Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-24, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1997síða 47

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sosialurin gongur Temablað - SANNA 70 år, nr. 96 2 ímóti søguliga rákinum Lesarar kring allan knøttin vilja bara hava blød, sum ikki eru knytt at polit- iskum flokkum JOANNES HANSEN Hugleiðingarnar, sum her eru festar á blad, snúgva seg ikki serliga nógv um tøkn fréðisligu = broytingarnar sum síðstu tríati árini hava havt kollveltandi årin á blødini og blaðútgávu, og tær skulu heldur ikki snúgva seg um kappingina frá al mennu elektronisku fjøl miðlunum — fyrst útvarp inum og síðani sjónvarp inum — og um at tað nú eru smíðaðir lógarkarmar, sum gera tað møguligt at senda nærvarp í Føroyum og hverja ávirkan tað møguliga kann fara at hava fyri t.d blødini Tær skulu heldur ikki snúgva seg um tydningin, sum pressan hevur í sam- felagnum, sjålvt um tað t.d er áhugavert at festa seg við tað, sum amerikanski for- setin Thomas Jefferson segði í 1787: „Um tað varð litið mær upp í hendur at gera av, um vit skulu hava eina stjórn og eingi blød ella blød og onga stjórn, so hevði eg ikki eina løtu verið í iva. Eg hevði valt seinnu loysnina!“ Blaðstjórin hevur biðið um eina grein í sambandi við 70 ára fødingardagin hjá blaðnum, og tað verður her- við gjørt út frá tí, sum renn ur fram í huganum, tá hugs- að verður um Tíðindablaðið Sosialin og føroyska blað- útgávu seinastu tríati árini, politiska tilknyti, blaðdeyð an, innihaldið í bløðunum og so okkurt hissini annað Ánarin og lesarin Vit sammeta okkum ofta við Danmark, og vit siga, at ofta kemur rákið, sum hevur verið í Danmark, yvir okkum eitt ættarlið aftaná, at tað hevur gjørt vart við seg í sunnara ríkispartinum Síðst í hini øldini og fyrst í hesi øldini var tað vanligt kring alt Evropa, at politisku flokkarnir høvdu tætt samband við blødini Onkrir flokkar áttu blað, og í ødrum førum vóru tað politikarar, sum áttu blødini ella sum vóru blaðstjórar og harvið løgdu linjuna fyri skrivingina í blødunum Longu í millumkrígstíðini broyttist hetta nógv í Dan mark. Tá broyttist pressan til tað, teir niðri kalla omni- busspressu. Hugtakið er la tínskt og merkir, at hetta er fyri øll. At blødini gjørdust omnibusspressa vil siga, at tey ikki longur skuldu vera floksblød, sum vórðu skriv aði av flokstrúgvum og til flokstrúgv. Heldur skuldu tey nú vera tidindablød sum á óheftum grundarlag skrivaðu um og vidgjørdu samfelagsmál Hetta hevði skjótt við sær at talið av bløðum minkaði nógv. Í Danmark var talið á dagbløðum í 1960 komið niður á 85, og í fjør var talið komið niður á 37. Nógvu av smærru bløðunum, sum hava verið ríkin undir hand ilsligum korum, eru hoykn aði og hava lagt árarnar inn Undantekini vóru í nógv ár blødini, sum danski javn- aðarflokkurin og fakfelags- rørslan áttu. Tey hoyknaðu ikki, tí serliga fakfelags- rørslan spýtti eina rúgvu av pengum í og kravdi av lim unum, at teir skuldu halda blødini og harvid dagliga súgva til sin tað, sum var skrivað av teirra fólki og til teirra fólk Men nú er eisini hetta broytt. So at síga øll provinsblødini hjå fakfeløgunum eru burtur og Aktuelt, sum fyri tiggju árum síðani gjørdist Det Fri Aktuelt (tað fría segðist boða frá, at redaktionella linjan var loyst frå rørsluni) hevur verið ein total fiasko Blaðið hevur hesi tíggju árini fingið meiri enn eina milliard krónur frá fak felagsrørsluni at gera eitt tíðindablað fyri, sum ætl- aðist at fáa so stóra und- irtøku, at tað í framtíðini skuldi megna at standa á egnum beinum, men tað hevur bara gingið skeiva vegin. Orsøkin? — Lesarin er langt síðani troyttur av at hava nakað sum helst við dagblað at gera, sum sigast vera flokstrúgv, eisini um tey sjálvi síga, at tað passar ikki Og so er spurningurin, um vit kenna hesa gongdina aftur í Føroyum Vit kunnu í hvussu so er sláa fast, at talið av bløðum er nógv minkað. Tinga- krossur, Dagblaðið og 14. september eru ikki til long- ur. Tey vóru øll floksblød, og nú eru nøkur ár síðani, at tey ikki orkaðu meiri Saknur er í teimum , tí polit- iska kjakið í bløðunum er nógv minni áhugavert Dimmalætting hevur altíð undirstrikað, at hon er ikki heft at nøkrum flokki, men hon hevur ongantíð fjalt, at hugburðarliga hevur hon hgið tætt at sambandsflokk inum, og hon tykist trívast væl Og so er tað fødingar dagsbarnið. Tá vit hava gongdina í td. Danmark í huga — og gongdin har er tann sama, sum nógva aðra staðni í Europa — so kunnu vit ikki annað enn undrast á, at eitt blað, sum er sprott ið úr javnaðarflokkinum og sum hevur verið politisk proyta hjá flokkinum, hev ur megnað at havt fram gongd hesi seinastu fimtan árini. Sambært Arbók fyri Føroyar er upplagið væl stórri nú, enn tað var áðrenn 1980, útgávutíttleikin er øktur úr tveimum upp í triggjar og so fimm ferðir um vikuna, og síðutalið er okt Fleiri meiningar eru iva leyst um, hví Sosialurin ikki hevur verið fyri somu lagnu sum javnadarblødini aðra staðni Ivaleyst hevur tað havt stóran tydning, at blaðið hevur roynt at loysa seg frå politiska tilknytinum Tað eru longu nógv år síð- ani, at Tíðindablaðið varð knýtt afturat Sosialinum, og fyri einum tveimum árum síðani hvarv „Frælsi, javn- aður og breðralag“, sum fyrr stóð á forsíðuni og seinni á síðu tvey tree degn Blødini frå seksti árunum og tey, sum eru eldri enn tað, eru innihaldsliga merkt av, at tey fyrst og fremst vóru politiskir propaganda miðlar. Men harafturat verður á avmarkaða síðutalinum givin ein lýsing av føroyskum sam- felagsvidurskiftum. Greitt verður frá tingarbeiðnum, frá fiskiskapinum og tí, sum er tengt at fiskivinnuni, og so eru fleiri lesarabrøv, sum oftast við ongum navni und- ir. Tað verður ofta tikið til, at føroyskt tíðindatilfar kom ikki í føroysku blødini fyrr- enn Arni Absalonsen og Finnbogi Ísakson fóru at geva Tíðindablaðið út. Tað er rætt, at teir trettan mán- aðirnar, sum teirra blað kom út, varð borðreitt við nógv- um nýggjum í føroyska blaðheiminum. Teir høvdu tíðindi úr bygdunum kring landið, teir vinklaðu polit- íska tilfarið ødrvisi, enn floksblødini vóru von at gera, teir gjørdu tíðindi burturúr vinnuni og brúktu vinnulívsfólk og tey, sum hava við ymsar mentunar- tættir at gera, á annan hátt, enn vanligt heyði verið, teir lyftu kjakið á hægri stød, m.a. við at hena á fólk um at:taka lut, og teir settu for boð fyri at seta Onavngivin lesarablød í blaðið Tíverri kom teirra blað so stutt út, men hóast tað, so stendur Tíðindablaðið í huganum sum nakað heilt serligt í føroyskari blaðút gávu. Men kagar tú aftur í blaðið, so er skjótt at stað festa, at nógv er hent tey 22 árini, síðani blaðið kom út fyri síðstu ferð Hvat skrivingarlagi og hugflogi til tíðindi viðvíkur kunnu blaðfólk framvegis læra nógv við at hyggja í Tíðindablaðið Men á øðrum økjum hev- ur verið framgongd (um vit kunnu kalla tað soleiðis) Tíðindablaðið kom tvær ferðir um vikuna, og tað var í 12 og 16 síðum. Sosialurin kemur nú fimm ferðir um vikuna. Síðutalið er millum 20 og 32, og tað gevur eina- staðni millum 100 og 120 síður um vikuna Sammetingin vísir eisini, at innihaldið í bløðunum er nógv broytt síðstu tjúgu ár- ini, og tað er einki at liggja omaná, at í nógvum av ný- skapanunum hevur føding- ardagsbarnið gingið undan Her verður td. hugsað um, at lesarin nú verður bjóð- aður at vera við til at mynda blaðið, Ld. í lýsingartorgin- um og fødingardagsheils- anum. Kanska nýskapanir- av tílíkum slagi fylla ov nógv. At brúka fimm ella seks síður uppá slíkt tilfar, tá tú ikki hevur fleiri enn 28 íalt, tað er ov nógv Í staðin átti stórri dentur at verið lagdur á at fylgja við í samfelagnum. Tað varð nevnt omanfyri, at blødini í sekstiårunum og fyrr enn tað gjørdu fitt burt- urúr fiskari og politikki. Nú á døgum gera blødini minni burturúr tílíkum tilfari. Iva- leyst verður hetta sett lægri á listanum, tí elektronisku fjølmiðlarnir eru skjótari. Tí hava politisku hendingarnar ikki sama tíðindavirði, sum tær høvdu, áðrenn útvarpið og sjónvarpið komu og fóru at fylgja væl við. Men hóast politikkurin hevur verið nevndur í teimum elektron- isku, so eigur hann eisini at koma fram í bløðunum. Tað hevur týdning fyri nútíðina og eftirtíðina, og so er tað ikki minst gagnligt fyri úti- setar, sum royna at halda seg ajour við at lesa blødini. Tey, sum hava verið stødd uttanlanda longri tíðarskeið, og hava roynt at fylgja før- oysku samfelagsgongdini við at:lesa Sostalin, hava ivaleyst ásannað, at:hetta hevur ikki verið nøktandi. I síðstu viku kom ein stórur trolari til Fuglafirðar. Út- 4. mai 1997 sida 13 Jóannes Hansen hugleiðir um Sosialin, ið nú er 70 ár varpið og Sjónvarpið høvdu innsløg um hesa stór- hending í føroyska vinnu lívinum, men blødini lótust ikki um vón, og tað er ikki nóg gott, heldur ikki um fólkatrot verður nýtt sum umbering. Tidin og lesarin I seksti årunum bar tad ikki til norduri í Klaksvík at keypa blødini í leysasølu fyrrenn á kveldi útgávudag- in. Kioskirnar, sum seldu blød, lótu ikki upp fyrrenn seint seinnapartin. Haldarn- ir fingu blødini fyrrapartin, men tey, sum lítu á leysa- søluna, máttu bíða. Fyrrapartin í sjeytiårun- um bar sum oftast til at fáa Sosialin í leysasølu í Havn- ini kveldið fyri útgávudegn- um, men Dimmu skuldi tú hava góðar kanalir fyri at fáa hendur á. Tú sást, at Torstein Dahl-Christiansen, sáli, rætti kioskmanninum á Vaglinum hana inn gjøgn- um lúkuna, men maðurin innanfyri hevði fingið at vit- a, at hon skuldi ikki seljast fyrrenn morgunin eftir. Alla staðni kring knøttin verður nógv lagt fyri at fáa blødini út til lesararnar so skjótt, sum tey eru komin úr pressuni, og tí var hetta við at goyma til dagin eftir nakað serføroyskt. Nú er ødrvisi. Dimma og Sosialurin fáast mest sum um alt landið kveldið fyri útgávudagin, og tað er í fín- asta lagi. Men tað líkist ong- um, at haldarnir kring land- ið ikki fáa blødini fyrrenn uppí 20 tímar, eftir at tey eru komin í sølubudirnar. Her haltar, og hetta er ein spurningur, sum blødini í felag eiga at finna eina loysn uppá. Heilt groteskt er tað, at summa staðni í Føroyum fáa tey ikki blødini útgávu- dagin, sjálvt um tað í praks- is væl letur seg gera. I Fugl- oy og Svínoy fáa tey týs- dagsblødini utgåvudagin, men tey mugu bíða til hós- dag at fáa mikudagsblødini saman við hósdagsbleðun- um. Og tey mugu bíða til leygardag at fáa fríggja- dagsblødini saman við leyg- ardagsblødunum. Tað er púra óneyðugt, at blødini skulu vera so gomul og rgst, tá tey koma útoyggjafólk- unum í hendi. Ferðasam- band er hvønn dag um summarið, og allar dagar uttan ein um veturin, men Postverkið hevur gjørt av, at posturin skal bara berast út tríggjar ferðir um vikuna. Blødini geva Postverkinum nógv arbeiði, og tað hevði ikki verið órímuligt, um tey vinarligast heittu á Post- verkið um at bera blødini út til tey, sum tað ber til at bera tey til útgávudagin Framtíðin Tøknfrødisliga menningin er ikki tíkin uppá tunguna, men hon má takast við. Nú eru øll blød við virðing fyri sær sjálvum á internetinum Tí er tað sera viðkomandi at spyrja, um vit kunnu rokna vid, at blødini eisini í framtíðini fara at vera í pappíri. Eingin ivi er um, at tað verður skrivaða pressan, sum serliga fer at merkja kappingina frá nýggju tøkn- frødini. Sosialurin hevur fyri langari tíð síðani fingið sær heimasíður á internet- inum, men higartil hevur tað gingið striltið at halda tíðindasíðurnar við líka. Tað fer kanska at batna, og so er spurningurin, um Tíð- indablaðið Sosialurin verð- ur á pappíri ella um hann bara verður á skíggjanum, tá hann fer um tey hundrað. A 70 ára fødingardegnum kunnu vit staðfesta, at hann hevur ment seg nógv tey seinastu 25 árini. Tað er um somu tíð, sum flestu av brødrablødunum kring knøttin hava lagt årarnar inn, og tað er væl klárað av Sostalinum. Men tað er ikki at gevast á hondum, tí blað- ið kann framvegis gerast nógv betri!