Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EET een ——e.. [ff [| [ SS OSSSASSSNS::-ANAASGANAN!NcGGcNGp:zN:N8NCCcccKK:O00S000K 0000 GKGGA0O00NSOSSSÐ SSA 00 ART IES2 Nr. 98 — 28. MAI 1997 tíðindablaðið Fíggjarliga óforsvarligt Sambært landsstýrismanninum fara broytingarnar í fólkaskúlalógini at kosta 8,5 5 milliónir krónur. Sambært Tórshavnar Skúlaráð um 60 milliónir krónur og sambært Føroya Lærarafelag upp ímóti 120 milliónum. Minnilutin í mentan- arnevndini vildi havt greiðu á hesum, áðrenn lógin verður samtykt EIRIKUR LINDENSKOV Hóast andstødutingmenn atkvøddu fyri fleri av broytingaruppskotunum, sum meirilutin í mentanar nevndim kom vid, so vóru tað koritni ikki allir, sum atkvøddu fyri. at lógin so leiðis skuldi fara til triðju y iðgerð Men andstødutingmenn inir í mentanarneyndini høvdu sitt egna minniluta álit. I minnilutanum vóru Jógvan Adolf Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Signar á Brúnni úr Tjóðveldis flokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum Teir vísa á, at nýggja fólk askúlalógin fer at føra eyka útreiðslur við sær Føroya Lærarafelag hevur undir nevndarvid gerðini víst á, at uppskotið um borið verður saman við tað danska - fer at hava rætt- uliga stórar eykaútreiðslur við sær, sum fara at liggja eina staðni millum 80 og 120 milliónir Minnilutin sigur, at Tórs havnar Skúlaráð hevur víst á, at útreiðslurnar fyri Kold ing Kommunu, ið hevur umleið sama íbúgvaratal sum Føroyar, øktust umleið 60 milliónir krónur Tørshavnar Skúlaráð mælir til, at bíðað eigur at vera til år 2000 við at seta nýggja lógaruppskotið i gildi, og er ein grundgeving ósemjan um meirkostnaðin, sum landsstýrismaðurin sig ur vera 8,5 milliónir krónur Teir vísa eisini á sjónar miðini hjá Kommunufclag num, sum hevur víst á hvussu stórar meirútreiðsl urnar verða fyri kommun urnar, um uppskotið verður samtykt. Víst verður á, at sambært lógaruppskotinum skal skúlin gerast ein ment anarmiðdepil, ið ber út reiðslur við sær fyri komm unurnar. Solmuleiðis verður víst á breytatilboðini, ið somuleiðis hava meirut reiðslur við sær, um samtarv verður millum bygdir/byir Mentanarneyndin var ikki før fyri at svara tílíkum spurningum, men tað hevur eyðvitað stóran tydning fyr kommunurnar at vita nærri um hesi viðurskifti, áðrenn lógin verður sett í gildi heldur minnilutim í mentan arnevndini Rætt at broyta lógina Þó so. Minnilutin er eisini samdur í, at neyðugt er at endurskoða fólkaskúlalógi na, og at ymiskt gott eisini er í uppskotinum Minnilutin heldur tó, at orðingin, sum skal tryggja miðalstórum skúlum, so teir ikki verða fyri vanbýti, skal verða meira bindandi. Eisini sigur minnilutin, at tað sum stendur í 5. stk í $ 29 sum fevnir um avtøku av skúlum eigur at standa óbroytt. Tílík mannagongd sum greinin mælir til er ikki bærilig í einum fólkaræðis ligum samfelag, heldur minnilutin í mentanar nevndini, sum eisini leggur dent á, at tað er ábyrgd- arleyst av landsstýri og løg tingi at samtykkja eina lóg, ið eingin veit kostnaðin av Fíggjarliga ábyrgdarleyst Eisini er tað fallið minni- lutanum fyri bróstið, at um boðini fyri åvikavist Fólka flokkin og Sambandsflokk in í mentanarneyndini ikki skulu hava áhuga í at kanna nærri eftir, høvr kostnaðurin verður av at seta nýggju fólkaskúlalógin aí gildi. Tað eru júst teirra flokkar, sum í tíð og ótíð finnast at, at tær almennu útreiðslurnar hækka, siga teir Í sambandi við uppskotið um nýggja fólkaskúlalóg hava teir ikki henda hug burð, heldur tvørtur ímóti, tí fleiri av broytingarupp- skotum meirilutans bera í sær uppaftur størri útreiðsl- ur, sigur minnilutin, sum hevur mælt til at steðga við at avgreiða málið í hesi tingsetuni, og sum ístaðin heitir á landsstyrismannin í skúlamálum um at arbeiða víðari við málinum, m. á við at fáa fleiri upplýsingar um málið, so sum kostnað in, fyri síðani at leggja tað fyri tíngið tíðliga í heyst, so málið kann avgreiðast av tinginum í hesum árinum Uppskotið hevur verið gjørt til samgongumál, og lógin skal samtykkjast nú, siga teir í minnilutanum, sum halda tað vera óheppið serliga tá lógin ikki skal koma í gildi fyrr enn Í. aug ust 1998 Við ødrum orðum verða tær spurningar, kommunur spyrja um, als ikki svaraðir, eins og skulanevndir kring landið. ið hava bid um at fingið longri tíð at viðgera uppskotið, verða als ikki hoyrdar. Hesi órstorsligu framferð meirilutans í mentanarneyndini — åtalar minnilutin Sami minniluti mælir løg- tinginum frå at samtykkja uppskotid og tær broyting ar, ið meirilutin mælir til at fremja, tí eingin veit hverjar útreiðslur verða av tí. Teir seta eisini spurnartekin við. um hetta er í samsvar við galdandi tingskipan Andstøduumbodini í í mentanarnevndini, Signar á Brúnni, Jensi av Rana og Jógvan Adolf Johannesen mæla til at finna út av kostnaðinum fyrst Husqvarna OSG 756 Áramtíðar komfýrurin 55 BREIDD 70 cm. Regina Connaisseur 70 cm. 2 ovnar í sama komfýri Elektroniskt hitakontroll og Touch-knettar Plåtur * Yvirplåta úr keramiskum glasi vid 4 "plátum". harav e steikiplåta + Orkusparandi High Light hitalikar Ovnur + 2 ovnar + Innbygd serprogramm t d. til tertur og hesnarunga * Ovast: 33 ltr v/automatiskum snarstarti 200 stig eftir 5 min * Nidast: 55 ltr. v/3-i-i stórum ovni við heitluft. yvir/undirhita og grill = Góð barnatrygging við sperru, id læsir allarfunktiGnir ur 60 cm.: Vanligur 18.430- KONTANTPRISUR 16.590.- - 5 r E 2 O Ý < Z < > O (07) = SMS tlf. 18662 - 18663 * Saltangarå tlf. 48762 Hus undir Reynum å Sandi, 5,6 m x 7,0 m, grundstk. 745 mr, til sølu fyri min. 300.000 kr. Husini eru stoypt og timburklædd. Kjallarin er eitt rum. Í miðhæddini er forstova, kovi, rúm- ligur uppihaldskøkur, stova og kamar. Á loftin- um er trappurúm, dupultkamar, kamar og rúm til wc/bað. Um alt stykkið er nýggjur betonggarður við trim- um tverrimum omanå. Umframt sum sethús eru tey vælegnað sum frítíðarhús við el-olju-radiatorum í ollum rúmum Frálíkt útsýni í allar ættir. Tif. 12718 ella 61551 VW Golf 1,8 GTi Nýsýnaður, årg. 86, 3 hurðar, er í sera góðum standi. Tlf. 21560 ella 89560 | Lýsið í $0Slalinum