Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 211 - 6. november 2003 Nr. 211 - 6. november 2003 15 Uppsøgnin er grundað á persónlig viðurskifti Uppsøgnin av einum løgfrøðingi í Fiski- málaráðnum er grundað á persónlig viðurskifti hjá við- komandi. Møguleikin fyri eini átalu hægri uppi í fyrisitingini í Fiskimálaráðnum er framvegis opin, sigur landsstýrismaðurin. Tann uppsagdi hevur onga viðmerking til málið UPPSØGN Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo – Talan er um persónlig viðurskifti, og tey vil eg onga viðmerking gera til yvirhøvur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýris- maður við fiskivinnumál- um um uppsøgnina í Fiski- málaráðnum. Tann upp- sagdi løgfrøðingurin hevur onga viðmerking til málið yvirhøvur. Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður, sigur, at upp- søgnin, sum givin varð í vikuni, er tengd at einum ávísum máli, sum Løg- tingsins umboðsmaður hev- ur átalað í niðurstøðu í samband við eina kæra, hann hevur fingið um máls- viðgerðina í hesum ávísa málinum. Spurdur um hann harvið vildi siga, at viðkomandi málsviðgeri hevði misrøkt arbeiði sítt í Fiskimálaráðn- um, svaraði landsstýris- maður soleiðis: »Tað kanst tú konkludera út frá tí, eg havi sagt«. Landsstýrismaðurin varð eisini spurdur, um tað var givin nøkur ávarðing til viðkomandi, áðrenn upp- søgnin varð latin. Tí spurninginum svaraði hann heldur ógreitt. Hann segði bert, at tær fyriskip- anir, sum galdandi eru, verða fylgdar. Jacob Vestergaard vil heldur ikki koma inn á, um talan er um áhaldandi trup- ulleikar hjá viðkomandi. Hann tekur bert uppaftur, at talan er um hetta ávísa málið, sum liggur sum grund fyri umsógnini. Um hetta málið so er dropin, sum fleyt yvir, vil hann ikki gera viðmerkingar til. Beinleiðis orsøkina til, at løgfrøðingurin varð sagdur úr starvi, sigur Jacob Vest- ergaard, landsstýrismaður, vera niðurstøðuna í frágrei- ðingini, sum komin er frá Løgtingsins umboðsmanni, har viðgerðin av hesum ávísa málinum verður mett sum so álvarsligt lógarbrot, at tað eigur at fáa fylgjur. Og tað hevur tað so fingið, sigur landsstýrismaðurin. Spurdur um tað ikki er í so lætt at fara niður í fyri- sitingina við avleiðing- unum, og um tað ikki átti at verði givin ein nøs ella okkurt annað longri uppi í skipanini, sigur hann, at tann møguleikin framvegis stendur opin. Jacob Vestergard letur skilja, at í hesum ávísa mál- inum, sum gjørdi, at við- komandi málsviðgeri varð sagdur úr starvi, hevði ikki borið til at fylgt gongdini hægri uppi og tískil heldur ikki at komið upp í málið og loyst tað, fyrr enn nú, Løgtingsins umboðsmaður kom uppí. – Tað var nevniliga so, sigur Jacob Vestergaard, at einki skrivligt tilfar var at finna. Alt samskifti, sum verið hevði, var farið fram umvegis teldupost, og einki var journaliserað, sigur hann. Tað kann tykjast ógvus- ligt við eini uppsøgn so- leiðis, sigur Jacob Vester- gaard. Men hann leggur dent á, at allar vanliga regl- ur í samband við uppsøgn verða fylgdar. Viðkomandi fær skriv við grundgeving fyri uppsøgnini. – Maðurin er ikki sendur til hús upp á grátt pappír, sigur landsstýrismaðurin, sum tó váttar, at maðurin heldur ikki er til arbeiðis í løtuni. Jacob Vestergaard sigur seg einki hava frætt um nakað eftirspæl í samband við uppsøgnina so sum eina sak frá fakfelagnum hjá tí uppsagda ella nakað so- vorðið. Sum løgfrøðingur í al- mennu fyrisitingini skuldi hann verið umboðaður av Búskapar- og Løgfrøðinga- felagnum. Men formaðurin í BLF var staddur uttan- lands, tá roynt varð at fá viðmerking haðani, so tað bar ikki til at fáa nakað at vita um støðuna hjá felagn- um, áðrenn blaðið fór til prentingar. Tá Sosialurin fyrrapartin mikudagin fekk orð á tann uppsagda løgfrøðingin í telefonini, svaraði hann so- leiðis eftir at hava hoyrt, hvør tað var, sum ringdi: »Onga viðmerking«. So legði hann hornið á. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sigur, at talan er um persónlig viðurskifti hjá tí uppsagda løgfrøðinginum, sum liggja til grund fyri, at hann er sagdur úr starvinum. Maðurin hevur, sambært Løgtingsins umboðsmanni, framt grovt lógarbrot og kann tí ikki halda fram í starvi hjá Fiskimálaráðnum, metir landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard varð av løgmanni settur at rudda upp í Fiskimálaráðnum. Tað arbeðið er nú byrja, og sambært landsstýrismannin- um er møguleikin fyri av- leiðingum ovari í fyri- sitingini famvegis opin C M Y K 15 14