Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 211 - 6. november 2003 Nr. 211 - 6. november 2003 9 Dátueftir- litið viðger útseting Dátueftirlitið fer nú at taka støðu til, um Elektron kann sleppa at gagnnýta Gjaldskipanina, meðan rættarmálið ímóti løgmála- ráðnum og Dátu- eftirlitinum er GJALSKIPAN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Dátueftirlitið skuldi á fundi í gjár gera av, um avgerðin, at nokta Elek- tron og peningastovnun- um at útbyggja Gjald- skipanina, kann útsetast. Gjaldskipanin avgreiðir sjálvvirkandi flytingar fyri fólk í samstarvi við PBS. Hetta hevur við sær, at upplýsingar fara til Danmarkar at venda, og tað er ikki í samsvari við nýggja kunngerð, heldur Dátueftirlitið. Elektron hevur stevnt landinum eftir 10 milli- ónum krónum í endur- gjaldi, sum tað hevur kostað at ment skipan- ina, sum Elektron í fyrstu atløgu fekk loyvi til. Samstundis hevur El- ektron biðið um, at skip- anin kann halda fram, meðan rættarmálið er. – Vit fara á fundi í dag at viðgera áheitanina, men tað fer at taka nakr- ar dagar, kanska einar tvær vikur, áðrenn Elek- tron fær svar, sigur Tur- ið Debes Hentze, for- kvinna í Dáturáðnum við Dimmalætting. Hon heldur onga orsøk vera at lata rættin tala í tí spurninginum, tí so hevði tað tikið drúgvari tíð at fingið svar. Elektr- on hevur stevnt vegna seg sjálvt, peninga- stovnarnar og viðskifta- fólk, sum hava mist pen- ing. Elektron tvíheldur um, at avgerðin hjá Dáturáðnum at steðga Gjaldskipanini er skeiv, og at kunngerðin, sum tað byggir sína avgerð á, ikki hevur heimild í lóg- ini um vernd av per- sónsupplýsingum. Hvussu er og ikki. Roknast kann við, at eitt rættarmál hjá Elektron, sum er vent ímóti løg- málaráðnum og Dátu- eftirlitinum, kann taka eini tvey ár, heldur Turið Debes Hentze. Útflyta eymar upplýsingar Rætturin fer lætt um lógina Eymar upplýsingar um ognarviðurskifti og skuld hjá føroying- um liggja í einari danskari telduskrá, sum hýsir føroysku Tinglýsingini. Tað er í andsøgn við, at Gjald- skipanin hjá peninga- stovnunum varð forð- að, viðgongur Høgni Hoydal, landsstýris- maður. Hann lovar nú, at Tinglýsingin verður tikin heim- aftur so skjótt tilber TINGLÝSING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað lekur millum teori og praksis hjá landsstýris- manninum við lógarmálum. Tað hevur verið ógvuliga umráðandi fyri Høgna Hoydal, at persónligar upp- lýsingar um viðurskifti hjá føroyingum, eru at finna í føroyskum edv-skráum. Fyri at varðveita lóggávu- valdið á økinum, sigur hann. Tí hevur hann syrgt fyri, at Gjaldskipanin hjá peningastovnunum ikki kann halda fram, tí hon hevur við sær, at persóns- upplýsingar fara av land- inum, tá føroyingar fremja peningaflytingar sínámill- um. Ta støðuna hevur hann eftir øllum at døma ikki al- tíð. Í einum øðrum føri hevur hann beinleiðis verið við til at syrgt fyri, at per- sónsupplýsingar fara av landinum. Talan er um sjálva tinglýsingina, har upplýsingar liggja um ogn- arviðurskifti, skuld og persónlig viðurskifti hjá tí einstaka føroyinginum. Føroyska tinglýsingin ligg- ur hjá sonevnda Datacentr- alen í Danmark, sum nú eit- ur CSC-Danmark. Í lógini um tinglýsing, sum seinast varð broytt í 2000, verður hetta loyvt. Ostaklokkupolitikkur Alt byrjaði við, at føroyska tinglýsingin skuldi leggjast um frá pappírsútgávu til edv. Tað skuldi viðføra styttri avgreiðslutíðir, betri kunning til borgaran og stuðla uppundir ta tøkniligu menningina yvirhøvur. Sum frá leið er ætlanin, at tinglýsingin verður papp- írsleys. Undir viðgerðini í løg- tinginum var tosað um, hvørt skipanin ikki átti at ligið í føroyskari dátuskrá. Landsstýrið helt tað vera lættari, um vit lótu danir leggja skipanina um fyri okkum, tí teir bjóðaðu sær til at gera hetta ókeypis. So kundu vit altíð taka hana heim seinni. Tað er ikki hent enn, og tað fær Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtingsmann, at gera vart við seg í bløðunum í dag. – Landsstýrismaðurin hevur ikki megnað at fingið hesi viðurskifti í rættlag. Hann sendi tinglýsingina av landinum og hevur ikki megnað at fáa hana aftur á føroyskar hendur, so hon kann verða umsitin eftir lógini og koma undir eftirlit av føroyskum myndugleik- um. Tað átti hann og fyri- siting hansara at brúkt kreftirnar uppá, heldur enn henda undarliga og ófor- stáiliga ostaklokkupolitikk- in móti Elektron, sigur Hans Pauli Strøm, sum var limur í Rættarnevndini, ið viðgjørdi lógina. Tøkni og yvirtøkur Høgni Hoydal, landsstýris- maður verjir seg við, at tað tøkniliga ikki hevur borið til enn at fáa tinglýsingina heim, og at málsøkið ikki fult og heilt er komið á føroyskar hendur. – Tinglýsingin kemur til Føroya. Tað er púra rætt, at tað er líka umráðandi, at hon liggur í Føroyum, sum at Gjaldskipanin virkar í føroyskum høpi. Tað er bara av tøkniligum orsøk- um, at tað ikki er hent enn, og tí málsøkið ikki er yvir- tikið fult og heilt, sigur Høgni Hoydal. Tinglýsingin er annars føroyskt sermál, men hon liggur undir Føroya rætti, sum er danskt málsøki. Høgni Hoydal sigur kortini, at tað sjálvandi er hansara ábyrgd, at tinglýsingin ikki er komin á føroyskar hend- ur enn, tí talan er um eina føroyska lóg. – Vit eru í ferð við at fáa tinglýsingina yvir á eina føroyska serskrá, og tá vit smíðaðu lógina, tryggjaðu vit okkum eisini, at tað bar til at flyta allar upplýsingar yvir uttan víðari hóvasták. Eg fái kortini ikki sett nakr- an dato á, nær tinglýsingin verður í einari føroyskari skrá, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Føroya rættur, sum umsitur Tinglýsing- ina, hevur ikki syrgt fyri, at hon er atkomi- lig á internetinum, soleiðis sum lógin ásetur. Vilja føroying- ar ikki gjalda, so kunnu vit heldur ikki krevja, at lógin verður hildin, sigur dómara- fulltrúi TINGLÝSING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo »Upplýsingar í edv-skrá eru atkomuligar hjá øllum á internetinum.« Soleiðis stendur orðarætt í lógini um tinglýsing, sum er galdandi fyri Føroyar. Men grein 50 c, stk. 1 í tinglýsingarlógini, sum seinast varð broytt í 2000, verður ikki hildin. Og tað er rætturin, sum hevur evstu ábyrgdina av, at so er. Ein grundleggjandi tanki við tinglýsingini hevur ver- ið, at upplýsingarnar eru al- mennar. Tí hevur borið til hjá øllum at fara oman í Tinglýsingina og lesa í tingbókunum. Tá lógin um tinglýsingina var fyri í 2000, avgjørdi løgtingið í sama anda, at upplýsingar- nar skuldu vera atkomiligar hjá øllum á internetinum. Tað eru tær ikki, hóast trý ár eru liðin, síðan lógin kom í gildi. Søkjast skal um at sleppa upp í skipanina, tú skalt rinda 2000 krónur fyri íbinding, tú skal rinda eitt fast mánaðargjald á 110 krónur, og harafturat skalt tú rinda góðar 3 krónur fyri hvønn tíma, tú ert í skipan- ina. Hetta er alt í andsøgn við tað, sum stendur í før- oysku lógini. – Fáa vit tinglýsingina á føroyskar hendur, fáa vit hasi viðurskiftini í rættlag. Sum er, ber tað illa til, tí vit mugu laga okkum til donsku skipanina, ið ikki hevur handan møguleikan, sigur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður við lógar- málum. Tað er í evstu løtu rættur- in, sum hevur ábyrgdina av, at upplýsingarnar eru tøkar á internetinum. Forsetin í Eystara Landsrætti, sum er ovasti rætturin í føroysku rættarskipanini, hevur sam- bært lógini eftirlitið við tinglýsingini. Sostatt kundi verið líkt til, at tað er rætturin, sum ikki heldur lógina. Soleiðis heldur Rannvá Ragnars- dóttir, dómarafulltrúi ikki, at málið hongur saman. – Tinglýsingin er eitt før- oyskt málsøki, sum Føroya rættur umsitur. Tað er eftir okkar ynski, at edv-skrá- setingin av tinglýsingini er gjørd í Danmark og koyrd í eina danska skipan. Tá før- oyingar ikki vilja gjalda fyri, at skipanin er ókeypis og atkomilig á internetin- um, so kunnu vit heldur ikki vænta, at hon er tað. Tann, sum ger lógina, má eisini gjalda, sigur Rannvá Ragnarsdóttir og sipar til løgting og landsstýri. Tinglýsingin skal vera atkomilig á internetinum, sigur lógin. Men so leingi hon liggur í Danmark, mugu føroyingar sláa seg til tols við at kaga í gomlu tingbøkurnar, um tað skal vera ókeypis Mynd: Jens K. Vang - Dokkin er sera hent. Skipini standa ógvu- liga væl, og tú gongur av bryggjukantinum og beinleiðis umborð. Ikki minst, tá ið stórir fóðurflakar skulu takast upp, er dokkin sum bygd til enda- málið, sigur tekniski leiðarin á Skála Skipasmiðju, Dánjal Andreassen SMIÐJUVIRKSEMI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsmorgunin sigldu par- trolararnir, Fram og Vest- menningur, sum eru fyrr- verandi Hádegisklettur og Stígarklettur, inn í dokkina á Skála. Dokkin er stór, so eingin trupulleiki var hjá skipasmiðjuni at taka báðar trolarar inn í senn. Fýra skip rúmast Tekniski leiðarin á Skála Skipasmiðju, Dánjal Andreassen, sigur, at fýra trolarar av hesi støddini rúmast í dokkini í senn, men tá er trongligt at ar- beiða millum skipini, um tey eitt nú skulu málast uttanborða. Seinasta »vitjanin« í dokkini á Skála, var annars ein fóðurflaki hjá alifelagn- um, Luna í Gøtu. Hesin er nú lagdur út á Lambavík. - Dokkin er sera hent. Skipini standa ógvuliga væl, og tú gongur av bryggjukantinum og bein- leiðis umborð. Dánjal sigur, at ikki minst, tá ið stórir fóðurflak- ar skulu takast upp, er dokkin sum bygd til enda- málið. - Tað er eitt sindur torført at taka hesar flakarnar uppá bedingina, tí teir hava í nógvum førum so lítið at standa á. Men ikki tí; tað letur seg rímiliga væl gera. Hann vísir á, at tað er ikki ofta, at flakar verða tiknir uppá land á Skála, men hesin flakin hjá Luna hevur áður verið í dokkini. Høvuðsklassing Tekniski leiðarin sigur, at Fram og Vestmenningur skulu høvuðsklassast. Mot- orarnir skulu yvirhálast, og skipini skulu hava aksil- trekk. Haraftrat skulu tey málast, bæði innan og utt- an, og lastin verður eisini málað. Spurdur, hvussu long tíð gongur, til skipini aftur eru klár at fara til fiskiskap, sigur Dánjal, at ætlandi verða tey liðug á Skála um einar seks vikur. - Vit hava sagt, at skipini verða liðug til jólar, sigur hann. Dánjal væntar, at Fram og Vestmenningur fara at standa í dokkini einar fjúrt- an dagar. Síðan verða skip- ini løgd til bryggju, har restin av arbeiðinum verður gjørt. Lítil aktivitetur Dánjal veit annars at siga, at rættiliga lítið smiðjuar- beiði hevur á Skála Skipa- smiðju í heyst, og serliga lítið hevur verið at gjørt í oktober. Men nú er líkt til, at nóg mikið verður at tak- ast við tað, ið eftir er av hesum árinum. - Umframt partrolararnar í dokkini, yvirhála vit eisini motorin á trolbátinum, Randi. Um ein góðan mánaða ella so, kemur eisini rækju- trolarin, Sisimiut hjá Royal Greenland, higar. - Enn er ikki endaliga greitt, hvussu nógv skal gerast við skipið, men ætl- anin er, at trolarin skal tak- ast inn í dokkina til aksil- trekk og annað, sigur Dán- jal. Skúlanæmingar Tá ið aktiviteturin minkar, verður sjálvsagt eisini minni arbeiði til fólkið á Skála Skipasmiðju, men Dánjal sigur, at teir royna í mest møguligan mun at halda uppá fólkið. Í løtuni eru eini 60 fólk í starvi hjá skipasmiðjuni. - Eins og annað virksemi, er virksemið hjá okkum partvís knýtt at árstíðini. Um sumrarnar kann verða nógv arbeiði á bedingini, og tá hava vit onkuntíð havt skúlanæmingar at hjálpa okkum. Tekniski leiðarin sigur, at tað ikki er óvanligt, at næmingar, sum eitt nú ganga á maskinskúla, hjálpa til í frítíðini, og tá ið fríløtur eru. Okkurt í ljósmála Dánjal dugir ikki beint nú at meta um, hvussu verður fyrst í komandi ári, men hann hevur tó vónir um, at okkurt stingur seg undan kavi til ta tíð. - Vit samráðast um ymisk arbeiði, sum endalig greiða enn ikki er fingin á. Vit vóna tó, at onkrir sáttmálar koma undir land komandi vikurnar, soleiðis at okkurt verður at takast við fyrst í komandi ári, sigur Dánjal Andreassen. Tey liggja vát í turrdokkini á Skála Týsmorgunin á Skála. Fram og Vestmenningur eru júst komnir inn í dokkina, har teir verða standandi komandi fjúrtan dagarnar. Skipini skulu høvuðsklassast. Væntandi verða tey klár at fara aftur til fiskiskap um einar seks vikur. Pláss er fyri fýra skipum av hesi støddini í dokkini Mynd: Vilmund Jacobsen. C M Y K 9 8