hósdagur 6. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 211 - 6. november 2003
Nr. 211 - 6. november 2003
3
Á aðalfundi í Mentan-
arhúsfelagnum í
Runavíkar kommunu
seinasta sunnudag,
legði formaður felag-
sins, Kári Thorsteins-
son, fram fyrstu árs-
frágreiðingina síðan
endurstovnanina, 25.
apríl 2002.
Aðalmálið hjá felag-
num er at byggja eitt
mentanarhús í Runa-
vík, men felagið
hevur eisini síðan
endurstovnanina
skipað fyri og verið
við til at skipað fyri
eini røð av ymiskum
tiltøkum – ikki minst
í samband við Eystan-
stevnu
MENTAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í blaðnum týsdagin høvdu
vit samrøðu við Kenneth
Rasmussen, sum er nevnd-
arlimur í Mentanarhúsfe-
lagnum. Hann greiddi frá,
hvussu langt ætlanir felag-
sins um eitt mentanarhús
eru komnar.
Mentanarhúsfelagið, sum
hevur stívliga hálvt annað
ár á baki, kallaðist í sínari
tíð Bygdarhúsfelagið og
varð stovnað longu í 1975.
Fyrst í áttatiárunum datt
felagið niðurfyri, og síðan
lá virksemið stilt í fleiri ár.
Við endurstovnanini broytti
felagið navn.
Kabarett og konsert
- Síðan nýggj nevnd varð
vald at taka sær av mál-
setninginum, hevur verið
arbeitt við fleiri ætlanum
um eitt mentanarhús í
Runavíkar kommunu. Eis-
ini hevur felagið verið sera
virkið at skipað fyri tiltøk-
um, sum mugu metast at
hoyra undir eitt slíkt felag –
nú og helst eisini í fram-
tíðini.
Kári Thorsteinsson, for-
maður, segði í ársfrágreið-
ing síni, at eitt tað fyrsta til-
takið av sínum slag, var
Eystanstevnan 2002, har
felagið fór undir at skipa
fyri Eystanstevnukabarett í
Glyvra skúla og stórari
uttandura
Eystanstevnu-
konsert á økinum omanfyri
Brotið í Saltangará.
- Sjálvt um fyrireikingar-
tíðin var rættiliga avmark-
að, eydnaðust tiltøkini sera
væl, og avgjørt varð at
royna tiltøkini aftur á Eyst-
anstevnu í ár.
Formaðurin vísir á, at
felagið eisini var við til at
skipa fyri einum minni
parti av kvøldsetuni, sum á
hvørji Eystanstevnu verður
hildin sunnukvøld – fyri
líka sum at enda sjálva
stevnuna
við
tónleiki,
sangi, skemti og øðrum til
gamans og álvara.
- Í ár stóð felagið sjálvt
fyri fyrireikingini av kvøld-
setuni, har Eyðun Gaardbo
hevði átikið sær at sam-
skipa tiltøkini. Somuleiðis
var Eystanstevnukabarettin
aftur í ár í Glyvra skúla, og
her varð tað Kenneth Ras-
mussen, ið samskipaði.
Nógv fólk vitjaðu kabarett-
ina, og serliga nógv sóu
seinastu sýningina. Báðir
hava teir víst stórt hegni at
taka sær av slíkum tiltøk-
um.
Kári segði, at tey vænt-
aðu nógv fólk til uttandura-
konsertina, men aftur í ár
noyddist felagið at ásanna,
at tað er sera trupult at
"fanga" fólk og fáa tey at
koma til tiltøkini.
- Tey ungu koma ikki í
býin fyrr enn væl eftir
midnátt, og tá eru slík tiltøk
vanliga liðug.
Hann vísir á, at Eystan-
stevnukonsertin í ár varð
skipað soleiðis, at ein
barnakonsert var framman-
undan.
- Hetta eydnaðist stak
væl, hóast ynskiligt er, at
fleiri koma til konsertirnar.
Tað hevur týdning bæði fyri
tey, sum eru á palli, áhoyr-
arar og fyrireikarar.
Savnandi tiltøk
Kári Thorsteinsson segði,
at Mentanarhúsfelagið hev-
ur verið partur av Eystan-
stevnunevndini, sum annars
er samansett av feløgum í
kommununi.
- Hendan umboðan er
sera týdningarmikil fyri
felagið, sum soleiðis hevur
ein avgjørdan og virknan
leiklut í tí, sum skal fara
fram av tiltøkum í samband
við stevuna. Tað er í hesi
nevnd, at skráin fyri Eyst-
anstevnuna verður snikkað
til og endaliga løgd.
Hann segði, at Mentanar-
húsfelagið er ógvuliga feg-
ið um tað samstarv, sum
verið hevur í nevndini – og
somuleiðis fegnast felagið
um samstarvið við Runa-
víkar kommunu.
- Kunningarstovan eigur
eisini stóra tøkk fyri tað
ómetaliga stóra arbeiði, tey
leggja í alt virksemi her á
okkara leiðum og ikki
minst í Eystanstevnunevnd-
ini, segði Kári.
Saman við ársfrágreið-
ingini hjá Mentanarhúsfe-
lagnum, fylgir eisini ein
langur listi yvir tiltøk, sum
felagið hevur skipað fyri
síðan
endurstovnanina.
Sjálvt um tiltøkini vórðu
væl
og
virðiliga
lýst,
noyddist felagið kortini at
ásanna, at áhugin fyri fleiri
av hesum tiltøkum var
ógvuliga lítil. Tó vóru und-
antøk.
- Tað vísir seg, at hevur tú
rætta tiltakið til røttu tíðina
– so koma fólk. Hetta mugu
vit leggja okkum í geyma.
Men sum mentanarfelag,
mugu vit eisini leggja okk-
um eftir teimum tiltøkum
sum bjóða seg fram og sum
ikki altíð venda sær til tann
breiða skaran av fólkinum.
Kári vísir á, at eitt tað
seinasta tiltakið, sum fe-
lagið skipaði fyri við 17
sangarum, kvinnukórinum
Suð og tónleikarunum,
Monicu Strauss Joensen og
Helgu H. Gerðalíð, vísti,
hvussu umráðandi tað er
hjá felagnum at fáa egin
hølir til konsertir og onnur
tiltøk.
- Konsertin, sum var í
Runavíkar skúla, var á
høgum stigi. Skulu tey, sum
framføra og vit onnur, sum
lurta, fáa tað burtur úr, sum
eitt slíkt tiltak krevur, sigur
tað seg sjálvt, at vit eiga at
stremba eftir at fáa so góð
hølisviðurskifti, sum yvir-
høvur gjørligt.
Miðvíst arbeiði
Formaðurin í Mentanarhús-
felagnum segði, at felagið
miðvíst hevur arbeitt við
ætlanini at byggja eitt
mentanarhús í kommununi
– og nógvir møguleikar
hava verið troyttir.
- Eitt skifti varð eisini
tosað um at byggja saman
við felagnum Høganesi,
men hesin møguleikin tyk-
ist vera farin aftur við borð-
inum, tá ið økið, talan kann
vera um, neyvan verður
tøkt til felagsendamál. Har-
næst er enn óvist, hvussu
ætlanin við Høganesi verð-
ur skipað.
Kári sigur, at felagið
seinastu tíðina hevur bíðað
eftir eini avgerð hjá Runa-
víkar kommunu um, hvørji
økir kundu hugsast at verið
egnaði at byggja á.
- Kommunan hevur havt
serkøna arkitektahjálp inn-
an býarplanlegging úr Dan-
mark á vitjan og hava hesi
gjørt ymisk tilmæli ella
uppskot til kommununa.
Seinasta ætlanin, sum fe-
lagið hevur havt serstakan
áhuga í, er ein komandi
skúlabygging í kommun-
uni.
Formaðurin
sigur,
at
Mentanarhúsfelagið
við
eini nýggjari skúlabygging
sær møguleikan at verða
ein partur av hesi heild.
- Eg trúgvi, at kommu-
nalu ætlaninar við skúla-
bygging og ætlaninar hjá
okkum við einum mentan-
arhúsi, koma at skapa stór-
ar og týðandi møguleikar
fyri komandi mentanarlív-
inum í kommununi.
Ikki felagsbygging
Kári sigur, at felagið sendi
kommununi skriv, har tey
reistu ynski um at byggja
eitt mentanarhús saman við
komandi skúlanum. Felagið
legði kortini dent á at gerast
skuldi eitt greitt ábyrgdar-
býti millum Mentanarhús-
felagið og kommununa um
felags bygging.
- Fyrimunirnir høvdu
verið, at byggingin og
raksturin høvdu verið bílig-
ari, og møguleikarnir fyri
felags nýtslu av hølunum
høvdu verið sera góðir.
Hann sigur, at mentanar-
nevndin
í
kommununi
seinni hevur svarað felag-
num og hevur víst á, at
kommunan ikki er áhugað
fyri eini felags bygging.
- Kortini vísir mentanar-
nevndin á, at eitt mentanar-
hús kundi verið bygt á sama
staði, sum skúlin verður
bygdur, og soleiðis kundu
møguleikar
verið
fyri
felags nýtslu av hølum og
øðrum.
Kári Thorsteinsson sigur
at enda, at út frá hesi sann-
føring hevur Mentanar-
húsfelagið arbeitt víðari við
málinum um eitt mentanar-
hús í Runavík.
Á aðalfundi felagsins
seinasta sunnudag varð
uppskotið,
sum
Eyðun
Petersen,
verkfrøðingur,
hevur gjørt, víst fram. Hann
hevur eisini gjørt eitt mo-
dell av ætlaða mentanar-
húsinum, sum byggjast skal
í Runavík – á leiðini mill-
um verandi skúla og húsini
hjá Meinhardi.
Mentanarhúsfelagið:
Eitt virkið felag
í Runavíkar kommunu
Kári Thorsteinsson er formaður í Mentanarhúsfelagnum í Runavíkar kommunu
Mynd: Jens Kr. Vang.
Søgan um umbygg-
ingina av fyrrverandi
dansistaðnum, Kvøld-
lot, heldur fram aftur.
Í nýggjasta partinum
av søguni hevur
Høgni Danielsen
fingið viðhald í einu
kæru ímóti Tórs-
havnar býráð. Olju-
málaráðið hartar
Tórshavnar býráð fyri
at hava gjørt eina
ólógliga avtalu við
grannarnar um bygg-
ingina av nýggja
dansi– og mat-
staðnum
BYGGIMÁL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað eru eftirhondini nógv
ár liðin, síðan tíðindi vóru
um, at Høgni Danielsen
skjótt skuldi vera klárur við
einum nýggi dansi- og
matstaði, har Kvøldlot helt
til. Fleiri orsøkir eru til, at
bygningurin framvegis ikki
er liðugur.
Í summar skrivaðu vit
um, at Høgni Danielsen
hevði
kært Tórshavnar
kommunu fyri Oljumála-
ráðið. Kæran var í tveim-
um.
Umframt
at
sýta
Høgna fyri at byggja eitt
hóskandi ventilatiónshús á
tekjuni, hevur kommunan
eisini latið part av byggi-
valdinum til grannarnar.
Høgni Danielsen metti
ikki, at málið varð rættvíst
viðgjørt. Hann kærdi tí
Tórshavnar kommunu fyri
Oljumálaráðið, og úrskurð-
ur er nú komin í málinum.
Oljumálaráðið kemur til ta
niðurstøðu, at Tórshavnar
kommunu hevur ikki borið
seg rætt at.
Í samband við bygging-
ina hevur Tórshavnar Kom-
muna latið byggivaldið yvir
skeytinum hjá Høgna Dani-
elsen til grannarnar, og tað
hevur kommunan sambært
Oljumálaráðnum ikki loyvi
til.
Víst verður til lógina um
býarskipaninr og byggi-
samtyktir, ið ikki heimilar
eini kommunu at lata
byggivaldið frá sær. Hetta
er júst tað, ið Tórshavnar
Kommuna hevur gjørt.
Kommunan hevur havt
eina avtalu við grannarnar
um, at ongar broytingar
kunnu fremjast í byggingini
uttan
teirra
samtykki.
Høgni Danielsen segði í
samrøðu við Sosialin fyrr í
ár: - Hetta er ein óhoyrd
mannagongd, at Tórshavnar
kommuna bindir seg til
grannarnar, um hvussu eg
skal fyrihalda meg til mína
bygging.
Tórshavnar
kommuna
hevur eftir øllum at døma
borið seg skeivt at í mál-
inum, og advokaturin hjá
Høgna Danielsen krevur, at
kommunan viðger málið av
nýggjum skjótast gjørligt.
Naggatódnin millum Tórs-
havnar býráð og Høgna
Danielsen hevur havt við
sær, at Høgni hevur ikki
kunnað hildið fram við
byggingini.
Advokaturin hjá honum
krevur nú eina skjóta við-
gerð í Tórshavnar býráð, so
sleppast kann undan fleiri
seinkingum, og uppaftur
størri peningaligum tapi,
sum hann málber seg.
Nýggj viðgerð
Høgni Danielsen sigur, at
hann vónar, at málið nú
verður viðgjørt av nýggjum
í Tórshavnar býráð, so hann
kann fáa byggiloyvið og
harvið fara undir aftur
byggingina av dansi- og
matstaðnum.
Sambært Høgna Daniel-
sen hevur stóra stríðsmálið
verið, at hann hevur verið
noyddur til at halda seg til
tvær ymiskar avtalur, sum
ikki samsvara. Tórshavnar
kommuna hevur havt eina
avtalu við Høgna sjálvan,
og eina við grannarnar.
Hava grannarnir ikki vilja
gingið
ynskjunum
hjá
Høgna á møti, hevur Tórs-
havnar býráð vanliga tikið
síðu við grannunum, hóast
Høgni Danielsen aldin hev-
ur skrivað undir nakað, ið
heimilar grannunum at
hava slíkt vald yvir hansara
bygging.
Oljumálaráðið
er
nú
komið til ta niðurstøðu, at
Tórshavnar Kommuna hev-
ur ikki loyvi at geva grann-
unum so stórt vald í málin-
um, og tískil metir Høgni
Danielsen, at málið sjálv-
sagt eigur viðgerast av
nýggjum í býráðnum.
Møguligt endurgjald
Í skrivinum frá advokatin-
um hjá Høgna Danielsen til
Tórshavnar
kommunu
verður fráboðað, at fyri-
varni skal takast fyri einum
endurgjaldi móti Tórshavn-
ar Kommunu í málinum.
Høgni Danielsen sigur, at
eitt endurgjald kann væl
koma upp á tal, tí hann hev-
ur mist nógvan pening or-
saka av seinkingini.
Hann leggur afturat, at
fyrst og fremst má Tórs-
havnar Kommunu viðgera
byggimálið av nýggjum, og
tá kommunan er komin til
eina niðurstøðu, fer hann
endaliga at taka støðu til
eitt møguligt endurgjald
fyri mistar inntøkur.
Tórshavnar býráð
hevur tikið niður-
støðuna hja Olju-
málaráðnum til
eftirtektar. Tekniski
stjórin á Tórshavn-
ar býráð, Marius
Müller, vísir kortini
á, at kjarnin í mál-
inum er um hvørt
Høgni Danielsen
hevur hildið seg til
byggisamtyktina
ella ikki. Okkara
semja við grann-
arnar kemur bert
afturat, sigur hann
BYGGIMÁL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tekniski stjórin á Tórs-
havnar býráð, Marius
Müller, sigur, at niður-
støðan hjá Oljumála-
ráðnum er tikin eftirtekt-
ar. Marius Müller greiðir
frá, at Tórshavnar kom-
muna boyggir seg fyri, at
kommunan ikki hevur
borið seg rætt at viðvíkj-
andi avtaluni við grann-
arnar.
Hann leggur kortini
afturat, at Høgni Daniel-
sen heldur seg framvegis
ikki til byggisamtyktina,
og um hann gjørdi tað, so
hevði eingin trupulleiki
verið
Høgni Danielsen bygdi
upprunaliga eitt ov stórt
ventilatiónshús, og tað
varð kravt av honum at
umbyggja tað, so hann
helt seg til galdandi
byggisamtykt.
Høgni
Danielsen hevur síðan, í
samráð við fleiri verk-
frøðingar, sent Tórshavn-
ar Kommunu nýggj upp-
skot, men øll uppskotini
eru víst aftur.
Marius Müller vísir á,
at Høgni Danielsen er
vælkomin at gera húsini
liðug, men støddin á
ventilatiónsshúsinum má
vera í samsvar við gald-
andi byggisamtykt.
– Kjarnin í málinum er
framvegis, hvørt Høgni
Danielsen hevur hildið
byggisamtyktina
ella
ikki, og semjan millum
okkum grannarnar kem-
ur bert afturat, sigur
tekniski stjórin á Tórs-
havnar býráð.
Oljumálaráðið hartar
Tórshavnar býráð
Høgni Danielsen vil ikki útihýsa møguleikanum fyri, at hann fer at krevja endurgjald av
Tórshavnar kommunu fyri mistar inntøkur. Fleiri orsøkir eru til, at byggingin er nógv seinkað,
men Høgni Danielsen vónar, at Tórshavnar býráð tekur niðurstøðuna hjá Oljumálaráðnum til
sín, so hann kann fara undir byggingina aftur
Mynd: Jens Kristian Vang
Má halda byggi-
samtyktina
C
M
Y
K
3
2