Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 211 - 6. november 2003 Nr. 211 - 6. november 2003 7 Tá strandfaraskipið, Dúgvan, kom á Fugla- fjørð týsdagin, slapp hon ikki at, tí eitt skip lá og landaði, har Dúgvan plagar at leggja at UPPLIVING Myndir: Rúna Sivertsen Orð: Beinta Løwe Jacobsen Glaðurnar koma strúkandi inn eftir fjørðinum, skipið melur spakuliga runt… Vit liggja uttanfyri olju- tangarnar í Fuglafirði. Tað er ikki tí, at vit eru farin á sigth seeing, hinvegin eru vit farin við Strandferðsl- uni á veg til arbeiðis ella í ørindum. Tað er heldur ikki tí, at Strandferðslan er farin at veita betur tænastustøði, tvørturímóti. Vit liggja á pollinum í Fuglafirði, tí vit ikki sleppa at kai. Eitt skip liggur og landar, har Dúgvan plagar at leggja at, tá hon siglir á Fugla- fjørð. Boðini vit ferðafólk hava fingið um hátalaran eru, at vit skulu bíða í tveir tímar. Fólk høvdu hug at flenna. Tveir tímar - tað kann ikki vera satt. Men tað er satt! Ikki tí eg havi nakað ímóti Fuglafirðið ella fugl- firðingum. Fuglafjørður er ein stak vøkur bygd, bert spell at tað er so nógv sjórok, at vit onki síggja. Haldi heldur ikki, at øll hava tíð at liggja her í tveir tímar og "jolla" sær. Vánaligt samband Siti og undrist á, um tele- fonsambandið hjá Strand- faraskipum Landsins er líka vánaligt, sum ferju- sambandið hjá teimun. Um so er, skal eg bera yvir við teimun, tí so høvdu teir als ongan møguleika at vita, at eitt skip lá á Fuglafirði, og at Dúgvan ikki fór at sleppa at. Tí eru teir óivað farnir í góðari trúgv úr Klaksvík. Hinvegin, um so er at telefonin riggar, hví hava teir so ikki kannað hvussu tað sá út í Fuglafirðið. Ella hví hava fulgfirðingar ikki ringt á Strandferðsluna og boðað frá? Tað tekur hóast alt ein góðan tíma at sigla á Fugla- fjørð, so tíð hevur verið at samskift! Kaffi og rundstykki Vit hava ligið her í eina góða løtu nú. Eru komin eitt sindur longur inn móti býnum, nærkast Havsbrún. Hava fingið ókeypis kaffi og rundstykki. Kanska hesa sertænastu tí tveir tinglimir eru við, og Strandferðslan vil hava eina eykajáttan, so útreiðslurnar til rundstykkini og kaffi ikki sprongja fíggjarætl- anina! Fyri ikki at tosa um oljuna, ið fer til spillis við at liggja og sigla í ring. Tað er friðarligt umborð, fólk sita og práta, tosa í telefon, ella njóta tað vit hava av útsýni. Onkur skal til arbeiðis, onnur í skúla, uppaftur onnur skulu bert ørindi. Nógv tóku túrin fyri at sleppa við bussi til Havnar. Spennandi at síggja, um hann stendur og bíðar eftir okkum. Um ikki, so sleppa vit kanska við onkrum ting- limi, teir fáa jú koyripen- ing, so kanska tíma teir at taka onkran við. Hvør veit, kanska náa teir at bjarga sær onkra at- kvøðu? Teir skulu annars atkvøða í tingunum í dag, og telefonin ringir dúgliga hjá tinglimunum. Tað eru floksfelagar, sum ringja úr tingsalinum, fyri at fregn- ast, um teir náa suður til atkvøðugreiðsluna. Fuglafjørður úr ymsum sjónarhornum Áhugavert at mala í klingur á pollinum í Fuglafirði. Spennandi at síggja býin úr so ymsun sjónarhornum. Tí tað skulu tey eiga, tænastan er í lagi, vit liggja ikki í sama stað alla tíðina. Onkuntíð eru vit heilt út við oljutangarnar, so venda vit eitt sindur, fara inn eftir Týsdagin varð greitt, at Angela og Mark máttu avlýsa stóru barna- og ungdómskonsertina við B-Boys, sum skuldi verða í Norð- urlandahúsinum leygardagin. Men Danmarks Radio segði korta- nei, og bjóðaðu sær at framføra ókeypis í Føroyum. Eisini SMS vil stuðla konsertini, og letur Torgið uttan kostna fyri fyrireikararnar KONSERT Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tá minni enn ein vika var eftir til stóru barna- og ungdómskonsertina við B-Boys, sum skuldi verða í Norðurlandahúsinum leygardagin, vóru so fá atgongumerki seld, at fyriskipararnir ikki vág- aðu annað, enn at útseta tiltakið. Og týsmorgunin mátti Mark Joensen tungu leið- ina til telefonina at ringja niður til Danmarkar við avboðum til B-Boys. Alt ov fá atgongumerki vóru seld, og tey bæði systkini, Angela og Mark, sóu onga aðra loysn, enn at avlýsa tiltakið fyribils. Men tað vildi Dan- marks Radio, sum stend- ur fyri føroyaferðini hjá bólkinum, ikki hoyra tal- an um. Tey vildu gera ferðina til Føroya ókeyp- is, vóru boðini, Mark Joensen fekk úr Dan- mark. DR1 er nevniliga í ferð við at marknaðarføra B- Boys í Danmark, og tað vildi ikki sæð gott út, um ferðin mátti avlýsast or- sakað av ov lítlum áhuga. Harafturat hevur DR skipað fyri kapping mill- um ung í Danmark, um eina ferð saman við ung- dómsbólkinum til Før- oya. SMS tók um endan Angela Petersen og Mark Joensen eru væl kend í undirhaldsídnaðinum. Hvør í sínum lagi eru tey von at leggja til rættis til- tøk og konsertir. At fyrireika slík tiltøk plagar at ganga sum eftir ánni hjá teimum báðum. Tey fingu tí sum vátan vøtt, tá tey fóru undir at fyrireika stuðulskonsert, til frama fyri buss til búfólki á Eirargarði 16 A. "Tíverri, tað er so langt útligið, at vit hava ikki pláss fyri útreiðlsum av slíkum slagi nú!" Hetta var afturvend- andi svarið, ið Angela fekk, tá hon eftir at hava sent bræv út til fyritøkur og virkir, ringdi runt at fáa fíggjarligan stuðul. Mark Joensen hevur sjálvur í sínari tíð rikið eina fyritøku og sigur, at hann skilir væl støðuna hjá fyritøkunum. Men Angela er sera vónsvikin og heldur, at vantandi áhugin at stuðla, kemst av, at forstáilsi fyri teimum menningartarn- aðu er so lítið. Av tí, at so fá vildu lata pening til stuðulskonsert- ina, var neyðugt hjá An- gelu og Mark at selja at- gongumerkini fyri heilar 225 krónur, skuldi kon- sertin yvirhøvur bera seg. Tey gjørdu av at royna kortini, nú tey høvdu fingið fatur á kenda bólkinum úr Danmark, men týsmorgunin máttu tey ásanna, at tað fór slett ikki at ganga. Nógv bíligari atgongumerki Mark sigur, at høgi prís- urin á atgongumerkjun- um er orsøkin til, at so fá atgongumerki vórðu seld. Nú SMS letur Torgið ókeypis, og dreingirnir í B-Boys heldur ikki vilja hava pening fyri at syngja, fer prísurin á at- gongumerkjum niður í 80 krónur. Atgongumerkini eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, í Trý’aranum í SMS og við dyrnar ein tíma undan konsertini. Føroysku børnini, ið luttaka á konsertini eru, Elin Løkin úr Saltangará, Birgit Sivertsen úr Klaks- vík, Konni Kass úr Hoy- vík og Sólfríð Bech av Tvøroyri. Hepna gentan, sum vann ferðina við B-Boys til Føroya er 13 ára gomul og eitur Amalia. SMS bjargaði konsert- ini við B-Boys Angela Petersen og Mark Joensen saman við systrini, Lilliuni, sum býr á Eirargarði 16 A Stuðulskonsertin, sum skuldi verða í Norðurlandahúsin- um, verður ístaðin á Torginum í SMS leygardagin klokkan 19.00. Atgongumerkini kosta 80 krónur. Rundferð við Dúgvuni aftur. Jú vit síggja býin allan sum hann er, enntá hagan síggja vit. Vágin er heldur døkk av síggja av allari móruni, ið stóra áin tekur oman við sær. Hinvegin, so passar liturin væl til rustaða skip- ið, ið liggur fyri teym á vánni! Í dag er so nógvur vindur so tey, ið hætta sær út á dekki í illveðrinum, kenna tíverri onki til tann serliga roykin, ið Fuglafjørð er so kend fyri. Tað gekk Klokkan er hálvgum trý. "Liggja vit nú aftur her?" spyr hon, ið situr við síðuna av mær. Hava vit longu ligið so longi, at vit hava vant okkum til útsýni? Kanska! Tað løgna er, at tað er púra friðarligt umborð, sjálvt smábørnini eru fitt og friðarlig, hóast tey hava verið umborð rættuliga leingi nú. Kanska er tað satt, ið verður sagt um før- oyingar, at vit taka tingini, sum tey koma. Hinvegin, tað er jú ikki so nógv vit kunnu gera. Og manningin kann heldur ikki gera nakað stórvegis. Skal sigast, at tað er altíð deiligt at sigla um Leirvíksfjørð. Manningin umborð er altíð fitt og blíð, og tað eru tey eisini í dag, so tey skulu ikki lastast fyri, at vit ikki sleppa at kai. Nú gera teir eina roynd at sleppa at, kanska fáa teir smoygt Dúgvuna ímillum hitt skipið, ið liggur við kei. Fari at gera mær ein túr oman á dekkið at vita. Jú, tað gekk. Hasir tveir tímarnir gjørdust tíbetur ikki veruleiki. Eftir ein tíma og 10 minuttir, er rundtúrur okkara á pollin- um í Fuglafirði liðugur. Vóni bara ikki eg fái rokning sendandi, nú túr- urin tók longri tíð! - Soleiðis er at liva í Føroyum. Veðri og vindi ráða vit ikki yvir, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni. Men at Dúgvan er komin heilt úr Klaksvík og ikki sleppur at kai í Fuglafirði, tí annað skip hevur lagt seg í krókin, kann so ikki skyldast upp á náttúrukreftirnar Tað loysir seg ikki at øsa seg upp, tá slíkt "óhapp" hendir. Tað er heldur at fáa eitt sindur burturúr bíðitíðini, halda teir báðir, Jákup Pauli og Andreas Nú gera teir eina roynd at sleppa at, kanska fáa teir smoygt Dúgvuna ímillum hitt skipið, ið liggur við kei. Jákup Edmund, sum koyrir fyri OCD, bíðar við góðum toli Krúnborg hevði landað 800 tons av svartkjafti, og gjørdi nú klárt til nýggjan túr. Við vælvild frá manningini og góðum samskifti við havnameistaran í Fuglafirði, varð skipið flutt, so Dúgvan kundi sleppa at kai Summi ætlaðu sær við bussinum til Havnar. Spennandi at síggja, um hann stendur og bíðar eftir okkum. Um ikki, sleppa vit kanska við onkrum tinglimi, teir fáa jú koyripening, so kanska tíma teir at taka onkran við C M Y K 7 6