Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-24, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1997síða 46

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

síða 12 Temablað - SONR 70 ár, nr. 96, ie 24. mai 1997 Framtíðin liggur í fullkomnum sjálvræði Fyritreytirnar hjá tíðindabløðunum eru eins nógv broyttar hesa øldina, sum sjálvur tíðindaflutningurin. Politiskt heft hóra føroysku blødini valla undan. Einasta trygdin fyri sámiligum framtíðar útlitum fæst, um blødini gerast fullkomiliga óheft politiskt GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Stundum er at hoyra, at føroyskir fjølmiðlar eru vorðnir so nærgangandi. So hatskir og persónligir. Fólk sigast at rædast, og onkur vamlast. Négv i millum fyrr. Tá vóru blaðmenn (tað vóru bara menn) varnir Hóvligir. Vildu ikki ganga ov nær. Teir vóru skikkiligir Tað var tíðindaflutningur Jú, víst er tað, nógv er broytt í føroyska fjølmiðla- heiminum seinastu hundrað árini. Eisini seinastu sjeyti árini, síðani Sosialurin á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Men kortini man onkur ógvast, blaðar hann gjøgn- um onkur av føroysku blød- unum fyri hundrað árum síðani. Í Føringatidindi nr. 5 í mai 1890, ella fyri 107 árum síðani, stendur millum ann- að: „Maður fall fjóra hvítu- sunnudag norðuri í Eiðis- skorum við Gjáarmarki. Tað var Rasmus Poulsen, av Strondum slegtadur Hann var farin at draga lunda, og tá ið hann ikki kom aftur um kveldið, sum hann heyði lovað, fekk konan fólk at leita. Hann varð funnin á Nøvutanga. Lærið var brot- ið og aftari parturin av høvdinum smyldraður Í aðrar mátar var hann heil- ur, tó at hann var fallin um 60 favnar. Ókyrrt var fyri norðan, so at líkið mátti dragast upp fyri bergið“. Tíðindastubbin í Føringa- tíðindi var ikki beinleiðis bleytt orðaður. Yvirskrift var ongin sum so. Bara „Tíðindi úr Feroyum“. Í dag, 107 ár seinni, høvdu tíðindini verið borin nakað soleiðis: Yvirskrift: Maður dottin oman á Eiði. Undiryvirskrift: 55 ára gamli Rasmus Poulsen doyði, tá hann fjórða hvítu- sunnudag datt oman í Eiðis- skorum. Tekstur: Það endaði við syrgiligari vanlukku, tá 55 ára gamli Rasmus Poulsen á Eiði fór at draga lunda fjórða hvítusunnudag. Tá hann ikki var komin heim aftur um kveldið, fóru fólk at leita. Nakað seinni funnu menn Rasmus Poulsen í Eiðisskor. Hann var oman- dottin, og deyður av fall- inum. Rasmus Poulsen var ættaður av Strondum. Vit kunnu taka eitt annað dømi, tí tveir mánaðir seinni hevur Feringatíðindi aftur eina Ogvusliga søgu. Og aft- ur hesaferð er tað maður, sum er dottin oman. Yvir- skriftin er ongin, so skelk- urin mundi vera so mikið størri, tå lesarin fór at lesa tíðindastubban „Maður er omandottin á fjalli í Kunoy, Skarðs Jógv- an tey kallaðu. Fallið var ikki høgt, tó sorlaði hann høvdid so illa, at hann doyði skjótt eftir at hann var førd- ur til doktarin “. I Føringatidindi ein mán- að seinni stendur aftur at lesa um Skarðs Jógvan „Skarðsjógvan, sum fall um Jóansekuna, er ikki deyður. Hann er nú komin væl fyri seg aftur“. Ein heilan mánað seinni fingu fólk sostatt at vita, at Skarðsjógvan kortini ikki hevði „sorlað“ høvdid. Jú, nógv er broytt. Nógv er broytt til tað betra. Men í summum førum mugu vit geva kritíkarunum rætt. Fjølmidlarnir eru eisini vorðnir kaldari í fleiri før- um. Og við professiónalis- muni eru teir stundum eisini vorðnir nakað einstáttaðir. Allir miðlar koyra í stórum eftir sama journalistiska leisti. Teir hava allir somu uppskrift. Í Danmark, í USA, í Føroyum. Innsløg í sjónvarpi til dømis skulu vera stutt og greið. Her gongur stóra sjónvarpsstóðin í USA, CNN, á odda. Har eru inn- sløgini í veruleikanum ong- antíð ov stutt. Bes: um tos- ast kann um sekundir. Og í Evropa taka alt fleiri sjón- varpsstødir upp eftir CNN Alt hetta tosið um se- kundir og journalistiskar leistar kann bera ávísar veikleikar við sær. Pláss er ikki fyri kenslum, bara pro- fessiónalismu I gomlum døgum var pláss fyri kenslum, men objektiviteturin var so sum so Danski journalisturin, Peter Sabroe, skrivaði so- leiðis um eina syrgiliga hending í 1898. Greinin stóð í eini fyrraparts ávís, og snúi seg um fimm børn, sum svóvu inn í deyðan av kolosi. Hann skrivar soleið- is: „Í morges tidlig er sket en forfærdelig Ulykke i Landsbyen Skejby, der har kostet fem Børn Livet. Landarbejderens triste sociale Forhold har krævet saa stort et Offer, som tænkes kan… ...Som man kan tænke sig vakte den skrækkelige u- lykke, der raaber til Himlen om danske Landarbejderes fortvivlede sociale Forhold, den største opsigt… ..Da Moder og Fader stod overfor de fem Barne- lig, kunne vi have ønsket alle Landets Velhavere og fyrstelige Personer og Præster nærværende. Mon de da ikke havde faaet en knugende Følelse af den ganske eksempelløse Ar- mod, som raader blandt Grækaris Djurhuus Magnussen, formaður i Føroya Bladmannafelag, hugleiðir um fjølmidlarnar vort Lands flittigste Klasse ” I dag høvdu fjølmiðlarnir borið tíðindini — ødrvisi Kaldari, og verri enn so so persónliga Yvirskrift: Fimm børn deyð av kolosi Undiryvirskrift: Mána- náttina doyðu tey fimm systkini (nøvnini) av kolosi. Í tekstinum hevði stutt verið greitt frá. hvaðani kolosin stavadi, og hvussu gomul systkini vóru. So vóru tey tíðindini borin Hetta seinasta demið er tikid úr bókini „Stop Press- en“, eftir Erik Valeur. Feroya Sosialdemo- kratur í 1949 Fari eisini at taka nøkur dømi um broytingina í tíð- indaflutninginum hjá Fer- oya Sosialdemokrati, ella Sosialinum. Brotini eru frå 1949. I januar og februar hetta árið hevur nakað av kjaki verið um sáttmálar á ar- beiðsmarknaðinum. Og 19. februar stendur í Føroya Sosialdemokrati ein greina- stubbi við yvirskriftini „Thorstein Petersens sátt- málaskil“. Greinin byrjar soleiðis: „Th. P. heglar niður yvir sáttmálalógina, tí hon hevur skert maskinmeistararnar so nógv... Í dag hevði yvirskriftin verið nakað soleiðis: „Thor- stein Petersen harmast sátt- 13. juli stendur grein í blaðnum við yvirskriftini: „Hví fara okkara trolarar av landinum at gera neyð- sélu?“ Fyrstu reglurnar í sjálvari greinini: „Millum manna er mikið á máli, hví trolarar og kanska onnur skip við fara út av landinum — og neyðselja fiskin. Tad vil síga lata fiskin fyri ein pris, ið liggur langt undir tað, ið menn, sum leggja fiskin upp í Føroyum, kunnu fáa fyri hann, sjálvt tá ið arbeiðs- og pakkiútreiðslur eru frá- drignar. Hetta er ikki bara beinleiðis stórt tap fyri skip- ueigararnar og manning- ina, men tað er eitt stórt landstap...“ Greinin omanfyri er skrivað gott hálvthundrað ár eftir ógvusligu greinirnar í Føringatidindi. Og munur- in er stórur. Kortini heyði greinin verið ødrvisi, var smá- hon skrivað í dag Í fyrsta lagi skalt tú ikki nýta spurnartekin í yvir- skriftini í eini redaksjónell- ari grein (tó at onkur kortini ikki dugir at lata vera tann dag í dag). Í øðrum lagi er meiningin hjá blaðmannin- um, ið skrivað hevur grein- ina, alt ov eyðsýnd. Í dag hevði talan tískil ikki verið um eina redaksjónella grein, men um eitt lesarabræv Leygardagin 24. septem- ber 1949 stendur grein í Føroya Sosialdemokrati við yvirskriftini: „Myrðingin norðuri i Sundum “ Av yvirskriftini fært tú varhugan, at farin er fram syrgilig vanlukka, ið iva- leyst hevur kravt fleiri mannalív. Eitthvert, sum forfedrar okkara hava roynt at tagt burtur. Men hyggið nú: „Fyrrapartin síðsta týs- dag varð boðað frá grind sunnan fyri Borðuna. Tað var tó ikki grind, men ein bólkur av stórhvali, spermi. Bátar fóru tó at royna at reka, og væl bar til, teir fingu ríkið stórhvalirnar inn á Havnina, har bólkurin varð goymdur, til ein av hvalbátunum við Áir, Falk- ur, kom tilstaðar. Spermar- nir vórðu tá riknir út aftur á fjørdin, har Falkur legðist at skjóta...Bátarnir róku hvalirnar heilt norður móti Streyminum, og so við og við komu allir hvalabátar- nir inn at skjóta — eisini að var so tað. Talan var ikki um syrgiligar manna- lagnur, men um (syrgiligar) stórhvalalagnur. Fortreytirnar eisini dag er onki Føringatidindi. Danski journalisturin, Peter Sabroe, doyði fyri einum mansaldri síðani, og Føroya Sosialdemokratur eitur nú Tíðindablaðið Sosialurin. Hann lir. Vit hava alment útvarp og sjónvarp í Føroyum. Tey vóru ikki til fyri sjeyti árum síðani, tå Føroya Sosial- demokratur varð borin í heim. Úti í loftrúminum ferðast fylgisveinar, ið bera okkum myndir frá sjonvarpsstød- um úr øllum heimi. Fylgi- sveinar, sum á ein hátt binda okkum í meginlandið, ja, festa okkum í ríkini hinu- megin knøttin. Vit hava telefonsamskifti um fylgisvein. Ja, í hesum døgum er rådstevna í Norð- urlandahúsinum um „tele- medisin“. Tú kanst til dømis kanna hjartað um telefon, um fylgisvein. Og gloym ikki altjóða samskiftisnetið „internet“. Har kanst tú samskifta beinleiðis við fólk um allan heim. Her eru broytingar, sum ongin, als ongin, kundi í- mynda sær fyri bara sjeyti árum síðani. Broytingar, sum seta nýggj og heilt ødr- vísi krøv til tað at reka eitt tíðindablað. Yvirflóg av tíðindum Nýggja samskiftisøldin, vit so smátt eru komin inn í, veitir fólki eina rúgvu av tíðindum og informasjónum av alskyns slag. Fólki nýtist ikki longur at lesa blødini fyri at fáa tíðindi. Tað fáa tey í útvarpi, sjónvarpi, int- erneti o.s.fr. Kortini vilja fólk framvegis hava tíð- indablød. Men tey mugu vera ødrvisi, og tað er hetta, blaðleiðslur kring allan heim, eisini í Føroyum, noyðast at laga seg eftir. Men hvussu skalt tú vera ødrvisi? Hvat skal vera ødrvisi? Ivaleyst er neydugt, so ella so, at minni vid beinleidis tidindi. Tidindi, sum aðrir miðlar midla skjótari og betri. Reportasjur, bakgrund og kritiskar greinir. Skikkadar meiningar frå skikkadum fólki. Færri fjákut dulnevnd lesarabrøv. Hegnisliga arbeiddar greinir, har blaðfólkini fáa tíð at arbeiða við tilfarinum. Kvalitet í staðin fyri kvanti- tet. Eina grein til hvort blað- ið. Ella eina grein til annað- hvert blað. Trúvirði, tað er tað, blød hava brúk fyri. Men tað fáa tey ikki við at telja greinir, men við at aðar við greinum. Hegnislig blað- fólk. Blaðfólk- og leiðslur við framfýsni og fram- skygni. Við journalistiskum „forstáilsi“. Men ikki minst: Politiskt óheft blað. Hundrað prosent óheft. Tíðin er langt síðani farin frá politiskum bløðum. Politikarar yvirliva í dag uttan beinleiðis politisk málgagn. Politiskt heft blød doyggja. Um stutta tíð. Tá er ikki brúk fyri trú- virði. Ikki á bløðunum.