mikudagur 28. mai 1997síða 19
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Elle
Nr. 98 — 28. MAI 1997
21
Stutt er manna-
liv í verð
Fyrsta ljóðið eymkan var
síðan gråturøddin skær
- Retvað barn til hvíldar fer
fyrsta blund í hesi verð
Móðir signar lítla sítt
kyssir mjúkan kinn so blítt
biður einglar varða tað
árla, síðla, nátt og dag
Skjótt hitt lítla fyraført
fer um gólv. og væl er gett
leitar út um gátt og toft,
skoðar stjórnusetta loft
Leikti millum garð og møl,
lærdi lesa, skriva tel,
síðani til prestin gekk,
signing har við altar fekk
- - -Onnur hugsan, annað tos
Vina lænti vini bros
Litir bjartir, ljós var sjón
Altíð fyri framman vón
Fótin undir egið borð
settu tey við sáttarorð"
ungdómur nú liðin var
middagssólin skreið um skarð
Mangt eitt ælið gjørdist tjåkt,
mangt eitt brot var ikki mjúkt,
stundum kendist gikt og gø
ofta við at hoykna knø
Gleði. frødi, harmur við,
aldur, elli lið um lið,
deyði og so jarðarferð
- -stutt er mannalív í verð
Robert Joensen
(skrivad í 1950' unum)
Hesa vøkru yrking fekk eg frå
Roberti fyri árum síðani. Hon
hevur neyvan staðið alment á
prenti áður
Politiskt - sannur fólka-
floksmaður
Politiskt var Robert sannur
fólkafloksmaður, hevði dygt
álit á frælsa vinnulívinum og
frá ungum var hann treytaleys-
ur sjálvstýrismaður og óttaðist
ein ov stóran almennan før-
oyskan yvirbygning, hesin fór
at taka grundarlagið undan
sjálvstýrishugsjón føroyinga
Robert Joensen og Fischer Heinesen samrøda um ein
kjøtlut í Barma-húsunum. Unglingurin, ið hyggur at, er
Heini Oså
Tingmaður fólkafloksins var
hann frá 1943 til 1945. Í sjúkra
hússtýrinum fyri Klaksvíkar
Sjúkrahús frå 1955 til 1971. Í
likningar- og skúlaneyndini í
Klaksvik 1955 til 1963
Tíðin, hann fekk i føroysk
um politikki, heyði stóra åvirk
an á hann, m.a. samstarvaði
hann við tjóðskaparhetjur sum
Jóannes Patursson, Líggjas
Húsgarð og Poul Petersen
Henda tíðin kom í stóran mun
at mynda hann, og vit tosaðu
ofta um hesa læruríku tíðina
hjá honum
Tó eigur at verða lagt aftur
at, at í sínum embætisstarvi
gjørdi hann ongantíð mun á,
hver politiskur meiriluti var
Hann var rættur embætismað
ur
Yrkingar, djåptøknar
kanningar og nåttar-
vøkur
Eg fari ikki í hesum viðfangi
at nevna bøkur og tey - næstan
ómenniskjaligu - avriksverk,
Robert hevur skapt, tað liggur
kanska ødrum nærri. Tí at geva
út eina bók næstan annadhvørt
ár frá 1942 við djåptøknum
kanningum á fólkalívsskinum,
samstundis sum hann hev
dagliga starvið at røkja, sigur
einum og hverjum, at her vóru
nógvar nåttarvøkur
Tú møtti ikki Roberti uttan
hann spurdi ella segði frá onkr
um áhguaverdum. Ein lítlan
blýant og pappír hevði hann
altíð í jakkalummanum
Í íslendska mentunar- og tíð-
arritinum »G60asteinn« harm-
ast teir um, »at bøkurnar hjå
einum av størstu fólkalívsfrað-
ingunum í Nordurlondum Ro-
berti Joensen, ikki eru tyddar
til onnur norðurlendsk mål. Tó
hava onkrar av bókunum
danskan og enskan saman
drått«, sum teir taka til
Yrkingar Roberts eru sanni
liga heldur ikki lættisoppar,
men sannleika og kanska ofta
sorgblíðir veruleikar, sum
skotnir í grót og óávirkaðir av
tíðarandanum
Hla ber til at skriva um Ro
bert, tosa um yrkingar hansara,
uttan at nevna sangin hjá
Grundtvig »Nu falmer skoven
trindt om land<, sum Robert
hevur givið føroyskan búna,
>Nú hvítna tindar fjøllum å«. -
Ein veruligur klassikari.
Robert í Barmi vid Herjaskorðagjógv í bakgrundini
Álvarsemi, eyðmýkd og
gudrøkni gingu hond í
hond
Tað var altíð ein fragd at tosa
við Robert. Hansara áskoðanir
á samfelagið vinnuliga, pol
tiskt, og ikki minst hansara
sermerktu mentunarligu tankar
sum virkaðu so ektaðir og
grundfestir í hugsan og hjarta.
fevndu langt út um tað van
liga
Onkuntíð, tá eg fyrr havi fest
okkurt á blað um henda merk
ismann, havi eg tíkið til tað,
Sálomon kongur sigur í orð
tøkunum 12.23 »Hin klóki dyl
ur kunnskap sin
Tað verður tosað um at
føroyskt«. Robert
hugsaði føroyskt út í øll lið
Av og á, tá vit tosaðu, komu
vit náttúrliga inn á bíbliunnar
læru og andalig mál
Mong av okkum høvdu
ómetaliga nógv at læra av hes-
um manni. Hann fór eins djúpt
í andaligum spurningum og
kristindómsins læru, sum í eðr
um málum. Her var eingin ivi
Fyri honum var hesin spurn
ingur persónligur, og tað álv-
arsemi, gudrøkni og tann eyð-
mýkd ið har kom til sjóndar,
kundi vera okkum til stóran
lærdóm
Lítillætni Roberts kom eis
ini til sjóndar við jarðarferðina
har hann ongan av egnum
sangum ynskti sungnan
Robert, enn einaferð skal ein
djúp tøkk fara til tin, og til
Himmalska fadir min fyri, at
eg kom at kenna teg, liva tær
so nær og fáa so nógv frå tær
Hvussu kundi ein tílíkur
óvanliga kenskluborin listar-
maður - hóast alt - vera so van-
ligur
Føroyska tjóðin stendur øll
í skuld til tín
»hugsa
Jógvan vid Keldu
NORDOYASTEVNU
Vit framkalla TILB
litmyndir tínar skjótt og væl!
, 7 #
Nýggjárssálmur
Tá ið klokkan slær 12 á miðnátt gamlaárskveld, syngja
íslendingar í stovu ella á trappusteini henda sálmin. Og
lidnir at syngja, heilsa teir hvørjum ødrum við kossi - tey
hver í sínum húsi - og ynskja gleðiligt nýár og takka fyr
tað farna
Sagt verður, at enn halda íslendingar hendan sið, og
hvert gamlaårskvøld ljómar hesin sálmur um tún í Íslands
bygdum
Nú árið tað hvarv og fór undir kav,
Og aldri tað aftur kann leita
Nú horvin tann gleði og tregi, tað gav,
Tað samfast er runnið í aldanna hav
- Vit rúm tí í minninum veita
Men hvat er at minnast? Og hvat er tað tó,
Tú helst skalt í minninum goyma,
Nú árið mót fjarløgdu leiðunum vóð?
Tað mesta er horvið í gloymskunnar sjó;
- Ei miskunnin Guðs er at gloyma
Hon birtist á vári sum vermandi sól,
Sum gróður í summarsins líðum;
Um heystið í stormi sum skjøldur og skjól,
Sum skínandi himin og gleðirík jól
Á vetrarins frostkendu tíðum
Hon birtist og roynist sum svalandi lind*)
Á sveittandi, sOlføgrum degi
Hon birtist sum vernt móti trega og synd,
Hon birtist tó skærast sum frelsarans mynd,
Sum lýsir oss lívsleið á vegi
Nú tøkk fái Guð fyri gleðiligt ár
Og góðar og grógvandi tíðir
Nú tøkk fái Guð, at grødd vórðu sår,
Og tøkk íái Guð, at sum døgg hvurvu tár
- alt broyttist til signing umsíðir
Ja, veit okkum, Drottur, eitt góðskufult ár
Og góðar og signaðar tíðir
Veit himneska døgg gjøgnum harma og tår,
Veit himneskan frid fyri frelsarans sår
Og ævi í himni umsíðir
Týtt eftir Valdimar Briem
Robert Joensen
*) Skaldaorð fyri keldu.
oÐI
=
1 daga T
| levering |"
5 daga
levering
|
|
|
|
- 50%
25 % ella 6keypis film |
Vit nyta einans fyrsta
- Vit hugsa um góðskuna, sjálvandi !
A WJ-Foto | Tlf. 57490
floks Kodak pappir