hósdagur 6. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 211 - 6. november 2003
Nr. 211 - 6. november 2003
11
Hetta er tíðin, tá ymsar ráðstevnur verða hildnar heima
sum burturi. Ein afturvendandi ráðstevna av hesum slag er
"Offshore Faroes", ið Oljuvinnufelagið skipar fyri. Nú
oljutilgongdin líkasum er í einum aldudali verður henda
afturvendandi ráðstevna bert at vara í ein dag, tann 2.
desember í Norðurlandahúsinum.
Hóast eitt slag av naggatódn er í tilgongdini, nú eingin
brunnur verður boraður komandi tvey árini, so er tó ikki
orsøk at geva skarvin yvir. Vit mugu venja okkum til og
læra av øðrum, at oljuleiting er nakað, sum tekur tíð,
nakað, sum krevur tol og treiskni.
Tað er tó við hetta vegamótið, har helvtin av brunnunum í
1. útbjóðing er borað, at Oljumálaráðið ynskir at taka
pulsin á oljufeløgunum og vita, um tey eru hugað fyri enn
eini útbjóðing, sum gevur teimum møguleika at peika út
onnur øki á landgrunninum, ið kunnu vera áhugaverd.
Uttan iva er tað rætt av myndugleikunum at "sondera
terrengið". Men tað kann eisini vera ein boomerangur ella
nakað, sum líkist gambling. Tí skuldi tað hent, at
oljufeløg, sum heild lítlan og ongan áhuga hava fyri eini
nýggjari útbjóðing beint nú, so kann tað verða tikið sum
eitt minus ella bakkast fyri okkara øki. Tað er eisini ein
vandi í tí, at tað júst um hetta mundið eisini verða tilrætta-
lagdar útbjóðingar bæði í norskum og bretskum øki. Spurt
kundi tí verið, um oljufeløgini tá hava so nógv um at vera,
at tey heldur velja føroysku útbjóðingina frá?
Nettupp umrødda útbjóðing verður eitt av evnunum á
oljuráðstevnudegnum í desember og verður tað áhugavert
at hoyra okkara egnu myndugleikar bæði grundgeva fyri
hesi útbjóðing og meta um hana, umframt at tað sjálvandi
verður áhugavert at frætta, hvat oljufeløgini sjálvi hava at
siga.
Sum skilst vil OMR við sínum útspæli fyrst og fremst
lodda dýpið, og tað er helst skilagott. Tí vísir tað seg, at
áhugin er ikki tann stóri beint nú, so ber sjálvandi til at
steðga á og útseta útbjóðingina til seinni. Tað er greitt, at
tað er ikki lætt at marknaðarføra okkara landgrunn við
avmarkaðu úrslitunum higartil og nú tá basaltgátan
framvegis ikki er loyst. Kanska hava oljufeløgini nettupp
fyri neyðini meiri tíð til at arbeiða við at loysa basalt-
knútin tvs. bæði at kunna síggja betri gjøgnum basalt og
at kunna bora skjótari eisini.
Við ringu royndunum aðrastaðni, eitt nú í Írlandi,
Grønlandi og Falklandsoyggjunum at skapa áhuga fyri
nýggjum leitiøkjum eftir turrar brunnar, so er tað skilligt,
at OMR hevur onga lætta uppgávu. Men helst er rætt nú
at vita, hvar oljufeløgini standa í løtuni og út frá tí leggja
eina framtíðar strategi fyri leiting á øllum landgrunninum.
Tað kann eisini vísa seg at vera skilabetri at bora teir
írestandi fýra brunnarnar fyrst og tá raka rætt, heldur enn
nú at fara undir at bjóða út undir kanska heilt øðrvísi
treytum, sum í framtíðini kunnu vísa seg skeivar. Men er
tað so, at feløgini, sum hava loyvi, hava ilt við at finna
prospekt tvs. nóg góð mál at fara eftir í verandi loyvum, er
eyðsæð, at okkurt má gerast. Miðjan desember skulu olju-
feløgini hava latið inn síni boð til eina nýggja útbjóðing.
Spennandi verður at frætta.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ráðstevna og framtíðar
útlit
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Pauli Strøm
fyrrv. løgtingsmaður
Tað er ikki annað enn kon-
servativur ostaklokkupoli-
tikkur hjá landsstýrismann-
inum í lógarmálum at for-
bjóða
menningarmøgu-
leikunum hjá føroyskum
datafyritøkum í kunning-
artøkniligum samskifti við
útlond. Og tá ið landsstýris-
maðurin nú kemur við tjóð-
skaparligum grundgeving-
um fyri sínum vinnupolit-
iska afturhaldi, blívur tað
til reint hyklarí.
Í bløðunum sigur lands-
stýrismaðurin, at "Tað av-
gerandi er at vit varðveita
persónsupplýsingar undir
føroyskum lóggávuvaldi.
Tað gera vit neyvan, um alt
so líðandi fer av landinum".
Men sjálvur tók lands-
stýrismaðurin fyri 3 árum
síðani stig til at øll ting-
lýsingarskipanin - ein av
størstu persónsupplýsing-
arskráunum - varð send til
Danmarkar at umsita. Har
er hon mær vitandi enn.
Á vári 2000 legði lands-
stýrismaðurin uppskot fram
um at broyta tinglýsingar-
lógina í samband við at
leggja tinglýsingina á edv.
Grundin til uppskotið var,
at
ríkismyndugleikarnir
vóru í ferð við at leggja alla
donsku tinglýsingina á edv,
og bjóðaðu danir sær at
taka føroysku tinglýsingina
við uttan kostnað. Ein av
avleiðingunum fór at verða,
at føroyska tinglýsingin so
kom at verða ein partur av
donsku tinglýsingarskipan-
ini, og kom at liggja á
høvuðsteldu í Danmark,
umsitin av donskum mynd-
ugleikum og undir eftirlitið
av donskum myndug-leik-
um.
Rættarnevndin
vildi
ógviliga treyðugt, at ting-
lýsingin varð flutt av land-
inum í hesum sambandi.
Vit vildu heldur hava, at ein
føroysk edv-skipan av ting-
lýsingini
varð
gjørd.
Landsstýrismaðurin vísti tó
á fyrimunin við at fáa danir
til at gera umleggingina til
edv skjótt og ókeypis. Og tá
hann lovaði rættarnevndini,
at beinanvegin skuldi farast
undir at gera eina føroyska
skipan, so at tinglýsingin
kundi takast heimaftur til
Føroya, so skjótt danir
høvdu lagt hana um til edv,
so gav rættarnevndin seg
fyri ynskinum hjá lands-
stýrismanninum.
Nú eru meir enn 3 ár far-
in, og mær vitandi liggur
føroyska tinglýsingin enn í
Danmark. Hetta er sanni-
liga skrá við persónsupp-
lýsingum av størsta týdn-
ingi, tí tinglýsingin fevnir
um almennu skrásetingina
av øllum skjølum viðvíkj-
andi rættindum í fastari ogn
og øðrum ognarviðurskift-
um hjá persónum í Føroy-
um.
Tinglýsingin verður
umsitin ólógliga í
Danmark
Í upprunauppskotinum hjá
landsstýrismanninum um
edv-umlegging av tinglýs-
ingini varð skilt millum
fyrsta floks brúkarar (advo-
katar,
peningastovnar,
grannskoðarar o.t.) og ann-
an floks brúkarar ("vanlig
fólk") av tinglýsingini - tey
fyrru skjóta og lætta at-
gongd til upplýsingarnar,
tey seinnu tvørliga og
kostnaðarmikla. Men rætt-
arnevndin strikaði hendan
mismunin á brúkarunum,
so øll skulu hava somu,
javnbjóðis atgongd til hesa
almennu skrá. Samstundis
strikaði
rættarnevndin
byrokratiskar reglur um
ymisk sløg av atgongd via
terminalar, tí slíkt var
tøkniliga avoldað og av-
markaði fríu atgongdina til
upplýsingarnar. Í staðin
samtykti løgtingið stutt og
greitt í §50c, at: "Upplýs-
ingar í edv-skrá (av ting-
lýsingini) eru atkomiligir
hjá øllum á internetinum".
3 ár eru farin, men enn er
hetta kravið í lógini ikki
uppfylt. Og síðst eg kann-
aði málið varð teldutøka
tinglýsingin umsitin púra í
mótstríð við lógina:
• Sjálv tinglýsingarskráin
og praktiska umsitingin
av henni liggja hjá tí
danska
CSC-Danmark
A/S (fyrrverandi Data-
centralen) og Tingbogs-
konverteringen í DK,
meðan eftirlitið liggur
hjá Forsetanum fyri Eyst-
ara Landsrætt.
• Uttan at lógarheimild er
fyri tí, skulu brúkarar,
sum vilja hava atgongd
til tinglýsingina um net-
ið, biðja um eina umsókn
frá
tinglýsingarskriv-
stovuni um at verða skrá-
settir sum brúkarar, og
umsóknin skal góðkenn-
ast hjá Tingbogskonver-
teringen í Århus. Hetta
kann taka fleiri vikur.
• Uttan at lógarheimild er
fyri tí, verður av CSC
A/S uppkravt eitt sonevnt
íbindingargjald
uppá
2000 kr, fyri at gerast
internetbrúkari.
• Uttan at lógarheimild er
fyri tí, skal haraftrat
gjaldast til CSC A/S eitt
fast mánaðargjald uppá
110 kr, umframt eitt
brúkaragjald uppá 3,25
fyri hvønn byrjaðan tíma.
Hetta hevði verið nakað hjá
fjølmiðlunum at kanna, um
hetta framvegis er gald-
andi! Eg havi í hvussu er
onki frætt um at nakað er
broytt.
Er tað enn so galið, so er
tað álvarsligt! Øll henda
mannagongdin er greitt í
stríð við lógina, tí tá hon
sigur, at tinglýsingin "í
edv-skrá skal verða at-
komilig hjá øllum", so er
ikki heimild fyri at krevja
serliga umsókn og góð-
kenning, og tað er ikki
heimild til at krevja serligt
haldaragjald. Lógin sigur at
tinglýsingin skal vera al-
menn, og ein og hvør skal
uttan víðari kunna leita
upplýsingar fram í edv-
skránni. Skal ávíst gjald
takast fyri hetta, skal tað
gerast við heimild í lóg, og
slík er ikki.
Landsstýrismaðurin hev-
ur ikki megnað at fingið
hesi viðurskifti í rættlag.
Hann sendi tinglýsingina
av landinum og hevur ikki
megnað at fáa hana aftur á
føroyskar hendur, so hon
kann verða umsitin eftir
lógini og koma undir eftirlit
av føroyskum myndugleik-
um. Tað átti hann og fyrisit-
ing hansara at brúkt kreft-
irnar uppá, heldur enn
henda undarliga og ófor-
stáiliga ostaklokkupolitikk-
in móti Elektron.
Landsstýrismaðurin sendi sjálvur stóra
persónsdataskrá av landinum til danskan
stovn at umsita
VIÐMERKINGAR
Sonni Jacobsen
Lítil viðmerking til yvir-
lýsing í bløðunum nú um
dagarnar frá Kvinnufelag-
num í Havn um "kvinn-
unnar rætt til hennara egna
kropp".
Fyri umleið 30 árum
síðan sang ex-beatlin John
Lennon í einari solo útgávu
sangin "Woman is the
nigger of the world" í
einum vælskrivaðum sangi
um kvinnukúgan.
Soleiðis
at
sammeta
kvinnuna tá við "nekaran",
t.v.s. trælin og tann kúgaga,
var ein rættuliga rámandi
mynd og mundi eisini fáa
mangan mannin at rakna
við og at síggja støðuna hjá
kvinnuni sum hon var.
Ískoytið hjá Lennon var
bert eitt av túsundtals
ískoytum frá bæði kvinnum
og monnum gjøgnum ár-
tíggir, sum spakuliga men
sikkurt opnaðu eyguni fyri
støðuni hjá kvinnuni sum
hon var og sum hon átti at
verið.
Í dag hugsi eg, at flest øll
munnu vera samd um, at
støðan hjá kvinnuni er
munandi betra og at kvinn-
an á øllum økjum hevur
somu rættindi sum maður-
in, um hon veruliga ger
sína støðu og sín rætt gald-
andi. Eg hugsi, at flest øll,
bæði menn og kvinnur í
dag ynskja, at kvinnan á ein
demokratiskan hátt skal
hava javnrætt bæði til løn,
arbeiði og til vald. Hetta
var ikki støðan bara fyri
fáum árum síðan so har
hevur maðurin (og mangar
kvinnur við) veruliga flutt
seg. Tá hugsanin kemur til
arbeiði og vald so hugsi eg
eisini, at tey flestu ganga
inn fyri hugsanini, kvalitet
fram fyri kvantitet. T.v.s.
ikki 50 prosents regluna,
sum fleiri kvinnufylkingar
tala fyri, men at best egnaði
persónurin (ella tann, sum
t.d. fær flest atkvøður til
eitt val) fær eitt starv ella
ein politiskan post. T.v.s.
ein kvinna fær ikki eitt
starv bert tí hon er ein
kvinna, ein maður fær ikki
eitt starv bert tí hann er ein
maður. Kynnini vera "null-
stilla" og tann best egnaði
ella tann best umtókti (t.d. í
politikki) fær starvi.
Eg
eri
samdur
við
Kvinnufelagnum í Havn
um, at sjálvandi hevur
kvinnan rætt til sín egna
kropp. Men so má eg eisini
siga, at tað hevur ófødda
barni eisini. Og forrestin so
eru 50 prosent av óføddu
børnunum kvinnur. Hevur
kvinnufelagið ogna ábyrgd
fyri teimum kvinnunum?
Fyri at seta sakina eitt
sindur í perspektiv kundi eg
spurt: Fái eg ein gest, sum
onga aðrastaðni hevur at
vera í 9 mánaðir, skuldi eg
so kunna blaka hann út, um
eg visti, at tað var tann vissi
deyði fyri hann, bert "tí eg
havi rætt til mítt egna
heim"? Hevði eg onga
ábyrgd havt fyri hesum
gestinum, sum onga aðra-
staðni hevði at vera? Ella,
kunnu vit eisini siga:
Hvussu egoistisk, hvussu
ábyrgdarleys,
hvussu
hjartaleys kunnu vit loyva
okkum at vera?
Spurningurin hjá mong-
um er eisini: Er ófødda
barni eitt menniskja? Nú
eri eg ikki serfrøðingur,
men hyggur tú at mynd av
einum fáar vikur gomlum
fostri so líkist tað einum
menniskja... Tað hevur
høvd, eygu, nøs, munn,
oyru, kropp, armar, hendur,
fingrar, bein, tær og allar
kropslutir annars. Serfrøð-
ingarnir siga, at hetta er eitt
menniskja og eg hugsi, at
sjálvt tann mest sannførda
kvinnufelagskvinnan
í
Havn, um hon sá eitt fostur
andlit til andlits, hevði sagt,
at hetta var eitt menniskja.
Næsti spurningurin er so,
er tað loyvt at drepa eitt
menniskja?
Okkara lóggáva sigur, at
tað er ikki loyvt at drepa
eitt menniskja — enn ikki
ringasta brotsmenni er tað
loyvt at taka av døgum. Og
hetta er støðan í flest øllum
framkomnum
demokrat-
iskum londum og vit eru
flest øll samd um, at so-
leiðis skal tað vera.
Persónliga eri eg ímóti
deyðadómi — eisini fyri
tey óføddu, tí skrivi eg hesa
viðmerking.
Ein kundi spurt: Skal
ófødda barni (við avgjørt
reinari straffiattest) hava
verri rættindi enn ringasta
brotsmenni? Hetta sýnist
Kvinnufelagið í Havn í
øllum førum at halda?
Fyri ikki so mongum
árum síðan segði man, at
tað var loyvt og tað var rætt
at halda nekarar trælir og
ein kundi fara við teimum
sum einum lysti, bert tí teir
vóru nekarar. Tú kundi vera
góður við teir ella tú kundi
vera eitt beist ímóti teim-
um. Teir vóru "tínir nekar-
ar", hevði tú goldið fyri teir.
Alt hetta, bert tí teir vóru
nekarar. Tí tey vóru nekarar
og vóru svørt skuldu tey
gera hvíta menniskjanum
til vildar uttan at hava nøk-
ur rættindi á nakran hátt.
Tíbetur vóru tað bæði
menn og kvinnur, sum
fingu eyguni upp fyri, at
hetta var ikki rætt. Tú kundi
ikki fara við einum menn-
iskja á henda hátt, bert
vegna rasu og húðalit. Í
Amerika brast enntá borg-
arakríggj á vegna hesa søk.
Støðan hjá nekarunum er
broytt til tað betra um hon
ikki er so góð sum hon átti,
tey eru frí, tey hava síni
demokratisku rættindi.
Er støðan hjá ófødda
barninum í dag nógv
annarleiðis enn hon var hjá
nekaratrælunum tá?
Hvørji rættindi hevur
ófødda barni?
Hvussu upplýst, hvussu
klók, hvussu frammarlaga,
hvussu
góð,
javnstøðu
sonn, hvussu demokratisk,
hvussu elskilig eru vit, tá
vit fara verri við okkara
minstu enn við okkara ring-
astu brotsmonnum?
Kann ófødda barni í dag
ikki av sonnum nevnast
"heimsins nekari"?
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Vit eru vanliga á einum
máli um at vit liva í
heimsins besta landi, so
er spurningurin um ikki
fyritreytin fyri at liva í
einum so góðum landi, er
ein politisk skipan ella
ein politiskur felagsskap-
ur, sum vit við góðari
samvitsku kunnu kallað
ein av teim bestu í heim-
inum, tú kanst ikki hava
eitt gott land, uttan eina
góða politiska skipan,
tað er ikki møguligt, tað
hevur søgan prógvað.
Hvør er tað sum forðar
okkum at gerða sum vit
vilja, eri glaður og stoltur
at verða føroyingur, havi
havt og havi persónligt
frælsi at gerða alt tað, eg
havi havt hug til gjøg-
num lívið, havi ongantíð
kent meg kúgaðan av
dønum,
ella
nøkrum
øðrum, havi kent meg
frælsan og havi skilt, sæð
og upplivað at føroyingar
eru millum frælsastu
fólkasløg í heiminum.
Heitið ella floskilin um
hvat frælsi/fullveldi er,
tað kunnu serfrøðingar í
altjóða rætti útgreina, eitt
nú hvørt talan er um
nationalt
frælsi
ella
persónligt frælsi.
Tað hevur stóran týdn-
ing at halda givin lyfti,
og taka ábyrgdina av sín-
um gerðum, tað er hópin
lættari at finnast at og
pástanda at hettar ella
hattar ikki er gott, mín
áheitan til fullveldis-
politikarnir í samgong-
uni er at halda uppat at
niðurgerða tað skipan
sum hevur verði karm-
urin um okkara vælferð-
arsamfelag fram til dagin
í dag, og sum vit øll hava
notið gott av.
Og um nakar kundi
víst mær ítøkiligt dømi
um atgerð frá teimum
sum hava skert inntøku-
grundarlagið við knapp-
ari hálvari milliard, sum
miðar móti at gera Før-
oyar meira sjálvberandi,
so hevði eg fegin vilja
sæð tað á skrift.
Trupulleikin er ikki
skipanin, men vit politik-
arir tað prógvaðu 80´ini.
Bárður Nielsen
løgtingsmaður
Høgni Hoydal villeiðir
fólkið í málinum við Elek-
tron og PBS. Hann brúkar
rættarnevndina og harvið
Løgtingið, sum undan-
førslu fyri at gottgera at
hann hevur sett kunngerð-
ina í verk, ið forðar pen-
ingastovninum at útbyggja
gjaldsskipanina saman við
PBS.
Trupulleikin er bara tann,
at hann má heilt aftur til
rættarnevndina, ið sat í
2001 at fáa alibi. Sum øll-
um kunnugt hevur val verið
síðani og nú er ein nýggj
rættarnevnd, ið hevur við-
gjørt málið aftur í síðstu
tingsetu, men kom ikki
aftur í Tingið við málinum,
áðrenn Tingið fór í summ-
arfrí.
Semja fekst ikki um
málið og nevndin var samd
um at málið ikki var búgvi
at fara niðan aftur í Tingið,
tí at tað var ivi um lógar-
broytingin var uttan fyri
endamálið í lógini, ið er at
verja persónsupplýsingar,
og ikki at verja ein part av
vinnulívinum. Ein onnur
orsøk var, at avleiðingarnar
av lógini verða stórar fyri
peningastovnarnar og uppá
longri sikt eisini fyri aðrar
fyritøkur, tí vandi er fyri, at
vit ikki klára at fylgja
útviklinginum og kostnað-
urin pr. transaktión verður
tískil hægri. Tað merkir at
kundarnir skulu gjalda eitt
hægri gjald fyri tænastur-
nar enn í dag.
Hetta er ein undarligur og
snævurskygdur hugburður,
at gera verjugarð um okk-
ara vinnulív. Í londunum
rundan um okkum verður
hildið, at tey eru ov smá at
røkja hesar uppgávur og
verður tí í størri og størri
mun lagt saman í ein fe-
lagscentral fyri fleiri lond.
Landsstýrismaðurin setti
síðani av sínum eintingum
kunngerðina í verk, ið
forðar peningastovninum at
útbyggja gjaldsskipanina
saman við PBS. Hetta er
maktmisnýtsla
so
tað
stendur eftir. Tað hann ikki
fær ígjøgnum í Løgtingin-
um, setir hann bara í eina
kunngerð. Óhugnaligt !
Men dugnaligur demagog-
ur sum Høgni er, hevur
hann inntil nú klárað at
villeitt bæði fólkið og
fjølmiðlarnar við at siga, at
hetta hann hevur gjørt er
løgtingsins vilji. Men hetta
er beinleiðis ósatt, tí nú-
verandi rættarnevnd hevur
eina heilt aðra støðu.
Landsstýrismaðurin kundi
heldur lagt málið fram aftur
nú, soleiðis at Løgtingið
fær viðgjørt málið, og so
kann hann handla eftir tí
nýggju niðurstøðuni hjá
Løgtinginum.
Heimsins nekari
Høgni villeiðir í Elektron málinum
Ríkisfelagsskapurin
heimsins besta
skipan
C
M
Y
K
11
10