hósdagur 6. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 211 - 6. november 2003
Nr. 211 - 6. november 2003
5
Jólabryggj
frá
Restorffs
Tíðindaskriv
Jólabryggið frá Restorffs
kemur á gøtuna 6. novem-
ber. Myndin á etikettuni er
av kendum listarmanni. J
Kvøld verður á Vertshúsin-
um hóskvøldið og fríggja-
dagin verður J dagur á
Vertshúsinum.
Listakvinnan Emma
Heinesen, sum sýnir
fram í Lítluvík,
droymir um at sleppa
til Italia at mála
FRAMSÝNING
Edvard Joensen
Emma Heinesen, lista-
kvinna sýnir í hesum døg-
um fram oljumálningar í
Smiðjuni
í
Lítluvík.
Myndaevnini eru føroysk,
men listakvinnan droymir
um at sleppa til Italia at
mála.
Emma Heinesen sigur, at
hon altíð hevur málað, men
at tað ikki var fyrr enn fyri
tveimum árum síðan, at
hon fór at sýna fram.
Um útbúgving sigur hon,
at hon ikki hevur gingið á
dýrum og fínum skúlum.
Hon hevur hugt at øðrum,
sum málað hava, og tann
stóra fyrimyndin er Ingálv-
ur av Reyni, sigur hon.
Hon málar vanliga tað,
hon sær. Neyst og bátar.
Fjøll og sjógv. Og so kann
okkurt fólk sníkja seg inná
eina mynd av og á eisini,
sigur hon.
Myndirnar eru oljumáln-
ingar, og eingin ivi er um,
at yndisevnið er tann før-
oyski báturin, sigur Emma
Heinesen.
Framsýningin í Lítluvík
er opin fram til sunnudagin.
Gerandisdagar er hon van-
liga opin millum 11 og 19.
sunnudagin verður opið
millum 14 og 20.
Ein dreymur um Italia
Fiskimannafelagið er
nøgt við útfallið av
málinum um polska
arbeiðsmegi umborð
á Norrönu, nú allir
útlendingar uttanfyri
Norðurlond eru
farnir av skipinum
ÚTLENDSK
ARBEIÐSMEGI
Stefan í Skorini
– Trupulleikin við polakk-
unum er úti av verðini fyri
okkara viðkomandi, sigur
Óli Jacobsen, formaður í
Fiskimannafelagnum, í við-
merking til gongdina í mál-
inum um útlendska ar-
beiðsmegi umborð á Nor-
rönu.
Fiskimannafelagið
var
ónøgt við, at Smyril Line
hevði sagt nøkrum av teim-
um føroysku starvsfólkun-
um úr starvi, hóast felagið
hevði givið manningini
umborð á gomlu Norrönu
tilsøgn um at fáa starv aftur
á tí nýggju. Hetta lyftið
varð sambært Fiskimanna-
felagnum brotið, tá føroy-
ingarnir vórðu sagdir úr
starvi, meðan polakkarnir
hildu fram umborð.
Hevur Smyril Line bakk-
að fyri trýstinum frá Fiski-
mannafelagnum?
– Hetta skal ikki uppfat-
ast sum trýst frá okkara
síðu. Vit hava einki ímóti
polakkum, men trupulleik-
in var, at okkara limir
høvdu fimgið tilsøgn um at
sleppa at halda fram um-
borð á nýggju Norrönu,
men tá Smyril Line mink-
aði um talið av starvsfólk-
um, gekk tað út yvir tey,
sum høvdu verið longst
umborð, sigur formaðurin í
Fiskimannafelagnum.
Útgingið arbeiðsloyvi
Smyril Line sendi týsdagin
eitt tíðindaskriv út til fjøl-
miðlarnar, har sagt verður
frá, at seytjan útlendingar
úr londum uttanfyri Norð-
urlond eru farin av skipin-
um í Hanstholm leygardag-
in.
Orsøkin var, at tey ikki
høvdu neyðugu arbeiðs-
loyvini til at halda fram.
Sambært Smyril Line gingu
arbeiðsloyvini út tann 1.
november, og tí fóru tey av
skipinum.
Á Fútaskrivstovuni verð-
ur váttað, at Smyril Line
hevur vent sær til myndug-
leikarnar fyri at kunna seg
um reglurnar, sum eru gald-
andi fyri útlendska arbeiðs-
megi. Hetta hevur so ført
til, at Smyril Line hevur
sent seytjan útlendingar í
land.
Hildið lyftið
Smyril Line sigur í tíðinda-
skrivinum, at felagið hevur
hildið øll givin lyfti yvirfyri
Fiskimannafelagnum.
– Smyril Line gav á fleiri
fundum í fjør Fiskimanna-
felagnum lyfti um, at øll
umborð á Norrönu – bæði
føroyingar og útlendingar –
skuldu fáa í boði at flyta
yvir á nýggju Norrönu ar
arbeiða. Øll uttan eitt
starvsfólk tóku av hesum
tilboðnum og vórðu sostatt
flutt yvir á nýggja skipið.
Tey fingu ein eitt ára
starvssáttmála, sum kortini
hevði eina uppsagnartíð
uppá fjúrtan dagar, og hesa
uppsagnartíðina
brúkti
Smyril Line, tá fólk vóðu
søgd úr starvi í síðstu viku,
stendur í tíðindaskrivinum.
Smyril Line heldur sostatt
fast um, at felagið ikki hev-
ur brotið nøkur lyfti.
Óli Hammer, stjóri á
Smyril Line, vísir á, at tá
manningin skal skerjast,
má tað til eina og hvørja tíð
vera Smyril Line, sum vel-
ur manningina eftir før-
leikakrøvum til starvið.
Fiskimannafelagið vísir
tó á, at hóast Smyril Line
formelt hevur hildið síni
lyfti, so er hetta ikki hent
reelt, tí tann eina dagin
verður tilsøgnin hildin,
men dagin eftir verða
starvsfólkini uppsøgd.
Líkt er tó til at málið er
liðugt á hesum sinni, og
Fiskimannafelagið
ætlar
sær ikki at gera meira við
málið, men Óli Jacobsen
leggur dent á, at felagið fer
at fylgja við í málinum.
Útlendingarnir farnir av Norrönu
Fríggjadagin letur
framsýning við
klaksvíkinginum upp,
og tað eru teir sterku
litirnir, ið sermerkja
hesa framsýningina
LIST
Stefan í Skorini
Nýggjastu verkini hjá Oliv-
uri við Neyst eru í hesum
døgum at síggja í Galerie
Focus í Grím Kambansgøtu
í Havn. Allir málningarnir
eru málaðir í hesum árin-
um.
Ikki óvæntað fyri Olivur
við Neyst eru tað teir sterku
litirnir og litspælið, sum
eyðkennir hesa framsýn-
ingina.
– Mær hevur altíð dámað
væl sterkar litir, og nógv
litspæl er í mínum málning-
um, sigur Olivur við Neyst,
hvørs málningar eru sera
koloristiskir.
Listamaðurin sigur, at
hann er ógvuliga ávirkaður
av sínum umhvørvi norðuri
í Klaksvík frá barnaárun-
um, og hetta gevur honum
íblástur til fleiri av hansara
málningum.
Hetta sæst aftur í hansara
málningum, sum lýsa út-
róður, fiskivinnu, bátar,
fjøll og náttúruna sum
heild, so hansara uppruni er
ógvuliga eyðsýndur og
hann fjalir seg ikki á nakran
hátt.
Sýnt fram í Finnlandi
Olivur sigur seg vera fegn-
an um eitt gallarí sum tað
hjá Marionnu Norðoy, tí tað
gevur listamonnum møgu-
leika at sýna fram uttan at
skula skipa fyri sjálvir. Her
er tað eigarin av gallarín-
um, sum tekur sær av tí
praktiska í framsýningun-
um.
– At vera listamaður er
sum at fiska í sjálvdrátti
umborð á sluppunum. Tað
kann vera sera óstøðugt,
men tað liggur altíð okkurt
eftir í lippukassanum, tá
árið er at enda komið, sigur
Olivur. Hann ger nógvar
illustratiónir til bøkur, og
tað hjálpir væl til.
Olivur hevur sýnt nógv
fram seinastu tíðina. Sein-
ast var hann í Finnlandi og
sýndi fram saman við
Hansinu Iversen, Hanna
Bjartalíð og eini finskari
listakvinnu á eini oyggj í
Finnlandi.
Harumframt hevur hann
verið við á eini føroyskari
framsýning á Den Frie í
Keypmannahavn.
Í næstum verður Olivur
eisini við á framsýningini á
Norðuratlantisku Bryggj-
uni
í
Keypmannahavn.
Tann framsýningin letur
upp síðst í hesum mánaðin-
um.
Koloristur í Focus
Fríggjadagin
letur framsýning
við Olivuri við
Neyst upp í
Galerie Focus í
Havn. Sterku
litirnir sermerkja
listaverkini hjá
listamálaranum
úr Klaksvík
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4
Søkt ver
kt verður eftir st
ur eftir støð
øðlei
leiðara til Shell-st
ara til Shell-støð
øðina
ina
í G
Gøtudali, at byrja skj
tudali, at byrja skjótast tilber.
tast tilber.
Starvið:
Vit kunnu bjóða eitt sera spennandi starv, sum dagligur leiðari á Shell-støðini.
Støðin er ein sonevnd Select-støð. Hetta eru sera nýmótans støðir, ið leggja dent
á at veita kundunum bestu tænastu og eitt serliga stórt vøruúrval, m.a. nýbakað
breyð, pylsur, tips & lotto umframt allar bilvørur, sjálvandi.
Eginleikar:
Vit ímynda okkum at umsøkjarin
hevur góð leiðsluevni
er ein góður seljari
er íðin og ágrýtin
dugir at arbeiða sjálvstøðugt
er miðvísur og framsøkin
er fjølbroyttur og smidligur
hevur ordanssans
er dugnaligur í samstarvi við viðskiftafólk og starvsfelagar
Umsóknir:
Áhugað kunnu senda umsókn við neyðugum skjølum og merkt ”Støðleiðari” til
P/F Føroya Shell, Viðarnes, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 28. november 2003. Allar
umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum kunnu setast til
Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðara á telefon 347400.
www.shell.fo
Leiðari
til Shell-støðina í Gøtudali!
Leiðari
til Shell-støðina í Gøtudali!
Team 85 • 358000
Løn:
Vit bjóða eina løn við eftirlønarskipan, ið verður ásett í samsvari við útbúgving og royndir.