Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

en Nr. 94 — 22. MAI 1997 Nólsoyar Páll liggur framvegis nyttuleysur inni á Skála Atli Hansen: tíðindablaðið SS Móttaka John Petersen hevur forpurrað Nólsoyar Páll Tingfólk í flestum flokkum eru 6- nógd við viðgerð- ina í sambandi við Vaktar & Bjargingartæn- astuna. Nú Tjald- rið er á sleipi- stóð, er ongin at hava eftirlit við fiskiflotanum GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Formaðurin í tingbólki Sambandsfloksins, Atli Hansen, er í ødini um tað viðferð, John Petersen hev- ur givið Vaktar á Bjarg- ingartænastuni. Atli Hansen er serliga illa nøgdur í sam- bandi við, at VÆB onki skip hevur til eftirlitsarbeiðið, nú Tjaldrið er farið á sleipistød — John Petersen hevur for- purrað málið um Nólsoyar Páll. Tí eru vit í teirri stóðu, vit eru í nú, sígur Atli Han- sen Hann vísir á, at John Pet- ersen hevur brúkt tríggjar mánaðir til nakað, hann kundi brúkt heilt stutta tíð um. — Landsstýrismaðurin hevur brúkt ein mánaða at evna tilboðingartilfar, ein mánaða at umseta tilboðið til danskt; og nú skal hann brúka ein mánaða til at fáa tilboðini inn. Hatta líkist púrasta ongum, sigur Atli Hansen Atli Hansen situr annars í samgongu saman við John Petersen Tað var eisini eftir upp- skoti frá Atla Hansen og Sambandsflokkinum, at til- boðið at gera Nólsoyar Páll skuldi bjóðast út. Men hann vísir aftur upp á tað harð- asta, at hann harvið hevur forpurrað málið. Eisini Jóannes Eides- gaard og Alvur Zachariasen harmast um gongdina hjá Vaktar & Bjargingartænast- uni Jóannes Eidesgaard held- ur hetta seinasta vera upp aftur eitt tekin um vánaligu tilrættisleggingina í lands- styrinum. Hann heldur ann- ars, at nú eykajáttanin til VÆB ivaleyst kemur fyri í tinginum um eina viku, átti VÆB at havt bíðað við at koyrt Tjaldrið á sleipistød. Leiðarin á VÆB sigur hinvegin, at ilt er at vita nær, og um, eykajáttanin verður samtykt. Tí hildu teir tað ikki vera ráðiligt at bíða meira Alvur Zachariasen í Sjålvstyrisflokkinum, sigur, at hann møguliga fer at heita å landsstyrismannin at leiga eitt fiskiskip, sum kann rekja eftirlitsarbeiðið, meðan Tjaldrið er á sleipi- stød. Hann hevur ikki tíkið stóðu til tað enn # T = ” | sambandi við at soslalurin leygardagin 24. mai verður 70 ar verður almenn móttgka í blaðhúsinum á Argjum fríggjadagin 23. mai frå kl. 16-18 Dll eru vælkomin Tvey skip í fjør Fyri einum ári síðani hevði Vaktar & Bjargingartænas- tan tvey skip, og ti var onki í vegin fyri, at annað skipið t.d. fór á sleipistød. Í dag er stødan ein onnur Olavur Halgi er seldur, og Nólsoyar Páll, sum skuldi avloysa Olav Halga, liggur framvegis sum ein sori- På Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur forpurr- að málið um Nólsoyar Páll. Seinastu tríggjar mánaðir- nar hevur hann brúkt til onki, sigur Atli Hansen, for- maður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum dungi inni á Skála Nú er Tjaldrið so tikid upp á sleipisteð, har botn- urin skal reinsast. Og Vaktar & Bjargingartænastan hev- ur onki skip at seta inn í staðin Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar & Bjargingartænast- uni, upplýsir annars, at danska verjuskipið Triton er undir Føroyum í løtuni 40-ÁRA STARVSDAGUR Í samband við at Andrew Godtfred prokuristur marknaðarleiðari hevur 40-ára starvsdag, bjóðar PYF Føroya Shell til méttøku å skrivstovuni å Vidarnesi månadagin 26. mai frå kl. 15 til 17. O Shell