindi, sum
bórust í sjónvarpinum nú
um dagarnar, har sagt varð
frå, at stig vóru tíkin til
stovnan av einum komm
unufelag, uttan fyri verandi
felagsskap. Í tí nýggja fe-
lagnum skuldu bert tey
stóru plássini vera limir. Tað
bleiv eisini sagt. hvussu
nógvir borgarar vildu standa
aftan fyri nýggja felagið
Tað eru stórplássini, sum
standa aftan fyri hesa ætlan
við Tórshavn og
Klaksvíkini á odda. Tey
plássini ella kommunur
sum standa aftan fyri hesa
ætlan, eru tey plássini, sum
hava býarheiti. og so skuldu
øll tey smærru plássini sigla
sín egna sjógv, tí nú skuldu
teir taka róður í hond. Hesin
nýggi felagsskapur skuldi
nú seta út í kortið og sum
tann sterki felagsskapur
sum hann vil blíva, so
skuldi hann eisini seta
okkara lóggevandi løgting
og landsstýri upp á pláss
Vit vita øll, at:tað at Tors
havn ikki er limur av bæði
Føroya Arbeiðarafelag. tað
at vit hava tvær brennistød
ir, er orsakað av, at Tórs
havn fyri at vera vil, vil
hava leiðsluna. Tað skal ikki
vera ein demokratiskur
meiriluti, men tey skulu
uppá forhond tryggja sær
leiðsluna. At tað so nú er
eydnast eisini at fáa Klaks
vík at spæla við, tykist mær
legið, men tað verður bert
ein spurningur,
leingi
hvussu
Tað at nú tey pláss, sum
verða skýrd býráð, nú skulu
taka seg saman og á tann
hátt seta øll onnur pláss
uttan fyri er átaluvert, tí um
hesi kommunuumboð um
boðandi tey størru plåssini,
høvdu ætlan um broyting
ar, tí tey ikki eru nøgd við
verandi Kommunufetag. so
er tann beinasta gongdin at
gera tað innan fyri verandi
felagsskap, men tey hava
valt at seta seg uttan fyri
Og nú er so komin undan
kav: tann ætlan
hava, og tað er ein nýggjur
felagsskapur, sum skal seta
til viks legung og lands-
stýri. Og tað, sum verri er,
tey vilja sleppa upp á fjall
øllum teimum smærru
bygdaráðunum og lat meg
beinanvegin siga sum er: Tí
taki eg slett ikki undir við
Føroya Kommunufelag
hevur = umboðað allar
kommunur í Føroyum og
her hava tær smærru havt
rúmd fyri sínari áskoðan
áskoðan á líka feti við tey
verandi plåssini, og tað er
rætt og rimuligt, men hetta
hóvar ikki verandi leiðslu á
stórplássunum. Tey er
borgarliga stýrd og serliga
er tað Tórshavn, sum ong
antíð hevur virt tað, at tey
smærru plássini eisini hava
sín týdning og hava sín rætt
Teir hava íkki viljað verið
við uttan at teimum uppá
forhond er tryggjad leiðsl
una. Hetta er uttan iva ein
borgarlig undirlutakensla
Fyri Tórshavnar viðkom
sum tey
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
sosialur 8 olivant.fo
ADS SP
7
kommunu-
andi standa teir uttan fyri
Føroya Arbeidarafelag, Før
oya Kommunufelag, og tað
eru onnur viðurskifti av
sama slagi, og nú hava hesi
borgarligu umboðini, sum
vórðu vald á seinasta vali
lagt upp til at fáa split í
kommunufelagsskapin, og
tað at seta tær smærru
kommunurnar uttan fyrr vil
fyri Suðuroy viðkomandi
siga, at Hvalba, Hov, Por
keri, Famien og Sumba
verða sleptar upp á fjall
Tað tykist fyri mær sum
um tað er ein borgarlig
ætlan at nógva
spjaðing sum gjørligt, held
ur enn at samla allar góðar
kreftir. Vit hava júst fingið
tvey útróðrarfeleg. nú fáa
vit tvey kommunufeløg, tað
gevur ikki styrki
Annars legði eg merki til,
at í samráðingarbólkinum
var hjá sellum kommunum
uttan Tvøroyri, minnilutin
við á fundinum. Annars skal
sigast, at fyri mær hevur
henda ætlan verið loynilig
Vit hava ikki havt møgu
leikan at gera vart við okk
ara stóðu, tí sum sagt, hetta
málið hevur ikki verið um
røtt í okkara byråd, í hvussu
so er ikki, har andstæðan
hevur verið við
Men lat meg gera tað
greitt: fyri mítt viðkomandi
og fyri andstøduna, við
verða ikki við at skipa ein
felagsskap uttan fyri ver
andi kommunufelag, og
harvið geva Tórshavn og
møguliga Klaksvík buktina
sáða so
Viðmerking
Sverre Midjord
skrivar
og báðar endarnar. Við tí
prisi, at tær smærru komm
unurnar verða sleptar upp á
fjall. Tað tekur minnilutin í
Tvøroyrar byråd ikki undir
við. Vit vilja ikki vera aftan
fyri hesa spjaðingarætlan
Vilja býráðs- og bygda
rådslimir hava broytingar
so kann tað gerast uppá
demokratiskan hátt innan
verandi kommunufelags-
skapi. Eru vit og tit ikki
nøgdir, so kunnu broyting
ar gerast, uttan at seta tær
smærru kommunurnar utt
anfyri
Minnilutin í Tveroyrar
býráð tekur ikki undir við
hesari ætlan, men vil vera
við at fremja broytingar
saman við teimum smærru
kommununum. Vit vilja
heldur samla enn spjaða. Tá
standa vit sterkar
Sverre Midjord
SILD.
ENGTLET
Norðoyastevnan
nærkast!
— Vit koma við
SILDINI
TIL STEVNUNA
fyrst í næstu viku
Saltsildafløk 5 kg
Kryddsildafløk 5 kg
Heil saltsild 5 kg
Heil kryddsild 5 kg
Frítt heimkoyrd hesaferð!
SILDAGOYMSLAN
Tlf. 12355 (kl. 10-16)