hósdagur 6. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 211 - 6. november 2003
Nr. 211 - 6. november 2003
13
Eitt óvanligt brek sum vit sjálvandi læra av
Brekið, sum førdi til,
at Jógvan Norði fór til
botns, var eitt sjáld-
samt brek, sum ikki
hevði hent við einum
nýggjum skipi, sigur
leiðarin á Skipaeftir-
litinum
SKIPBROT
Áki bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eigur tað at bera til, at eitt
heilt skip skal søkka, bar tí
at hol kemur á eitt wc-rør?
Ja, tað ber til- tá ið skipið er
gamalt.
Tað var júst hetta, sum
sendi Jógvan Norði til
botns fyri stuttum.
Men tað var eitt ógvuliga
sjáldsamt óhapp, sigur Óla
Hans Hammer Olsen, sum
er leiðari á Skipaeftir-
litinum.
– Hetta var eitt óhapp,
sum er er ókent og sum tað
illa ber til at verja seg fyri.
Tað, sum hendi við Jógv-
an Norði var, at eitt hol fór
á eitt wc-rør sum gongur út
ígjøgnum skipssíðuna og tí
fossaði sjógvur inn í skipið.
Ein ventilur er á rørinum,
sum skal forða fyri, at
sjógvur streymar inn í skip-
ið, men tíverri kom hol á
rørið á tí lítla stykkinum,
sum er ímillum skipssíðuna
og ventilin, og tí var onki at
gera.
Leiðarin á Skipaeftirlitin-
um sigur, at øll nýggjari
skip hava rottanga, so hetta
slagið av óhappi kundi ikki
hent við einum nýggjum
skipi.
Men Óla Hans Hammer
Olsen sigur, at tað er ógvul-
iga sjáldsamt, at tílikt brek
taka seg upp.
– Hetta er ikki ein trupul-
leiki, vit kenna til og tað er
ómetaliga ringt at koma
framá, serliga tá ið vit ikki
vita, at tað er til.
Men síðani Jógvan Norði
fórst, er leiðarin á Skipa-
eftirlitinum komin at tosa
við mann sum segði, at teir
høvdu havt sama trupul-
leika við einum øðrum,
gomlum skipi.
Men í tí førinum eydnað-
ist at pjøssa so frægt uppá
rørið, at ongin skaði hendi.
Leiðarin á Skipaeftirlit-
inum leggur kortini dent á,
at nú eru tey so hesar
royndirnar ríkari.
– Nú vita vit, at hetta
kann verða ein trupulleiki
hjá hesm slagi av skipum
og so ber sjálvsagt til at
hava eyguni eftir, tá ið vit
sýna skip í framtíðini, sigur
Óla Hans Hammer Olsen.
Jógvan
Norði
var
línuskip av Toftum, hann
varð smíðaður úr stáli í
Brattvåg í Noregi í 1961,
har
hann
eisini
varð
umbygdur í 1986.
– Nú er eitt gott ár
síðani at Skipasýnið
flutti vestur í Vágar
og leiðarin sigur, at
royndirnar eru bara
góðar
ALMENNUR
STOVNUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað hevur eydnast nógv
betri, enn eg hevði væntað.
Tað sigur Óla Hans Hamm-
er Olsen.
Hann er leiðari á Skipa-
eftirlitinum.
Nú er eitt gott ár síðani,
at Skipaeftirlitið varð flutt
úr Havnini, vestur í Vágar.
Og leiðarin sigur, at tað
hevur gingið nógv betri enn
væntað.
Tað var eitt djarvt stig,
sum landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum í fjør,
Jørgen Niclasen tók, tá ið
hann gjørdi av at flyta
skipaeftirlitið
vestur
í
Vágar.
Hetta var fyrstu ferð, at
nakað so óhoyrt var hent,
sum tað, at ein heilur al-
mennur
stovnur
varð
skryktur upp við rót í Havn
og fluttur út á bygd.
Tað vóru eisini tey, sum
vóru meiri enn ivingarsom
um ætlanina.
Men nú eitt gott ár er
farið, er tað ein vælnøgdur
leiðari, sum lítur aftur um
bak.
Eg kann ikki siga annað,
enn at tað hevur gingið
ógvuliga væl, sigur Óla
Hans Hammer Olsen.
– Tað hevur í veruleikan-
um gingið nógv betri, enn
eg hevði væntað, at tað fór
at gera, leggur hann aft-
urat.
Betala ein triðing í
Leigu
Hann sigur, at tað er ein
politisk avgerð, at Skipa-
sýnið skuldi flyta vestur í
Vágar.
– Og fáa vit teir hentleik-
ar, sum skulu til, eitt nú
høli, gott elektroniskt sam-
skifti og aðrar hentleikar, er
onki í vegin fyri tí.
Og tað hevur Skipasýnið
fingið, tí leiðarin sigur, at
tey eru sera væl nøgd við
umstøðurnar.
Hann sigur, at í Havnini
hevði Skipasýnið eini høli
upp á 200 fermetrar, sum
danska skipasýnið átti.
– Vesturi í Vágum hava
vit fingið nógv betri høli.
Hølini, vit nú húsast í, eru
einar 270 fermetrar.
Óla Hans Hammer Olsen
sigur, at harafturat er sera
stórur munur á leigukostn-
aðinum í Havn og úti um
landið.
– Eg vil meta, at leigan
vesturi í Vágum er ikki
meiri enn ein triðing av tí,
sum hon er í Havnini, so
fíggjarliga er tað eisini ein
fyrimunur at vit eru flutt
vestur.
Hann sigur, at hølini í
Vágum eru hartil innrættað
til endamálið og at tey hava
allar hentleikar, sum krevj-
ast. so hann dugir ikki at
síggja nakað at verða
ónøgdir við.
– Tað skuldi kanska akk-
urát verið prísurin fyri at
koyra ígjøgnum undirsjóv-
bartunnilin, sum eg haldi er
ov høgur, sigur leiðarin á
Skipasýninum.
Men tann trupulleikin
hava tey á Skipaeftirlitinum
felags við øll tey vágafólk,
sum hvønn dag skulu av
oynni til arbeiðis, størri enn
so er hann ikki.
Onki í vegin fyri at
flyta
Óla Hans Hammer Olsen
sigur, at tískil er teirra
royndir, at tað er onki í
vegin fyri at flyta almennar
stovnar út á bygd.
Sostatt kann metast, at
mótviljin ímóti at flyta
almennar stovnar úr høv-
uðsstaðnum fyri ein stóran
part snýr seg um fordómar.
Eitt annað, er harða mót-
støðan ímóti at leggja
nystovnaða Heilsuskúlan í
Suðuroy. Nú er mótstøan
tagnað og yvirhøvur eru øll
sera væl nøgd við, at vera í
Suðuroynni.
Tó heldur hann ikki, at
Skipasýnið hevði ligið so
væl í Suðuroy, tí tað er eitt
sindur avsíðis við tað, at
nógv virksemi hjá stovnin-
um er á meginøkin um.
– Men stovnurin kundi
fyri tað verið hvar sum
helst
á
meginøkinum,
heldur hann.
Tó heldur hann, at er
talan um umsiting, ið hevur
nógv við hvønn annan at
gera, kann tað vera eitt
sindur uttanhanda at liggja
langt frá hvørjum øðrum.
Men Skipasýnið er skipa-
sýn og meiri liggur ikki í tí.
– Og hava vit hug til at
tosa saman, eru vit ikki
longri burtur enn at tað ber
væl til.
Óla Hans Hammer Olsen
vísir á, at í fyrstu syftu er
samskiftið ímillum stovnar
so starvsfólk er ikki longur
enn ein teldupost burtur og
tað gongur meiri og meiri
tann vegin at persónliga
sambandið ímillum fólk er
ikki so nógv í takt við, at
telduposturin verður meiri
og meiri brúktur.
– Vit senda ofta teldupost
ímillum okkum innanhýsis,
leggur hann afturat.
Tó heldur hann, at tað
eisini hevur ein stóran fyri-
mun at sleppa av húsinum
viðhvørt til fundir og
annað.
– Tað er gott at sleppa út
viðhvørt. Tú er tvær ferðir
so effektivur, tá ið tú kemur
aftur, sigur hann
Ongin fluttur
Tað arbeiða 10 fólk á
Skipaeftirlitinum í Vágum.
Sjálvur býr hann í Streym-
nesi, nøkur búgva í Havn
og fýra búgva í Vágum.
Óla Hans Hammer Olsen
sigur, at hinvegin er ongin
fluttur vestur í Vágar at
búgva saman við Skipa-
sýninum.
Sjálvur helt hann ikki, at
tað var neyðugt at flyta, tí
um hann koyrir vestur í
Vágar, ella um hann koyrir
til Havnar, ger honum tað
sama- burtursæð frá tunn-
ilsgjaldinum.
– Tað tekur mær hálvan
tíma at koyra til arbeiðis og
tað er ongin trupulleiki hjá
mær.
Hann sigur, at tey av
starvsfólkunum, sum, vóru
úr Havn, vóru ikki so fegin
fyri at flyta, men tað tykist
sum um at tey hava
góðtikið støðuna sum hon
er, tí tað er ikki longur nøk-
ur ónøgd at hoyra um tað.
Brekið, sum beindi fyri
Jógvani Norði, er ikki eitt
brek, sum vit kenna til og tí
er tað ómetaliga ringt at
koma framá, sigur leiðarin á
Skipaeftirlitinum
Myndin er úr Skipalistanum
Góðar royndir av at vera flutt út á bygd
Tað er nú eitt gott ár síðani, at Skipaeftirlitið flutti vestur í Vágar og leiðarin, Óla Hans
Hammer Olsen, sigur, at tey hava bara góðar royndir at verða flutt út á bygd. Tað einasta
skøvan í lakkinum er, at tað er ov dýrt at koyra ígjøgnum tunnilin
1. november 2003 hevði
Marita Thorkildshøj í Havn
40 ára starvsdag hjá Føroya
Tele.
Marita er úr Sandavági,
dóttir Kristionnu, f. Jensen,
ættað av Strondum, og
Christian Joen-Jacobsen, úr
Sandavági.
Eftir at hava tikið preli-
minerprógv kom hon til
Havnar í 1963 og fekk
starv á Telefonstøðini sum
telefondama. Í 1976 fekk
hon starv á skrivstovuni og
arbeiðir hon í dag í bók-
haldinum hjá Føroya Tele.
Marita er gift við Hákun
Thorkildshøj, av Borðuni.
Tey eiga fýra børn, tey eru:
Kristianna, Elsa, Pól Niklái
og Inga.
Marita og Hákun eiga
eisini fýra ommu- og abba-
børn: Dagny, Marita, Hák-
un og Fía.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
6. november. Leonhardus, deyður í umleið 570. Munkur
og trúboðari í Fraklandi. Hann legði ikki í at verða valdur
til biskup. Kundi øll lás og allar leinkjur at loysa og
gjørdist verndarhalgimenni hjá lásasmiðum og fangum.
Navnið er týskt og merkir leyva og harður.
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 1. november
2003 vóru 30 ár liðin síðan
Heimahjálparaskipanin
varð stovnað.
Tað var 1. november
1973, at Heimahjálpara-
skipanin varð stovnað undir
Ríkisumboðnum og sum
Føroya Landsstýri yvirtók
umsitingina av tann 1. apríl
1975.
Heimahjálparaskipanin
tók sær yvirhøvur av øllum,
sum húsmóðirin ikki hevði
møguleika at gera.
Nógv er broytt hesi sein-
astu 30 árini, og arbeiðið
hjá heimahjálpunum er eis-
ini nógv broytt. Arbeiðið er
vorðið meira fleirtáttað.
Í dag er heimahjálpin,
sum partur av núverandi
Heimarøktini, vorðin ein
týdningarmikil táttur í sam-
felagnum.
Arbeiðið hjá Heimarøkt-
ini byggir í dag á megin-
regluna um hjálp til sjálv-
hjálp, sum merkir virðing
fyri brúkaranum, og ein
roynd at lata brúkaran
verða sum longst í egnum
heimi.
Landsstýrismaðurin Páll
á Reynatúgvu frøðist um
tað stóra og týdningarmikla
arbeiðið, sum Heimarøktin
stendur á odda fyri, og
ynskir starvsfólkunum í
Heimarøktini
hjartaliga
tillukku við degnum.
Heilsu- og heimasjúkra-
systraskipanin hevði 20 ár á
baki í januar 2003.
Fyri samanløgdu skipan-
ina er sostatt talan um tveir
merkisdagar í ár, og verður
hátíðarhald hildið fyri báð-
ar føðingardagarnir seinni,
sigur Páll á Reynatúgvu at
enda.
Marita Thorkildshøj:
40 ára starvsdag
hjá Føroya Tele
Heimarøktin 30 ár á baki
Í dag 6.november, hevur
Guðrun Lava 25 ára starvs-
dag. Guðrun fór í læru hjá
Thomas Dam í 1978.
Guðrun hevur øll árini ar-
beitt sum bókhaldari, fyrstu
árini hjá Thomas Dam og
síðani hjá Thomas Dam
Ítrótti og Damfar. Guðrun
ger ikki nógv um seg, men
tó er hon ein sera sentralur
persónur, hon er líka sum
krumtappurin í fyritøkuni.
Spyrt tú starvsfelagarnar
um Guðrun sum persón,
eru øll samd um, at hon er
ein fryntligur, álítandi og
sera góður arbeiðsfelagi.
Jógvan Falkvard
70 ár
Í dag, hósdagin 6. novemb-
er, fyllir Jógvan Falkvard,
útróðrarmaður, í Sørvági,
vanliga nevndur Dunga
Jógvan, 70 ár.
Jógvan er sørvingur, for-
eldrini vóru, Josefina, f.
Johannesen, úr Vestmanna,
og Hans Falkvard, úr Sør-
vági.
Jógvan hevur siglt alt sítt
lív. Hann fór fyrstu ferð til
skips sum 14 ára gamal við
gamla Høgafossi. Síðan
hevur hann siglt við ymisk-
um fiskiskipum, trolarum
og farmaskipum og róði út í
Grønlandi í nøkur ár.
Seinastu nógvu árini hevur
hann verið útróðrarmaður
burturav við egnum út-
róðrarbáti. Síðan Jógvan
fylti 67 ár og kom í pen-
sionistaaldurin, er ferðin
ikki minkað. Tá flutti hann
úr A-bólkinum í B-bólkin
hjá
útróðrarmonnunum,
hetta gjørdi, at hann nú
kann rógva út fleiri dagar
um árið, enn hann gjørdi
áðrenn. Hann er veiði-
maður og dámar eisini væl
at skjóta harur.
Jógvan er giftur við Elitu,
f. Heinesen, úr Sandavági.
Tey eiga fýra børn, tey eru:
Mervin, Josefina, Eli Jan
og Laila. Elita og Jógvan
eiga
13
ommu-
og
abbabørn.
Føðingardagurin verður
hildin leygarkvøldið 8.
november í húsunum hjá
Sørvágs Húsmøðrafelag.
25 ára starvsdagur
hjá Thomas Dam
C
M
Y
K
13
12
Pop.fo er ein fesk s
p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin
Fylg vi
F
ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100