Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 22. MAI 1997 tíðindablaðið = + 15 sosialurin, box 76, 110 tørshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun k(&Golivant.fo Jan Allan rættari í Esbjerg Fótbóltur: Jan Allan Miller hevur gjørt trý mål í fýra teimum seinastu dystunum, men hann er ikki tøkur til seinna landsdystin móti Malta Tað gongur strúkandi hjá Jan Allani Múller í danska felagnum Esbjerg. har hann hevur spælt seinasta árið Jan Allan hevur skotið fleiri mál fyri felag sítt, meðan hann hevur spælt har, og seinastu fýra dystir nar, hevur hann funnið veg in ul meskarnar tríggjar ferðir Tá vit byrjaðu aftur eftir vetrarsteðgin spældi eg á miðvellinum, tí ein av teim um, sum vanliga spælir har, var skaddur, men seinastu dystirnar havi eg aftur spælt í ålopinum, sigur Jan Allan Miller Og tað hevur loyst seg at flutt Jan Allan fram í fremstu rød. Um vikuskiltid var hann á rætta staðnum fyri triðju ferð í fyra dystu m, og hesaferð saksaspark aði hann bóltin í málið tl 1-0. Esbjerg vann dystin móti Glostrup 2- I Stødan i felagnum er god, og vit hava spælt væl seinastu dystirnar. Beinan vegin eftir vetrarsteðgin vunnu vit fleiri dystir, og komu at liggja óvæntað væl fyri í toppinum, men síðani taptu vit fleiri dystir og mistu alt aftur Og í løtuni liggur Esbjerg á sjeynda plássið í donsku i. deildini, sum er næstbesta deildin. Ikast liggur á odda við $2 stigum, meðan Es bjerg hevur 37 gq uppflyting Tað kemur ikki uppá tal, at Esbjerg flytir upp í Super liguna hesaferð, men fyri einum ári síðani hevði fel agið stórar ambittónir Fíggjarligu korini førdu tó við sær, at felagið noyddist at sleppa sær av við fleiri av sínum bestu spælarum og so var felagið ikki longur veruligt boð til uppflyting Men optimisman trivist í felagnum Sjálvandi viknar liðið, tá fleiri spælarar rýma, men teir nýggju, sum eru komnir á liðið, hava gjørt tað serstakliga væl, og sum heild hevur tað gingið sera væl, sigur Jan Allan Miiller Figgjarligu trupulleikar nir, sum raktu felagið í fjør vóru nær við at gera enda á felagnum, men í seinastu løtu vóru tað fólk, sum høvdu áhuga at halda felag num uppi Í dag er stødan stabil og fíggjaliga stødan er góð Felagið hevur jú fingið fleir milljónir inn fyri spælarar sum eru farnir aðrastaðni at spæla Men tað hevur íkki bert tí Esbjerg hevur leigað ein pólskan á leypari, sum hevur verið góður fongur, og saman spælið millum hann og Jan Allan hevur verið sera gott Ofta havi eg verið einsamallur frammi, men nú fái eg góðan stuðul, og tað er kanska ein orsøk til at tað gongur so væl, sigur Jan Allan góðir gingið ein veg Heldur móti Kekkia Hóast Jan Allan ger um seg í donskum fótbólti, og tykist vera sera væl fyri, kemur hetta ikki førøyska A-lands liðnum í fótbólui ul góðar Jan Allan var ikki við, tá Føroyar vunnu á Malta, og hann verður heldur ikki við, tá Malta kemur á vitjan á Svangaskarði 8. juni. Jan Allan hevur verið fastur makkari hjá Toda Jónsson í føroyska álopinum, men tað verður hann ikki aftur fyrr Jan Allan hevur havt veruliga viðgongd í Esbjerg seinastu tíðina, og hevur gjørt trý mál í fýra teimum seinastu dystunum fyri danska 1. deildarfelagið enn í fyrsta lagi í heyst, tá dystir móti Kekkia og Span ia eru á skránni Eg skal til próvteku 3., 6., 9. og 11. juni, so tað er ógjørligt hjá mær, at koma til Føroya 8. juni at spæla Skuldi eg fari til umpróv- tóku í heyst, so hevði tað bara gingið út yvir dystin móti Kekkia. Og tað vil eg ikki, tí fár eg møguleikan at vera við tað, skal einki forða mær, sigur Jan Allan Múll- er Hevdi tað ikki verið stutt ligari hjá tær sum áleypari, at verið við móti Malta, har møguleikin er stórur fyri at gera okkurt mál Hatta hava fem spurt meg um, men fyri meg er tað ein nógv størri avbjóð- ing at vera við móti Kekkia, og skuldi eg fingið eitt mál móti teimum, hevði tað ver ið nakað heilt annað Sáttmálabundin í eitt ár afturat Jan Allan Miiller lesur al- tjóða marknadarføring, og hevur åtta manadir eftir at sínum lesnaði. Hann er sátt- málabundin við Esbjerg, og verður tað eisini eitt hálvt ár eftir, at lesnaðurin er lið ugur Hendan sáttmála ætlar Jan Allan at halda. og tað førir eisini við sær, at hóast Jan Allan gevur avboð til føroyska landsliðið, verður hann noyddur at spæla við Esbjerg meðan provtøkur- nar eru fyri — tað eru treyt- irnar - Enn havi eg ikki av- gjørt, hvat eg geri, tá sátt- málin hjá mær gongur út um eitt gott ár, men tá eri eg vorðin 30 ár og havi fingið eina útbúgving, so fótbólt- urin fer helst at koma í aðru rød, sigur Jan Allan Miiller Mær dámar sera væl út- búgvingina, sum eg fái mær, og vóni at kunna fáa eitt arbeiði innan hetta oki, tå eg eri liðugur at lesa, og um tað so verður tíð til fót bólt eisini, fer tíðin at:vísa ek Hvor verður næsti NSVarin á landsliðnum? síðu 16-17 Lassin Isaksen fingið altjóða uppgávu Fótbótur: UEFA hevur sett Lassin Isaksen at fdøma Intertoto-Cup dyst i juli Annar av okkara altjóða dómarum hevur fingið eina altjóða uppgávu í juli mån- aði Lassin Isaksen úr Klaks- vík skal dóma Intertoto-Cup dyst millum lið úr Latvia og Turkalandi. Enn er ikki av- gjørt hverji hesi lið eru, ti kappingarnar í hesum lond- um eru ikki lidnar enn, og liðini kvalifisera seg til Intertoto-Cup út frá avrik- unum har, men greitt er at dysturin verður í Letlandi 22. juli Saman vid Lassin skulu tveir føroyskir hjálpardóm- arar eisini vera við, og tað eru Andreas Poulsen úr Gøtu og Jón Kári Frederik- sen år Klaksvik Dómararnir eru settir til innleiðandi umførini í Inter- toto-Cup, og hesaferð fekk hin altjóða dómari okkara, Niklas á Líðarenda, ongan dyst Umframt hesar er eisini Tummas Pauli Olsen úr Gøtu eisini altjóða hjålpar- dómari. Hann hevur avloyst Oddmar Andreasen, sum er farin at dóma ístaðin fyri at veitra við flagginum, og í løtuni telist millum okkara bestu dómarar Føroysku dómararnir og hjálpardómararnir = hava ongan A-landsdyst dømt enn, og higartil er tað bert Nemus Napoleon Djurhuus, sum hevur havt slika upp- gåvu.Nemus er ikki longur dómari, men roynir seg i- staðin sum eygleiðari fyri dómaraneyndina hjá FSF Hverja ferð okkara dóm- arar eru til dystir uttanlands, er eygleiðari og metir um avrikini hjá teimum. og út frá skoðsmálinum teir fáa, verða teir tillutadir uppgåv- ur seinni Vónandi standur okkara dómarabólkur seg væl í Let landi, so tað skjótt kann ger ast til enn stórri uppgávur ek